Meðan eg hugdi at landsdysti

Eg fór at hugleiða eitt sindur í gjárkvøldið (ja, eg veit væl, at tað er skítfarligt). Men eg byrjaði at keða meg aftur við landsdystinum, eftir at seinna málið var komið.

 

Eg mintist aftur á Landskronadystin móti Eysturríki, og kanska serliga javnleikin móti Norður Írlandi, tá Kári Reynheim var í velmaktini. Eftir dystin vóru Havnargøtur fullar av bilum, ið koyrdu runt og floytaðu. Veitsla var í gøtunum, tí  í svárastu niðurgangstíðum fingu vit okkurt at gleðast um, og vit gleddust øll.

 

Síðan tá hevur landsliðið havt fleiri aldudalar, men tað er nokk eingin ivi um, at djúpasta dalin vóru vit í, beint áðrenn Brian Kerr tók við venjarastarvinum. Fólksligi uppbakningur var nærum burtur, og tað var ofta beinleiðis deprimerandi at hyggja at laka innsatsinum hjá okkara monnum. Landsliðsbrandið hevði tað ikki gott.

Men við Kerr kom fightaraviljin aftur, og sum Eli Hentze segði í sjónvarpsstovuni í gjár, so krevja vit bara av okkara monnum, at teir kempa.

 

Fjepparafeløgini hjá føroysku fótbóltsfeløgunum vóru savnaði á Tórsvølli til Finlandsdystin, og gingu á odda við at stuðla okkara monnum.
Fjepparafeløgini hjá føroysku fótbóltsfeløgunum vóru savnaði á Tórsvølli til Finlandsdystin, og gingu á odda við at stuðla okkara monnum.

Eg var eisini ein av teimum nógvu, ið fyltu Tórsvøll, tá Finland vitjaði her fyri, og tað var fantastiskt at síggja, hvussu nógv var broytt, fólksligi uppbakningurin var veruliga aftur, og FSF hevði enntá megna at savna føroysku fjepparafeløgini, so okkara menn blivu drivnir fram av sangi og rópum.

 

Landsliðið hevur fingið flutt sítt image so ófatiliga nógv seinastu árini, ikki minst orsakað av eldhugaða arbeiðinum, hjá mínum fyrrverandi starvsfelaga Tróndi Vatnhamar, marknaðarføringin um brandbyggingin hevur verið sera væl eydna, og tað kulmineraði á Tórsvølli móti Finlandi. Tá stóri skarðin av syngjandi fjepparum heiðraði Trónd eftir Finlandsdystin, var eingin í iva um, at Tróndur eisini var headmaður fyri at savna feløgini at heppa.

 

Fyrsti hálvleikur í gjár, gav mær flashback til farnar tíðir, tí sum Eli segði, vit krevja bara at tit kempa, og alt ov nógvir gjørdu ikki tað í gjár. Seinni hálvleikur var klárt betur, og tí vóni eg, at hetta var ein of- hálvleikur, og at vit aftur síggja landsliðið kempa á Tórsvølli mótir Ungarn.

 

Eg má tó siga, at eg stúri eitt vet, tí teir báðir, ið framum onnur hava lyft brandið hjá landsliðnum frá at vera ímyndin av tapi, til aftur at vera stoltleiki fyri tjóðina, eru ikki longur umborð.

 

Fyrst megnaði FSF at spæla sær av við Brian Kerr, og nú fyri nøkrum vikum síðan, slapp sama FSF sær av við Trónd Vatnhamar, fáa vikur eftir at hansara arbeiði hevði kulminera við Finlandsdystinum.

 

Eg vóni ikki, at mín stúran er røtt, men har tykist at vera okkurt galið í FSF, hví heldur man ikki uppá síni sterkastu kort?

 

Hetjur detta eisini …

… og tað er ikki altíð at tær klára at reisa seg aftur. Mín vón er, at ein av mínum størstu ítróttarhetjum Michael Schumacher fer at vinna sín størsta sigur, sigurin á deyðanum og avlamni.

 

Michael Schumacher feirar ein sigur, vónandi sleppa vit øll at feira hansara næsta sigur.
Michael Schumacher feirar ein sigur, vónandi sleppa vit øll at feira hansara næsta sigur.

Sjeyfaldi heimsmeistarin og mest vinnandi formil 1 koyrarin nakrantíð Michael Schumacher liggur nú í koma og stríðist fyri lívi sínum. Hann er ikki einans tann mest vinnandi formil 1 koyrarin, hann er nokk tann ítróttarmaðurin, ið eg havi fjeppast mest uppi í, og tað kennist púra ørt, at hann nú liggur við álvarsligum heilaskaða eftir eitt skíóhapp.

 

Tað kennist sum lagnunnar vemmiligasta speisemi, at hann nú skal stríðast fyri lívi og førleikum, tí hann er dottin ár skí. Hetta er ein maður, ið hevur havt eitt somikið vandamikið arbeiði, sum formil 1 koyrari nú einaferð er, ella í øllum førum var fyrst í 90’unum, tá hann byrjaði.

 

Men tað er kanska ikki so undarligt, tí Schumacher er ítróttarmaður um ein háls. Hann elskar rasarakoyring frá gokarti til formil 1, hann elskar fótbólt og elskar at standa á skí.

 

Hann er kendur, sum sera dugnaligur á skí og eigur eina smáttu beint við staðið, har hann datt sunnudagin. Um vit skulu vera erlig, so hevur hann neyvan ræðst høga ferð, tá hann hevur staðið á skí.

 

Mínir tankar eru við familjuni, ikki minst soninum, ið sum skilst var við pápa sínum, tá óhappið hendi. Eg vóni, at Michael Schumacher kemur fyri seg aftur, og fær nógv góð ár við familju sínari.

 

Eg byrjaði at hyggja at formil 1 seint í 80’árunum. Alain Prost og Ayrton Senna stríddust ofta meira enn gott var, og tað var óluksáliga spennandi. Serliga, tá teir í hvør sínum McLaren bili stríddust eitt eljustríð. Eg helt við professaranum, Alain Prost, kanska mest tí, at tað gjørdi beiggi mín eisini. Boðini frá Janus vóru greið, hasin Senna er skítsvakur, so halt tú við Prost. Tað gjørdi eg so.

 

Tá Alain Prost nøkur ár eftir helt eitt sabbath ár úr formil 1 fyrst í 90’árunum, var ein nýggjur maður farin at gera um seg. Ungi Jordan koyrarin Michael Schumacher gjørdi beinanvegin inntrykk, fyrstu ferð eg sá hann koyra. Tá hann so skifti til Benetton og byrjaði at vísa tenn, visti eg, at hetta var maðurin, ið eg fór at halda við. Tað skuldi gerast eitt gott val, tí hann gav mær nógvar gleðiligar sigrar.

 

Eg fylgdi honum í Benetton og í Ferrari. Og minnist eg enn tíðindafundin eftir koyringina í Monza í 2006, tá hann boðaði frá, at hann fór at gevast í formil 1. Sigurin í Monza legði hann væl fyri at vinna 8. meistaraheitið. Men trupulleikar í tveimum teimum seinastu koyringinunum gjørdu hetta ómøguligt, og høvuðsfíggindin hjá flestu Ferrari fjepparum um tað mundið, Fernando Alonso vann meistaraheitið, nakað, ið ikki gjørdi hann betri dámdan av okkum.

 

Schumacher segði tá, at hann kendi, at hetta var rætta løtan at gevast. At tey 30 árini, ið hann hevur verið í motorítróttinum, høvdu verið heilt serlig fyri hann. Og at hann hevði elska hvørja løtu, bæði tær góðu og tær ringu.

 

Well, tað gingu nøkur ár, og í 2010 byrjaði hann aftur, hesaferð í Mercedes. Hetta var ikki eitt gott hugskot, og hann gjørdist ongantíð aftur tann koyrarin, ið hann hevði verið. Um tað var aldur, bilurin ella okkurt annað veit eg ikki, men úrslitini komu ikki, og í 2012 gavst hann aftur, hesaferð fyri well.

 

Formil 1 hevur ikki verið tað sama fyri meg, síðan Michael Schumacher gavst, og tá Ferrari liðið nøkur ár seinni setti arvafíggindan Alonso í starv, so misti eg nógv av huginum fyri hesum slagi av rasarakoyring.

 

Michael Schumacher var í sínari tíð meira enn nakar annar ímyndin av formil 1. Hann var í formil 1 í 18 ár, harav 11 kappingarár hjá Ferrari.

 

Michael Schumacher heldur nærum øllum metum í ítróttinum, frá 7 koyrara heimsmeistaraheitum, luttøku í at vinna 7 liðmeistaraheiti, 91 sigrum, 68 fyrstu byrjunarstøðum, 77 skjótastu umførum, flest meistaraheiti á rað 5 í 2000-2004, flest sigrar eitt kappingarár 13 í 2002 og alt møguligt annað.

Áhugaverd og stórsligin fótbólts lýsingarherferð

Myndin er tikin av football streaming á Facebook
Myndin er tikin av football streaming á Facebook

 

Eg veit enn ikki, hvør stendur aftan fyri, men hetta er sera áhugavert. Á leikvøllunum hjá í øllum førum Chelsea, Juventus og Bayern vóru hetta vikuskiftið hettuklæddir persónar, ið síggjast á myndini, ið eg havi lánt frá Football Streaming. Harafturat eru variantar av kornrundingunum komnir á fótbóltsvenjingarvøllirnar á Hackney Marshes fyrr í vikuni. Har lá ein stórur bóltur við sama logo, sum tey hettuklæddu hava, umframt 2000 smærri bóltar við sama logo. Kampnjan eitur “The Winner Takes Earth” ella vinnarin tekur heimin.

 

Eg undraðist eitt sindur á, hví Franz Beckenbauer var á Stamford Bridge í dag, men opinbart hevði tað okkurt við sama mál at gera, tí hann hevur í gjár sent út hesa videoina. Um at vit skulu bjarga heiminum við at spæla fótbólt móti rúmdarverum, tapa vit, verður heimurin oyðilagdur.

Hetta er framúr undirhaldandi, og tit kunnu lesa meira um tað á goal.com.

Livst so spyrst, um hvør stendur aftanfyri.

HB vann FM 2013

HB FM 2013Eitt FM skal vinnast á heimavølli, so sleppur felag, fjepparar og lið at hátíðarhalda tað á heilt rættan hátt. Eg var í Gundadali í dag, og upplivdi dystin millum tvær av kempunum í føroyskari fótbóltssøgu bresta saman í einum lagnudysti, ið endaði við at avgera bæði meistaraheitið og nokk eisini niðurflytingina.

Nú eru nøkur ár síðan eg flutti heimaftur til Føroyar, og havi við jøvnum millumbilum verið og hugt at HB í Gundadali, HB er mítt havnarlið, og tað er vanliga ein hugnalig løta, serliga eftir at miðlingasonurin er vorðin HB’ari og tímur við til dystirnar.

Hetta árið er so absolutt tað, har eg havi sæð flestar dystir hjá HB, fyrst og fremst tí vit skipaðu fyri ymiskum í sambandi við ferðina hjá HB piltum í summar. Eftir hetta hevði man fingið sína gongd í HB-húsinum, og sostatt havi eg hildið á at komið til rættiliga nógvar dystir, hóast eg ikki longur havi arbeiði at gera har.

Fyri tveimum vikum síðan fóru eg og synirnir til Fuglafjarðar í vón um at sleppa at uppliva, at Føroyameistaraheitið kom í hús, men tað gekk ikki so væl. Men eftir at hava uppliva frálíka stemningin í Gundadali, leggi eg ikki petti í, um vit máttu bíða til at vinna meistaraheitið á heimavølli, tí tað er altso nakað heilt serligt.

Fyrst til TB, vit síggjast aftur í bestu deildini skjótt!

So til HB, til lukku við meistaraheitinum og takk øll tit, sum gjørdu stemningin so góðan, sum hann var í Gundali í dag. Her er eitt klipp frá løtuni, tá dómarin bríkslaði á síðsta sinni.

 

 

HB U12 vann bronsu í Dana Cup

HB 1 liðið hjá U12 piltum møtti norsku Fyllingsdalen í A hálvfinaluni í Dana Cup í morgun.

Hetta var eitt gott lið, sum trýsti okkara dreingir, men vit høvdu eisini fleiri møguleikar og serliga Hanus var trupul fyri norsku verjuna. Men tað var Fyllingsdalen, ið legði seg á odda. Men HB stríddist væl víðari.

Vit fingu eisini bæði góðar møguleikar uppá mál og góðar bjargingar frá Anton, áðrenn Fyllingsdalen økti til hálvleiksstøðuna 2-0.

Okkara dreingir høvdu eisini fleiri møguleikar, áðrenn Fyllngdalen økti til fyrst 3-0 við einum langskoti og síðan við væl gjøgnum spældum álopum til 4, 5 og 6-0.

Fyllingsdalen er eitt lið, ið á papírinum sá øgiligt út. Teir vunnu sín bólk suverent við málskoruni 43-1, og høvdu millum annað sligið eitt pólkst akademilið út á vegnum til hálvfinaluna. Teir høvdu ongan dyst vunnið minnið enn við fimm málum. Bitin var ov stórur fyri okkara dreingir, ið sostatt fáa bronsuheiðursmerki í A bólkinum.

Fyllingsdalen vann seinni í dag Dana Cup fyri U-12 dreingir, tá teir vunnu á Hjørring.

Alt í alt eitt flott avrik av Anton, Jóhann, Hanusi, Regini, Sveini, Sigbrandi, Sigmundi, Símuni, Poul Kjartan og Dánjal.

20130727-090205.jpg

Trý HB lið luttóku í Dana Cup í ár. HB 2 kom í A 16. partsfinaluna, har teir vórðu slignir út av besta liðnum hjá norsku Vidar FK.

HB 2 komu í B 16. partsfinaluna, men vórðu slignir út av norsku Fossum IF.

Dana Cup er nú liðugt á hesum sinni og vit venda nøsini heim eftir.

HB er í Dana Cup hálvfinaluni

HB 1 møtti norsku Jotum IL í kvartfinaluni í Dana Cup í kvøld.

Tað leikaði sera javnt á fyrstu løtuna og bæði liðini vóru merkt av, at tey longu høvdu spælt 100 minuttir fyrrí dag, men einar 10 minuttir inni í dystinum byrjaði norska liðið at leggja meira trýst á, men okkara stinna verja og Anton í málinum stóðu móti trýstinum, umframt at onnur málstongin hjálpti til eina ferðina. Okkara dreingir høvdu eisini fleiri naskar royndir. Men hálvleiksstøðan var 0-0.

Spælið var heldur harðari í seinna hálvleiki, og gekk javnt báðar vegir.
Tað var tó ikki móti leikgongdini, at Jotum legði seg á odda 1-0, tá góðir 10 minuttir vóru eftir. Men tá málmaðurin kloddaði eitt heldur spakuligt skot hjá Sveini í málið 20 sekund áðrenn tíð, var alt opið aftur.

Her verður farið beint til brotsspark.

Sveinur legði trygt fyri
Nummar 4 hjá Jotum skoraði
Hanus skoraði
Nummar 13 skoraði, hóast Anton
Jóhann skoraði
Nummar 2 skoraði
Málmaðurin bjargaði skotið hjá Símun
Anton tók skotið hjá nummar 14
Regin skoraði
Anton tók skotið hjá nummar 15 og sendi okkum í hálvfinaluna í morgin árini kl. 8:50

20130725-223923.jpg
Anton gjørdist stóra hetjan

HB 1 spælir kvartfinalu í kvøld

HB 1 helt áfram við sannførandi spælinum, tá teir smurdu Bölhorst Häverstädt SV av.

Dysturin byrjaði væl, tá Sveinur setti eitt brotsspark í netið, og áðrenn fyrsta korterið var farið, hevði Sveinur skorað eitt afturat og Hanus eitt. Áðrenn hálvleik hevði Sveinur tryggað sær hattrickið og hálvleikstøðuna 4-0.

Í seinna hálvleiki skoraði innskifti Sigmund tvær ferð til endastøðuna 6-0.

HB 1 slapp víðari

Nú 16. parts finalurnar eru ber ikki til hjá mær at vera til dystirnar, men úrslitini kann eg siga tykkum. HB2 legði fyri við dysti móti besta liðnum hjá Vidar FK. Norski bitin gjørdist tó ov stórur at gloypa fyri okkara dreingir, ið taptu 8-2 og tí ikki longur eru í kappingini.

HB 1 er komið víðari til 8. partsfinaluna eftir stórsigur móti Amman úr Jordan. Dysturin endaði eftir tí, ið vit hava frætt 8-1 .

HB 3 kempaði manniliga men mátti lúta fyri norsku Fossum IF, ið vann 4-1. Tá tað var 1-0, vóru okkara dreingir snýttir fyri eitt klárt brotsspark. Andrias javnaði stutt eftir til 1-1. Men norska liðið legði se framum á 2-1 áðrenn steðgin. Í seinna hálvleiki høvdu vit fleiri møguleikar at javna. Men tað var Fossum, ið skoraði 2 mál til endastøðuna 4-1.

HB 3 endaði væl

Tað var eitt munandi meira tendrað HB3 lið, ið vitjaði oddaliðið í bólki 15 Trauma IF. Hóast Trauma kom á odda beinanvegin, so javnaði okkara Helgi beinanvegin til 1-1. Hálvleiksstøðan 3-1 var tí heldur ikki serliga sígandi fyri leikgongdina.

Seinni hálvleik vardu vit væl og høvdu eisini onkran møguleika móti máli.

Men tað var oddaliðið, ið tryggjaði sigurin og fyrsta plássið í bólkinum við at økja til endastøðuna 4-1.

Vónirnar eru nú góðar fyri dystinum í morgin, tá HB3 tekur ímóti norsku Fossdal IF

Dystirnir í morgin:

Kl. 9:30 HB 2 á bana 6 móti Vidar FK
Kl. 11:30 HB 1 á bana 25 móti Amman
Kl. 12:30 HB 3 á bana 7 móti Fossum IF

HB 1 vann sín bólk

HB 1 helt fram við góða spælinum og vann sannførandi bólk 16 við trimum sigrum, tá teir vunnu á Vidar FK úr Noregi.

Hálvleiksstøðan var 0-3 til okkara eftir eitt sjálvmál og mál frá Símun og Hanusi. Í seinna hálvleiki megnaði Vidar at koma betur við og skoraði tvey mál afturat, meðan okkara Sveinur skoraði føroyska málið.

Beint nú spælir HB 3 móti Trauma IF.

Ímorgin eru 16. parts finalur á skránni.