Kappróður, politikkur og fjórða statsmaktin

Eg var um at kvalast í drekkamunninum mánakvøldið í síðstu viku. Eg hevði kókað vatnið, bryggjað eina kannu av te, og sett meg væl til rættis at hyggja eftir Degi og Viku. Eg helt alt standa væl til; flokkurin, sum eg helt við, stóð sterkt í veljarakanningini, sum Fregnir júst høvdu gjørt, og valið skuldi vera dagin eftir.

 

Fyrst umrøddi SVF veljararkanningina í Fregnum, hetta uttan at nakar politikari slapp framat skíggjanum, júst sum siður er kvøldið áðrenn val. Síðani settu sjónvarpstøkningarnir yvir til Katrina Petersen. Hon var stødd í Vestmanna, fullkomiliga live, á staðnum via satelitt og jeg skal gi’ dig. Katrin greiddi frá, at kappróðrabátarnir vóru farnir at venja aftur, og at í Vestmanna høvdu tey fingið eitt nýtt kappróðrarneyst.

 

Longu tá byrjaði eg at seta drekkamunnin so smátt í hálsin, eg visti væl, at størsta valagnið hjá sambandsflokkinum í Norðurstreymoy var, at høvuðskandidaturin Bárður Nielsen hevði staðið fyri at gera nýtt kappróðrarneyst í Vestmanna. Hendan umtala av hansara verkætlan tyktist nokkso ódámlig dagin fyri valið.

 

Eg sat longu tá og hugsaði, um tað mundi vera onkur í sambandsflokkinum, sum hevði lokka Katrina til Vestmannar, ella um tað var onkur av hinum sum ruku fyri Bárður.

 

Men eg var ikki skelkaður, Katrin kundi jú ikki vita, at hetta var valagn hjá sambandsflokkinum. Hon visti ikki, at Bárður Nielsen hevði nakað við kappróðrarneystið at gera. Valstríðið hjá andstøðuni hevði verið stak ódámligt, og hetta var tí ikki annað enn enn eitt ódámligt og ófantaligt innslag.

 

Eg harkaði eitt sindur, bannaði eftir sambandsflokkinum og fekk mær uppí munnin av heita drekkanum, men tað skuldi eg ongantíð havt gjørt – tí í somu løtu trein Bárður Nielsen fram á skíggjan – Bárður Nielsen topkandidatur í einum tí tættasta valøkinum í landinum Norðurstreymoy – Bárður Nielsen ungt stjørnuskot í sambandsflokkinum dagin áðrenn valið, í einari langari reklamusending goldin av mínum sjónvarpsgjaldi.

 

Eg hostaði og harkaði og fekk at enda drekkamunnin uppá pláss. Fyrst gjørdist eg illur, men sissaðist skjótt aftur, onkur góð frágreiðing mátti vera.

 

Men eingin frágreiðing, tyktist nøktandi, innslagið var í sær sjálvum ikki serliga aktuelt, tað kundi líka so væl havt verðið sent nakrar dagar seinni. Innslagið gav stutt og gott einum valevni eyka stig dagin fyri valið, har er eingin frágreiðing, sum kann rættvísgerða slíkt. Heldur ikki tann at SVF høvdu leigað ein bil fyri 100.000 kr. og ongantíð brúkt hann, tað eru nógv onnur live-innsløg sum kunnu gerast, sum einki hava við valið at gera.

 

So eftir at hava hugsað um hetta gjørdist eg aftur illur, og hugsaði at næstu ferð eg møtti einum sjónvarpsfólki so fekk hesin skeld. Hetta hendi dagin eftir, eitt neyðars sjónvarpsfólk royndi at verja seg við, at SVF metti, at hetta var eitt ítróttarinnslag og at tað tí varð mett, at tað ikki var reklama fyri Bárð.

 

Sovorðið møsn, eg veit um trøllvaksin fólk sum hava atkvøtt fyri Bárði bara orsakað av kappróðrarneystinum, so SVF skuldi skammað seg.

200 og Hilmar Jan

Tað er løgið, sum summi fólk eru løgin. Her hugsi eg serliga um tær serligu verur sum sita í blaðstjórnini á Dimmu.

 

Nú eru nógv fólk løgin á dámligar mátar, men tað er ikki hetta slagið av dámligum løginleika, sum merkir blaðstjórnina á Dimmu. Hetta er heldur okkurt sum líkist politiskum snævurskygni.

 

Hetta løgna politiska snævurskygni kemur ofta til sjóndar í teimum ofta stak áloypandi oddagreinunum.

 

Ein oddagrein er ikki undirskrivað, tí er ikki talan um persónlig sjónarmið hjá tí ið skrivar, ein oddagrein umboðar sjónarmiðini hjá sjálvum blaðnum.

 

Summi hugsa kanska: “Dimma er eitt sambandsblað og tí verður oddagreinin hareftir”. Men hetta er júst trupulleikin og tað løgna við blaðstjórnini; Dimma roynir á pappírinum ikki at vera eitt sambandsblað. Í undiryvirskriftini selur Dimma seg sum óheft og álítandi, blaðfólkið sigur at tað arbeiðir út frá onkrum luftigum ideali sum tað rópar “objektivitet”.

 

Hví velur eitt óheft og álítandi objektivt blað at vera politiskt snævurskygt í sínum sjónarmiði? Hetta er í besta lagi eitt løgið val av blaðstjórnini.

 

Seinasta árið hevur Dimma í heilum lagt eftir bólkinum 200, tí teir arga sambandsmenn. Oddagrein eftir oddagrein hevur fordømt 200. Teir verða kallaðir bæði líkt og ólíkt. Dimma hevur staðið á einum hermóti og barst fyri neyðars happaða sambandsmanninum. Hvørja ferð 200 hava gjørt vart við seg hevur Dimma skeldað.

 

Hetta er sjálvandi sera stórsinnað av Dimmu. Oddagreinirnar hava málað eina mynd av veika sambandsmanninum, sum blívur háðaður og spottaður av kynisku tjóðveldismonnunum í 200.

 

Eg skal ikki her siga um 200 veruliga forfylgja og happa ella um talan er um óskyldiga politiska satiru, sum kann samanlíknast við Ólavssøkukabarettina ella Óla P. tá hann plagdi at vera stuttligur.

 

Nei mín trupulleiki er, at eg ikki skilji hvussu ein sokallað óheft blaðstjórn á einum álítandi blaði soleiðis finnist so nógv at júst 200, hvørja ferð bólkurin ger vart við seg.

 

Um hetta veruliga er almenn ónøgd við happing, so er ringt at skilja hví Dimma ikki hevur lagt eftir Óla P., tá hesin seinnu árini hevur ført eina hets móti landstýrismanninum í fullveldismálum, ella eftir Jóannes í Innistovu tá hann sendur muslimar, buddistar og onnur til helvitis, ella móti Hilmar Jan, tá hann leggur út við at spæla fúlheitirnar hjá Innistovumanninum frá morgunstundini, so at gud og hvør maður verður sendur til helvitis mitt í morgunmatinum. Her er ikki talan um skemt, men óndsinnaðan ágang.

 

Um tað veruliga eru tey veiku Dimma roynir at hjálpa, hví skriva teir so einki um hesi evni. Ella er tað kanska tað, at Dimma veit, at propaganda er lættast at selja ílatin objektivitet?

Tónleikur 2001

Snøgg, umfatandi og lættlisin, ella stutt sagt góð, hetta eru nøkur av teimum orðunum sum kunnu nýtast um snotiligu árbókina um føroyskan tónleik.

 

Gott innlit

Eg ræddist eitt sindur, at hendan útgáva skuldi vera eitt savn av teimum ofta stak vánaligu greinunum um tónleik, sum Sosialurin hevur borðreitt við hetta seinasta árið. Men so var ikki. Beint sum eg sá góðskuna á pappírinum og nógvu snotiligu myndirnar, sá eg at her hevði man gjørt sær ómak.

 

Fólkini aftan fyri pop.fo hava havt stóran leiklut í framleiðsluni, og bókin tykist at vera gjørd við somu professionalismu, sum vit kenna frá teirra heimasíðu.

 

Bókin er, eins og pop.fo, ein roynd at fevna um alt tað, sum fer fram á føroyska pop- og rokkpallinum.

 

Bókin tekur okkum víða um í føroyskum poppi og rokki. Heilt nógv tiltøk og bólkar eru umrødd, og rúm er eisini fyri meira umfatandi greinum um tey størru tiltøkini. Tiltøk sum Prix Føroyar og Ólavssøkukonsertin, og bólkar sum Clickhaze, I Am og All That Rain, sum hava gjørt nógv um seg í 2001, fáa gjølla viðger.

 

Væl gjøgnumarbeidd

Eyðun Klakkstein, sum hevur staðið fyri tekstarbeiðinum í bókini, sýnir stak gott innlit í føroyskan tónleik og kemur víða um. Greinirnar eru bygdar á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, men eru tillagaðar soleiðis, at tær hóska til hesa bók. Sjálvt um hetta er eitt bland av greinum skrivaðar til heilt ymiskar miðlar; tíðindablaðið og internetsíðuna, so hevur umskrivingin gjørt bókina til eina heild. Slík umskriving kann vera torfør, men her riggar hon.

 

Myndasíðan er snøgg

Hyggja vit at lay-out, so eru útgevararnir slopnir stak væl frá hesum. Bókin er ein frægd fyri eyga, nógvu myndirnar eru í góðum samspæli við tekstin, og bókin gevur tí lesaranum eitt innlit í føroyskan tónleik 2001 bæði í myndum og orðum.

 

Tó eru onkrar myndir komnar eitt sindur skeivt fyri: Á síðu 92 í greinini um Ivory, er myndin av Mikael Blak við elektriskum bassi og punkhári neyvan ein mynd av Ivory. Tað sama á síðu 57 í greinini um Frændur: myndin er av Terja Rasmussen, men í bakgrundini sæst Allan Mortensen úr MC-Hár. Sostatt er hatta neyvan ein mynd av Frændum.

 

Men hyggja vit burt frá nøkrum heilt fáum svipsarum, so er myndasíðan eisini væl úr hondum greidd.

 

Ikki bara gott

Nú ljóðar tað kanska, sum um eg skamm rósi bókina, og tað kemst ikki uttanum, bókin er veruliga ein góð árbók. Men hon hevur eisini sínar minni góðu síður.

 

Bókin er sum sagt bygd á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, hetta merkir, at í greinunum um fyrsta partin av árinum er bókin mest bygd á Sosialin. Hetta tí at pop.fo ikki var til fyrr enn 2. mei.

 

Hetta hevur við sær, at hendan tíðin ikki er líka væl umrødd sum restin av árinum. Gamaní, Prix Føroyar fær nokkso nógv pláss, men hetta er jú størsta tónleikatiltakið hetta árið. Men sjálvt við fýra undanumførum og einari prix-finalu, fær tíðarskeiðið januar til mei væl minni pláss enn restin av árinum.

 

Kanska er tað tí, at minni hendi hetta tíðarskeiðið? Tað kann gott vera, men hvat við konsertferðini hjá Ivory í USA og tann í Fraklandi, og hvat við Ivory á danska TV2, ella tey kvøldini tey spældu í Keypmannahavn. Hetta fellur kanska ikki inn undir popp ella rokk, ella ger tað? Konsertferðin hjá Ivory í Eysturríki verður nevnd, var hendan meira popput ella rokkut enn hinar?

 

Ella hvat við Revival á Foley’s? Um nakar føroyskur bólkur spælir popp/rokk so er tað júst Revival.

 

Ella tann stórhending, at Føroyar fingu sín egna tónleika portal á netinum? At www.pop.fo bleiv stovnað? Hetta er slett ikki nevnt.

 

Men tað er kanska ov nógv at krevja, at bókin skal minnast til øll tiltøk og hendingar hetta seinasta árið, og at øll skulu fáa líka nógv pláss.

 

Lítla Rúm ársins ringasti bólkur

Tað sum er mest irriterandi við bókini er, at hon brúkar vanligan føroyskan ummælarastíl. Tað er, at man ongantíð sigur, at nakað er ringt. Hetta er gjøgnumgangandi gjøgnum alla bókina, uttan líka ta einu ferðina: Á blaðsíðu 17, verður skrivað í greinini um undanumfarið til Prix Føroyar í Klaksvík: ”Bólkurin Lítla Rúm úr Havn var mannaður við trimum tónleikarum, sum eru rættuliga nýggir í fakinum, og tað hoyrdist eisini á framførsluni.”

 

Eg var ikki sjálvur í Klaksvík, og veit tí av góðum grundum ikki hvussu ringir Lítla Rúm vóru. Men at teir høvdu ta einastu ringu framførsluna í ár, ivist eg í. Við bert at hava kritikk av hesum eina bólki, gevur Tónleikur 2001 lesaranum eina mynd av Lítla Rúm, sum ársins ringasti bólkur. Hetta er møguliga ein røtt mynd, líka veit eg? Men vóru teir veruliga einasti ringi bólkur í ár? Um so er, áttu teir at fingi eitt heiðursmerki fyri hetta.

 

Okkurt mitt ímillum

Tað er onki skeivt í, at man sigur, at ein bólkur er ringur, tá hann er ringur. Men trupuleikin er, at hetta ikki er gjøgnumgangandi; bókin nevnir ikki hvør er ringur, og bara av og á hvør er góður. Hetta ger, at fleiri av teimum góðu bólkunum enda í sama flokki, sum teir ringu bólkarnir. Antin ummælir man, ella ger man ikki. Tónleikur 2001 roynir at gera okkurt mitt ímillum.

 

Hetta sama er galdandi í útgávuyvirlitinum. Nakrar fløgur fáa góð orð við á vegnum; til dømis verður sagt, at Unn Patursson kemur væl frá síni fyrstu soloútgávu, at All That Rain spæla væl, at Holger Laumann & Plúmm spæla framúr væl og at Jakkin hevur klárað at endurnýggja sín tónleik, meðan aðrar fløgur onki ummæli fáa, tildømis verður einki sagt um hvussu Triple Trio sleppur frá sínari útgávu, ella um Corona Guitar Kvartet spælir væl. Antin skuldu allar fløgurnar veri ummældar ella ongar.

 

Samanumtikið skal tó sigast, at Tónleikur 2001 er ein frálík bók. Hon gevur eitt gott innlit í hvat hendi hetta árið, og er áhugaverdur lesnaður fyri tey, sum hava áhuga fyri føroyskum poppi og rokki. Bókin fer at standa sum ein góð tónleikasøgulig kelda fyri árið 2001.

Hugleiðingar beint áðrenn hálvgum tvey um dagin

Ja, so var eg her aftur. Eg havi siti og leita á telduni eftir gomlum stuttsøgum, sum eg havi skrivað. Eg fann ongar av stuttsøgunum, men eg datt um tvey onnur rit, hetta eru tvær klummir, sum eg skrivaði til tað nú kollsilgda útisetabláðið Føringurin.

 

Hetta var eitt blað, sum Øssur Winterheig og Dánjal Højgaard høvdu nøkur ár, blaðið gavst fyri nøkrum mánaðum síðan vegnað ov lágt haldaratal. Blaðið var rættuliga gott í støðum, men umboðaði í øðrum førum lágmarkið innan fyri tíðindaflutning.

 

Her kann eg nevna eitt dømið. Annika Hoydal spældi og sang til eina fernisering, og nevndi undir síni framførslu, at hon fór at geva eina fløgu út við hesum sangum, t.e. fløgan “Havið”, fløgan skuldi gevast út í tveimum útgávum, einari føroyskari og einari enskari, hon segði so í spølni, at hetta sjálvandi bert varð, um hon fekk ein útgevara. Blaðmenninir á Føringinum vóru tilstaðar, og í næsta blaðið var forsíðu yvirskriftin: Annika fær ongan útgevara.

 

Teir høvdu burtur úr einari lítlari viðmerking blást eina skandalu upp. Annika fortaldi mær seinni, at hon longu hevði fingi útgevara, tá hetta hendið, men at eftirsum øll pappírini ikki vóru undirskrivaði, kundi hon ikki úttala seg um tað.

 

Eitt líknandi ting hendi tá okkara fløga “MC-Hár – Framvegis uttan vit” kom út, vit sendu eina fløgu til blaðið, í vón um at fáa eitt ummæli. Á fløguni brúka vit rapp nøvn, júst eins og rapparir kring allan heimin gera, hetta hevur einki við anonymitet at gera, men eina rúgvu við image. Í næsta blaðið var grein, har alt snaraði rundan um tað, at vit ikki tordu at standa við fløguna og goymdu okkum aftanfyri dulnevni, og fyri at gera alt ordiliga perfekt, settu teir eina gamla mynd, sum teir høvdu av bólkinum í blaðið, og skrivaðu, at teir á hendan hátt avdukaðu okkara identitet. Tað sum gjørdi tað ekstra láturligt, var at sama mynd er á fløguhúsanum.

 

Ja, men nokk um tað negativa, blaðið var eitt tað føroyska blaðið sum hevði mest mentanartilfar, nógv bókaummæli og fløguummaæli, og so vóru eisini fleiri onnur góð ting. M.a. skrivaði eg hetta:

 

Á netinum

Eg sat, sum so mangan áður, á ein ‘talkara’ á internetinum, ein vinkona mín í Texas hevði e-mailað og sagt at hon vildi tosa við meg. Eg havi ongantíð hitt hana, ja, faktiskt havi eg ongantíð tosa við hana. Altso ikki munnliga.

 

Eg hitti hana eina ferð á einum øðrum ‘talkara’, vit tosaðu eina løtu, ella rættari vit skrivaðu eina løtu, og skiftu so um e-mail bústaðir, síðan hava vit e-mailað regluliga til hvønn annan, onkuntíð møtast vit á onkrum ‘talkara’, men tað er sjáldan, eftirsum tíðarmunurin er átta tímar.

 

Tað er nokkso stuttligt at hugsa sær at tú kann sita í Keypmannahavn klokkan 17.00  og skriva til eina gentu í Texas og hon fær brævið nøkur sekund eftir, men hjá henni er klokkan bert 9.00.

 

Hon hevði biðið, meg møtt sær, tí hon hevði fingið ein nýggjan sjeik, hon vildi gjarna fortelja, um hvussu tað gekst og vildi tí tosa ‘andlit til andlit’ á einum talkara. Fyri tey, sum ikki vita hvat ein ‘talkari’ er, so er tað eitt stað á internetinum, har tú kann hitta fólk og samrøða við tey í skrivligum formi.

 

Eg havi eftir hondini hitt nógv fólk har, t.d. hitti eg tvær amerikanskar gentur, ið kallaðu seg Sphere & Cube. Tær bjóðaðu mær cyber-sex, men eg hevði ikki tíð og endaði tí við at fornerma tær.

 

Eg hitti tær aftur seinni, men tá bóðu tær meg, sleppa mær har, sum pipari grør, ella skuldu tær koma eftir mær. Cyber-sex er annars nógv uppi í tíðini, á teimum flestu talkararunum kanst tú gera tær eitt privat  rúm, ið tú kann læsa og ósæddur tosa fúlt við onkran eina løtu. Ymsar eru lystirnar, men tað er íhvørtfall bíligari enn telefonsex.

 

Á einum triðjum ‘talkara’, hitti eg eina ferð ein mann, sum æt Jeff. Hann royndi at berjast móti tí, hann kallaði tíðindarflutnings monopolinum í USA, hann skipaði fyri fyrilestrum og filmsýningum av Chomsky filmum.

 

Norm Chomsky er ein tíðindamaður, ið hevur gjørt sendingar um hvussu tíðindaflutningurin í verðini er stýrdur av sterkum politiskum og fíggjarligum kreftum(nøkurlunda sum Dimmalætting og Sosialurin eru stýrd av Sambandsflokkum og Javnaðarflokkinum og Oyggjatíðindi av brøðrunum Klein).

 

Chomsky vil vera við, at tíðindamenn tilvitandi lata vera við at skriva um nøkur mál og hervið stiðja brot á mannarættindini.

 

Eg hitti Jeff, fyrstu ferð eg var innið á tí talkaranum, sum eitur the Globe, hetta er ein stórur talkari, við nógvum ymiskum rúmun. Eg kom inn í eitt rúm, har ein heilablástur andaliga víðgongdur Amerikanskur bygdamaður helt prædiku um fosturtøku, eg byrjaði sjálvandi at brúka meg, eg spilti hann og restina av USA út.

 

Tað er eitt av mínum yndis frítíðarítrivum. Men henda dagin gekk ikki so væl, áðrenn eg visti av, vóru øll uttan tveir menn, rýmd úr hesum rúminum, tað var Jeff og ein úr Australia, vit sótu so nakrar tímar og tosaðu um politik, eg lætst at vera eitt sindur reyðari, enn eg eri, so vit hugnaðu okkum óført.

 

Men fyri at venda aftur til vinkonu mína í Texas, so varð hon seinka, og eg sat tí eina løtu og bíðaði. Fyri at stytta mær stundir, tosaði eg við nøkur fólk. tá kom ein, ið kallaði seg Mags knappiliga inn í rúmið. Tá hon sá mítt navn og teldunavnið RUC.mac.08, spurdi hon, um eg var Niels Dam, ið las International Cultural Studies á RUC?

Hetta var ein vinkona mín av RUC sum var útveksla til Íslands, knappiliga sá eg hvussu ræðandi lítil verðin er vorðin. Nú brúki eg altíð dulnevnið á talkarum.

Hetta var í einum av teimum fyrstu bløðunum, undirstrikaninar eru setningar sum Dánjal Højgaard hevði umskrivað uttan at sagt mær frá tí, hetta er tann upprunaliga klumman, onkur av tingunum vóru rættingar av villum, og gjørdu tekstin betri, men nógv var málreinsan, sum drap mín stíl og gjørdi heildarmyndina verri.

 

Eg skrivaði ikki aftur til teir leingi, súrður sum eg var um Dánjalsa frekleika. Men mær dámdi nú nokkso væl Øssur frá tí tíðini vit vóru í Nærvarpinum saman, so eg datt útí aftur og skrivaði hetta til teir:

Summar

Við mínum tungu HH posum hoppi eg upp um lortabunka eftir lortabunka, meðan eg hugsi um slalom.

 

Heima aftur hoyri eg, at uppiábúgvin hjá mær, hevur latið vindeyguni upp í hitanum, ikki bert eitt vindeyga, men øll, og harði larmurin av hennara anskræmiliga kontry tónleiki, floymir inn gjøgnum míni vindeygu, og eg verið tvangsinnlagdur at lurta eftir Gluntan. Eg havi ofta hugsa, hví tað altíð eru tey við tí ringasta smakinum, sum spæla harðasta tónleikin. Bygdafólk. Hugsa tær at flyta til ein stórbý og gerðast granni við ein, ið dámar Gluntan.

 

Eg meini so við, eg haldi eg eri rættiliga tolerantur, men kontri er ringt, og norskt kontri tað er verri. Um tónarnir endiliga skulu vera orskir, so hví ikki njóta Aqua, teirra norska innslag er stak snotiligt, og so hava tey eisini humor. Gluntan, har er einki gott at siga um tað. Ljóðdálking, og so eru teir ljótir omaná tað heila.

 

Summarið her er hitið, hitið so heitur at hundalortar torna, og eg sveitti sum eitt svín, má lata vindeyguni upp, og harvið vera plágaður av kontri. Mjólkin er súr, fólk eru heit og skeldast, roykurin av bilum, og larmurin tykist enn meira týðiligur.

 

Men so eru tað eisini tær. Tær eru dagsins hæddarpunkt hvønn summardag, í sínum stuttu kjólum og sólbrendu lørðum. Ein vinmaður segði mær, at um veturin vóru tær innilæstar í einum pakkhúsið á Nørrebro, so um summari sluppu tær út. Hesin floymurin av vøkrum gentum á súkklum, onga aðra staðnis í heiminum sært tú nakað líknandi, hetta eru havfrúnnar, tann veruliga attraktiónin. Danskar hálvnaknar gentur á súkklu. Stuttar kjólar og toppar, sum ikki røkka niður um nalvan. Nakrar hava ring í nalvanum, tað er rættiliga eggjandi haldi eg.

 

Hevði ein vinmann, sum kom ov seint til arbeiðis ein dagin, tí hann hevði súkkla beint aftan fyri eina av teimum, og hevði gloymt at dreyga, og var endaður heilt úti á Sundbyvesterplads. Hetta eru sirenurnar, ístaðin fyri sang brúka hesar eina perfekta reyv, sum lokkar og dregur og fær ein hvønn mann at smelta ella súkkla í blindum.
Danska  summarið er hiti, hundalortar, súr mjólk og hálvnaknar gentur við vælskaptum reyvum, súkklandi runt á gøtunum. Eg gleði meg longu.

 

Hatta dámar mær nokkso væl, eg haldi, at tað fangar nokkso nógv hvat, ið summari er fyri meg.

Hugleiðingar beint áðrenn klokkan eitt

 

Ja, her var eg aftur, tað tykist sum eg bara skrivi um náttina, men soleiðis er tað. Um kvøldarnar hyggi eg ofta eftir sjónvarpi. Tað eru serliga nakrar sendingar, sum mær dámar væl fyri tíðina, her er Robinson Ekspeditionen á TV3 ein av teimum, hetta er ein løgin sending, har tey senda nøkur heilt vanlig fólk út á ein oyggj, har skulu tey so royna at yvirliva, og atkvøða spakuliga hvønn annan heim. Man lærir øgiliga nógv um hesi fólkini, og følir við teimum. Hetta er nokk tað slagið av sjónvarpi, sum eg ræðist mest, eg havi jú lisið The running man hjá Stephen King. Eg roknið við at meira og meira av slíkum verður í framtíðini, men sjálvt um eg ræðist hetta eitt sindur, so elski eg at hyggja at tí – og eg sum haldi onnur vera bítt!

 

Ein onnur sending, sum mær dámar væl, er Ally (Ally McBeal), ein frálík sendirøð, har er humor og deiliga bisarir persónar. Eg haldi, at hatta lýsur so deiliga væl USA, har øll stevna øllum fyri alt, harafturat livi eg eitt sindur við í søgunum, hugnaligt haldi eg.

 

Danska sendirøðin Taxa liggur eisini á mínum lista, so er sjálvandi ítróttur, hetta við ítrótti er eitt sindur stuttligt. Eg tími slett ikki at íðka nakað sjálvur, men at hyggja í sjónvarpinum tað er ordiliga kul. Serliga Formel eitt er fantastiskt. Eg havi hugt eftir flest øllum formel eitt koyringum seinastu nógvu árini, ja, faktiskt tey seinastu tíggju árini. Eg elskaði Alain Prost, tá hann koyrdi, hansara klassisku kampar við Ayrton Senna, tað elskaði eg. Mansell dámdi mær eisini væl, lutvíst Nelson Piqouet, og so sjálvandi Martin Brundell, og Mika Hakkinen. Men so byrjaði Michael Schumacher at koyra, eg elskaði hann frá fyrstu løtu, hansara gáva var ótrúliga stór.

 

Náh, men Michael Schumacer bleiv altso maðurin, hansara kampar við Ayrton Senna, við Damon Hill, við Jaques Villenue og nú við Mika Hakkinen og David Coulthard – eg elski tað. Sunnudagin verður finalan, bert fýra stig skilja teir báðar fremstu Hakkinen og Schumacher. Eg eri so spentur, og ætli mær tíðliga heim úr býnum, so eg kann síggja tá teir senda koyringina klokkan fimm um morgunin.

 

Annars haldi eg sjónvarp upptaka eitt sindur ov nógva tíð. Eg átti at gjørt meira við skúlan, og við at yrkja, og at umseta. Eg eri farin undir at umseta Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski. Hevði eg havt eitt sindur betri minnið, so hevði eg skrivað eina roman um míni skúlaár í sama stýli, sum Bukopwski brúkar.

 

Eg tosaði við Finn Jensen í dag, hann hevur yvirtikið arvin eftir Páll Arge. Vit royna at fáa hann at fíggja eina maksifløgu við MC-Hár, hann ljóðaði hálvavegna positivur, eg hopi hann vil gera tað.

 

Ígjár fekk eg bræv frá Barbaru, hon er ein ótrúliga deilig genta, sum eg havi fjasast við tá eg havi verið í Føroyum seinastu árini. Hon kemur hendan vegin skjótt, tað verður stuttligt at síggja hana, hon er so ótrúliga klók, og tað dámar mær. Hon hevur eitt rættuliga serligt pláss í hjartanum hjá mær. Ja, eg elski hana, men nú búgva vit ikki í sama landið, av og á er tað kærleiki av tí ástarliga slagnum, og aðrar tíðir er tað bara kærleiki vinarkærleiki ella hvat man nú eina fer kallar slíkt.

 

Eg havi ikki ordiliga elska nakra gentu soleiðis heilt av øllum hjartanum síðan Sofie, men eg havi verið forelskaður, men ikki á sama hátt. Eg var heilt vekk í einari gentu um jóltíðir í fjør, tá skrivaði eg hetta:

 

Til tín

 

Nú skímur – dagur lakkar og eg koyri framvið tínum húsum fyri 10. ferð – í kvøld. Vóni, at tú kemur út. Ljós er í køkinum – men eg tori ikki inn. Hvussu ynkeligur kann man vera. Eg meini man hevur tross alt eitt image at pleyga. Men tað er so ringt. Eg havi hug at fara inn. Men tað er for ynkeligt. Hvat skal eg siga. Hey kann eg síggja títt kamar. Skít veri við kamarinum. Tað er teg mær dámar. Skal eg skriva tær eina yrking. Eg havi hug. Men tú hevur hoyrt meg lisið yrkingar skrivaðar til 3 ymiskar gentur, og um tú hevur lisið yrkingasavnið, so hevur tú lisið yrkingar til tvær aðrar. Tað virkar trivielt.

 

Koyri aftur framvið – nú er ljós á einum kamari, man tað vera títt?

 

Eg má av við hesar kenslurnar. Hetta hjálparsloysið, er tað ikki for ynkeligt. Koyra framvið 11 ferð og ikki tora at fara inn.

 

Stig Helmer hevði sagt: Ynk Ynk Ynk

 

Men man hevur tross alt eitt image at pleyga. Ikki vísa kenslur ov nógv – lat ongantíð eina damu vita, at tú ert ynkeliga forelskaður í henni.

 

Manst tú liggja og lesa mínar yrkingar?

 

Kanska dámar tær slett ikki meg.

 

Tað er líkamikið – nú fari eg heima at skriva eina yrking.

 

Men tá eg seti meg niður á kamarinum, virkar tað for ynkeligt. So eg skrivið hetta yrkingaagtiga, essaylíkandi brævið, ella hvat man nú kallar eitt sovorið ting sum hetta, og tað er enn meira ynkeligt.

 

Tí  the buttom line er, at mær dámar teg ynkeliga væl. og ímorgin fari eg at vera ein hetja bara eina lítla løtu, og geva tær hetta brævið og tú fert at síggja hvussu ynkeligur eg eri. og hvat so – í ovurmorgin fari eg heim til Danmarkar. Kanska ynkeligur. Men hugsandi – fyri eina ferð í mínum skjótt 25 ára langa lívið tordi eg at vera ynkeligur.

 

Man hevur tross alt eitt image at pleyga.

 

Ja, mær dámar altso væl hetta tingið, stuttligt haldi eg, hvat heldur tú? Eg haldi at sovorðið skriva við so nógvum kenslum, er so deiligt at lesa. Ikki tí eg elski eisini tað meira postmodernaða og kensluleysa ironiska, tað hevur eisini sína sjarmu.

Lesarabræv: En lille bemærkning om statministerens Føroya-visit

Som tro læser af Politiken var det med skuffelse, at jeg på flyet mellem Færøerne og Danmark i onsdags på forsiden læste en direkte fejlagtig artikel. Jeg ved ikke om Politiken har en journalist på Færøerne,  eller om det er på grund af uvidenhed, at artiklen er fyldt med fejl.

 

Den første fejl ligger i, at journalisten påstår at 120 biler blokerede færgelejet på Vágoy, for at protestere hans ankomst. Dette er ikke korrekt, der var en lang bilkø, som ventede ved færgelejet. Dette var dog ikke for at protestere mod Nyrup, men derimod et forsøg på at illustrere mangelen på en undervandstunnel til Streymoy. Disse biler blokerede ikke noget, og Nyrup kunne uforhindret køre ombord på færgen. Journalisten påstår endvidere, at Nyrup måtte tage den anden rute til Streymoy. Jeg ved ikke hvilken anden rute det skulle være, da en sådan rute ikke findes – er det mon den famøse og ikke-eksisterende undervandstunnel?

 

Journalisten begynder derefter at tale om den kolde modtagelse i Tórshavn, hvor han taler om en protest mod Nyrup. Jeg ved, at dette ikke er sandt, da jeg selv var med i gruppen, som protesterede udenfor Hotel Hafnia. Vi var der for at overrække Nyrup en resulation og ikke for at demonstrere mod hans tilstedeværelse. Journalisten påstår også, at vi blokerede udgangen, hvilket heller ikke er sandt. Vi lod statministeren og hans  følge uforstyrret komme ud til deres bus. Den reelle blokade bestod af journalister, som sværmede om Nyrup.

 

Jeg har læst politiken i mange år og nærer stor respekt for avisen. Det er derfor kedeligt, at en artikel som denne skal så tvivl om jeres troværdighed.

 

Niels U. Dam

Studerer filosofi og Kommunikation på RUC

 

Hetta lesarabræv bleiv ikki tikið upp av Politiken, og avleiðingin var, at eg misti virðingina fyri Politiken og Politiken misti meg sum haldara.