Bjúti og biist í Gøtu

Fantastiska innilig og rørandi framførsla her í Tøting við Holgar og Tórfríð.

20131018-224226.jpgKarmarnir eru nærum fullkomnir, tá hugna og sál umræður, og júst hugni og sál merkti eisini framførsluna, tey bæði eru bjúti and the biist innan vágatónleik og rigga væl saman. Hann við sínum skitna útrykki og framúrskarandi løgum og tekstum og hon við sínum vakra samkomuskúlaða sangi og kropsmálið.

Yeah! Serliga deiligt, at eisini Niels Midjord kom á pallin og spældi við. Hann átti at gjørt meira av at syngja kór.

Klappini mundu ongan enda tikið.

 

Yndisligur ópoppur frá Teiti

Teitur hevur givið eina sera vakra útgáva út, sum eg ummældi í Brunsj fyrr í dag. Eg má siga, at eg eri follin pladask fyri hesari fløguni.

Story Music er eitt heilt ræðuliga sjarmerandi verk, og løgini eru útsett á ein so vakran máta, at sjálvt tað lítla eitt sindur skitna er yndigt. Men hetta er ikki vakurt uppá ein keðiligan sterilan máta, men uppá erligan, livandi og akkustiskan máta.

 

Hann heldur fram í stílinum, sum hann legði fyri dagin í The Singer, við tónleiki og arrangementum, ið als ikki eru traditionellur poppur, men við popputtum og vøkrum melodium, ið eisini ofta er fangandi. Hetta er ein óluksáliga spennandi blanding.

 

Her eru sangir við hittpotentiali, sum kanska serliga Rock’n’roll Band, Hard Work og Indie Girl (við sínum næstan beatles kenda lagi). Ikki tí teir eru traditionell hitt, men meira tí teir eru fangandi bæði í valið av orðum góðum melodium.

 

Tekstirnir eru super og øgiliga persónligir fyri tað mesta, tað tykist sum um Teitur fortelur okkum ymiskt viktigt ella minni viktikt, men hann ger tað so væl, at vit lurta eftir øllum.

Hoyr ummælið her

Væl bendar spónir við Kára Sverrissyni

Kári Sverrisson er kanska mest sermerkta og í mínari fatan besta mannliga sangrøddin vit hava, eisini er hann ein frálíkur tónasmiðjur, sera egin og ein eminentur søgusigari.

 

20130911-000442.jpgBendar Spónir eru nakrir av okkara mest spennandi og øðrvísi tónleikarum. Teir hava spælt saman, síðan teir vóru smádreingir. Eg minnist meg at hava hoyrt teir spælt til onkran sjónleik fyri eini 5-6 árum síðan, tá var tað meira fitt enn beinleiðis gott, men nú eru teir blivnir ótrúliga dugnaligir. Eg havi hug at taka tangentleikaran Mattias Kapnas og Trummaran Per Ingvaldur Højgaard fram, tí teir eru so super.
Bendar Spónir hava so eisini í sambandi við hesa útgávina styrkt seg við Heðini Ziska Davidsen á tøknikki, Mikal Blak á bassi á nøkrum løgum, og Ólavi Jákupssyni og Unn Patursson á røddum.

 

Jóannes Nielsen, er soleiðis uttan samanbering nógv tann besti núlivandi føroyski yrkjarin. Hetta hava vit í Føroyum kunna ásanna í nógv ár, men eisini í umheiminum byrja tey at leggja til hetta, og hansara bøkur vera umsettar til alsamt fleiri mál.

 

So hetta kann gerast ein fantastiskur koktail, men hóast rávørurnar eru fantastiskar, so er ikki altíð at blandið blívur líka gott. Men lukkutíð á hesari fløguni er blandið perfekt.

 

Hetta eru nøkur av teimum tingunum, ið eg og Eyðfinn Jensen koma inn á, tá eg vitjaði í sendingini Brunsj við fyrsta tónleikaummælinum á hesari vetrarskránni. Lurtið eftir ummælinum av Kára Sverrissyni og Bendum Spónum

 

Hanus nemur hjartastreingir

20130710-223725.jpgFantastiska deiligt kvøld her í Kaffihúsinum. Beint nú siti egog bíði eftir, at Hanus Johansen aftur fer at spæla nøkur løg og aftur spæla seg beint inn í okkara hjørtu. Sum hann gjørdi fyrr í kvøld. Vinkonan, ið eg eri á konsert við (ein av teimum kvinnunum í burðardyggum aldri, ið valdu ikki at koma aftur til Føroyar at búgva), hon setti øgiliga væl orð á framførsluna hjá Hanusi:

– Hjá honum virkar tað líka so natúrligt og lætt at spæla eina fantastiska konsert, sum tað er at busta sínar tenn.

Hanus legði fyri í kvøld. Hann spældi eitt sett, ið var dominera av løgum av framúrskarandi fløguni “Hørpuspælarin”, umframt nøkur av løgunum, ið eru gjørdar til yrkingar hjá Hans Jacob Glefoss. Hann er eitt so guðsbenáða talent og eg kenni meg hepnan at liva í einari tíð, har eg havi uppliva Hanus live. .

20130710-223736.jpgStanley Samuelsen var næstur á pall og undirhelt við sínum frálíka sangi og gittarspæli. Serliga tá dóttir Stanley kom á pallin og sang 3 løg saman við pápanum gjørdist tann løtan frálík. Serliga var lagið Ísakøld eygu, ið dótturin sang, sum  var framúrskarandi.

Men hóast bæði Stanley og dótturin vóru góð, so er  Hanus bara magiskur og nú syngur hann aftur, eg má fara.

 

 

Gandakendur Cohen í Kvívíkarkirkju

Í støðum var løtan gandakend, men alla tíðina hugnalig og vøkur, tá kirkuráðið í Kvívík og prestur Theodor Eli Dam Olsen bjóðaðu til Leonard Cohen kvøld í Kvívíkar kirkju nú fríggjakvøldið.

 

20130224-181208.jpgVit komu í kirkjuna næstan hálvan annan tíma áðrenn konsertina, tí vit vildu tryggja okkum pláss til hesa forkunnugu mentanaruppliving. Tað vísti seg at vera eitt gott hugskot, tí tá konsertin byrjaði kl. 20.30 var kirkjan á tremur við fólki. Hvørt pláss var tikið, og hóast stólar stóðu framvið øllum bonkunum og forkirkja og loft vóru á tremur, so kundi Heini Holm frá kirkjuráðnum boðað frá, at eini 100 fólk vórðu vend í hurðini. Hesi og onnur hava møguleika at uppliva konsertina, tá hon verður endurtikin í kvøld.

 

Heini Holm legði sjálvur fyri við at biðja inngongubøn, og henda bøn legði støðið fyri kvøldið. Eg veit meg ikki hava hoyrt eina betri inngangsbøn, so nærverandi og viðkomandi borna fram, at man kendi seg veruliga vælkomnan í kirkju. Tað sama kann sigast um útgongubønina hjá Heina, ið savnaði tiltakið upp, og á ein hugnaliga hátt sendi okkum heim uppfylt av tónleiki og eisini andaliga ríkari.

 

Millum inngongubøn og útgongubøn var kvøldið bygt upp við tónleiki og hugleiðingum, bólkurin legði fyri við frálíka Suzanne, og The Story of Isac, áðrenn Theodor Eli hugleiddi um tekstirnar hjá Cohen, andaligheitina í tekstunum og innihaldið. Framløgan var hugtakandi, vitug, men eisini stuttlig. Theodor er ein framúr forteljari og vitugur maður, og hann vísti stórt innlit í tekstheimin hjá Cohen.

 

Hanus G. Johansen, Edvard Nyholm Debes, Kim Hansen, Petra Iversen og Anna Maria Olsen skiftust at syngja og í besta Cohen stíl vóru kvinnuligu kórrøddirnar markantar í ljóðmyndini, og tað skal eingin ivi vera um, at songkvinnurnar stóðu fyri bestu avrikunum. Kórrøddirnar vóru forførandi og góvu songunum flog. Men besta løtan var tá Anna Maria Olsen sang eina so ófatiliga vakra útgávu av Hallelujah, at tárini trillaðu niður eftir nógvum kinnum. Anna Maria hevur øgiliga gott tak á sínari rødd og sang sangin við eini blandi av skroypiligheit og totalari kontrol, sum tyktist nærum gandakent.

 

Hvørki Hanus, Edvard ella Kim hava røddir, ið minna um Cohen, so teirra útleggingar av songunum blivu teirra egnu, og soleiðis skal tað eisini vera. Allar framførslurnar vóru tó inniligar. Hanus er tann av hesum, ið hevur sterkast karakter í røddini, og tí var tað eisini hann, ið sang flest sangir, og av mannfólkarøddunum eisini tann, ið hóskaði best til hendan tónleikin, ið vanliga verður sungin av sera markantu røddini hjá Cohen.

 

Lagavalið fór altíð at vera trupult, tá man hevur við ein listamann, sum Cohen at gera. Hann hevur verið virkin síðan miðskeiðis í sekstiárunum, so lagaskatturin er so stórur í vævi, at trupult er at velja út. Av teimum ellivu løgunum, ið tey spældu, vóru sjey av fyrstu útgávunum hjá Cohen, ið komu út í árunum 1967-71. Av hinum vóru trý av Various Positions frá 1984 og eitt av Dear Heather frá 2004.

 

Hetta merkti, at ikki ein sangur var av kanska trimum teimum sterkastu og nógv best dámdu útgávunum hjá Cohen, I’m your man, The Future og Ten New Songs. Hetta er uttan iva eitt tilvita val, men hvussu skilagott valið var, loyvi eg mær at ivast í. Hesar tríggjar útgávur eru á tremur við sangum, har samspælið millum røddina hjá Cohen og kórkvinnurnar er berandi. Meðan tað sama ikki kann sigast, um fleiri av songunum, ið tey valdu at spæla. Tá júst kórkvinnurnar vóru sterkasta pettið í hesum putlispælinum, var tað eitt sindur harmiligt.

 

Men tað sagt, so var tiltakið sera væleydna og styrkin í løgunum, gjørdi, at sjálvt tá onkur av meira ókendu løgunum vórðu spæld, sótu vit bergikin og lurtaðu.

 

Tílíkar kirkjukonsertir eru framúrskarandi, tí tær eru við til at geva kirkjunum relevanst í einum heimi, har andaligheitin ofta verður sett afturum okkara materiella trummirum. Stórt rós til prestar og kirkjuráð í Norðurstreymoy, ið skipað fyri tílíkum tiltøkum.

 

Bólkurin var mannaður av:
Hanus G. Johansen á gittara og sangi
Edvardi Nyholm Debes á kontrabassi, klokkuspæli og sangi
Kim Hansen á klaver og sangi
Petru Iversen á slagverki og sangi
og Annu Mariu Olsen á slagverki og sangi

 

Hesir sangir vórðu spældir á konsertini:

 

Útgáva: Songs of Leonard Cohen 1967
Suzanne
One of us cannot be wrong
So long Marianne

 

Útgáva: Songs from a Room 1969
The story of Isac
Bird on a wire
It seems so long ago Nancy

 

Útgáva: Songs of Love and Hate 1971
Famous blue raincoat

 

Útgáva: Various Positions 1984
If it be your will
Hallelujah
Dance me to the end of love

 

Útgáva: Dear Heather 2004
Undertow

Fantastiskt videoklipp við Eivør

Konsertin hjá Eivør í Norðurlandahúsinum herfyri var heilt øgiliga góð. Longu  tá man kom inn í salin og sá fantastiska pallin, ið var gjørdur hugnaligur við proppfult av stovumøblum og lampum, var varhugin, at hetta fór at vera serliga gott. Tað bleiv konsertin, so sanniliga eisini, tað er tí at fegnast um, at Kringvarpið filmaði alla konsertina, og at vit so sleppa at uppliva hana aftur.

 

Skulu vit døma frá fyrsta lagnum, ið tey hava lagt á alnetið, so verður filmaða konsertin sera góð, tí eg má siga, at tá eg sá niðanfyristandandi Vimeoklipp, so fekk eg gásarhold. Hetta er so forbiðið gott, at eg nú gleði meg til at enduruppliva restina av konsertini eisini.

Far away from Eivor on Vimeo.

 

Eg havi verið til øgiliga nógvar konsertir hjá Eivør, eg havi ummælt so nógvar av teimum, at eg langt síðan eri givin at telja. Tær hava verið av ymiskari góðsku, frá tí fantastiska til rættiliga miðalhampa.

 

Eg havi eisini ummælt flestu fløgurnar hjá Eivør, og eitt ummæli av Room er á veg. Men eg kann longu nú, bæði frá konsertini og fløguni siga, at Eivør hevur ongantíð ljóðað so tilreiðar til at leggja heimin fyri sínar føtur. Hon ljóðar búgvin, og tey fólkini, hon nú samstarvar við, lyfta øll heildina, og gera Eivør uppaftur betri enn hon er frammanundan.

 

Høgni Lisberg er ein fantastiskur trummari, Magnus Johannesen og Tróndur Bogason eru okkara mest áhugaverdu tangentleikarar, Mikael Blak er frálíkur á bassinum og ymiskum tangentljóðførum og so má eg nevna fantastisku kórgenturnar, sum á konsertini í Norðurlandahúsinum vóru tær báðar blaðungu Elinborg Pálsdóttir og Rebekka Petersen, saman við tveimum fantastiskum íslendskum songkvinnum, ið m.a. plaga at syngja við Bjørk. Halt kipp tað ljóðaði væl. Trýst á omanfyristandandi playknøtt og uppliv okkurt heilt serligt.

Hvat er galið við Kaj Klein?

Kaj Klein hevur við tveimum sínum seinastu útgávum givið føroyingum nøkur av bestu føroysku løgunum innan populeru fólkarokk genruna. Men hóast hetta tykist hann næstan at vera útihýstur úr Kringvarpinum. Eg skilji hetta als ikki. Tað er so ikki tí, at genran ikki fær ríkiliga rúmd í útvarpinum.

Kaj Klein gav fyrr í ár út  fantastisku fløguna “Í andglettinum”, ein fløga har hansara rødd og røddin hjá Mariu Guttesen ganga upp í eina hægri eind, og sum er nakað so fantastiska góð, fangandi, vælskrivað og vælspæld, stutt sagt frálík. Hon er á tremur við løgum, ið áttu at verið slagarar, ið vit øll sungu við til, tí løgini eru stuttlig, fangandi og fólkslig og tekstirnir eru líkatil og viðkomandi. Hví hendan fløgan verður so lítið spæld, tá aðrar fløgur í somu genru, men av nógv verri góðsku, vera tráspældar, tað skilji eg ikki.

 

Men seinastu dagarnar havi eg lurta nokkso fitt eftir næstseinastu fløguni hjá Kaj, hon var eisini framúrskarandi og í stóran mun líka fólkslig, men hon leið somu lagnu í Kringvarpinum. Tað er fantastiskt at hoyra løg sum “Palla’sa pengar”, “Summarsangur”, “Stilt lag” og “Sawyer”, hetta er so gott!  Eg skilji tað ikki, hví hesar fløgur ikki hava skítfult av løgum á playlistunum,  tá eg samstundis skal hoyra útgávur í treyðugt eru útgávuverdar tráspældar.

 

Syrgiligar søgur beint frá hjartanum

Tá eg hóskvøldið var farin oman í Sirkus, so var tað fyri at skilja fenomenið Jákup Eli, og eg má siga, at eftir konsertina kenni eg meg munandi ríkaðan, og eg haldi, at eg havi skilt, hvat tað er, sum er so feitt við unga sumbinginum við teimum ofta ágangandi sangunum.

 

Eg skal viðganga púra erligt, at áðrenn hóskvøldið havi eg ongantíð givið Jákup Eli ein tjans. Eg havi ongantíð keypt eina av hansara fløgum, eg havi ongantíð leita eftir honum á Youtube ella Spotify. Eg havi ongantíð sett meg niður veruliga at lurta eftir honum á einari konsert. Eg havi stutt sagt ikki lagt orku í, at skilja hann sum listamann.

 

Gamaní, eg kenni nøkur løg, har ivaleyst Vanja er tað kendasta, og eg havi, síðan eg hoyrdi lagið fyrstu ferð í útvarpinum, duga at virðismett poppgóðskunna í hesum lagnum. Ein góðska, ið veruliga er komin til sjóndar nú All In hava gjørt eina boyband útgávu av lagnum.

 

Well, hóskvøldið skuldi Jákup Eli ikki bara upplivast men eisini skiljast. Eg setti meg í barrina við einum deiligum køldum glasi av Okkara Cider, og lurtaði og upplivdi.

 

Tað er eingin loyna, at talan ikki er um skønnsang ella virtuost gittarspæl, men tað ið manglar í penleika, hevur Jákup Eli í so ríkiligt mát í úttrykki og inniligheit.

 

Tekstirnir eru so erligir og bersøgnir. Tú kanst ikki annað enn lurta, og skilur skjótt, at hvør tekstur er sum eitt opið sár. Her er djúp sorg um vanlagnuna, avvísingar og generelt mest um sambandið við konufólk, ella skuldi eg sagt um óhepnu og sorgarfullu sambondini við konufólk. Hetta er so rátt, so erligt og sungið beint frá hjartalnum, at tú verður forførdur. Hann setur orð á viðurskifti, ið flest øll kunnu kenna seg aftur í, um enn ikki í so stóran mun, sum hjá Jákupi Eli. Men hetta er so persónligt, at eingin av okkum torir at leggja hetta bert, hetta krevur bæði hjarta og dirvi at tora at frambera.

 

Tá hann so spældi eitt nýggjari lag, ið snúði seg um at vera bukaður sum barn, so bar av.  Hetta var so kontant, rátt og bersøgi, at tú mátti forhalda teg til tað. Konsertin var so innilig, at eg kendi meg rørdan, Jákup Eli riggar, tí hann er so erligur, og tí hansara sangur kemur beint úr hjartanum. Men hann riggar eisini, tí nógv av løgum hansara hava absolutta popgóðsku. Tað er longu greitt við lagnum Vanja, men hetta er eisini galdandi fyri fleiri onnur.

Vágasound til tey fáu og væluppløgdu

Tinganest spældi eina inniliga og hugnaliga konsert fyri einum heldur tómligum FLAGS tjaldi, men lagið var øgiliga gott, millum væluppløgdu áskoðararnar.

 

Vágasound og føroysk presisheit hoyra ikki saman, hetta mátti eg staðfesta, tá eg eftir trupulleikar við at tjekka inn, sum fjølmiðlafólk á ársins Summarfestival, kom á konsert við Tinganest ein minutt, áðrenn konsertin skuldi fara í gongd. Tí longu á veg niðan móti teltinum hoyrdi eg eyðkendu tónarnar av Tinganest. Eg fekk tó um endan á lagnum, tá eg kom inn í rættiliga tómliga teltið kl. 17.29.

 

Rungandi bassur

Ivaleyst átti tíðspunktið og ráliga veðrið sín leiklut, at ikki fleiri komu á konsertina. Men vit, sum vóru har, fingu eina deiliga løtu við syngið við lagaskattinum hjá Tinganest. Eina løtu, ið tó var merkt av, at tað rungaði dekan ov illa av bassinum í tómliga tjalddúkinum á FLAGS teltinum.

 

Tinganest og Villmenn

Tinganest anno 2012 er ein samanrenning millum bólkarnar Tinganest við teimum báðum Magnus á Stongum og Jóan Jakku Guttesen og Villmenn við Holgar Jakobsen og Finnur Joen Jacobsen. Ein samanrenning, ið veruliga tykist fullkomin. Teir klæða hvørjum øðrum. Serliga tær tríggjar røddirnar hjá Magnus, Jóan Jakku og Holgar, ið allar eru so øgiliga ósannlíkar sangrøddir, við nógvum karakteri, ið saman við Finni skiftast um at syngja kór hjá hvørjum øðrum. Hetta er uppskriftin til konsentrera vágasound.

 

Syngið við

Tað var tónleikurin, ið var í fokus, lag aftan á lag spældu teir, uttan at siga eitt orð við áskoðarnar. Inntil Vágagellan var á skránni, og Magnus á vanligan undirspældan hátt segði: “Nú kemur Vágagellan, nú fara tit at syngja við”, og vit brølaðu við.

Meðan Magnus og Jóan Jakku standa so stillir á pallinum, at Oasis virkar vilt, so var eitt øgilgt lív á Vilmonnunum, Finni vælspælandi við stórum smíli handan trummurnar og Holger á elgittara. Teir ljóða veruliga væl saman, hetta er ikki fínt í kantunum, men fult av inniligheit.

Hitt aftan á hitt var spælt og vit sungu við, væl hjálpt av einum riðili av vágagellum, ið stóðu arm í arm fremst við og sungu hvørt orð: “Skeivur sum ein hani…”, “Tú vart mín dreymur, bjørt sum eitt jólaljós…”, Babbar mugu ikki forstýrast…”, “Hon er her í kvøld…” og aðrar ógloymandi reglur.

 

Eitt sindur av hinum

Móti endanum av framførsluni sluppu vit eisini at hoyra eitt sindur av tí, ið limirnir hava gjørt í øðrum samanhangum, sosum “1001 nátt”, sum Vágaverk hjá Jóan Jakku eigur og “Ongan veg” hjá Holgari. Løg, sum í hesum sambandi ljóðaði sum Tinganest, og bestemt ikki gjørdu framførsluna verri.

 

Bólkurin slapp ikki av pallinum, fyrr enn eykalagið “Annan sang” var sungið, væl stuðlað av væl uppløgdum áskoðarum. Meðan eg gekk oman móti Vágsbøi, kundi eg illa annað enn hugsað, um hvussu væl hetta hevði havt riggað á Stóra Palli um miðnáttarleitið, tá Vágsbøur er fullur av fólki.

 

Sigoynarar í regninum

Veðurguðarnir vóru ikki góðir við G! í ár, men nógvir av bólkunum fingu okkum at gloyma veðrið, ein teirra var Dánjal, sum fekk okkum at vagga við í regninum á Gøtusandi.

 

Sigoynara tónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, ið átti sítt pláss á stóra pallinum fríggjakvøldið beint eftir klokkan átta.

 

Vánaligt veður

Veðrið var pent sagt vánaligt, men hóast hetta vóru rættiliga fitt av fólki komin saman á sandinum, tá Dánjal settist við keyboardi mitt á pallinum. Við sær hevði Dánjal ikki færri enn 7 tónleikarar, allir útlendskir uttan Angelika Nielsen, ið spældi violin. Mandolinleikaran Kim Rafael Nyberg kenna nógv av okkum eisini úr Afenginn, ið átti eina frálíka framførslu á G! fyri nøkrum árum síðan.

 

Festligur tónleikur

Tað var trupult ikki at vagga við, og gloyma keðiliga veðrið hesa løtuna, saman við Dánjal og hansara deiligu tónleikarum. Tað er fantastiskt at síggja ein so stóran bólk, ið alíkavæl tykist at hava so stóra spæligleði. Tey hava spælt 50 konsertir saman síðan fløguútgávuna, og hetta hoyrdist eisini, tí tey spældu veruliga væl.

Eg skal viðganga, at eg kenni lítið til tónleikin hjá Dánjali. Eg havi verið á konsert hjá honum einaferð áður, og havi hoyrt okkurt í útvarpinum, men alíkavæl bleiv eg fangaður av stemninginum og fínu løgunum. Konsertin var stutt sagt ordiliga festligt.