Høgni setti lív í vátu festivalgestirnar

Rættiliga nógv fólk var komið saman at hoyra Høgna Lisberg, tá hann fór á pall á Roskilde Festivalinum í gjárkvøldið, og tey sluppu at uppliva Høgna og bólkin  veruliga fáa lív í fjøldina.

Allastaðni eru stór runudýki, Roskilde Festivalurin er hart raktur av ringa veðrinum í Danmark.

Roskilde Festivalurin er eitt risastórt runudýki, allastaðni eru stórir hylar og tey, ið ikki eru í stivlum ella regnklæðum eru at kroppi. Sambært DMI verður veðrið tað sama heilt fram til leygardagin, og longu sunnudagin verður aftur regn. Tí verður hetta mest sannlíkt tann vátasti Roskilde Festivalurin nakrantíð. Hóast hetta eru ivaleyst omanfyri 50.000 fólk longu komin út á kampingøkið, har tey royna at stuttleika sær so væl, sum nú einaferð ber til í hesum veðrinum. Stóra tónleikaøkið letur upp hósdagin, og tá bjóðar festivalurin eina ta bestu tónleikaskránna nakrantíð.

Teir fyrstu dagarnir eru mest av øllum eitt ball, har einans tann eini pallurin er opin. Pavillion Junior er ein pallur, har sonevnd upcoming nøvn royna seg. Í gjár vóru seks tílík nøvn á skránni, og heiðurin at lata pallin aftur átti Høgni Lisberg.

Inni í teltinum var turt

Kroka til Høgna
Pavillion Junior er eitt av teimum fáu plássunum á festivaløkinum, sum í løtuni er undir taki. Har kanst tú turrskøddur standa og lýða á nøkur av teimum mest spennandi nýggju nøvnunum á tónleikapallinum í løtuni. Um tað var tankin, um at standa turrur eina løtu, ella tónleikurin hjá Høgna, sum dróg tey nøkur túsund fólkini, ið vóru komin saman í Pavillion Junior, tað kunnu vit bert gita um, men Høgni fekk væl fatur í teimum, og í onkrum løgum sungu heilt nógv við.

Svingaði væl
Tónleikurin hjá Høgna hevur verið spældur rættiliga fitt í donskum útvarpi, og serliga lagið Just Dig hevur verið nógv at hoyrt, men, at tað var so væl dámt, kom eitt sindur óvart á meg. Fólk veruliga svingaði og sang við, tá Høgni og bólkurin spældu hetta festliga kontrikenda lagið. Hetta var kanska tann løtann, har Høgni hevði allar best fatur í áskoðarunum. Hetta hóast tað bert var næsta lagið á skránni. Tá frásøgumaðurin beyð Høgna vælkomnan á pallin, var teltið rættiliga fult av fólki, hóast tey ikki noyddust at trokast

Frásøgumaðurin spurdi um nakrir føroyingar vóru til staðar, og hóast nakrar hendur fóru upp í loft, so var stuttligt at síggja, at Høgni hevði savnað nógvar ferðir fleiri danir og útlendingar til konsertina enn føroyingar.

Ov spakuligt
Teir løgdu fyri við einum nýggjum lagið, ið væntandi verður á komandi fløguni hjá Høgna. Side Of The Road er arbeiðsheitið á tí. Hetta er eitt rættiliga blueskent lag, rættiliga standard. Tað var væl spælt, og Høgni sang tað somuleiðis væl, men á onkran hátt var tað eisini rættiliga keðiligt. Fyrsta inntrykkið er, at hetta mundi vera eitt tað keðiligasta lagið, ið Høgni hevur skrivað higartil. Fólk vóru tó rættiliga væl við. Konsertin var tó eitt sindur órógva, av fullum fólki, ið tosaði so hart. Tíanverri hevur Roskilde Festivalurin sett eitt rættiliga lágt hægsta mark fyri, hvussu hart tónleikurin kundi vera skrúvaður frá, og tí var tað rættiliga forstýrandi, at fólk aftarlaga tosaði so hart í løgunum. Ljóðmaðurin hjá Høgna, Baldur gjørdi annars eitt gott arbeiði og fekk bólkin at ljóða sera væl.

Eg mátti leita mær longur fram, og har varð konsertin ikki í sama mun ávirkað av lágu volumini. Men í friðarligaru løgunum, kanska serliga í lagnum Morning Dew var larmurin beinleiðis oyðileggjandi fyri upplivingina.

Høgni Lisberg var væl upplagdur og fekk veruligt lív í vátu festival gestirnar.

Hava funnið hvør annan
Millum hæddarpunktini vóru Prince kenda lagið Been Out Of Town, og Leila, í løtum var Leila í heimsflokki, og fólki var ótrúliga væl við. Eisini lagið Desert, har allur bólkurin stendur fremst á pallinum og spælir og syngir við riggaði væl. Høgni hevur  nú havt somu manning, ið nøkur ár, og tað tykist, sum teir veruliga hava funnið hvør annan. Hetta gevur teimum eisini yvirskot, ið hoyrist aftur í tónleikinum. Tað er stuttligt at síggja stóru spæligleðina hjá Alani Tausen og Jens L. Thomsen, hetta smittar, og øll gerast í góðum lag av tí.

Lógvabrestirnir
Sum heild spældi bólkurn væl, og Høgni sang somuleiðis væl, onkra løtuna var hann tó dekan ov nasalur. Flest øll løgini riggaðu, tó var Morning Dew, sum áðurnevnt oyðilagdur av larmi, men eisini Learn To Ride On Waves havi eg hoyrt munandi betur. Men fólk var væl við, og lagið er so fantastiska gott, at tað ongantíð verður heilt galið. Hetta var síðsta lag á skránni hjá Høgna, og lógvabrestirnir  og rópini vóru øgilig. Høgni og bólkurin noyddust út aftur at spæla eykaløg. Her fall valið á Bob Dylan klassikaran All Along The Watchtower, ið Høgni eisini spælir á fløguni Morning Dew. Tað er djarvt at spæla Dylan á hesum festivalinum, har amerikanska legendan ferð eftir ferð hevur vitjað. Men hetta komu teir álíkavæl væl frá, og kundu enda konsertina við lagnum Rise & Shine, ið á onkran hátta riggaði væl sum endi.

 

Høgni spældi:

Side Of The Road
Just Dig
Been Out Of Town
Stargazers
Morning Dew
Desert
Leila
Learn To Ride On Waves

Eykaløg:

All Along The Watchtower
Rise & Shine

Ein lopfjøl móti popptindunum

Tað hoyrist á fløguni Let Your Scars Dance, at Lena og Niclas eru ment á nærum øllum økjum síðan síðstu útgávuna Can’t Erase It. Nógvu konsertirnar og miðvísa arbeiða hjá fremstu føroysku tónleikahjúnunum hoyrist aftur á hesari frálíku útgávu, ið er nógv tað besta, ið nakar av teimum hevur latið úr hondum.

 

Fløgan Let Your Scars Dance hjá Lenu Andersen rakti meg beint í hjart, longu fyrstu ferð eg hoyrdi fyrstu tónarnar av fyrsta lagnum á fløguni, Lenu, ið uttan fylgispæl syngur orðini:

 

Lay down all your worries

Lay them down at your feet

Soon you will be dancing

To rhytm of your own heartbeat

 

Alt meðan ljóðið av hjartaslátti spakuliga byrjaði at buka í oyrum mínum. Eg var seldur beinanvegin. Hóast eg ikki dansaði, so dansaði hjarta í bringuni. Hetta var so øgiliga nógv betur enn nakað, ið Lena ella Niclas høvdu latið úr hondum áður. Menningin, ið tey bæði eru farin í gjøgnum, sum tónleikarar, sangskrivarar, tekstskrivarar og kanska eisini sum menniskju, hoyrdist aftur í hesum 10 løgunum.

 

Svartskygni gjørt til skammar

Fløgan hevur ligið í fløguspælaranum leingi nú, og mær dámar hana akkurát líka væl, ella um rætt skal vera rætt uppaftur betur. Hetta er ein gjøgnumførd tónleikaframleiðsla: væl skrivaði løg, fínir tekstir, væl sungið, væl spælt og oman á alt, so er tað eisini væl framleitt og ljóðblandað. Samstarvið millum Lenu, Niclas og Óla Poulsen hevur á báðum fyrru fløgunum hjá Lenu verið dømi um, hvussu galið tað kann ganga, tá fremsti føroyski ljóðblandarin fær fríar teymar við popprokki. Úrslitið; tvær alt ov poleraðar fløgur, ið als ikki gjørdu Lenu ella hennara sangum nakra tænastu. Tí var eg sera svartskygdur, tá eg frætti, at Lena og Niclas høvdu avbrotið samstarvið við Red Hot Chili Peppers blandaran Ryan Hewitt og vóru farin aftur til Óla Poulsen. Men eg skal viðganga, at tey hava gjørt mínum svartskygni til skammar.

 

Kínt fyri staklutunum

Fløgan ljóðar organisk og livandi, og endiliga sleppur man at uppliva dýpdina, ið løgini og røddin hjá Lenu hava á konsertum, endurskapta á fløgu. Ikki tí, fløgan ljóðar ikki, sum Lena live. Her er kínt fyri staklutunum og arbeitt nógv við at fáa teir at fella inn í ljóðmyndina uttan at hvørva, og tað er kanska júst hetta, sum ger munin á hesi útgávuni og teimum fyrru: Hesaferð er kínt fyri staklutunum, teir eru ikki bara pussaðir við sandpappíri niður til okkurt blankt og slætt.

 

Popkendur rokkur

Tað ljóðaði, at orsøkin, at samstarvið við Ryan Hewitt varð slept, var, at hann og hjúnini ikki høvdu somu tilgongd til løgini, og at hansara ljóðbland kanska var meira rokk kent enn tað, sum tey ynsktu. Hetta verður í ein ávísan mun váttað á lagnum Who Am I, ið er einasta ljóðblandið hjá Hewitt, ið er komið við á fløguna. Hetta ljóðbland brýtur nógv frá hinum løgunum. Tað rokkar og er í mínari metan sera væleydnað. Tað kemst heldur ikki uttanum, at hetta er ein popkend rokkfløga, heldur enn ein popfløga við rokkdámi, sum tær fyrru fløgurnar vóru. Tí var tað kanska upplagt hjá Hewitt at leggja seg á tann bógvin. Tað hevði sjálvandi verið áhugavert, at hoyrt ljóðblandini hjá Hewitt og samanborið tey við ljóðblandini hjá Óla Poulsen, men hetta havi eg ikki havt møguleika fyri, og tað hevur í veruleikanum ikki nakran veruligan týdning, tí Lena og Niclas hava valt Óla Pouslen, og sum ummælari og lurtari er hetta tað, ið vit mugu halda okkum til. Tað kann bara staðfestast, at Óli Poulsen á hesi fløguni hevur gjørt eitt veruliga gott arbeiði.

 

Prógvar sína góðsku

Óli Poulsen hevur á eitt nú fløgunum hjá 200 og Peturi Pólsyni víst, hvussu høga góðsku hann kann lata úr hondum, meðan fløgur sum tann hjá Marius, Morning Dew hjá Høgna Lisberg, Chase fløgurnar og báðar Lenu fløgurnar, hava vigað tungt ímóti at velja Óla Poulsen til at ljóðblanda popprokk. Men á hesi fløguni prógvar hann eisini sína góðsku innan poppkenda  rokkin.

Ljóðið hevur tann neyðuga kantin til, at Lena heldur í 2007. Hetta er galdandi bæði fyri viðgerðina av røddini í ljóðblandinum og í samlaðu ljóðmyndini, har ljóðið virkar autentiskt og viðkomandi. Niclas Johannesen hevur framleitt fløguna, og eigur stórt rós fyri hetta arbeiðið, ið er ein av høvuðsorsøkunum til, at fløgan er so góð og ljóðar so væl. Nýtslan av ymiskum ljóðførum, ið ikki teljast millum tey mest vanligu, og strúkarakvartettin, ið er tikin upp í Abbey Road geva ljóðmyndini dýpd.

 

Sterkar frásagnir

Fløgan er á tremur við góðum løgum og inniligum tekstum, framførdum av framúrskarandi tónleikarum. Fyri meg er stutt millum perlurnar. Let Your Scars Dance er eitt av sterkastu og inniligastu løgunum. Hetta lagið vísur frásøgukonuna Lenu og tekstur lag og framførsla ganga hond í hond. Eg havi havt tí gleði at uppliva Lenu á nógvum konsertum seinastu árini, og tað er júst hetta at siga søgur, og gera upplivingina intima, ið er hennara størsta styrki. Á konsertum er Lena vanliga einsamøll við Niclasi á palli, men á hesi útgávuni er ein stórur bólkur við umframt strúkarar og hesi geva søgunum uppaftur størri styrki.

Tað er eingin loyna, at lagið Stones In My Pocket í mínari metan, kanska er sterkasta og mest inniliga lag, ið eg havi hoyrt frá Lenusa hond. Men á fløguni er lagið bert ein skuggi av sær sjálvum. Eg havi mangan hoyrt Lenu framført hetta lagið við so nógvari sál, at hvørt hár á kroppi mínum reisti seg. Men hetta er als ikki galdandi á fløguni. Hetta er bæði synd og skomm, tí lagið er á tremur við hjartablóði.

 

Løgin avgerð

Lagið Put Away Tomorrow For Tonight roynir seg í løtuni á 15 teimum bestu, men hví, júst hetta lag er valt at royna seg á almenna føroyska listanum, er hinumegin tað, sum eg fati. Her er talan um nógv tað minst spennandi lagið á fløguni. Jú, gamaní hetta er eitt fínt lívligt popprokklag, men als ikki av somu góðsku sum hini 9 nýggju løgini á fløguni.

So eru nógv meira at gleðast um í The Carpenters kenda lagnum Catching The Sun, ið við sínum dudududu niðurlagið er so sera fangandi á ein ótrúlig sjarmerandi hátt, ella í tí vakra og eitt sindur óseka og fitta The Things I’ve Never Learned, tí rokkandi Who Am I, ella Tell Me All About It, ið er eitt sera dramatiskt lag á ein afturlenaðan undirspældan hátt. Nevnast kunnu eisini inniliga The Budding Rose, ið eg áður havi sagt um, at tað fær meg at hugsa um Suzanna Vega við ein Tom Petty tvisti, hesa lýsing standi eg við. Eisini Something’s gotta Give, ið á onkran hátt gevur mær Dolly Parton assosiatiónir, mestur tí, at tann undiliggjandi kontrikenslan á fløguni í hesum lagnum er týðiligari.

 

Lært at brúka røddina

Samanumtikið er trupult at draga nøkur løg framum onnur, heildarupplivingin er sera góð. Røddin hjá Lenu er so framúrskarandi, at hon enn einaferð hevur prógvað fyri mær, at hon er tann besta songkvinnan, ið vit hava í løtuni. Hon hevur í størri mun enn nøkur onnur føroysk songkvinna lært seg at brúka sítt ljóðføri á mest áhugaverdan hátt. Tað ger heldur einki, at Lena við tíðini er vorðin somikið dugnaligur yrkjari, at røddin hevur inniligan boðskap at bera.

Tað er Høgni Egholm Magnussen, ið hevur gjørt fløguhúsan, hetta er hann komin væl frá. Ikki minst orsakað av frálíku myndunum hjá Bárður Eklund, er húsin sera snøggur.

Tá hugsað verður um, hvussu nógvur áhugi hevur verið fyri Can’t Erase It, so kann hendan fløga, ið er somikið nógv betur gerast ein verulig lopfjøl upp á tónleikatindin fyri Lenu.

5 av 6 møguligum stjørnum

 

Faktakassi

Let Your Scars Dance, 38 minuttir og 15 sekund.

Framleiðari: Niclas Johannesen

Ljóðbland: Óli Poulsen og Ryan Hewitt á lagnum Who Am I

10 løg: Let Your Scars Dance, Stones In My Pocket, Put Away Tomorrow For Tonight, Catching The Sun, Things I’ve Never Learned, Who Am I, Tell Me All About It, The Budding Rose, Something’s Gotta Give og And Life Carries On.

Heitið, Let Your Scars Dance, kom til Lenu í einum dreymi, tá hon vaknaði, royndi hon at googla tað, og á Google fanst ongin setningur, ið ljóðaði júst so. Hetta tók hon sum eitt tekin um, at fløgan skuldi hava hetta heitið.

Fløguhúsi: Høgni Egholm Magnussen

Myndir: Bárður Eklund

Høgni einasti føroyingur á Roskilde Festivali

Amager Bio var umskapt til eina lítla útgávu av Roskilde Festivalinum, við teltum og gestum í veitslulag

Í gjár var samlaða skráin fyri Roskilde Festivalin kunngjørd. Hóast nógvar leysasøgur um føroyska luttøku hava ljóðað seinastu tíðina, var einki nýtt føroyskt navn á skránni, ið sostatt bert telur eitt føroyskt navn nevniliga Høgna Lisberg.

Á tíðindafundi hjá Roskilde Festivalinum í Amager Bio í Keypmannahavn, varð skráin fyri ársins festival løgd fram. Frammanundan var greitt, at Høgni Lisberg skuldi luttaka, men leysasøgur hava gingið um, at eitt nú Teit, Lenu, Gestir og 200 vóru á skránni. Eisini hevur verið ført fram í onkrum miðli, at Eivør skuldi spæla har, tó at hetta seinni var afturvíst. Tí var tað við spenningi, at Sosialurin hevði leitað sær í Amager Bio eitt hanagleiv frá føroyska miðdeplinum í Danmark, Oyrasundskollegiunum.

Frammanundan vóru 68 nøvn avdúkaði, og á tíðindafundinum vóru umleið 100 nøvn afturat avdúkaði. Tey størstu av hesum vóru ivaleyst Queens Of The Stoneage og við donskum og føroyskum eygum Nephew.

Men tað einasta føroyska navnið á plakatini við teimum 168 nøvnunum var framvegis Høgni Lisberg. Høgni skal framføra á Pavillion Junior, ið er pallurin, ið er opin dagarnar fyri at sjálvur festivalurin letur upp. Frammanundan hava bæði Clickhaze og 200 framført á hesum palli við stórum hepni.

Nógv var gjørt burturúr á tíðindafundinum, Amager Bio var umskapt til eina mini útgávu av festivalinum, við ungum fólki, ið sat millum teltini og sang og drakk øl.  Eftir at nøvnini vóru kunngjørd, spældi eitt av nøvnunum á ársins festivali bretsku Electriclane nøkur løg.

Danski fjølmiðlaheimurin var væl umboðaður á tiltakinum, tí her er talan um nógv størsta tónleikatiltak í Danmark.

 

2 nýggir pallar

Í ár eru tveir nýggir pallar á Roskilde Festivalinum Cosmopol og Astoria. Tveir pallar, ið ætlandi skulu bróta frá vanligu festival upplivingini. Cosmopol er ein rættiliga stórur pallur, ið tekur umleið 6.000 fólk. Cosmpol leggur seg eftir at bjóða eina Urban kenslu, har stórbýurin verður fluttur út á Dyreskuepladsen í Roskilde. Í ár serliga íblástur fingin úr stórbýarlívinum í London. Hesin pallur kemur í staðin fyri Metropol, har elektroniskur tónleikur áður átti innivist, partur av hesum tónleiki verður á Cosmopol, meðan annað verðu flutt út á hinar pallarnar. M.a. á hin nýggja pallin, ið tey rópa Astoria. Astoria verður ein lítil intimur pallur um dagin, har pláss verður til tað meira inniliga, ið ikki klæðir stóru pallunum, elektroniskur tónleikur, post-rokkur og annað tílíkt. Eitt nú verður nógvu leitandi tónleikur á pallinum. Hesin pallurin verður um kvøldarnar karmur um veitslur, har klub-kenslan verður endurskapt. Hesin festivalur avloysur Ballroom. Tann tónleikurin, ið var á Ballroom verður ístaðin spjaddur út á aðrar pallar.

 

Ølið í dós

Høvuðsstuðul hjá Roskilde Festivalinum er Tuborg, og tað er eingin loyna, at Roskilde Festivalurin er eitt stað har nógvar øl verða druknar. Hetta hevur ofta ført til nógv glaspetti á kampingøkinum, við tí úrslitið, at fólk sker seg. Í ár fer festivalurin í samstarvi við Tuborg, at skipa soleiðis fyri, at alt øl, ið verður selt á økinum verður í dós.

Myspace hevur strikað Høgna Lisberg

Tað var ein rættiliga ónøgdan Høgna Lisberg, sum eg fekk orð á. Myspace síðan hjá Høgna var uttan ávaring og uttan frágreiðing strikað av Myspace.

Hetta er eitt ár av arbeiði, sum er mist. Eg havi brúkt síðuna sum mítt visitkort, og nú er alt arbeiðið burturi, greiddi Høgni frá.

Høgni hevur nú fingið endurstovnað síðuna, men teir 768 vinirnir, ið hann hevði á Myspace eru burturi, eins og tey frálíku hagtølini við 12.000 spældum løgum, eru burturi. Nógvir av vinunum vóru týdningarmikil sambond hjá føroyska trubadurinum.

Høgni hevur júst endrustovnað síðuna, so grafikkurin er enn primitivur og enn eru eingi løg komin á síðuna.

Fyri Høgna, sum til dagliga arbeiðir á fleiri marknaðum fyri at gera vart við seg, er hetta ein dyggur smeitur. Høgni hevur roynt at fingið Myspace at endurskapa gomlu síðuna, ella bara at geva honum eina frágreiðing, um hví síðan varð strikað. Men hetta hevur higartil ikki eydnast.

Myspace er ein ókeypis tænasta. Tí tekur Myspace sær eisini rætt til at strikað síður, uttan nakra frágreiðing.

Høgni heitur á allar gamlar vinir og nýggjar við, um at koma inn á síðuna www.myspace.com/hognilisberg og biðja vinalag við hann.

AME-Føroyar seldi føroyskan tónleik til útlendingar

AME-Føroyar var ein frálíkur sýnisgluggi, men áskoðararnir sviku tiltakið. Nú tiltakið er farið afturum er tíð hjá fyrireikarunum at eftirmeta. Her eru bæði góð og minni góð ting at lýta aftur á.

Hetta vikuskiftið hevur Havnin verið karmur um Atlantic Music Event. Eitt tiltak, sum hevur bjóðað áskoðarunum tað besta innan føroyskan tónleik og spennandi norðurlendsk nøvn. Alt sýnt fram í nærum fullkomnum karmum í Norðurlandahúsinum í Havn. Men hóast hetta, valdi bert eitt fátal av føroyskum áskoðarum at møta upp til konsertirnar fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

 

Væleydnaður sýnisgluggi

Tað kann staðfestast, at føroyski áskoðarin ikki hevur tikið sýnisgluggakonseptið til sín. Men hyggja vit at tiltakinum sum sýnisgluggakonsert, má sigast, at Atlantic Music Event er ein sólskinssøga. Tá vit gera status upp, so er tiltakið orsøk til fleiri útgávusáttmálar, festivalluttøku og sera jaligan miðladekning umframt stórar møguleikar fyri publishing avtalur fyri hópin av føroyskum listafólki.. Atlantic Music Event hevur á hesum øki megnað tað, ið hevur verið ætlanin øll árini, Prix Føroyar hevur verið hildið, og sum eisini er eitt av berandi endamálunum við Atlantic Music Event. Hetta at økja um áhugan fyri føroyskum tónleiki og slóða fyri at føroyskir bólkar kunnu fáa tónleik, sum sín vinnuveg. Sum sýnisgluggi fyri føroyskan og norðurlendskan tónleik, má staðfestast, at Atlantic Music Event hevur virkað eftir ætlan. Ongantíð áður, hava somikið nógv týdningarmikil fólk úr tónleikaídnaðinum verið savnaði í Føroyum, og ongantíð áður hava úrslitini verið so góð fyri okkara listafólk.

 

Fáir áskoðarar

Men meðan Prix Føroyar var fólkaogn millum føroyingar, er Atlantic Music Event ikki nakað, ið føroyingar hava tikið til sín. Fríggjakvøldið vóru heilt fá fólk møtt upp. Leygarkvøldið var heldur betur vitjað, tó uttan at tosað kann vera um serliga góða uppmøting. Atlantic Music Event var alt annað enn ein ein áskoðaramagnetur. Tað er greitt, at á hesum øki mugu fyrireikararnir eftirmeta og eitt sindur av sjálvrannsakan er neyðug. Í krókunum í Norðurlandahúsinum hesi bæði kvøldini hevur manglandi uppmøtingin verið nógv umrødd. Nógv hevur verið ført fram um orsøkir, men meiningarnar eru ymiskar. Tað er tó ein sannroynd, at miðalaldurin bæði kvøldini var óvanliga høgur. Unga fólkið, ið vanliga myndar meirilutan av áskoðarafjøldini á nærum øllum rútmiskum tónleikatiltøkum, var als ikki møtt upp. Sjálvt føroyskir bólkar við vanliga sera trúgvum áskoðarum, høvdu ikki drigið fjepparar sínar við sær.

 

Hvat er ein sýnisgluggi?

Men hví fór vanligi konsertungdómurin ikki á Atlantic Music Event? Onkur vildi vera við, at Norðurlandahúsið ikki hevur lýst tiltakið nóg væl, um hetta er orsøkin er tó heldur ivasamt, tí tiltakið er rættiliga væl lýst. Eisini hava fjølmiðlarnir gjørt nokkso fitt burturúr eitt nú AME sangskrivarakappingini., men talan hevur ikki verið líka miðvísan miðladekning í fleiri mánaðir, sum upp til Prix Føroyar finalurnar. Eisini kann nakað vera um tað, at konseptið sýnisgluggakonsert ella showcase hann hava ørkymlað fólk, ið ikki hava skilt, hvat hetta snýr seg um.

 

Hægrið tónlistarligt støði

Kappingarelementið og harvið kenslan av at halda við onkrum er eisini burtur. Hetta skuldi verið uppvigað av, at tónleikaliga støðið á eini úrvaldari sýnisgluggakonsert skuldi verið hægri og sostatt drigið fleiri fólk konsertirnar. Tað gjørdi tað ivaleyst eisini; á konsertini leygarkvøldið vóru fleiri fólk, ið neyvan vóru farin á eina Prix Føroyar finalu, men hetta tal var bara ikki nóg høgt.

Hetta er synd, tí bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, kundu vit, ið høvdu leitað okkum í Norðurlandahúsið uppliva konsertir í heimsflokki, í teimum bestu karmunum, ið vit kunnu bjóða í Føroyum. Bæði framførslan hjá Eivør, hjá Sic og hjá Høgna Lisberg mugu metast at vera millum bestu framførslur hesi listafólk hava havt. Eisini var hetta eitt forkunnugt høvi at uppliva frálíkar framførslur av nýggjum spennandi norðurlendskum nøvnum, so sum Ave, Grand Island, Angu, Die Dumme Dãnen og Ampop. Ein tónleikafjeppari helt fyri, at tað var nógv meira synd fyri tey, ið dáma tónleik, men sum ikki vóru til staðar, enn tað var fyri fyrireikararnar, tí talan var um eina so stóra tónleikaliga uppliving, at øll áttu at sloppið at uppliva hana.

 

Fólk rýmdi

Leygarkvøldið var uppmøtingin sum sagt eitt sindur betri enn fríggjakvøldið, men tað var eingin ivi um, hví fólk var komið í Norðurlandahúsið, her vóru tað tey lokalu nøvnini so sum Høgni Lisberg og Eivør, ið drógu og endin var, at alt fólkið rýmdi í somu løtu Eivør fór av pallinum, og teir báðir framúrskarandi bólkarnir Grand Island og Die Dumme Dänen spældu fyri einum nærum tómum sali. Hetta var sera pínligt, serliga tá hugsað verður um, at hesir bólkar eru sendir av útflutningsráðunum, ið hesum londum, og ein tílík uppliving kann minka nógv um áhugan hjá Noregi og Danmark at luttaka eitt annað ár. Fyrireikararnir kunnu ikki heilt kasta skuldina á áskoðaran í hesum føri. Á AME-Reykjavík hendi júst tað sama, at nógv av fólkinum rýmdi, tá Eivør fór av palli. Tí átti Eivør at staðið síðst á skránni. Eisini var konsertskráin útvið 2 tímar seinkað, hetta var orsakað av alt ov ringari pallstýring, allir bólkar sluppu at spæla útum ásettu tíðina, og tí gjørdist uppliving dekan ov long, og fólk troyttaðiist av tónleiki, og hetta var óivað orsøk til at fleiri fóru aðrastaðni.

 

Keðiligt frásøgufólk

Elin Heinesen stjóri í Menningarstovuni var frásøgufólk, og tað tyktist hóskandi, nú ein fyrrverandi poppstjørna er vorðin stjóri á stovninum, ið er ein av fyrireikarunum av AME. Men tað er synd at siga, at Elin røkti hesa uppgávu serliga væl. Áðrenn hvør bólkur slapp á pallin, læs Elin eina longri lýsing av bólkinum. Hesar lýsingar, ið eisini finnast á AME.fo eru fínar á skrift, men lisnar hart tyktust tær alt í verðini ov langar. Har var alt ov nógv av púra óneyðugum upplýsingum og trivia.

Tað tyktist eisini undrunarvert, at Elin, sum í næstum eisini skal stjórna Ferðaráðnum als ikki tók atlit til nógvu útlendsku gestirnar. Onkra løtu var meirilutin av fólkinum í salinum útlendskur, men hóast hetta tosaði og tosaði hon á føroyskum. Hetta var stutt sagt heldur ótjekkað.

 

Kaggin vísti talentini

Umframt stóra pallin í Norðurlandahúsinum var Kaggin karmur um minni sýnisgluggakonsertir. Hetta riggaði sera væl. Longu hóskvøldið var farið undir at fyriskipa hesi tiltøk. Her var ofta talan um bólkar, ið ikki egnaðu seg eins væl á stóra pallinum í Norðurlandahúsinum. Fyri bólkar sum Budam og Boys In A Band gjørdist hetta sera góðar konsertir, ið vaktu ans millum talentskótarnar. Boys In A Band sluppu at spæla á bæði Nibefestivalinum og Jellingfestivalinum, umframt at okkurt kundi bent á, at møguleiki er fyri plátusáttmála, bókingarsáttmála og luttøku á fleiri konsertum og festivalum fyri henda bólk. Sarah Chanderia frá Hacate Entertainment Group segði við planet.fo eftir konsertina við Budam hóskvøldið, at hetta var ein listarmaður, ið hon væl kundi hugsað sær at skrivað sáttmála við. Henda sama Sarah vísti eisini áhuga fyri Sic, ið hon fegin vildi hjálpa við at sleppa á norska Infero Festivalin og at sleppa inn á týska marknaðin.

 

Nógv gott at vísa fram

Samanumtikið var Atlantic Music Event eitt tiltak, ið kundi verið betur selt, her var talan um eina vøru, ið allir tónleikaelskandi føroyingar áttu at sloppið at uppliva. Men sum alt ov fáir upplivdu. Hetta er nakað, ið arbeitt eigur at vera við. Men sjálvt við manglandi uppmøtingini, má AME í Norðurlandahúsinum verða mett, sum eitt sera væleydnað sýnisglugga tiltak. Tekniskt hevur eingin Prix Føroyar finala ljóðað ella sæð so gott út, sum AME-Føroyar gjørdi í ár. Her er eisini vert at býta merki í, at bæði ljóð- og ljósarbeiðið var gjørt av føroyingum, og ikki av útlendingum eins og okkurt annað ári. Hetta vísir, at eisini á hesum øki hava vit fólk, ið eru verd at vísa fram í einum tílíkum sýnisglugga.

Eg vil enda við orðunum hjá Jens Ove Friis, plátufelagsstjóra, tá vit seinni sunnunáttina sótu og ótu fiskasuppu frá Birgir Enni á loftinum í Kagganum:

– Eg havi vitjað Prix Føroyar finalurnar í nógv ár, men ongantíð áður eri eg farin heim við so jaligum inntrykki. Eg fari at skriva sáttmála við tveir av bólkunum, og fleiri aðrir hava eisini verið sera góðir. Eg vóni, at man heldur fram við at skipa fyri tílíkum tiltøkum, tí næstu ferð komi eg aftur, og eg havi fleiri samstarvsfelagar við, tí hevði eg vitað, at støðið var somikið høgt, so hevði eg havt teir við í ár.

 

Norðurlendskur festivalur á Norðurbryggjuni

Hetta vikuskiftið verður Norðurbryggjan í Keypmannahavn karmur um annan tónleikafestivalin í ár, tá sangskrivarar úr útnorði hittast undir heitinum Ljómandi Kuldabrúgv.

Norðurbryggjan er í samstarvi við danska fyriskipanarfelagið Artiscope undir heitinum Tónleikainnrás07 farin undir eina røð av festivalum við føroyskum, grønlendskum, íslendskum og donskum tónleiki. Herfyri var tað hipp/hopp tónleikur, ið var á skránni á hipp hopp festivalinum Ísslag. Frá hósdegnum til leygarkvøldið stendur singer/songwriter greinin á skránni, tá festivalurin Ljómandi Kuldabrúgv verður hildin á Bryggjuni í Keypmannahavn.

Føroyar eru væl umboðaðar við nøkrum av okkara fremstu listafólkum innan hesa tónleikagrein. Føroysku luttakararnir eru, kanska best umtókti føroyski trubadururin gjøgnum tíðirnar Hanus Johansen, ið hevur Aldubáruna við sær á pallin, superaktuelli og væl umtókti Høgni Lisberg og nýggja stjørnuskotið Guðrið Hansen.

Eins og á hipp hopp festivalinum, Ísslag verða norðurlendsku nøvnini blandað við donskum nøvnum, eins og blandingin av royndum og nýggjum, kendum og spennandi verður góð.

Ísland er umboðað av Pétur Ben og Olöf Arnalds og Grønland er umboðað av Angu, ið spælir á Ljómandi Kuldabrúnni hóskvøldið, áðrenn hann fer til Føroyar, har hann spælir á AME-Føroyar.

Donsku nøvnini á skránni áttu at savnað áskoðarar í Keypmannahavn, talan er nevniliga um so navnframar tónleikarar sum Randi Laubek, Tobias Trier og Dennis Mejdal

 

Skráin fyri Ljómandi Kuldabrúgv

Hósdagin 12. apríl kl. 20.00 

Dennis Mejdal (vertur/DK) Angu (GL) Høgni Lisberg (FO) Pétur Ben (IS)

 

Fríggjadagin 13. apríl kl. 20.00

Dennis Mejdal (vetur/DK) Randi Laubek (DK) Tobias Trier (DK) (IS) Guðrið Hansen (FO)

 

Leygardagin 14. apríl kl. 20.00

Hanus Albuduran (FO)

Vøkur biografkonsert við Høgni Lisberg

Nordisk Film boðar í sínum tíðindaskrivið um biografkonsertirnar við Høgna Lisberg frá, at biografhøli eru sera vælegnaði til tónleika framførslur, á konsertini í Metropol biografinum í Keypmannahavn fingu áskoðararnir sjón fyri søgn.

Høgni Lisberg spældi í týskvøldið fyrstu av trimum biografkonsertum í Danmark. Konsertin í Keypmannahavn var sera væleydnað. Høgni og bólkur hansara eru við tíðini vorðnir sera væl samanspældir, og hetta merkti konsertina. Hon varð flott avgreidd.

 

Í biograf í góðveðri

Tað tyktist annars eitt sindur løgið at skula inn í biografmyrkrið í góðveðrinum í Keypmannahavn týskvøldið. Hóast klokkan var sjey um kvøldið vísti hitamálarin á Ráðhúsplássinum 10 hitastig, og sólin skein frá einum bláum himli. Her var meira upplagt at fara ein gongutúr eftir Stroynum, enn at fara niður í kjallaran á Rådhusarkaden á konsert. Men niðri í salinum vísti løtan seg at gerast ein av teimum heilt góðu.

 

Væl vald løg

Skráin hjá Høgna er nú vorðin so umfatandi, at hann kann velja og vraka hvørji løg hann spælir. Hetta gevur møguleikar fyri valum og frávalum, ið kunnu vera heppin ella óheppin. Sjálvandi eru løg, ið ein kundi sakna, serliga nøkur av betru løgunum á fyrstu fløguni hjá Høgna, ið heilt var tikin av skránni. Men tað kemst ikki uttanum, at á hesi konsertini virkaðu eingi løg, sum veikar løtur. Eisini var skráin á onkran hátt samanhangandi og einstátta á tann góða mátan. Hóast konsertin var umleið ein tíma, so kendist løtan alt ov stutt. Undirhaldið var stutt sagt so framúr gott. Frá fyrstu løtuni við kontri og hilla-di-hey kenda Just Dig til síðstu tónarnar av Dylan klassikaranum All Along The Watchtower, ið var eykalagið hetta kvøldið.

 

Nýggja hæddarpunkt

Nøkur løg kunnu hálast fram sum serliga væleydnaði, eitt nú tað undurfulla Morning Dew, Léla og altíð góða Learn To Ride On Waves. Men eisini tey bæði nýggju løgini The Birth Of Stars og Being Out Of Town vóru hæddarpunkt. Í nýggju løgunum tykist Høgni at brúka røddina til fulnar. Bólkurin tyktist eisini serlig væl koyrandi í hesum báðum løgunum.

 

Vakurt grafiskt fylgispæl

Afturvið framsførsluni vóru filmsbrot og ymiskur grafikkur sýndu á løriftinum, hetta riggaði sera væl. Serliga stuttligt var at síggja ymisku grafisku improvisatiónirnar yvir fyrra fløguhúsan til Morning Dew. Eg havi ongantíð verið fjeppari av hesum húsa, men á biografkonsertini fekk hann nýggja og djypri meining.

 

Tørvar nýggjan gittar

Samanumtikið taldist hetta millum tær heilt góðu konsertirnar hjá Høgna og bólki hansara. Men karmarnir lyftu konsertina enn longur upp. Tó kann eg ikki lata vera við at fýlast at ljóðinum, serliga fyrstu løtuna var bassurin dekan ov harður og trupult var at hoyra tann eina gittarin, tað skiltist, at hetta var orsakað av tøkniligum trupulleikum við júst hesum gittara, men hetta batnaði eftir eini løtu, tá ljóðmaðurin við skynsemi fekk arbeitt rundanum um trupulleikan. Eitt sum ikki batnaði var tann evindaliga stemmingin av gittaranum. Høgni Lisberg hevur uttan iva tørv á einum nýggjum gittara, tí millum hvørt lag gekk ein løta, har Høgni stemmaði gittarin. Hetta var stutt sagt irriterandi.

 

Bygdasligt á tann góða mátan

Tað er okkurt so deiliga sjarmerandi bygdasligt við tónleikinum hjá Høgna, hetta kom veruliga til sjóndar á konsertini, og eg fekk á onkran hátt nakrar Bruce Springsteen kenslur av at sita og hoyra bólkin. Serliga kom hetta sjarmerandi bygdasliga til sjóndar í lagnum Desert, har allir tónleikararnir reistust frá sínum ljóðførum og sungu og spældu í flokki fremst á pallinum, millum annað við Brandi Jacobsen standandi og bukandi á eina trummu við kustum. Herlig løta.

Konsertferðin helt fram í BioCity í Odense mikukvøldið og hóskvøldið kl. 19.00 spælir Høgni í Biocity í Århus. Konsertferðin verður fyriskipa í samstarvi við Nordisk Film Biografer A/S.

 

Frálík nýggj løg við Lenu og Niclas

Lena spældi hópin av nýggjum tónleiki á konsertini í Mentanarhúsinum á Islandsbrygge og frálíka framførslan bar boð um eina sera spennandi fløgu, ið væntandi kemur út fyri jól.

FO-Invasion í Mentanarhúsinum á Islandsbrygge endaði við góðum dansi við Eyðuni, Terja og eini manning, ið taldi føstufressar og Pætur við Keldu. Hetta gjørdist endin á einum kvøldið við góðum tónleiki, eldgyklan og mótasýningum, ið eisini høvdu sínar góðu løtur. Høvuðsnavnið í fyrra partinum av kvøldinum var Lena Anderssen, og hon livdi væl upp til heiðurin sum høvuðsnavn.

Lena og maðurin Niclas skuldu upprunaliga spæla tvey sett á konsertini, men av tí, at Lena alla vikuna hevði ligið við krími og pínu í hálsinum, varð avgerðin, um at spæla ella ikki,. tikin leygarmorgunin. Tó hættaði Lena sær ikki at taka tvey set. Tí tók Høgni Lisberg fyrsta settið fyri hana. Hann hitaði fólk væl upp. Tá Lena kom á pallin var tó eingin slingur í valsinum, og røddin tyktist als ikki merkt av krími. Lena er við tíðini vorðin tann sterkasti kvinniligi føroyski solisturin. Hon spælir og syngur altíð væl við stórari nærveru og innliving, her tykjast ikki at vera nøkur ring kvøld. Hennara konsertskrá tykist altíð gjøgnumførd og væl umhugsað, so heildarútrykkið er hvørja ferð fantastiskt.

Á konsertum farna árið hava nógv nýggj løg sníkt seg inn í skránna, men hetta kvøldið vóru eisini onkur løg, ið eg ikki hevði hoyrt áður. Hetta gjørdi upplivingina uppaftur meira serliga. Her kann eg nevna rokkløgini It Wasn’t My Fault og Yes I Am, ið veruliga rokkaðu og vístu eina eitt sindur ráa síðu av Lenu, ið vónandi ikki verður oyðiløgd í framleiðsluni av fløguni.

It Wasn’t My Fault er um at vaksa upp í einum heimi, sum ikki er perfekt, og tað viðførið, ið hetta gevur tær í lívinum. Eitt gott lag, ið hevði hesi persónligu fingramerkini og røttu mongdina av hjartablóði, ið tykist at merkja nýggjaru løgini hjá Lenu. Yes I Am tykist eisini at vera eitt sera persónligt lag, ið hevur eitt slag av grunge kenslu, ella kanska eina eitt sindur hardkor kontri rokk kenslu.

Vit sluppu eisini at hoyra nøkur av teimum eldru løgunum á nýggju fløguni, og her vóru serliga tey bæði inniligu løgini Budding Rose og Stones In My Pocket sterk. Stones In My Pocket hevur verið betur enn hetta kvøldið, men er samstundis eitt av bestu løgunum hjá Lenu, so tað er altíð eitt hæddarpunkt. Budding Rose kom veruliga til sín rætt hetta kvøldið. Lagið leiður tankarnar til Suzanna Vega við ein Tom Petty tvisti, og verður sera spennandi at uppliva á fløguni.Veikasta lagið á kvøldinum var  These 3 Things, ið mest av øllum tyktist sum ífylla, tó var tað heilt ok og taldi ikki niður fyri heildarupplivingina. Spæliskráin varð kryddað við tveimum løgum av síðstu fløguni hjá Lenu. Løgini Dawn og Seasons Will Change riggaðu væl inn í skránna.

Lena greiddi frá, at hon, maðurin Niclas og Óli Poulsen arbeiða við gera nýggju fløguna lidna. Tey vóna at verða liðug við hana sum skjótast, soleiðis at hon kann koma út fyri jól. Eg eri ein, ið bíði við spenningi.

 

 

Morning Dew givin út í Benelux

Høgni Lisberg hevur gjørt útgávusáttmála í Benelux fyri fløguna Morning Dew, ið vann Planet Awards sum besta fløga. Løgini Morning Dew og Just Dig eru at hoyra fleiri ferðir um dagin á stóru belgisku útvarpsrásini Radio 1.

Høgni Lisberg hevur skrivað sáttmála við belgiska bookingfelagið Artist Management & Agency, ið síðani hevur gjørt avtalu um útbreiðslu við Rough Trade. Rough Trade er eitt stórt útgávufelag sum virkar í øllum Europa. Avtalan hjá Høgna er tó einans galdandi í Hollandi, Belgia og Luksemborg.  Hesin sáttmálið varð undirskrivaður herfyri, men Høgni hevur gingið stillisliga við hesum tíðindum. Tað er ikki fyrr enn úrslit byrja at síggjast av arbeiðinum hjá bookingfelagnum, at vit hoyra tíðindini í Føroyum.

 

Fleiri ferð um dagin í útvarpinum

Løgini Morning Dew og Just Dig eru komin í A-rotatión á stóru belgisku útvarpsstøðini Radio 1. Hetta merkir í vanligari talu, at løgini eru á tí rættiliga stutta listanum av løgum, ið verða spæld fleiri ferð um dagin á hesi útvarpsrás.

Vit spurdu Høgna um, hvat hetta merkir fyri hansara royndir at sleppa at liva av tónleiki. Høgni segði, honum líkt, at hann tók tað sera róliga. Hetta nýttist ikki at hava nakran serligan týdning. Men sjálvandi er tað skeg, segði hann. Hann greiddi frá, at orsøkin til at hann ikki hevði tosað so nógv um útgávusáttmálan, var tann, at ein tílíkur hevur sera lítið at siga, um ikki ein eftirspurningur er. Men nú tvey løg vóru komin í A-rotatión, so byrjaði hann at verða eitt sindur spentur. Tí hetta ger, at sera nógv fólk hoyrir tónleikin. Eisini hjálpir hetta í mun til at verða spældur á øðrum útvarpsrásun, tí støðirnar hyggja at listunum hjá hvør øðrum.

 

Belgiskir tónleikarar

Hetta kann jú vera við til at skumpa undir eftirspurningin. Um eftirspurnigurin kemur, so er eingin ivi um, at Rough Trade er eitt gott útbreiðslufelag. Høgni hevur fyrr spælt í Sveits, men ætlar sær í næstum til Belgia at spæla. Fleiri belgiskir tónleikarar eru við á fløguni, og hetta kann hava hjálpt við at skapa áhugan hjá belgiskum útvarpi. Høgni sigur, at  Tom Vanstiphout, ið spælir gittar á fløguni og er singer songwriter sjálvur, eisini hevur okkurt lag í A-rotatión. Hann sigur, at hann ikki hevur tosað við Vanstiphout, men Høgni er als ikki avvísandi fyri hugskotinum, at teir kundu spælt konsertir saman.

 

Skumpar undir konsertferð

Høgni sigur við okkum, at ætlanin at spæla í Belgia ikki er nýggj, men eingin ivi er um, at hetta kann skumpa undir ætlanirnar, enn er eingin dagfesting sett. Tað er heldur ikki greitt, um talan verður um Høgna sum einstakling ella við bólki, hetta avhongur av áhuganum, sigur Høgni.

Høgni Lisberg visti, at hann fór at vinna

Mynd: Símun Jóanesarson Hansen

Í mun til flest øll hini, ið vunnu planetir á Planet Awards var Høgni Lisberg als ikki yvirraskaður, sjampanjan var í køliskápinum. Tí Høgni visti, at hann fór at vinna, tað hevði hann vist í einar 30 tímar, áðrenn restin av okkum vistu tað.

 

Høgni Lisberg var tann einasti av teimum, ið vunnu planetir á Planet Awards, ið hevði meldað avboð. Ikki ein einasti av teimum, ið luttóku á fløguni Morning Dew var í Føroyum. Tá fyrireikararnir fríggjadag seinnapart skiltu, at besta fløgan ikki fór at vera umboðað, vóru góð ráð dýr. Tí varð avgjørt, at Høgni Lisberg skuldi sleppa at skriva eina heilsan, ið eitt umboð fyri plátufelagið TUTL kundið lesa upp. Tí varð ringt til lítilætna leirvíkingin, ið mundi dottið um av skelkinum.

 

Han sigur við okkum, at hann als ikki hevði væntað at vunnið. Hann var miðskeiðis í síðstu viku í Føroyum, men við einum nýføðingi heima á Oyrasundkollegiinum, og skúlagongd í Danmark fór hann niður aftur hósdagin. Hann greiðir frá, at hann var sannførdur um, at 200 fór at vinna heiðurslønina, tí bólkurin hevur størstu fløgusøluna, umframt at teir eru øgiliga populerir. So hann fór aftur av landinum.

 

Høgni slapp at fortelja damuni Marjun og pápa sínum, ið vóru innið hjá honum, tá fyrireikararnir ringdu, at hann hevði vunnið. Men annars fekk eingin nakað at vita. Leygarkvøldið lurtaðu Høgni og eini 10-15 vinfólk eftir útvarpssendingini. Hann snýkti eina sjampanjufløsku við sær, legði hana í køliskápið og helt maskuni alt kvøldið.

 

Men í somu løtu sum Ginna Midjord hevði sagdi Mo… kom róp í, og tann einasti, ið ikki hoppaði og jublaði var Høgni. Hann noyddist tí at greiða hinum frá, at hann visti hetta frammanundan. Síðan bleiv veitsla, og saman við nógvum øðrum var sigurin feiraður í Sumpen á Oyrasundskollegiinm.

 

Høgni sigur, at hann er sera glaður um at hava fingið heiðurslønina. Ambitiónirnar røkka langt út um landoddarnar, men Føroyar er basan, tí er eitt tílíkt herðaklapp sera bekreftandi, sigur hann. Hann er eisini greiður yvir, at ein tílíkur prísur kann nýtast í marknaðarføringini uttanlanda. Hann hevur hoyrt frá nógvum í ídnaðinum, at tað er týdningarmikið at hava eina søgu at selja, og hetta er ein góð søga.

 

Høgni gav Morning Dew út 28. november, hetta er upp á dagin tveir mánaðar, áðrenn Planet Awards, um hetta mundið komu eini 15 útgávur út, tí hevði Høgni ikki ímynda sær, at hansara útgáva fór at hava gjørt nóg nógv vart við seg, til at vinna eina heiðursløn.