So nógv kunnu hagtøl lúgva

Eitt orðafelli er, at tað finnast hvítar lygnir, svartar lygnir og hagtøl. Eitt annað orðafelli er, at tøl ikki lúgva. Well, sum internetráðgevi brúki eg nógva tíð til at hyggja at hagtølum fyri vitjanir, síðuvísingar o.a., men tá eg í dag vitjaði ávikavist Vevmátingarlistan hjá Gallup og Vevlistan sum byggir á Google Analytics tøkni, so mátti eg staðfesta, at vev hagtøl eru einki annað enn vegleiðandi ábendingar.

Eg haldi sum so ikki, at tað er neyðugt at greiða frá so nógvum, tí tølini tala fyri seg. Bæði hesi skermprentini eru fyri viku 25 tað er dagarnar 17.6.2013 til 23.6.2013.

 

Vevmátingarlistin hjá Gallup viku 25
Vevmátingarlistin hjá Gallup viku 25
Vevlistin, ið byggir á Google tøkni fyri viku 25
Vevlistin, ið byggir á Google tøkni fyri viku 25

Um vit taka nøkur tøl, ið vísa hvussu ymisk hagtølini eru. So er kanska áhugavert at hyggja at tølunum fyri portal.fo, ið liggur ovast á listanum.

 

Portal.fo
Hagtalskipan Brúkarar Vitjanir Sýndar síður
Vevmátingarlistin 66.808 387.150 1.855.053
Vevlistin 68.736 459.560 794.356
Munur 1.928 72.410 1.060.697

 

Altso er einasta talið, ið bert hevur ein relativt lítlan mun, so er tað talið fyri brúkarar, ið er hvussu nógvir einstakir brúkarar hava vitja síðuna. Hetta er samstundis eisini tað talið, ið onkursvegna er tað torførasta at definera í tílíkum hagtølum. Tí talið av vitjanum og kanska serliga fyri sýndar síður, átti at verið rættiliga líkatil. Eisini sæðst, at meðan tølini á Vevlistanum fyri brúkarar og vitjanir eru hægri, so er talið fyri sýndar síður sera nógv lægri, faktiskt minnið enn helvtina.

Hyggja vit at næstu síðuni á listanum Aktuelt.fo, síggja vit tó, at her er lítil konsekvensur á muninum, tí her er talið av brúkarum heilt ymiskt, meðan munurin millum sýndar síður er sera ymiskur.

 

Aktuelt.fo
Hagtalskipan Brúkarar Vitjanir Sýndar síður
Vevmátingarlistin 40.389 141.558 828.798
Vevlistin 50.372 171.716 718.186
Munur 9.983 30.158 110.612

 

Well, eg skal ikki keða tykkum skermprentini tosa fyri seg, so tit, ið eru áhugaði er vælkomin at leita víðari. Eg kann bara staðfesta, at hagtøl eru ikki bara hagtøl. Tað einasta, sum er sikkurt, er at talið av vitjandi, vitjanum og sýndum síðum er eitt púra fast tal, um tað er talið, ið Google vísur, ið Gallup vísur ella okkurt heilt annað, tað er so spurningurin.

 

10% hava ikki ráð til mat

Løgmaður fegnast um, at vit eru heimsins lukkuligasta land, hann leggur einki í, um bert 40% av Føroya fólki hevur álit á hann. Men hvat man hann halda um, at kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, vísir, at 10% av okkum ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin?

 

kjakiSá áhugaverdu kjaksendingina eftir Dag og Viku frá í gjár, har Árni Gregersen, Liljan Weihe og Annleyg Lamhauge umrøddu kanningina hjá Fólkaheilsuráðnum og hvussu og hvat frá kanningini bleiv borið fram. Áhugavert kjak, við fleiri vinklum, men tað mest ræðandi, ið eg hoyrdi í sendingini var, ein útsøgn hjá Annleyg Lamhauge, ið hvørki Árni ella Liljan tóku til sín, nevniliga at 10% av teimum atspurdu ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin.

Orsakað meg, men liva vit ikki í einum somikið ríkum landi, at hetta ikki eigur at henda?

Í menniskjum góður tokki hevur leingið peikað á trupulleikan. Nú finnast so hagtøl. Ja, ikki bara hagtøl, men ein kanning eftir altjóða leisti, ið vísir, at tíggjundi hvør av okkum ikki hevur ráð til mat.

Eg endurtaki: tíggjundi hvør av okkum hevur ikki ráð til mat!

Nú má okkurt henda, og tit sum kroystu flatskattin í gjøgnum, og sostatt gjørdu stættarmunin størri. Vónandi fáa tit eitt sindur ilt í hjarta um, at tað støðu tit hava sett okkara veikastu í, men mest av øllum vóni eg, at hetta fær tykkum at gera okkurt við støðuna, og tað beint nú.

Mest lisnu nudlarnir í 2012

Her er yvirlit yvir tær tíggju mest lisnu greinarnar á Nudlum í 2012. Umframt greinarnar, er forsíðan nógv mest vitjaða síðan, meðan menupunktini “Handan Nudlar” og Yrkingasøvn eisini er væl vitjað, og lættliga høvdu sloppið á listan um hetta vóru greinar..

Mest lisna greinin er minningarorðini um Rasmus Rasmussen, ið vit mistu í ár alt ov tíðliga.

 

 1. Tá ein gandakallur doyr

11. oktober: Minningarorð um Rasmus Rasmussen

 

 2. Undskyld mig men fuck your DR

26. mars: Hugleiðing, um tá Sveinur Gaard Olsen tosaði danskt millum løgini á konsert sínari í Føroyum.

 

 3. Aftur dulnevnt persónsálop á Vágaportalinum

1. juni: Grein um hvussu Vágaportalurin í dulnevndum persónsálopum, roynir at sáa iva um trúvirði hjá fíggindum sínum.

 

 4. Syrgiligar søgur beint frá hjartarnum

26. august: Ummæli av konsert við Jákup Eli í Sirkus.

 

 5. Skít verið við 266B í Føroyum niðurgera vit vegna kyn og rasu

10. apríl: Hugleiðing um kynsliga niðurgeran í hondbóltsdysti í Klaksvík.

 

6. Góði ikki keypa rúsevni á festivaløkinum

2. juli: Hugleiðing um fakligheit á veg á Roskilde Festival

 

7. Wow Gutti Winther, tú kanst steðga fólkaminkingini

8. november:  Hugleiðing um sendingina Spískamarið, ið Gutti Winther er vertur á.

 

 8. Tað er lætt at vera ein ringur kristin

31. juli: Hugleiðing um tey, ið brúka Bíbliuna til at halda onnur niðrið.

 

 9. Hvat siga tit sum stýra í Havnini í dag?

12. oktober: Hugleiðing, tá løgmaður ákærdi Tórshavnar kommunu fyri at niðurprioritera tey eldru.

 

10. Er hetta byrjanin til endan?

14. desember: Hugleiðing um avtøkuna av Landsbankanum.

 

 

 

Gott nýggjár!

vevlist

Ein av bestu avgerðunum, sum eg tók í 2012, var at fáa mær henda bloggin á nudlar.net. Hann hevur verið sera væl vitjaður, og hevur enntá onkra viku ligið á einum 2. plássi á vevlistanum, við yvir 5.000 fólkum, ið hava vitjað mín blogg tað vikuna.  Eg havi skrivað 159 greinar, ummælið, hugleiðingar og annað, umframt, at eg 63 ferðir havi verið í Lippukassanum og lagt leinkir til áhugaverdar gamlar greinar úr mínum greinasavni.

 

Mítt greinasavn er vorðið rættiliga trivaligt við 563 tekstum, ið eg havi skrivað millum ár og dag, og tað fer at vaksa uppaftur meira, alsamt sum eg komi longur niður í tann stóra bunka av tekstum, ið eg havi liggjandi, sjálvandi leggi eg bert tað, ið onkursvegna er áhugavert, eisini fyri eftirtíðina. Eg ætli eisini at halda fram við Lippukassunum, har eg leggi leinkir til hesar greinar út.

Takk fyri áhugan tit 24.994, ið hava vitjað Nudlar 43.833 ferðir og hugt at tilsamans 61.182 síðum síðan eg 4. februar lat nudlar.net upp. Takk fyri tit, sum deildu mínar greinar, ummæli og meiningar, takk fyri tit sum viðmerktu og komu við afturmeldingum, neiligum eins væl og jaligum. Túsund takk fyri øll somul, eg vóni, at tit fylgja við aftur í 2013.

Áheitan á allar føroyskar journalistar

Nú er mín lítli miðil her ikki ein journalistiskur miðil, so eg eri ikki tann, ið vanliga heldur mikrofonina í gronina á makthavarunum, tí fari eg at heita á tykkum, ið starvast á ordiligum miðlum, um at spyrja kringvarpsstjóran Dia Midjord um nakað, ið tit faktiskt longu áttu at havt spurt hann.

Hvussu nógv sparir Kringvarpið við at skerja allar fríyrkissendingarnar í útvarpinum?

Er sparingin veruliga so stór, at hetta ber mát við ta lækkan í tænastuni, ið vit lisensgjaldarar uppliva?

Orsøkin til at, at eg vil hava tykkum at svara hesum er, at eg als ikki haldi, at svarið uppá næsta spurningin er ja.

Vit hava fimm vikur eftir av hesum árinum, og frá í gjár, hevur Kringvarpsstjórin ruddað allar sendingar, ið vóru gjørdar av fríyrkisfólki av skránni. Talan er sambært portalinum um hesar sendingar:

Áðrenn Elvis
LP-in
Røddin
Rót og Rútma
Bolero
Cantabile
Morgunbland

Altso sjey sendingar, harav tann eina, Morgunbland, vanliga verður send hvønn gerandisdag (haldi eg í øllum førum), hinar eru sendingar, ið verða sendar eina ferð um vikuna. Sostatt er talan um tilsamans samsýning til framleiðslu av ellivu sendingum um vikuna í fimm vikur, ella 55 sendingar, herav eru bæði jól og nýggjár, so fleiri sendingar høvdu neyvan verið á skrá alíkavæl. Tað eg kenni til lønarlagið hjá fríyrkisfólki í Kringvarpinum, skuldi tað undrað meg almikið, um sparingin er yvir kr. 100.000,-

Vit tosa sostatt um, at Kringvarpið fær eitt undirskot uppá 3,7 ístaðin fyri 3,8 mió. Ella við øðrum orðum skít líkamikið.

 

Kann ein av tykkum, sum hevur ein ordiligan miðil ikki kanna hetta her, og kanska koma við uppfylgjandi spurninginum til Dia, um hann bara ger hetta fyri at provokera, og vísa politiska myndugleikanum, hvar skápið skal standa?

 

Sum ein, ið rindar Kringvarpsgjald, so haldi eg als ikki, at hetta er stuttligt ella nakað, ið kann góðtakast av einum almennum stjóra, serliga einum, ið hevur lutvísa ábyrgd í ringu støðuni eftir av hava sitið í stýrinum í fýra ár.

Etikkur hevur lítlan áhuga millum føroysk miðlafólk

Einans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk.

 

 

Felagið Føroysk Miðlafólk skipaði leygardagin fyri temadagi um etikk í fjølmiðlunum, tað var norski serfrøðingurin og journalisturin Gunnar Bodahl-Johansen, ið var skeiðshaldari. Hann er royndur journalistur, undirvísari og fyrrverandi limur í norska etiska fjølmiðlaráðnum.

 

Dagurin var  áhugaverdur, og skráin var spennandi, umframt fyrilestur um etiskar leiðreglur í fjølmiðlunum, varð arbeitt við ymiskum føroyskum fjølmiðlasøgum, ið hava verið á markinum fyri hvat er etiskt rætt ella skeivt.

 

Heftni, trúðvirði og útmeldingar á eitt nú sosialum miðlum varð somuleiðis viðgjørt, áðrenn Gunnar Bodahl-Johansen greiddi okkum frá, um hvussu miðlarnir dekkaðu terrorálopið 22. juli 2011 og um eftirspælið av hesum.

 

Alt í alt ein fínur dagur, men tað, sum skelkaði meg, var uppmøtingin. Hetta er eitt so týdningarmikið evni, og eitt evni, ið fjølmiðlafólk í Føroyum mugu vera serliga uppmerksom um, tí miðlarnir hjá okkum eru so sperdir fíggjarliga og  sostatt við kvalifiseraðum ressoursum, at lætt er at missa prinsippini burt.

 

Dagurin var ókeypis fyri limir í Føroysk Miðlafólk, so tað er ófatiligt, at so fá luttóku. Kringvarpið  átti  seks av teimum tíggju, meðan hini arbeiddu á Dimmu og Sosialinum. Meðan einasti miðilin, ið sendi tíðindaleiðsluna var Sosialurin. Eingin av privatu netmiðlunum var umboðaður, hóast hesir eiga alsamt størri part av okkara tíðindaflutningi, og flest allir lýða av teoretiskum undirskoti.

 

Eg skal ikki døma um, hví so fá luttóku. Sjálvandi eru summi upptikin, men ein so vánalig uppmøting vísir, at etikkur veruliga ikki hevur nakran serligan áhuga hjá flestu føroysku miðlafólkum, og tað er fúl skomm.

Innihald fram um form

Onkur segði “Content is god”, well tá eg sjálvur og ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen luttóku í sendingini Fríggjakvøld, fyri at leggja nýggja Kringvarpsstjóranum lag á, hvussu nú skal stýrast, so var høvuðsboðskapurin, hugsa meira um innihald og minnið um form.

Hygg at innslagnum her

Eru tað ikki fjølmiðlar, ið eru 4. statsvaldið?

Eg havi fortíð í Miðlahúsinum í Vágsbotni og havi har arbeitt saman við Eiriki Lindenskov og havi absolutt nógva virðing fyri manninum. Eg havi eisini lisið síðu 2 í Sosialinum við stórari frægd, síðan hendan síða bleiv vinklað heldur speiskari, men tá eg sá oddagreinina í gjár, fór eg veruliga at ivast í, um maðurin man hava sligið høvdið so hart í, at hann hevur gloymt, hvat hann starvast við.

Undir yvirskriftini “Corydon hermir eftir Jørgen” hugleiður blaðsstjórin í Sosailinum um tíðindaskrivið hjá Jørgen Niclasen, har fíggjarmálaráðharrin boðar frá, at danska stjórnin hevur avritað skattareformin hjá BADH samgonguni.

 

Hetta tíðindaskriv er so mikið margháttligt, at tað í sjálvum sær ikki so løgið, at tað verður til eina oddagrein. Men niðurstøðan í oddagreinini er sera løgin. Eirikur leggur í krovið á bæði andstøðu, búskaparfrøðingum, og Fíggjarmálaráðharranum. Hann skrivar soleiðis:

 

“Hvar eru fakfeløgini, sum so mannsterk hava mótmælt? Hvar eru allir búskaparfrøðingarnir, sum so staðiliga hava mótmælt politikkinum hjá Landsstýrinum? Hvar er andstøðan, sum so náðileyst hevur niðurgjørt politikkin hjá Landsstýrinum?

Um tað veruliga er satt, sum Jørgen Niclasen sigur (…), so mugu fakfeløg og andstøða bíta høvdið av allari skomm. (…) Men um tað ikki passar, sum Jørgen Niclasen sigur, so er støðan eins álvarsom, tí ein fíggjarmálaráðharri má ikki siga ósatt”

 

Harra mín jesekrist Eirikur Lindenskov! Tað er ikki fyrst og fremst andstøða og fakfeløg, ið hava ábyrgdina at virka sum vakthundur mótvegis pástandum hjá landsstýrismonnum, tað eru nettupp fjølmiðlarnir sosum Sosialurin, ið skulu vísa okkum lesarum, hvat er sannleiki og hvat er politiskt spinn.

 

Tað er ófatiligt at blaðstjórin á hendan hátt finst at, at onnur ikki gera hansara arbeiði fyri hann. At hann samstundis kemur við insinuerandi prikum móti fíggjarmálaráðharranum ger ikki støðuna betur. Serliga havandi í huga, at blaðið als onga viðger hevur av sannleikavirðinum í skrivinum.

 

Eg var málleysur eftir at hava lisið oddagreinina. Er hetta ein staðfesting av, at Miðlahúsið ikki longur sær uppgávuna sum 4. statsvald, sum eina uppgávu hjá fjølmiðlunum?  Er hetta nýggi journalistiski vinkulin í Vágsbotni? Eg dugi stutt sagt ikki á nakran hátt at síggja, hvussu ein blaðstjóri kann rættvísgera eina tílíka oddagrein.

 

Aftur dulnevnt persónsálop á Vágaportalinum

Aftur í dag leggur Vágaportalurin pixlar til eitt ljótt, ófantaligt og sera persónligt álop á deildarstjórarnar í  fyrrverandi Uttanríkisráðnum, aftur hesaferð eitt dulnevnt álop, skrivað av Ad-hoc toyminum, ið er eitt slag av brigadu, ið hevur til endamáls í tíð og ótíð at loypa á øll ,sum hava fornermað Jørgen Niclassen ella hansara fyrrverandi aðalstjóra.

 

 

Skermprent av einum serliga ófantaligum parti av lesarabrævinum.

 

Eg spyrji meg sjálvan, hvar gongur moralska markið hjá Ólavi í Beiti?

 

Eg blívi  beinleiðis illur um tílíkt, og hugsi hví fólk vitja eina heimasíðu, ið drívur tílíkt virksemi. Men finni sjálvur svarið, tí eg vitji eisini Vágaportalin:

 

Frekvensurin er alt!

 

Har liggur ein rúgva av tilfari, og síðan verður dagførd alla tíðina, sum forvitin føroyingur endar tú har inni. Havi hug at lova, at eg gevist at lesa Vágaportalin, til hann heldur uppat við skitnum dulnevndum persónálopum, men má viðganga, at hetta neyvan heldur serliga leingi.

 

Havi hug at leinkja til greinina, men fari ístaðin at heita á tykkum um ikki at lesa hana, hon er sama persónliga og svínska svansið, sum vit hava lisið áður.

Guð havi lov fyri Suna Merkistein

myndin er stolin av portalinum, tey brúka so ofta myndir hjá mær, at tað gongur upp.

Men fy for den ledeste, sum eg haldi lítið um programleggingarleistin í Kringvarpinum, ið mest tykist, sum ein systematisk avmentan.

Eg eri tó somikið realistiskur, at eg ikki vænti nakra dulda dagsskrá á hesum øki heldur, bara manglandi skil fyri tí leikluti, ið Kringvarpið eigur at hava.

 

Havi júst sitið og lurtað eftir in Mente hjá Suna Merkistein. Ein frálík  sending, ið viðger føroyska mentan.

 

Í dag var tað sjónleikurin Breaking The Waves, ið varð ummældur, umframt at hugt var aftur á skaldskapin hjá Karsteni Hoydal. Samanlagt ein áhugaverd sending, ið viðgjørdi partar av okkara ríku mentan.

 

Viðger av okkara mentan hevur týdning. Serliga gleðiligt er tað, at ummæli av mentan og kjak um mentan fær pláss í hesari sending. Tí júst ummæli og kjak eru við til at menna føroyska mentan.

 

Herfyri var Suni Merkistein í farloyvi frá sendingini, og tá gjørdist leikluturin og týdningurin hjá Suna so øgiliga týðiligur.

 

Avloysarin, tann altíð skilagóði og dámligi Páll Danielsen, valdi ein heilt annan vinkul, sum á ein speiskan hátt, kann lýsast sum mikrofonhaldararí fyri ymiskum mentanarpolitiskum maktpersónum. Hetta er ein áhugaverd verkætlan í sær sjálvum, serliga tí hon legði opið, hvussu mentanarliga støðið er hjá nøkrum av okkara fremstu autoritetum á mentanarøkinum. Men fuck sum tað gav okkum lítið, einki annað enn eitt innlit í okkurt forferdiliga óáhugavert, og tó ræðandi.

 

Um dulda dagsskráin var at øsa okkum til eina revolutión, veit eg ikki, men eg ræðist, at eingin duld dagsskrá var. Vit fingu í øllum førum onga revolutión.

 

Eftir at programleiðslan í Kringvarpinum hava kvalt frálíku mentanarsendingina Refleksjón hjá Heina í Skorðini og Kvørnina, har skilafólk, sum eg sjálvur ummældu føroyskan tónleik, er Suni seinasti mentanarligi vitin, ið vit hava á sendiflatuni. Hann stendur nú fyri samlaðu viðgerðini av føroyskari mentan í tí, sum skuldi verið okkara fremsti mentanarberi. Guð havi lov fyri Suna!

 

Men fy for den ledeste, sum eg haldi lítið um programleggingarleistin í Kringvarpinum, ið mest tykist, sum ein systematisk avmentan. Eg eri tó somikið realistiskur, at eg ikki vænti nakra dulda dagsskrá á hesum øki heldur, bara manglandi skil fyri tí leikluti, ið Kringvarpið eigur at hava.

 

Onkur vil ivaleyst halda, at eg bert eri súrur, tí eg ikki longur fái ummælarakekkar frá Kringvarpinum, men so er ikki, ummælaraarbeiðið í Kringvarpinum er næstan sjálvboðið og einasta orsøk, at vit, sum hava ummælt, gera tað, er tí vit meta hetta arbeiðið sum týdningarmikið fyri menningina av føroyskum tónleiki. Eg elskaði Kvørnina, langt áðrenn eg fór at ummæla í henni, tí hon á ein seriøsan hátt viðgjørdi føroyskan tónleik, og sostatt menti henda týdningarmikla mentanarpall okkara.

 

Men eg harmist eisini um Refleksjón, eftir at Kringvarpið í eini 25 ár hevði roynt, so var endiliga eydnast at gera eina góða mentanarsending til sjónvarpið, og so sleppur man henni, hetta er ikki bara harmiligt, hetta er burturvið.

 

Guð havi lov fyri Suna!