Sensuella divain í regninum

Anna Faroe er ein ung dama, men hevur rødd og útstráling sum ein fullblóðs diva.

Við einari skrá sum í stóran mun hevði løg av hennara fløgu, umframt einstøk væl vald tøkuløg, bergtók Anna vátu áskoðararnar á Vágsbø. Anna er ein ótrúliga sensuell og vøkur dama, og tað var bert, tá hon millum løgini prátaði, at tú mintist aftur, at talan var um eina unga gentu av Glyvrum og ikki eina altjóða diva.

Bólkurin hjá Annu var blandaður av serstakliga vælspælandi føroyskum tónleikarum, sum Gunnar Guttesen,  James Olsen, Hjalta Joensen, Ólavi Olsen, Konni Kass og dananum Mikkel Riber á bassi. Umframt kórdamunum Onnu Mariu Olsen og Unn Patursson.

Lortveðrið sum var alla konsertina hjá Onnu Faroe spældi ivaleyst sín leiklut í at ikki fleiri áskoðarnir vóru á Vágsbøi hesa løtuna, og tað er veruliga synd, tí Anna og bólkurin leveraðu absolutt eina av betru tónleikaupplivingunum á ársins Summarfestivali.

Meðan síðstu tónarnir av hittinum Walking On Fire ljóðaðu og regndroparnir fossaðu niður á áskoðararnar, endaði ein framúr konsert. Sjálvt um líkindini vóru ring klappaðu vit tey uppaftur á pallin, og fingu einki minni enn eina heimsfrumframførslu av einum nýggjum lagi hjá Annu. Eitt lag sum boðaði frá góðum.

Rock’n’Roll og nostalgi á Vágsbøi

Ein sera væleydnaður Summarfestivalur fekk ein sera hóskandi enda, tá Chase bjóðaði til nostalgi rokk-konsert á Vágsbøi. Við 20 árum á baki var rokkdinosaururin vaknaður aftur – og ja, hann rokkaði bæði væl og virðiliga.

Eg minnist meg ikki at hava hoyrt Chase betur enn hetta. Við eini langari røð av sínum bestu løgum, spældu Edmund, Niclas, Mikkjal og James saman við nýggja manninum Kim Hansen eina fína rokk-konsert, har allar tær røttu klisjeirnar vórðu fyltar heilt út.

Eg havi sjálvur eitt serligt forhold til bólkin, ið framum aðrar vísti vegin fyri okkum ungu rokk-tónleikarar fyrst í 90’unum. Við sínum harða rokki breyt Chase frá hinum etableraðu bólkunum, og vísti okkum, at man gott kundi. Sum ummælari var hetta somuleiðis fyrsti bólkur eg ummældi afturi í 1991. So kenslurnar vóru fjøltáttaðar.

Eftir at seinasta come backið hjá bólkinum ikki eydnaðist so øgiliga væl, var eg ein heldur stúrin ummælari, sum kreyp út í regnið at lurta eftir teimum.

Serliga hevur røddin hjá Edmundi ikki altíð verið líka góð.

Eftir tey bæði fyrstu og heldur veiku løgini “Lisa Maria” og “Lygnari”, var eg ikki sannførdur. Hesi løgini tykjast altíð at vísa Edmundsa rødd frá síni mest irriterandi síðu, og tað gjørdu tey eisini í sirminum sunnunáttina.

Men so sleit í á Vágsbøi, alt fleiri fólk komu fram til pallin, og løgini fóru at liggja betur til røddina hjá Edmundi, og knappiliga vísti hann, at hann ikki bara sær betur út, enn hann nakrantíð hevur gjørt – hann syngur eisini betur enn nakrantíð áður.

Edmund hevur slept sær av við hvølpafitan, ið var eyðkend fyrr. Hann líkist nú eini rokkstjørnu í strømmum kovboykuksum, sólbrillum og svartari t-troyggju, og kropsmálið, var fullkomiliga rock’n’roll. Hetta var so gjøgnumført, at eg næstan ikki saknaði fyrrverandi gittarleikaran Lennerth við sínum Europe hári, motorsúkklum og Whiskey-fløskum við té-vatni í, sum plagdi at vera miðdepilin í Chase framførslunum.

Løg sum “Reckless Life”, “Tú og Eg”, “Two Hearts”, “Eingangsknall”, “7 Míl Frá Hollywood” fingu fjøldina at syngja og liva við, áðrenn Chase í besta rokk-klisje stíli rýmdi av pallinum, fyri at fáa fjøldina at rópa seg inn aftur at spæla størsta hittið “Fyrstu Ferð”, og tá fór Vágsbøur upp at kóka. Ein nostalgiskur endi á eina sum heild nostalgiska festivalskrá.

 

 

Gospel í heimsflokki

Linda Andrews og hennar ómetaliga væl spælandi bólkur vísti á Summarfestivalinum hvussu Gospel skal spælast, úr enda í annan var framførslan topp professionell.

 

Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews – Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at lata vera við at varnast Lindu, ið legði dent á, at Føroyar er hennara heim, ið hon er errin av, ikki minst, tá hon vísti Føroyar fram fyri sínum útlensku tónleikavinum.

 

Eg smeltaði

Við sær hevði Linda fýra føroyskar kórsangarar, ein føroyskan James á trummum og tríggjar fantastiskar útlendingar á gittara, bassi og keyboard. Bólkurin var so ótrúliga vælspælandi, at tónleikurin kýndi oyrunum. Soloir vóru leveraðar hegnisliga og við stórum kreativiteti. Bæði Linda og kórið sungu sum dreymar, og ljóðmaðurin gjørdi sítt til fulnar. Sjálvt ein svorðin R’n’B hatari sum eg smeltaði og bleiv rørdur av tónleikinum. Hetta kanska serliga tí Linda er ein gospel diva, ið ikki dettir í út-tambaðu R’n’B grøvina í øllum førum ikki so ofta og ikki long pettu í senn. Løgini vóru eisini øgiliga væl arrangeraði, soleiðis, at tað var áhugavert at lurta at, vøkur kór og góð balansa millum instrumentini.

Løgini vóru í stóran mun av fløguni Relevation, ið Linda gav út her fyri. Gospel løg, ið høvdu týdning fyri hana tá hon var yngri. Eisini sluppu vit at hoyra, “Nú eg ásjón tína søki” av fløguni “Vit kunngera Jesus”, ið man vera mest kenda hjá Lindu í Føroyum

 

Star quality

Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleiðari. Men tað er eitt stórt lop at skula vera oddakvinna í einum bólki, og her vóru ávísir veikleikar at síggja. Serliga tá tað snúði seg um útstráling og kropsmál. Hennara armasvingan og peikifingrar tyktust dekan ov ónátúrlig. Har var ikki tað kropsliga gruvið, ið ofta eyðkennir gospel sangarar. Eisini vóru hennara lítlu røður millum løgini margháttligar – pedagogiskar á ein løgnan hátt. Tú kendi ikki, at hetta var ein oddakvinna við stjørnudusti, sum tosaði við okkum, men kanska heldur ein pedagogur á eini tónleikaterapi workshop, eg veit ikki um hetta er gott ella ringt, men tað kendist løgið.

Showmenn siga REX farvæl

SHowmennFá dansistøð munnu hava lagt pall til Showmenn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorgblídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð.

 

Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast endin. Hetta vikuskiftið fer bólkurin á pall í REX. Teir spæla bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Leygarkvøldið verður gjørt eitt sindur serligt burturúr og REX bjóðar sjampanju til gestirnar.

 

Hóast teir fýra, ið mannað Showmenn, ikki fara at spæla saman longur, so fara teir ikki at gevast við at spæla tónleik. Herfyri spældi Jens Marni tildømis í REX við eini nýggjari trio, ið umframt hann taldi upprunaliga bassleikaran í Showmonnum, Paula Magnussen og trummuleikaran Henning Nicodemussen, ið spældi saman við Jens Marna í Kjølum og All That Rain.

 

 

Kim spældi alt

Kim og bólkurin, ið var mannaður av júst teimum, sum Kim vanliga hevur spælt við, spældu løg av fløguni Alt og okkurt nýtt.

 

Summarfestivalurin

 

Kim Hansen og ein útbygd útgáva av Showmonnum, sum kallaði seg Kim Hansen, spældi eina fitta, pena og góða konsert á Vágsbøi, og á fyrsta sinni ljóðaði risa annleggið sum ein millión.

 

Nógv hevur verið tosað um hetta størsta annleggið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, men fríggjadagin ljóðaði tað ongantíð veruliga so væl, sum eitt tílíkt átti. The Rasmus ljóðaði væl, men dekan ov spakuligt var frá. Men tá Alexandur Gaard Joensen stillaði seg aftan fyri knøttarnar og ljóðblandaði Kim Hansen, ljóðaði tað fantastiska væl.

 

Kim spældi løg av Alt fløguni, og løtan gjørdist sera hugnalig, fólk vaggaðu við og sungu við, tá løg sum Maria, Fagri flokkur, Meistarin, Løtan og Góða rungaðu um Vágsbø. Bólkurin spældi sera væl. Umframt Showmenn, var gamli Taxi keyboardleikarin Magnus Johannesen við, umframt blásararnir Hans Petur í Brekkunum og Ólavur Olsen. Tað klæddi væl sukursøtu balladunum og rock’n’roll løgunum við blásarum. Samanumtikið var konsertin ordiliga góð, og gjørdist ikki verri, tá tað slitnaði í eina løtu. Kim hevur onkursvegna havt hug til at hvørva burtur í leiklutinum, sum sangari í dansiorkestrum, og tí er tað sera hugaligt, at síggja henda frálíka sangara við Kim sangum. Eisini var serliga hugaligt, at okkurt nýtt lag hevði sníkt seg inn í skránna.