VOX gott hóast alt

Seinast á pallin hóskvøldið var VOX, sum hevði eina góða framførslu, hóast nakrir ljóðtrupulleikar vóru.

Ummæli

Seinast á pallin hóskvøldið kom gospelkórið VOX úr Eysturoynni. Tað var ikki meira enn at ungu, vøkru fólkini sóðust í mjørkanum, sum roykmaskinan blásti uppá innipallin í Kelduni hesa løtuna. Kórið sjálvt er átjan sangarar, og afturat sær høvdu tey tónleikarar, m.a. vóru fyri fyrstu ferð blásarar við.
Tey framførdu gospeltónleik, soleiðis, sum vit kenna hann. Popput gospelkór, ofta við løttum, funkutum tónleiki.

Ringt ljóð
Ljóðið var ikki alla tíðina gott. Fyrstu sangirnir vórðu ofraðir í royndini hjá ljóðmanninum at fáa tað at ljóða betri. Fyrsta røddin hoyrdist illa, og ljóðið sum heild leyp saman.
Tað batnaði tó nakað. Ljóðblandið bleiv betri, men tað tyktist, sum um tað ongantíð bleiv ordiliga gott inni í rúminum. Men tá ið tey fóru yvir í meira friðarligu sangirnar, hoyrdist, at kórið veruliga syngur væl. Bólkurin spældi eisini væl – serliga lá væl fyri hjá ungu monnunum, sum spældu gittar og bass.

 

Allir tekstirnir vóru á enskum og vóru typiskir amerikanskir lovsongstekstir, við nógvum endurtøkum; soleiðis, sum tað plagar at vera til tílíkan tónleik. Og allir vórðu teir varpaðir uppá ein stórskíggja.

 

Tey framførdu sjey sangir, tveir av hesum høvdu tey ongantíð framført fyrr. Onkur heilt kendur gospelsangur var eisini við. T.d. kendi sangurin “Leave It There”, sum tey eisini hava sungið saman við Ettu Cameron. Kórleiðarin Ásbjørn Bertholdsen sang sjálvur solo í hesum sanginum.

Blásarar til sín rætt
Eisini sungu tey “looking Out For Me” hjá Kirk Franklin. Í hesum sanginum komu blásarnir veruliga til sín rætt. Her lærdi Ásbjørn eisini áhoyrarnar at syngja fleirraddað við í niðurlagnum.

 

VOX eru eini 30 ung fólk, og tað er nattúrligt, at teimum dámar væl, tá ið tað er lív í og er stuttligt. Men tað var serliga í friðarligu sangunum, tá dentur var á sjálvum kórsanginum, at tað hoyrdist, at tað var góðska í. Ein konsert, sum VOX, hóast ljóðtrupulleikar, sluppu væl frá.

Lisa Frederiksberg legði trilvandi fyri

Lisa Frederiksberg lat pallin í Kelduni og sostatt allan Fjarðafestivalin upp, hetta er ein stór uppgáva, kanska ov stór fyri dámligu songkvinnunan av Strondum.

 

Lisa Frederiksberg av Strondum og bólkur hennara áttu heiðurin at lata Fjarðafestivalin upp. Tey løgdu bleytt fyri við eini hittparadu, av kendum kristiligum sangum. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva at lata ein festival upp, og hetta tyktist eisini at nerva framførsluna nakað.
Hevði Lisa havt líka stóra innliving í sangin, sum hon hevði í sínum vitnisburðum ímillum løgini, hevði talan verið um eina sera inniliga framførslu.

Við bivandi rødd
Ofta hoyrdist veruliga, at songkvinnan manglaði neyðugu orkuna og røddin tyktist nærum bivandi í støðum. Um hetta komst av ringum sangformi, manglandi innliving ella nervum er trupult at siga. Men ofta hevði tú kenslu av, at hon ikki ordiliga sang ígjøgnum.

Tað var ikki fyrr enn hon kom til nøkur friðarlig løg móti endanum av framførsluni, at hon veruliga vísti innliving. Henda hvarv tó í stóran mun aftur, tá hon endaði við nøkrum rokkløgum, ið veruliga vístu hennara veikleikar.
Bólkurin var ikki av teimum bestu, og á nógvan hátt minti framførslan um eitt møti, har nøkur fólk við einum boðskapi fóru á pall fyri at bera henda boðskap fram, men hetta kundi verið gjørt meira sannførandi.

 

Beinta og Ingi meintu tað

Tað er altíð smittandi, tá listafólk á pallinum meina tað, og hjarta var við í framførsluni hjá hjúnunum Beintu og Inga.

Ingi við kassagittara og Beinta við síni rødd, sum er heilt víst er betri enn meirilutin, fóru á pall framman fyri eini rættiliga stórari mannfjøld í Kelduni. Teirra inniligheit var stór, og tú vart ikki í iva um, at hetta vóru tvey listafólk, ið meintu tað og høvdu hjartað við. Hetta vann eisini á áhoyrarafjøldini og gjørdi upplivingina serliga. Á onkran hátt tyktist framførslan tó løgin. Nógv av løgunum vóru nokk mest rokkløg og virkaðu sera nakin í hesi sera einføldu útseting, ið vanliga verður nýtt til singer/songwriter løg.

Spældi el á ein kassa
Fyrrverandi Flux og Braquet bassleikarin Ingi tyktist ofta at rokka dekan ov nógv á kassagittaranum, tyktist sum ein maður, ið roynir at spæla el-gittar á ein kassagittar. Hetta gongur í veitslulagi ella sum eitt lítið innslag í eini størri skrá, men tað virkaði eitt sindur for nakið og sum um okkurt manglaði, tá tað varð servera í so stórum mongdum sum á Fjarðafestivalinum. Tó so, hjartaligheitin hevði nógv at siga, og bjargaði hetta framførsluni frá at gerast ov løgna, og tað gjørdist ongantíð keðiligt.
Framførslan var dominerað av lániløgum, men tey megnaðu veruliga at gera løgini síni egnu.

Felagssangur við Vitanum

Vitin legði ikki skjól á hvør teirra uppgáva á Fjarðafestivalinum var, á stórskíggjanum aftan fyri bólkin var skipað fyri stórum felags karaoke.

Fólk vórðu biðin um at stilla seg upp, og so sang allur salurin við í teimum báðum fyrstu løgunum, síðan sang bólkurin nøkur løg sjávur, og hetta var stak hugnaligt.
Vitin er ein sangbólkur og hóskar seg best til møtir, men hetta ger kanska ikki so nógv á Fjarðafestivalinum hóskvøld, tí tiltakið var í stóran mun álíkt ein sangmøti. Teir tríggir oddamenninir vóru sjarmerandi á ein sera lítið stjørnukendan hátt. Fitt og dámligt á allan hátt.

 

Túsund fólk á Fjarðafestivali

Fleiri enn túsund áhoyrarar vóru komnir saman, tá Fjarðafestivalurin fór av bakkastokki við fleiri góðum framførslum, ið óvanliga góðum karmum.

 

Umrøða

Fyrsta kvøldið á Fjarðafestivalinum var væleydnað við fleiri enn túsund áhoyrarunum, ið tyktust at hugna sær í teimum frálíku kørmunum, ið Keldan er. Hetta kvøldið var sambært Vinjardi Johansen, fyrireikarar fyrst og fremst ætla teimum, ið vanliga ganga á møti og í kirkju, sjálvur rópti fyrireikarin hetta eitt gospel sangkvøld, men tað hevði ivaleyst verið líka sigandi at kalla tað eitt sangmøti. Bróðurparturin av bólkunum løgdu upp til felagssang, og í nógvum førum var stórskíggin, sum annars hýsti Føroya Banka lýsingum, nýttur til at varpa upp tekstin í løgunum, og hetta eydnaðist væl sangurin ljómaði inniliga, tá Føroya best syngjandi áhoyrarafjøld livdi við í framførslunum.
Fyrireikararnir fegnast um, hvussu væl kvøldið hevði gingið. Tey 250 starvsfólkini gjørdu øll sítt arbeiði til lítar, verður boðað frá.
Í fjør var skráin nakað seinkað, men henda trupulleika hevði Fjarðafestivalurin loyst í ár. Bill Justinussen hevði tikið sær eina løtu burturi frá politiska meldrinum og stýrdi pallinum við eini harðari hond, so skráin var hildin. Í kvøld skilst, at onkur annar skal røkja henda leiklut, men tað er at vónað, at tað gongur eins væl sum hjá Bill.

Øðrvísi upplivingar
Útlendsku nøvnini Charizma, Jerusalem, Trond Erics og teir tveir agentarnir frá CAA lendu í gjár og eftir ætlan lenda amerikonsku stjørnurnar Pillar um tað mundið at hetta blaðið kemur í handlarnar, og hesi nøvn fara saman við eini ørgrynnu av føroyskum nøvnum at bjóða okkum upplivingar, ið uttan iva verður heldur øðrvísi, enn tær vit upplivdu fyrsta kvøldið.

 

Magni er kontri

Magni dámar at vera kontri, og Magni Christistiansen dugur at vera kontri, tí er tað eisini stuttligt at hoyra Magni Christiansen spæla kontri.

 

Ummæli

Magni Christiansen var næstur á pallin í Kelduni, og hóast talan í stóran mun var um sama bólk, sum hevði spælt við Lisu Frederiksberg, so var bólkurin sum ein heilt annar. Trummuleikarin var skiftur út, og Anfinn Jacobsen var komin í hansara stað, hetta gjørdi undurverk, botnurin hekk saman, og bassleikarin kom til sín rætt, og vísti seg faktiskt at vera heilt habilur. Gittarsnillingurin Rúni Eysturlíð kom eisini á pallin. Hann lyfti allan bólkin við sínum frálíka kontri spæli og týðuligu spæligleði í smittaði. Men tað kemst ikki uttanum, at tá vit tosa um stjørnugóðsku, so hevur Magni munin á Lisu. Hann spælir útum pallkantin og fær alt fólkið.

Fólkið sang
Serliga frálíkt var, at hoyra løg av nýggjastu fløguni hjá Magna “Við Vegin”. Mítt persónliga hæddarpunkt var tó tulkingin hjá Magna av gamla klassikarin I’ll Fly Away, tá allur salurin sang við, tað er ótrúligt so væl fólk á Fjarðafestivalinum syngja, áskoðara sangurin ljóðaði sum eitt lekkurt sangkór, hetta var fyrstu ferð á kvøldinum at sangurin veruliga rómaði millum áskoðararnar, men als ikki síðstu ferð.
Magni hevur stóra innliving og tað var stuttligt at síggja hvussu nógv hann hugnaði sær. Magni elskar eftir øllum at døma kontri, og hetta telur sera nógv.

Hugleiðing um Fjarðafestivalin

Í kvøld fer Fjarðafestivalurin 2007 av bakkastokki. Hetta er aðru ferð, at festivalurin í Skálabotni verður hildin, og við eini spennandi skrá við góðum blandi av útlendskum og føroyskum nøvnum vísir hesin festivalur, at vit eisini megna at skapa góðsku tiltøk við kristiligum tónleiki í Føroyum.

Við amerikanska rokkbólkinum Pillar og svensku veteranunum Jerusalem á odda eru útlendsku nøvnini á sera høgum støði. Men uppaftur meira spennandi eru føroysku nøvnini. Røðin bólkum við nýskrivaðum føroyskum tónleiki er long, og vísir at eisini á kristiliga tónleikapallinum er stór menning. Eitt av nýggjastu nøvnunum á kristiliga tónleikapallinum Martin í Grund vísti í samrøðu við Sosialin í gjár, hugburðurin millum unga ættarliðið av føroyskum tónleikarum. Tað er ikki longur nóg mikið, at boðskapurin er góður, tónleikurin skal eisini vera á høgum støði. Boðskapur eigur ongantíð at vera ein umbering fyri at gera sær ómak, sigur Martin.

Hesin hugburður er kristiligum tónleiki at frama, og sjálvur grundin undir teirri menning, ið vit hava sæð á hesum palli seinnu árini. Góðskan er støðugt vorðin betri og kristiligir bólkar finnast nú innan flest allar tónleikagreinir. Hetta er ein menning, sum í alt størri mun hevur káma mørkini millum verðsligt og kristiligt. Tónleikarar, ið vanliga virka innan verðsligan tónleik luttaka í bólkum við kristiligum boðskapi, og tónleikarar, ið vanliga virka innan kristiliga tónleik luttaka í bólkum við verðsligum boðskapi.   Hetta er gleðiligt fyri føroyskan tónleik, tí tað kann ikki vera nakar ivi um, at tað at bestu kreftirnar samstarva er føroyskum tónleiki at frama. Skal tónleikurin mennast bæði sum listagrein og sum vinnuvegur er hetta einasta gongda leið.

Ein veteranur innan føroyskan tónleik, Martin Joensen, fer á pall á Fjarðafestivalinum í morgin. Hansara luttøka á Fjarðafestivalnum vísir í størri mun enn nakað annað hvussu mørkini millum verðsligt og andaligt kámast, men hetta er ivaleyst nærliggjandi, tí sum Martin Joensen sjálvur sigur í Sosialinum í gjár: “Um Guð hevur skapt heimin, so er tónleikurin í heiminum ikki verðsligur”

Fjarðafestivalurin 2006

Eini 2500 fólk vóru seinasta vikuskiftið í august 2006 vitni til tann allar fyrsta Fjarðafestivalin. Hetta gjørdist ein sera jalig uppliving, har góður tónleikur varð framførdur í góðum karmum. Tónlistarliga hæddarpunktið var fyri flest øll, tá høvuðsnavnið Tait fór á pall uttan fyri Kelduna. Tá bólkurin hjá fyrrverandi DC Talk oddamanninum, Michael Tait, spældi DC klassikaran Jesus Freak, var alt á gosið. Hetta var júst lagið, sum fólk høvdu bíða eftir, og tóktist tyngdarlógin fullkomiliga at missa tamarhaldið á teimum hoppandi áhoyrarunum.

Minniligar løtur
Men eisini fleiri av hinum 21 nøvnunum, ið fóru á pall á fyrsta Fjarðafestivalinum sannførdu. Fleiri løtur brendu seg fast í minnið hjá áhoyrarunum. Ummælarin hjá Sosialinum skrivaði t.d. um framførsluna hjá Heina Lützen: “tað sum hugtók meg allarmest, var ein tung útseting av einum Kingosálmi. Sálmurin var gjøgnumsúrgaður av pínu, og var hetta ein so sterk løta, at eg næstan gloymdi at anda. Serliga gjørdist lagið stórt ímóti endanum, tá ið allir tónleikararnir spældu meiri frítt.”

Karmurin um Fjarðafestivalin var, sum í ár, økið rundan um Kelduna í Skálafirði. Økið riggaði væl, tað er avmarkað og tóktist lætt at halda skil á.
Parkeringsøkið uttanfyri Kelduna gjørdi eisini sítt til, at festivalurin var so atkomuligur. Parkeringsøkið er stórt, og har vóru alla tíð vaktir, sum beindi teg til ein bás. Hetta var eitt stórt pluss fyri heildarupplivingina.

Gott ljóð
Serliga   vóru ljóðviðurskiftini inni í Kelduni heilt góð. Salurin er bygdur soleiðis, at sum mest fæst burturúr ljóðinum, og saman við einum frálíkum anleggi, fingu tey, sum lýddu á, eina framúrskarandi ljóðmynd inni í salinum. Sostatt vóru karmarnir inni í Kelduni heilt góðir. Stóri pallurin á graslíkisvøllinum aftanfyri kelduna hýsti teimum størru bólkunum, og eisini hetta riggaði væl. Tað var serliga heppið, at talan var um graslíki, tí at vikuskiftið var eitt sindur vátt, og tú kanst ímynda tær, at undirlagið hevði verið nakað ótespiligt, um fólk stóðu á bøi. Ljóðviðurskiftini vóru til tíðir heilt góð úti á vøllinum. Serliga tá ið teir betru bólkarnir spældu.

Seinkingar darvaðu
Men Fjarðafestivalurin hevur eisini okkurt at læra. Skráin fríggjakvøldið varð illa darvað av seinkingum. Fleiri bólkar máttu skera nøkur løg av síni skrá fríggjakvøldið fyri at loyva øðrum framat. Hetta er tó ein rættiliga vanlig barnasjúka, og átti at verið grødd í ár. Longu leygarkvøldið í fjør var skráin nógv betur hildin. Næstan allar framførslurnar byrjaðu uppá minuttin, men seint út á kvøldið vóru tær eitt sindur seinkaðar.
Samanumtikið var Fjarðafestivalurin 2006 tó ein góð uppliving.