Danacord fegnir

Vit prátaðu við eitt umboð fyri danska útbreiðslufelagið hjá Eivør, Danacord. Hesin segði, at felagið fegnaðist almikið um heiðurslønirnar, ið Eivør hevði vunnið. Tí hetta kundi verða skumpið, ið sendi Eivør seinasta stigið út á danska marknaðin.

 

Hann greiddi frá, at sum nú er, er Eivør rættiliga kend, og næstan ordiliga kend í Danmark, hennara tónleikur er væl dámdur. Men hon hevur ikki veruliga sligið ígjøgnum hjá einum breiðum áskoðaraskara. Men hesar heiðurslønir kundu gerast jarnbrotini, ið gera Eivør til ta stjørnu, ið hon hevur uppiborið at verða.

Eivør var fantastisk

Eivør Pállsdóttir hevði eina av bestu framførslunum nakrantíð á DMA-Folk, tá hon spældi seks løg á fýra ymiskum málum, við einum ómetaliga væl spælandi bólki.

 

DMA-Folk

 

Eivør hevði fingið heiðurin at lata DMA-Folk tiltakið upp við eini framførslu, sum man teljast millum tær bestu hjá henni.

Eivør fór á pallin við bólki sínum. Hetta er sami bólkur, ið spældi við Eivør á Kvinnu konsertunum. Flestu tónleikararnir eru danskir, men á bassi er Edvard Nyholm Debess. Eisini kórgenturnar eru danskar. Hesin bólkur dugdi ómetaliga væl at lyfta tónleikin hjá Eivør, geva honum veingir.

Tey løgdu fyri við eini inniligari útgávu av Hjarta mítt, ið bergtók fullu Tønderhøllina. Fólk sótu í andakt og lurtaðu. Tey hildu fram við glaða svenska lagnum hjá Eivør Om Jag Våger. Lagið er inniligt, men samstundis rættiliga lívligt, salurin livdi allur við, og floytaði og klappaði, tá lagið var liðugt.

Í triðja lagnum Mín Móður kom hondtrumman hjá Eivør í brúk, og bólkurin kom veruliga við. Tað gjørdist so ógvusligt og frumkent, at Eivør, aftan á lagið var liðugt, spurdi “I blev ikke bange, hva?”.

Tey hildu fram við einum nýggjum enskum lagið hjá Eivør Coloured Road. Hetta lagið fær tankarnar at leita sær til Lenu, eitt fitt folk-rokk lag, ið helt áskoðarunum trøllabundnum.

Elinborg og Elisabet Maria rørarandi lagið um systrarnar báðar var umsettur til danskt, og framførslan av hesum vísti enn týðiligari málsliga fjøllbroytni hjá Eivør, við framførslu á fýra ymiskum málum.

Eivør og bólkurin endaðu við eini næstan tungmálmskendari útgávu av Nú Brennur Tú Í Mær. Hetta var ein heilt fantastisk framførsla, og í endanum mundi takið á Tønderhallen fokið til Týsklands. Eivør segði, um Nú Brennur Tú Í Mær, at lagið var skrivað í øði. Hon hevði hjartasorg og skrivaði tí hetta lag. Ongantíð havi eg kent hesa frumkendu øðið so týðiliga í lagnum, sum leygarkvøldið. Var nakar í iva um, hvør Eivør var áðrenn kvøldið byrjaði, so var eingin ivi aftan á.

Aftan á framførsluna tosaðu vit við Eivør. Honsegði, at tá hon kom á pallin var hon í eitt sindur ringum lag, ljóðroyndin hevði ikki gingið væl. Men tá hon trein á pallin framman fyri fullu Tønderhallen, kendist tað gott, og konsertin gjørdist ein ordiliga góð uppliving, eisini fyri hana.

Umframt Eivør spældu nógvir kendir danskir fólkatónleikarar, m.a. Lars Lilholt, Haugaard og Højrup og Vildnis. Allir bólkarnir spældu sera væl, uttan Vildnis, ið spældu illa og sungu falskt. Eisini var ljóðið í teirra framførslu ringt, meðan alt hitt á kvøldium ljóðaði fantastiska væl.

 

 

 

Eivør Pállsdóttir er besta songrøddin í Danmark

Meðan tað stóra DMA tiltakið heiðrar tí kommersiella, heiðrar lítla DMA tiltakið góðsku, hetta var skoðsmálið í  DMA-Folk fekk á stóru útvarpsstøðini P4. Um hetta er so, so er Eivør verulig góðska, tí hon vann tvær heiðurslønir á DMA-Folk leygarkvøldið.

 

DMA-Folk

 

Formaðurin í nevdini fyri DMA-Folk Peter Abrahamsen bjóðaði fólki vælkomnum Hann fegnaðist um, at hendan heiðurslønar handanin var voksin so nógv, síðan hon varð hildin á fyrsta sinni fyri seks árum síðan. Hann hugleiddi eitt sindur um munin á hesi heiðursløn, og navnabróðrinum Danish Music Awards, ið var hildin sama kvøld í Keypmannahavn. Her endurgav hann útvarpsrásina P4, ið hevði kalla DMA-Folk ” den lille DMA”. Útvarpsmaðurin hevði lýst munin á tí lítlu DMA og tí stóru DMA, at tann stóra heiðraði tí kommersiella og tann lítla heiðraði góðsku. Hetta var eitt skoðsmál, ið Peter Abrahamsen uttan at ivast tók til sín. At ein føroysk songkvinna er í uppskoti til seks av 12 heiðurslønum á góðsku DMA, kunnu vit føroyingar bara gleðast um.

 

Serlig gleði

Peter Abrahamsen bjóðaði síðan Eivør á pallin, og vísti á, at tað var honum ein serlig gleði at bjóða Eivør á pallin, tí hetta var ein songkvinna, ið kanska allir danir ikki kendu enn, men at skjótt fór allur heimurin ivaleyst at kenna hesa røddina.

 

Eivør vann tvær

Eivør var í uppskoti til seks heiðurslønir, sum Ársins danska songrødd, Ársins danska vísufløga, Ársins danska útgáva, Ársins danski artistur (nútímans), Ársins danski sangskrivari og Ársins danski fólkatónasmiður. Hon vann tvær av hesum Ársins danska songrødd og Ársins danska vísufløga. Serfrøðingar, ið vit tosaðu við, søgdu, at serliga heiðurslønina sum besta songrødd, var Eivør stórur favorittur. Hennara rødd er so stórsligin og frálík, at eingin kundi avbjóða henni í hesum bólki. Eivør segði eisini sjálv, at hon var serliga glað fyri hesa heiðursløn. Ið var tann hon ynskti sær mest, tá hon fór heiman í frá.

 

Alt á gosi

Heiðurslønin fyri bestu songrødd, var triðja heiðurslønin, ið varð handað. Tá navnið Franka Abrahamsen læs navnið hjá Eivør upp, sum besta songrødd mundi langa borðið har Eivør og tey sótu, koppa, ølll familjan og vinirnir hjá Eivør lupu á føtur. Tað var týðiligt, at tey vóru sera glað, glaðast tyktist Sædis, mamma Eivør. Hon lýsti sum ein sól, so stolt hon var av dóttrini. Eivør visti næstan ikki hvørjum beini, hon skuldi standa á. Komin upp á pallin, segði hon, at hon var málleys og helst ikki vildi siga ov nógv, tí so segði hon bara okkurt býtt. Men hon takkaði bara fyri, at danir tóku so væl ímóti sær. Tað var heldur eingin ivi um, at Eivør var ein sera vælumtóktur vinnari.  Hvørja ferð hennara navn varð nevnt í uppskotunum, so klappaðu fólk hart og floytaðu.

 

Bestu vísufløgu

Tá Eivør eina løtu seinni vann heiðurslønina fyri bestu vísufløgu, var hon enn meira tikin av bólið, hon var júst á veg inn í høllina, so hon stóð mitt á gólvinum og helt um høvdið. Á pallinum segði hon, at hon var so glað, at hon hevði hug at klemma okkum øll.

 

Aftana á Eivør segði við Sosialin, at hetta var ein fantastiska deilig uppliving, og bað okkum føla eftir hvussu tungar heiðurslønirnar vóru. Hon var greið yvir, at hesar heiðuslønir kunnu brúkast í marknaðarføringini, men mest gleddist hon bara yvir, móttøkuna í Danmark. Eitt land hon júst er flutt til. Prátið varð tó avbrotið, tí pápi Eivør ringdi, hann hevði lisið um heiðurslønirnar á Portalinum, har vit løgdu úrslitini út so hvørt. Nú ringdi hann at siga tillukku við dóttrina.  Hon hevði annars úr at gera, TV2 gjørdi samrøðu við hana, og alt og øll vildu heilsa uppá songfuglin. Hon man ivaleyst hava verið nakað eym í hondliðnum av at skriva á allar fløgurnar, ið fólk høvdu keypt. Eivør var ein sonn stjørna hetta kalda kvøldið í Tønder.

Hugnaligt kvøld í Tønder

Tønderhallen 1 var á tremur við vælnøgdum áskoðarum leygarkvøldið, tá danski fólkatónleikaídnaðurin heiðraði síni bestu fólk.


DMA-Folk

 

Meðan KB-Høllin í Keypmannahavn var karmur um stóra DMA tiltakið, heiðraði danski fólkatónleikarídnaðurin síni bestu listarfólk í Tønder Hallen 1 í Tønder. Eitt hanagleiv úr Týsklandi liggur hugnaligi lítli býurin Tønder. Kavarok og bítandi kuldi var hetta kvøldið, men hetta fekk ikki fólk at verða sitandi heima.

Atgongumerkini til DMA-Folk vóru útseld fleiri vikur áðrenn tiltakið, og fólk vóru komin úr øllum Danmark og pørtum av Týsklandi fyri at uppliva hetta stórfingna tiltak. Fólk vóru væluppløgd, og høllin var veitsluskrýdd. Ein kensla av spenningi fekk í luftini. Men eisini hugni.

Hóast talan var um eina ítróttarhøll, so var somikið væl pyntað, við stórum dúkum undir loftinum, longum borðum við dúkum settum upp kring høllina, og hópin av tænarum gingu frá borð til borðs og tóku ímóti bíleggingum av drykkivørum.

Ein lítil spælimansbólkur gekk frá runt í høllini við violinum og kassagittara og undirhelt við glaðum spælimanstónleiki. Her var nógv gjørt burturúr.

Danskir og týskir fjøllmiðlar vóru vælumboðaðir, og so sjálvandi eisini vit frá Sosialinum. Tað vóru annars ikki nógvir føroyingar at síggja millum fólki. Hetta hóast Tønder liggur stutt frá Esbjerg, ið er ein sannur miðdepil fyri føroyingar. Men familjan hjá Eivør og onkri vinfólk vóru komin til Tønder, og sótu saman við songkvinnuni við eitt langt borð mitt í høllini.

Her var allur danski fólkatónleikarídnaðurin umboðaður, bæði útgávufeløg, konsertfyriskiparar, festivalar og miðlar. Nógv var gjørt burturúr tí tøkniliga, báðumegin pallin hingu risa sjónvarpskíggjar, har myndir av teimum innstillaðu vórðu vístar. Ljóðannleggi var stórt, og ljóðaði sera væl. Tiltakið var góðska úr enda í annan.

Heiðurslønir á DMA-Folk

 

Ársins danska songrødd

Eivør Pálsdóttir – Eivør (12 Tónar/Danacord)

 

Ársins danska vísufløga

Eivør Pálsdóttir – Eivør (12 Tónar/Danacord)

 

Ársins danska útgáva

Haugaard & Høirup – Gæstebud/Feast (Go’ Danish Folk Music)

Ársins danski artistur (nútímans)
Trio Mio – Pigeon Folk Pieces (Go’ Danish Folk Music)

Ársins danski sangskrivari

Lars Lilholt – De Lyse Nætters Orkester (RecArt Music)

 

Ársins danski fólkatónasmiður

Kristine Heebøll – Pigeon Folk Pieces (Go’ Danish Folk Music)

 

Ársins danski artistur (siðbundin)

Trio Mio – Pigeon Folk Pieces (Go’ Danish Folk Music)

 

Ársins nýggja danska navn

Kristian Bugge – Kristian Bugge (DR)

 

Ársins danska kontri útgáva

Lasse Helner – Dreamtime (Rainbow)

 

Ársins besti instrumentalistur

Kristian Bugge – Kristian Bugge (DR)

 

Ársins danska blues útgáva

Paul Banks – One Man Band Live (Music Mecca)

 

Ársins útlendska útgáva

Sofia Karlsson – Svarta Ballader (Bonnier Amigo)

 

Harumframt vóru tvær serligar heiðurslønir handaðar, P4 heiðurslønin, ið Vildnis fekk og serliga herðaklappið, ið Carsten Panduro fyriskipari av Tønder Festivalinum fekk.

Familjan stuðlar Eivør leygarkvøldið

Leygarkvøldið kann gerast stóra gjøgnumbrotið hjá Eivør í Danmark, tá hon á DMA Folk hevur møguleika at vinna ikki færri enn seks heiðurslønir, m.a. besta danska songkvinna og besti danski artistur.

 

Eivør Pállsdóttir og fløgan Eivør eru í uppskoti til ikki færri enn seks heiðurslønir á Danish Music Awards Folk. Hon er í uppskoti til hesar seks heiðurslønir: Ársins danska útgáva, Ársins danska songrødd, Ársins danski artistur (nútímans), Ársins danska vísufløga, Ársins danski sangskrivari og Ársins danski fólkatónasmiður.

Familjan hjá Eivør er komin úr Føroyum fyri at stuðla Eivør á kvøldinum, ið kann gerast hennara stóra gjøgnumbrot. Síðan Eivør heilt ung luttók á konsertum, hava andlit hjá familjulimum verið at sæð millum áskoðararnar.

Eivør veit, at hon skal á pallin leygarkvøldið – Hóast vónin er at sleppa fleiri ferð upp eftir heiðurslønum, so er tann eina ferðin tryggja, tí hon skal nevniliga sjálv spæla á tiltakinum.

DMA Folk verður hildið í Tønder Hallen í Tønder í Suður Jútlandi leygarkvøldið. Hetta kann gerast stóra gjøgnumbrotið hjá føroysku songkvinnuni, ið nú búleikast í Keypmannahavn.

Men Eivør er longu nú eitt kent navn í Danmark, løg hjá henni eru at hoyra í donskum útvarpi, og miðlarnir eru farnir at lata eyguni upp fyri okkara fremsta songfugli. Eivør hevur júst verið á Danmarksrundferð, her spældi hon 12 útseldar konsertin kring alt landið. Ummælararnir kastaðu henni nógvar rósur, so eingin ivi er um, at tað gongur rætta vegin hjá Eivør á danska marknaðinum.

Eivør trúði mær næstan ikki

Eg hevði trupult við at sannføra Eivør um, at hon veruliga var í uppskoti til seks heiðurslønir í Danish Music Awards Folk.

 

Danish Music Awards Folk

 

Tað var ein skelkað Eivør Pállsdóttur, ið eg fekk í hornið, tá eg ringdi til hana í Wien í gjárkvøldið og segði henni, at hon var í uppskoti til seks virðislønir á Danish Music Awards Folk. Fyrstu fimm orðini vóru HA? Síðan spurdi hon, um eg argaði hana, ella um hetta vóru loynimyndir.

 

Ræðuliga syrutt

Tá eg fekk hana at skilja, at hetta var ramasta álvara. Hon var alment vorðin eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki og var í uppskoti til helvtina av øllum heiðurslønunum á almenna kvøldinum hjá donskum fólkatónleiki. Ja, at hon faktisk var í uppskoti til allar tær heiðurslønirnar, ið hon kundi vera í uppskoti til. Varð hon veruliga skelkað. “Hvussu kenna tey meg? Hví eri eg í uppskoti? Eg eri akkurát flutt til Danmarkar – Eg havi spælt so lítið har. Hetta er syrutt! Hetta er ræðuliga syrutt! Eg skilti slettis ikki, hví tú skrivaði tillukku í sms boðnum til mín. Eg fari slettis ikki at sovna í nátt! Hetta er ræðuliga abstrakt. Eg fái slettis ikki komið við nakrari skilagóðari viðmerking enn”.

Tá eg segði henni, at tað var fløgan “Eivør”, ið var í uppskoti til virðislønirnar, gjørdist hon enn meira ovfarin. Tí hon helt, at talan hevði verið um fløguna hjá Danmarks Radio Big Band og ikki um hennar egnu fløgu.

 

Útselt í Wien

Hon var í frammanundan í góðum lag. Tí stutt áðrenn eg ringdi, høvdu hon og Bill Bourne spælt fyri einum útseldum Mozart sali í Wien. Konsertin hevði gingið sera væl, og gott lív var í fólki.

Hetta er aðru ferð, at Eivør vitjar í Wien, fyrstu ferð var við Yggdrasil fyri nøkrum árum síðan. Men sjálv veit hon ikki, hvussu tað ber til, at hon megnar at fylla eina stóra konserthøll við áskoðarum í Wien. Hon heldur, at kanska er talan um forvitni. Tí hon ivast í, at tey kenna hana har. Hvussu er og ikki, so er spælir hon aftur í kvøld í Wien, hesuferð í einum jassklubba, og øll 300 atgongumerkini eru seld í forsølu.

Eivør er í uppskoti til seks danskar heiðurslønir

Pressumynd: Bárður Eklund
Eivør Pállsdóttir gjørdist í gjárkvøldið eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki, tá hon varð skotin upp til helvtina av heiðurslønunum til Danish Music Awards Folk.

 

Tá nøvnini á teimum, ið eru í uppskotið til Donsku fólkatónleikaheiðurslønirnar á Danish Music Awards Folk, vórðu almanankunngjørd, var navnið hjá Eivør Pállsdóttir nevnt sum uppskot til seks av teimum tólv  heiðurslønunum.  Hon er í uppskoti fyri m.a. bestu fløgu, sum besti sangskrivari, besti komponistur og besta sangrødd.

 

Stóra stjørnan

Til fimm av heiðurslønunum er Eivør í uppskoti saman við trimum øðrum, meðan í uppskotinum um bestu fløgu kappast seks fløgur. Tað var her fyri greitt, at Eivør var eitt av nøvnunum, ið skuldi spæla á Danish Music Awards Folk. Men nú er møguleiki fyri, at hon kann gerast tann heilt stóra stjørnan hetta kvøldið. Í øllum førum er hon tann, ið er í uppskoti til flestar heiðurslønir hetta kvødlið.

 

Júst flutt

Eivør er júst flutt til Danmarkar og fer í næstum at royna seg á danska marknaðinum. Hetta byrjar við eini konsertferð í februar og mars.  Eingin ivi er um, at tað, at Eivør er í uppskoti til seks heiðurslønir, er sera gott fyri áhugan í hennara konsertum.  Hon er yvir eina nátt vorðin eitt væletablerað navn í donskum fólkatónleiki.

 

Væl vitjað

Danish Music Awards Folk verða hildnir 11. mars í Tønderhal 1 í Tønder. Umframt Eivør er almannakunngjørt, at Lars Lilholt og Haugaard & Højrup Bigband spæla. Men onnur nøvn vera eisini á plakatini.

Skipað hevur verið fyri DMA – Folk síðan 2001, og tiltakið plagar altíð at vera væl vitja.