Martin Joensen – 12 góðir

12godirmartinjoensenSavnsfløgan 12 góðir hjá Martin Joensen varð ummæld í seinasta Brunsj ummælinum áðrenn summarsteðgin. Eg gloymdi at leggja tað út tá, men fyri at fáa tað í savnið kemur tað út nú.

Fløgan er eitt savn av sangum, ið ein av okkara størstu lagsmiðum hevur gjørt gjøgnum árini.

Martin er í føroysku kongaligu familjuni innan sangskriving, men kundi í fleiri førum notið gott av betri prodúsara á sínum útgávum. Her eru løgini, ið sonur hansara Sakaris hevur framleitt tey bestu, og størri samstarv millum feðgarnar er ynskiligt, er eitt av nógvum poengum, ið eg komi við í sendingini, sum í øllum førum fyribils bleiv mítt síðsta ummæli í Brunsj.

 

Hoyr sendingina her.

So var ummæli aftur á skránni

20140521-091909.jpgFløgan hjá Jákupi Eli; Nóasynd umframt ein røð av konsertum var á skránni, tá eg vitjaði Eyðfinn Jensen í Brunsj, næstseinastu ferð áðrenn sendingin fer í summarfrí.

Hoyr eitt nú ummæli av Benjamin á F’Ljóð stovukonsert, av Lív Næs í Sirkus og Absent Silver King og Hamferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Umframt sjálvandi Nóasynd hjá trubadurinum úr Sumba.

Guðrið Hansdóttir aftur á egnum beinum

takingshipgudrid Herfyri ummældi eg nýggju stuttfløguna hjá Guðrið Hansdóttir, “Taking Ship”, ið er gjørd til týska marknaðin. Hetta er ein deilig poppfløga, ið vísir nógvar ymiskar síður av Guðrið.

 

Fløgan vendur sær fyrst og fremst til týska marknaðin, har Guðrið ger um seg. Guðrið er vorðin ein búgvin songkvinna og eisini ein búgvin sangskrivari, hon arbeiðir her eisini saman við Janus Rasmussen, ið hon eisini arbeiðir sama í Byrtu. Har er eisini Sunna Margret, ið eisini syngur kór hjá Byrtu í øllum førum á Nordisk 2014.

 

Fløgan fekk 4 av 6 stjørnum.

Hoyr alt ummælið av nýggju fløguni hjá Guðrið Hansdóttir her

Dánjal og teir sterku melodiirnir

danjal02Herfyri ummældi eg hálvfløguna “Once” hjá Dánjal í Brunsj, ein framúr góð útgáva, ið er fyrra helvt av eini heilfløgu, ið kemur út á G! seinni í ár.

 

Tónleikurin er poppur, men hevur eisni annað í sær. Løgini eru sera sterk melodiskt  og fleiri hava absolutt hittpotentiali.

 

Tróndur Bogason er við í framleiðsluni, saman við Dánjal og Kim Nyberg, ið er betur kendur sum mandolinleikarin í Afenngin. Hetta er ein spennandi samanseting av kreftum, ið hava rættiliga ymiskar bakgrundir, og úrslitið er eisini gott.

 

Dánjal skrivar tónleikin saman við Kim Nyberg, tó er eitt lag, ið Dánjal hevur skrivað til abba sín, um ommu sína, tá hon andaðist. Ein vøkur kvøða skrivað úr sjónarhorninum hjá abbanum.

 

Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum

Hoyr ummælið í Brunsj her

Eina stjørnu til Lív

liv-iEg var í gjár í Brunsj, har eg ummældi fløguna  “Tá ið onki myrkir fyri” hjá Lív í Baianstovu. Útgávan fær eina av seks stjórnum frá mær, ið er lægsta skoðsmál eg higartil havi givið.

Tað er fyri tekstirnar, at tann eina stjørnan kemur í hús. Umframt míni skoðsmál, so vóru flestu sangirnir á fløguni spældir.

Hoyr alla sendingina og ummælið her.

Bestu útgávurnar í 2013

Beint eftir jól tóku eg, Uni L. Hansen og Elin og Brimheim Heinesen samanum fløguárið 2013 í einari heilt serligari Brunsj sending.

Topp 5 listin í ár bleiv hesin:

1. Byrta – Byrta
teitur-story-music
2. Teitur Lassen – Story Music
3. Kári Sverrisson og Bendar Spónir - Nøkur fá fet afturat
3. Kári Sverrisson og Bendar Spónir – Nøkur fá fet afturat
4. Hamferð - Evst
4. Hamferð – Evst
5. Allan Tausen - Unknown
5. Allan Tausen – Unknown

 

 

 

 

 

 

 

Hoyr alla sendingina her

Tá bakgrundstónleikarin traðkaði fram í spottljósið

Allan Tausen UnknownAllan Tausen yvirraskaði meg jaliga við síni fyrstu soloútgávu “Unknown”, ein útgáva, ið er bygdaslig uppá tann feita mátan.

 

Allan hevur verið tónleikari í nógvum samanhangum, m.a. sum trummari í Marigold, gittarleikari hjá Høgna Lisberg og sum bassleikari hjá Marius, men nú stendur hann á egnum beinum, og tað ger hann sera væl.

 

Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum, tí hon er knasandi góð.

 

Hoyr ummælið av Unknown hjá Allan Tausen her

Inniligheitir á fløgu

kanska_tu_svav_1

Onnur soloútgávan hjá Holgari Jacobsen,”Kanska tú svav” er eitt savn av góðum sangum. Tað er í tí inniliga og persónliga, at Holgar er sterkastur, á hesari útgávuni hevur hann vøkru røddina hjá Tórfríð Davidsen afturat sær, og saman levera tey eina framúr góða og melankolska uppliving.

Útgávan fekk 5 stjørnur frá mær, tá eg ummældi hana í Brunsj her fyri.

Hoyr ummælið her, í sendingini tosa vit eisini um mítt virksemi sum ummælari.

Til brunsj, men silvur kongurin var burturstaddur

myndin er lánt av Facebooksíðuni hjá The Absent Silver King
myndin er lánt av Facebooksíðuni hjá The Absent Silver King

Útgávan hjá The Absent Silver King er ein LP, ein fløga og eitt savn við tekstum eftir høvundin og oddamannin Trygva Danielsen. Í Brunsj mánadagin ummældi eg útgávuna. Talan er um góða og vælskipaða og vælljóðandi útgávu, har limir í Bendum Spónum, Clickhazurin Bogi á Lakjuni og Trygvi Danielsen úr Gipsy Train eru komnir saman at skapa eitt serligt produkt.

Tónleikaligi parturin fekk 4 stjørnur, og hóast tekstsavnið ikki var ummælt, so kann tað viðmælast sum eitt must fyri øll, ið elska føroyska málið.

Hoyr ummælið her

Frá Halleluja til Gráa Fordin

Niels MidjordFløgan Cohen tulkingar hjá Niels Midjord hevur verið ein av mínum absoluttu yndis útgávum í ár. Tí var eg ikki í iva, um at eg skuldi á konsertina í Tøting fríggjakvøldið. Børnini eru í Danmark, so eg var leysur at fara ein túr norður. Sjálvt um eg mátti koyra øssemallur allan vegin norður í Syðrugøtu, so var tað ikki nóg mikið til at styggja meg frá at fara og hoyra Niels tulka Cohen skattin live.

Well, Holgar og Tórfríð løgdu fyri, og løgdu eitt høgt støði, sum tit kunnu lesa um her

Niels hevði við øðrum orðum nakað at liva upp til, og tað gjørdi hann sanniliga eisini. Tí konsertin við Niels var bæði innilig, serlig og forbiðið góð.

Nú kenni eg slett ikki Niels Midjord persónliga, men hann tykist sum ein stillførur og dámligur maður, ið tó hevur eitt slag av hugtakandi medferð, ið ger, at tú lurtar eftir honum. Ivaleyst eitt slag av bygdasligari karisma, og her er bygdasligt meint, sum eitt reint + orð. Hetta er altíð eitt gott stað at byrja.

 

20131020-231057.jpgSum sagt hevði hann nakað at liva upp til, men tað var ikki bert upphitanin, ið setti síni krøv. Hetta at tulka Cohen er eisini ein stór uppgáva. Havandi hetta í huga, so tyktist byrjanin uppá framførsluna sera djørv, vit fingu einki minnið enn Halleluja, ið man vera mest elskaða og kenda lagið hjá Cohen, og eisini eitt sera yndisligt lag.

Væl hjálptur av Holgari leiddi Niels okkum inn í sín Cohen heim, ið nettup ikki er eitt føroyskt kopi av Cohen, men heldur ein Niels Midjord útgáva av Cohen. Halleluja við Niels Midjord er eisini yndisligt, men á ein heilt annan máta enn hjá Cohen, ella fyri sovítt hjá Jeff Buckley ella hjá Annu Mariu Olsen, ið sang lagið á Cohen kvøldinum í Kvívíkar kirkju í vár.

Les ummælið av Cohen kvøldinum í Kvívík her

Niels framførdi løg av fløguni við karisma og inniligheit og man kendi seg ríkaðan mentanarliga. Týðingarnar, ið Niels og Alexandur Kristiansen hava gjørt eru ein djørv verkætlan, tí at týða ein meistaraligan orðasmið sum Cohen er ikki lætt. Men sungnar av Niels Midjord fungera tær, og tað gjørdu tær eisini í Tøting hetta kvøldið.

Framførslan endaði við vøkru útgávuni av Suzanne, ið hevur fingið heitið Sanna. Men so lætt slapp Niels ikki, og sjálvt eftir eitt eykalag, so vóru klappini so áhaldandi, at hann treiv í lagið, ið um nakað kundi seta punktum fyri kvøldinum. Hansara evergreen “Mín grái fordur”.  Pætur Zachariasson, filmaði hesa framførsluna og hevur lovað mær at lagt hana her.

Vælgagnist: