Russ Taff rørdi við hjørtu á Vágsbøi

Tað var ein hjartanemandi og vøkur konsert, ið amerikanski gospelsangarin Russ Taff helt á Vágsbøi leygardag seinnapart.

 

Russ Taff var stóra kristiliga navnið á ársins Summarfestivalskrá. Eins og undanfarin ár hevði Summarfestivalurin eitt sindur av lovsangi á festivalskránni, og við fløguni Faroe Islands í skjáttuni, var neyvan nakar ivi um, at Russ Taff var mest upplagda boðið.

 

Næstan føroyingur

Russ Taff hevur seinastu árini verið so nógv í Føroyum, at man næstan ikki longur sær hann, sum eitt útlendskt tónleikanavn, og við einum bólki, mannaðum av ikki færri enn 12 føroyingum, og einari útgávu skrivaða og gjørda av føroyingum í Føroyum, er Russ Taff kanska enntá meira at rokna sum føroyingur í hesum høpi. Russ Taff legði heldur ikki skjól á, hvussu væl honum dámar í Føroyum:

 

– Tit er undurfull fólk her í Føroyum, eg fari kanska at flyta higar!, segði hann við mannfjøldina á Vágsbøi, og at døma eftir lógvabrestunum verður hann vælkomin.

 

Mannfjøldin var annars ikki av teimum heilt stóru frammanfyri pallin, ivaleyst spældi ráliga veðrið og mjørkin sín leiklut í, at tað mest vóru Russ Taff fjepparar og lovsongsfjepparar, ið leitaðu sær á konsertina. Bakandi sól hevði ivaleyst lokka fleiri oman á konsertina.

 

Ógvislig ljóðmynd

Sum sagt vóru ikki færri enn 12 tónleikarar og sangarar við í bólkinum. Jón Svein Heinesen og Divaz tóku sær av kórinum, meðan Kim og Finnur Hansen spældu tangentar, blásarar vóru Ólavur Olsen og Hans Petur í Brekkunum, Hans Poulsen spældi gittar, Óli Poulsen spældi bass og gittar, Kristoffur Mørkøre spældi slagverk, bass og gittar, Jákup Zachariassen spældi steelgittar og Jósvá Debess spældi trummur. Samanlagt ein ljóðmynd, ið var ógvislig og pompøs og øll tyktust at spæla sín leiklut væl. Hetta hóskaði væl sum grundvøllur til Russ Taff, tí maðurin hevur veruliga eina stóra rødd. Hann syngur so sannførandi, at tú trýrt hvørjum orði, og fyri ein lovsangara er hetta ein frálíkur eginleiki.

 

 

Fín løg

T.d. í vakra lagnum I Cry, var tað ein sonn frægd at hoyra hann syngja sín boðskap út til síni samsintu, ið hjartaliga sungu við. og okkum, ið bara vóru komin framvið at hoyra tónleik.

Fleiri løg av “Faroe Islands” útgávuni vóru á skránni. Her havi eg hug til at nevna lagið “Heaven”, ið Óli Poulsen og Jákup Zachariassen hava skrivað, hetta er eitt fínt lag. Kórrøddirnar eru eitt sindur klisjé kendar, men tað er ikki óvanligt í gospelhøpi.

 

 

Rock´n´Roll gospel

Besta løtan var tó, tá Russ Taff sang sína útgávu av gamla gospelsanginum, “Aint´ No Grave Gonna Hold This Body Down”. Hetta lagið, ið hann plagdi at hoyra í kirkjuni sum smádrongur, varð servera sum eitt slag av Rock n´Roll Gospel, pumpandi og við einum feitum nærum ágangandi stemningi.

Konsertin var tónlistarliga frálík, og hóast fjøldin ikki var tann størsta, so rørdi Russ Taff tey flestu av okkum.

Kristiligt pjøvist ikki at merkja keðiligt

Stóra og eksperimenterandi ljóðmyndin hjá T.O.S var uppaftur størri í kvøld, tá bólkurin við ikki færri enn fimm gestatónleikarum rokkaði eitt sindur av hita í vátu áskoðararnir.

Bólkurin spældi løg av framúrskarandi debutfløguni og annað nýggjari tilfar, og upplivingin var hamrandi góð.

Bárður á Lakjuni er ein serstakliga sjarmerandi ungur maður, ið er vorðin ein sterkur oddamaður, hann vísti, at hann hevur serlig evni at fortelja søgur, tá hann syngur og hetta riggar væl á konsertum og so var eisini í kvøld.

T.O.S hevur givið kristnum føroyskum tónleiki eina nýggja dimensjón, og á konsertini í kvøld opinberaðist hendan dimensjónin fyri uppaftur fleiri,  tí T.O.S røkkur nógv longur enn bert til vanliga gospeláskoðaran og við luttøku á einum verðsligum tiltaki sum Summarfestivalinum kemur tónleikarin út til fólk, ið neyvan vanliga høvdu hoyrt bólkin.

Ljóðmyndin minti í støðum um Orku, ikki minst tí ljóðføri sum oljutunnir og blikkspannir eru partar av henni, men Samstundis er hetta heilt øðrvísi enn Orka, Løgini  hava onkursvegna ein svakligan sirkuskendan dám. Man hoyrir alt frá kontri til Big Band tónleik, og hópin av øðrum tónleikastílum, í einum blandi, sum átti at verið fullkomiliga ørt, men onkursvegna riggar og enntá er lurtaravinarligt og fangandi.

 

Gospel í heimsflokki

Linda Andrews og hennar ómetaliga væl spælandi bólkur vísti á Summarfestivalinum hvussu Gospel skal spælast, úr enda í annan var framførslan topp professionell.

 

Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews – Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at lata vera við at varnast Lindu, ið legði dent á, at Føroyar er hennara heim, ið hon er errin av, ikki minst, tá hon vísti Føroyar fram fyri sínum útlensku tónleikavinum.

 

Eg smeltaði

Við sær hevði Linda fýra føroyskar kórsangarar, ein føroyskan James á trummum og tríggjar fantastiskar útlendingar á gittara, bassi og keyboard. Bólkurin var so ótrúliga vælspælandi, at tónleikurin kýndi oyrunum. Soloir vóru leveraðar hegnisliga og við stórum kreativiteti. Bæði Linda og kórið sungu sum dreymar, og ljóðmaðurin gjørdi sítt til fulnar. Sjálvt ein svorðin R’n’B hatari sum eg smeltaði og bleiv rørdur av tónleikinum. Hetta kanska serliga tí Linda er ein gospel diva, ið ikki dettir í út-tambaðu R’n’B grøvina í øllum førum ikki so ofta og ikki long pettu í senn. Løgini vóru eisini øgiliga væl arrangeraði, soleiðis, at tað var áhugavert at lurta at, vøkur kór og góð balansa millum instrumentini.

Løgini vóru í stóran mun av fløguni Relevation, ið Linda gav út her fyri. Gospel løg, ið høvdu týdning fyri hana tá hon var yngri. Eisini sluppu vit at hoyra, “Nú eg ásjón tína søki” av fløguni “Vit kunngera Jesus”, ið man vera mest kenda hjá Lindu í Føroyum

 

Star quality

Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleiðari. Men tað er eitt stórt lop at skula vera oddakvinna í einum bólki, og her vóru ávísir veikleikar at síggja. Serliga tá tað snúði seg um útstráling og kropsmál. Hennara armasvingan og peikifingrar tyktust dekan ov ónátúrlig. Har var ikki tað kropsliga gruvið, ið ofta eyðkennir gospel sangarar. Eisini vóru hennara lítlu røður millum løgini margháttligar – pedagogiskar á ein løgnan hátt. Tú kendi ikki, at hetta var ein oddakvinna við stjørnudusti, sum tosaði við okkum, men kanska heldur ein pedagogur á eini tónleikaterapi workshop, eg veit ikki um hetta er gott ella ringt, men tað kendist løgið.

VOX gott hóast alt

Seinast á pallin hóskvøldið var VOX, sum hevði eina góða framførslu, hóast nakrir ljóðtrupulleikar vóru.

Ummæli

Seinast á pallin hóskvøldið kom gospelkórið VOX úr Eysturoynni. Tað var ikki meira enn at ungu, vøkru fólkini sóðust í mjørkanum, sum roykmaskinan blásti uppá innipallin í Kelduni hesa løtuna. Kórið sjálvt er átjan sangarar, og afturat sær høvdu tey tónleikarar, m.a. vóru fyri fyrstu ferð blásarar við.
Tey framførdu gospeltónleik, soleiðis, sum vit kenna hann. Popput gospelkór, ofta við løttum, funkutum tónleiki.

Ringt ljóð
Ljóðið var ikki alla tíðina gott. Fyrstu sangirnir vórðu ofraðir í royndini hjá ljóðmanninum at fáa tað at ljóða betri. Fyrsta røddin hoyrdist illa, og ljóðið sum heild leyp saman.
Tað batnaði tó nakað. Ljóðblandið bleiv betri, men tað tyktist, sum um tað ongantíð bleiv ordiliga gott inni í rúminum. Men tá ið tey fóru yvir í meira friðarligu sangirnar, hoyrdist, at kórið veruliga syngur væl. Bólkurin spældi eisini væl – serliga lá væl fyri hjá ungu monnunum, sum spældu gittar og bass.

 

Allir tekstirnir vóru á enskum og vóru typiskir amerikanskir lovsongstekstir, við nógvum endurtøkum; soleiðis, sum tað plagar at vera til tílíkan tónleik. Og allir vórðu teir varpaðir uppá ein stórskíggja.

 

Tey framførdu sjey sangir, tveir av hesum høvdu tey ongantíð framført fyrr. Onkur heilt kendur gospelsangur var eisini við. T.d. kendi sangurin “Leave It There”, sum tey eisini hava sungið saman við Ettu Cameron. Kórleiðarin Ásbjørn Bertholdsen sang sjálvur solo í hesum sanginum.

Blásarar til sín rætt
Eisini sungu tey “looking Out For Me” hjá Kirk Franklin. Í hesum sanginum komu blásarnir veruliga til sín rætt. Her lærdi Ásbjørn eisini áhoyrarnar at syngja fleirraddað við í niðurlagnum.

 

VOX eru eini 30 ung fólk, og tað er nattúrligt, at teimum dámar væl, tá ið tað er lív í og er stuttligt. Men tað var serliga í friðarligu sangunum, tá dentur var á sjálvum kórsanginum, at tað hoyrdist, at tað var góðska í. Ein konsert, sum VOX, hóast ljóðtrupulleikar, sluppu væl frá.

Lisa Frederiksberg legði trilvandi fyri

Lisa Frederiksberg lat pallin í Kelduni og sostatt allan Fjarðafestivalin upp, hetta er ein stór uppgáva, kanska ov stór fyri dámligu songkvinnunan av Strondum.

 

Lisa Frederiksberg av Strondum og bólkur hennara áttu heiðurin at lata Fjarðafestivalin upp. Tey løgdu bleytt fyri við eini hittparadu, av kendum kristiligum sangum. Tað er sjálvandi ein stór uppgáva at lata ein festival upp, og hetta tyktist eisini at nerva framførsluna nakað.
Hevði Lisa havt líka stóra innliving í sangin, sum hon hevði í sínum vitnisburðum ímillum løgini, hevði talan verið um eina sera inniliga framførslu.

Við bivandi rødd
Ofta hoyrdist veruliga, at songkvinnan manglaði neyðugu orkuna og røddin tyktist nærum bivandi í støðum. Um hetta komst av ringum sangformi, manglandi innliving ella nervum er trupult at siga. Men ofta hevði tú kenslu av, at hon ikki ordiliga sang ígjøgnum.

Tað var ikki fyrr enn hon kom til nøkur friðarlig løg móti endanum av framførsluni, at hon veruliga vísti innliving. Henda hvarv tó í stóran mun aftur, tá hon endaði við nøkrum rokkløgum, ið veruliga vístu hennara veikleikar.
Bólkurin var ikki av teimum bestu, og á nógvan hátt minti framførslan um eitt møti, har nøkur fólk við einum boðskapi fóru á pall fyri at bera henda boðskap fram, men hetta kundi verið gjørt meira sannførandi.

 

Felagssangur við Vitanum

Vitin legði ikki skjól á hvør teirra uppgáva á Fjarðafestivalinum var, á stórskíggjanum aftan fyri bólkin var skipað fyri stórum felags karaoke.

Fólk vórðu biðin um at stilla seg upp, og so sang allur salurin við í teimum báðum fyrstu løgunum, síðan sang bólkurin nøkur løg sjávur, og hetta var stak hugnaligt.
Vitin er ein sangbólkur og hóskar seg best til møtir, men hetta ger kanska ikki so nógv á Fjarðafestivalinum hóskvøld, tí tiltakið var í stóran mun álíkt ein sangmøti. Teir tríggir oddamenninir vóru sjarmerandi á ein sera lítið stjørnukendan hátt. Fitt og dámligt á allan hátt.

 

Túsund fólk á Fjarðafestivali

Fleiri enn túsund áhoyrarar vóru komnir saman, tá Fjarðafestivalurin fór av bakkastokki við fleiri góðum framførslum, ið óvanliga góðum karmum.

 

Umrøða

Fyrsta kvøldið á Fjarðafestivalinum var væleydnað við fleiri enn túsund áhoyrarunum, ið tyktust at hugna sær í teimum frálíku kørmunum, ið Keldan er. Hetta kvøldið var sambært Vinjardi Johansen, fyrireikarar fyrst og fremst ætla teimum, ið vanliga ganga á møti og í kirkju, sjálvur rópti fyrireikarin hetta eitt gospel sangkvøld, men tað hevði ivaleyst verið líka sigandi at kalla tað eitt sangmøti. Bróðurparturin av bólkunum løgdu upp til felagssang, og í nógvum førum var stórskíggin, sum annars hýsti Føroya Banka lýsingum, nýttur til at varpa upp tekstin í løgunum, og hetta eydnaðist væl sangurin ljómaði inniliga, tá Føroya best syngjandi áhoyrarafjøld livdi við í framførslunum.
Fyrireikararnir fegnast um, hvussu væl kvøldið hevði gingið. Tey 250 starvsfólkini gjørdu øll sítt arbeiði til lítar, verður boðað frá.
Í fjør var skráin nakað seinkað, men henda trupulleika hevði Fjarðafestivalurin loyst í ár. Bill Justinussen hevði tikið sær eina løtu burturi frá politiska meldrinum og stýrdi pallinum við eini harðari hond, so skráin var hildin. Í kvøld skilst, at onkur annar skal røkja henda leiklut, men tað er at vónað, at tað gongur eins væl sum hjá Bill.

Øðrvísi upplivingar
Útlendsku nøvnini Charizma, Jerusalem, Trond Erics og teir tveir agentarnir frá CAA lendu í gjár og eftir ætlan lenda amerikonsku stjørnurnar Pillar um tað mundið at hetta blaðið kemur í handlarnar, og hesi nøvn fara saman við eini ørgrynnu av føroyskum nøvnum at bjóða okkum upplivingar, ið uttan iva verður heldur øðrvísi, enn tær vit upplivdu fyrsta kvøldið.

 

…og løtan hin signaða ríka

”Tíðin legg tínar veingir saman bert hesa stund”, sjáldan hava orðini hjá Poul F. Joensen, úr yrkingini ”Á kundi á tíðarhavi” virkað meira hóskandi, enn tá Hanus sang tey hóskvøldið.

 

Ummæli

Donsku tónleikarættindafelagsskapirnir Koda og Gramex høvdu boðið Føroya fólki á fund í Norðurlandahúsinum við tí endamáli at vísa, hvat felagsskapirnir arbeiða við. Teirra virkisøkið er tónleikur og júst tónleikur var tað, ið var á skránni.

Fjølbroytt skrá
Koda og Gramex høvdu í samráð við Norðurlandahúsið í Føroyum sett eina sera fjølbroytta skrá saman. United Voices, Benjamin Petersen, Aldubáran, Hanus og danski trubadururin Sebastian gjørdu hvør í sínum lagi og onkra løtu saman, sítt fyri at gera løtuna minniliga fyri okkum, ið vóru komin saman.
Hóast øll nøvnini á sín hátt vóru spennandi, so vóru størstu upplivingarnar teir báðir trubadurarnir Hanus og Sebastian, og serliga løtan við Hanusi og Aldubáruni var ógloymandi.

Eitt gott kór
United Voices áttu heiðurin at leggja fyri. Har var nærum fullsett í salinum í Norðurlandahúsinum, tá kórið undir leiðslu av Sigrid Rasmussen fór á pall. Við sær høvdu tey ein vælspælandi bólk mannaðan við góðum tónleikarum av verðsliga og kristiliga tónleikapallinum. Tey løgdu tó fyri uttan fylgispæl við einum lagi eftir abba Sigrid Rasmussen, Jens Guttesen. Sum heild var væl sungið, men einki útum tað vanliga, og lagið var eisini rættiliga vanligt, og hetta vísti seg at vera størsti trupulleikin hjá United Voices, her vórðu eingi mark flutt. Kórið syngur væl. Hetta eru nakrar av fremstu røddunum á krisitiliga tónleikapallinum, men talan er ikki um eitt superkór í stíl við Tarira, har tú fært gásarhold av vælveru, hvørja ferð tey lata munnin upp. Tí hevði verið ynskiligt, at skráin var eitt sindur meira áhugaverd, enn hon var. Stóra plussið við United Voices vóru mannligu solistarnir. Jónsvein Heinesen royndi seg í einum gospellagi hjá Regini Guttesen, og hesin maður hevur eina frálíka rødd við júst tí neyðuga kantinum fyri at verða ein góður solistur. Hann royndi eisini í besta gospelkór stili at seta lív í fólk. Men tann stóra sanggleðin, ið vanliga strálar úr amerikanskum kórum innan hesa tónleikagrein, var ikki at finna her, og uttan hana virkar gospel nokkso løgið.

 

Heine og Elvis
Heine Lützen var solistur í tveimum seinastu løgunum, ið hann eisini sjálvur hevði skrivað. Tað fyrra av hesum var eitt enskmælt lag, ið ikki var serliga spennandi. Men tá tey endaðu við klassikaranum “Tíðirnar Skifta”, kom fyrstu ferð eitt sindur av flog undir framførsluna. Heine hevur ein lítlan Elvis í búkinum, og á onkran hátt sat eg við eini kenslu av, at um hann bara lat Elvis sleppa, hevði framførslan veruliga farið á flog.
Alt í alt var upplivingin tó eitt sindur sum rugbreyð við livradeiggi, fínasta slag, men ikki so nógv meira enn tað.

Ringt at seta í bás
Næstur á pallin var Benjamin Petersen. Núverandi Deja Vu og fyrrverandi Brandur Enni og All That Rain gittarleikarin er ein framúrskarandi gittarleikari, ið smitar vanahugsan á bláman, tá hann fer á pall. Manningin við Mikael Blak á bassi, Brandi Jacobsen á trummum, Gunnar Guttesen á tangentum og Tróndi Olsen á trompet, bar boð um, at her fór ivaleyst at vera talan um jass. Men tónleiklurin lat seg ikki so lætt seta í bás, og gjørdist størsta upplivingin fyri meg eitt lag, sum nokk best kann lýsast sum popputur tung málmur. Instrumentali tónleikurin riggaði væl og gjørdist ongantíð keðiligur.

Spældu á hjartastreingir
Aldubáran átti ein høvuðsleiklut á konsertini hóskvøldið, umframt framførslu undir egnum navnið, spældi bólkurin undir hjá Hanusi og fór eisini á pall við Sebastian í einum lagi.

At Aldubáran altíð borgar fyri góðsku er alment kent. Hetta eru okkara bestu klassisku tónleikarar, og tað er við bivandi hjarta, at eg fari undir at skriva um tey. Hóast tey eru ómetaliga dugnalig, so er smakkurin ikki altíð nummar eitt, og klassisku tónleikapettini, ið vóru á skránni hóskvøldið vóru ikki tey mest spennandi.

Eisini tyktist innlivingin at halta eitt sindur, og hóast stykkini ikki vóru so long, tyktist løtan long. Hetta broyttist tó fullkomiliga, tá Hanus trein á pallin. Við tveimum Jacob Sande tulkingum og tveimum løgum av Boquet, vístu Hanus og Aldubáran, hvat innligt merkir, og tá eykalagið: “Á kundi á tíðarhavi” ljómaði í salinum, varð løtan fullkomin, og sum Poul F. sigur í hesi vøkru yrking, so var hetta “Løtan hin signaða ríka”, og væl vitandi um, at lagið var so stutt, ynskti eg, at tíðin skuldi leggja saman sínar veingir bert hesa stund.

Rørandi løta við Sebastiani

Eftir ein steðg var høvuðsnavnið, navnframi danski trubadurin Sebastian á skránni. Hesin úrmælingur hevur seinastu 30 árini givið 30 útgávur út, umframt at hann hevur skrivað tónleik til eitt ótal av sjónleikum, sangleikum, filmum og øllum møguligum øðrum. Tað man tí vera ómetaliga torført hjá Sebastian, at gera eina spæliskrá uttan at skuffa onkran, ið vil hoyra okkurt ávíst lag. Men skráin hetta kvøldið var góð. Sum hann sjálvur segði, so var okkurt gamalt á skránni og okkurt nýtt. Ja, okkurt var enntá rættiliga spildurnýtt. Her var serliga spennandi at hoyra løg úr einum spildurnýggjum leiki, ið Sebastian hevur skrivað til næmingar á donskum skúlum at framføra.
Sebastian vísti eins og Hanus stóra inniligheit, og við síni trilvandi rødd segði hann okkum lítlar søgur millum løgini, og tú kundi ikki latað vera við, at hugsa hvussu henda røddin, kundi megna at syngja so inniligt og rørandi. Mest rørandi løtan var framførslan av “Du er ikke alene”, ið hann ognaði vinmanni sínum Peter Thorup, ið andaðist her fyri.

 

Sebastian endaði framførsluna við at bjóða Aldubáruni á pallin við sær. Tey høvdu bert vant saman eina lítla løtu sama seinnapart, men Aldubáran vísti, hvussu væl tey hóska til at arbeiða saman við trubadurum. Hóast, tað ikki var heilt líka inniligt sum við Hanusi, so var løtan dýrabær og dekan ov ódrúgv.

Sjarmerandi Sarah legði fyri

Konsertin hjá Saruh Brendel var ikki millum størstu upplivingarnar á Summarfestivalinum, men týska songkvinnan var sera sjarmerandi.

 

Summarfestivalurin

 

Tað var týska Sarah Brendel, ið fekk heiðurin at lata stóra pallin á Summarfestivalinum upp. Ein stór uppgáva. Konsertin gjørdist ongantíð meira enn miðal hampað, og eg siti eftir við tankanum, kanska er Sarah Brendel bara ikki betur enn tað sama.

 

Løgini sum Sarah framførdi við bólki sínum kunnu, um man ynskir at vera heilt fýrkantaður býtast í tveir bólkar, eitt sindur bygdasligur amerikanskur rokkur og eitt slag av friðarligum balladum. Balladurnar vóru hvørki sterka síðan hjá bólkinum ella hjá Saruh, og vóru hesar dekan ov nógvar í tali, tað var bara ikki feitt. Bólkurin megnaði ongantíð at kína ljóðførunum nóg yndisliga til at hetta riggaði, meðan Sarah onkursvegna ikki megnaði at syngja hetta nóg yndisligt.

Hin vegin vóru rokkløgini munandi meira sjarmerandi, klæddu rættiliga væl fittligu Saruh, ið sjálv var sera sjarmerandi. Hesi løg vóru bygdaslig uppá tann góða mátan.

 

Bólkurin hjá Saruh er rættiliga nýggjur, og teir spældu ikki heilt best, har var dekan ov óruddiligt í ljóðmyndini í støðum. Ljóðið var sum heild rættiliga ringt á konsertini, Sarah hevði ikki egnan ljóðmann við, og føroyski ljóðmaðurin megnaði ikki uppgávuna at fáa risa stóra anleggið at ljóða so væl sum tað átti.