Mustang Sally á jóansøku

Andrew Strong er tiltikin góður á konsertum

Vit kunnu í dag avdúka, at Commitments sangarin Andrew Strong og danski bólkurin Carpark North spæla í Føroyum á jóansøku.

Vit kunnu í dag avdúka tvey av nøvnunum, ið spæla á Jóansøkufestivalinum. Talan verður um lívligan sól og blús tónleik við frálíka írska sangaranum Andrew Strong og danskan elektroniskan popprokk við Carpark North. Vit avdúkaðu longu fyrst í januar, at ein av føroysku festivalunum hevði Carpark North á skránni í ár, nú er tað váttað, at talan er um Jóansøkufestivalin. Jóansøkufestivalurin 2006 verður í Vági í døgunum 22. – 25. juni.

 

Tónleikurin er fólkaogn

Andrew Strong gjørdist heimskendur í filminum hjá Alan Parker The Commitments. Tann tá 17 ára gamli Strong spældi ómøguligi sangarin í írska sólbólkinum  The Commitments, ið stríddust fyri at gerast heimskend. Strong sang við síni frálíku rødd løg sum Mustang Sally og In The Midnight Hour so sannførandi, at sangirnir gjørdust fólkaogn, og Andrew Strong gjørdist stjørna.

 

Fleirfaldað platin

Síðan tá hevur Strong givið fleiri fløgur út sum solistur og luttikið á útgávum hjá øðrum. Fløgusølan hevur verið sera góð og fleiri platinplátur eru komnar á hyllina hjá Andrew Strong.  Hetta hevur havt við sær at Strong hevur spælt á konsertferðum við so stórum nøvnum sum Elton John, Prince, Lenny Kravitz og The Rolling Stones.

 

Mustang Sally í Vági

Í Oktober mánað í fjør gav Andrew Strong út eina Greatest Hits fløgu við øllum teimum stóru slagarunum, umframt at nýggir sangir eisini vóru á fløguni. Síðan fløgan kom út, hevur Andrew Strong verið á konsertferð, júst nú er hann í Austrialia. Men í juni gongur leiðin til Føroya, har Jóansøkufestivalurin leggur pall til hesa fráliku sangrøddina. So suðuroyingar og jóansøkugestir sleppa at skrála við til Mustang Sally og øll hini hittini, hjá Strong.

Danskur heimsklassi

Carpark North spældi næstan takið av Mentanarhúsinum í Fuglafirði í fjør

Í september mánað í fjør gjørdi danski rokkbólkurin Carpark North innrás í Føroyum, tá teir høvdu tvær konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Ummælarin hjá Sosialinum skrivaði soleiðis um tað fyrru konsertina í Fuglafirði: Carpark North fóru á pallin og spældu so sannførandi rokktónleik, at ongin ivi var um, at hetta er ein bólkur í heimsklassa. Teir forkelaðu okkum við sonnum oyrakrási. Hetta var snøgt sagt tann besta konsertin, sum hevur verið í Føroyum í langa tíð.

 

All things to All People
Carpark North sá dagsins ljós í Århus í 1999, tá teir tríggir Lau Højen (vokal, guitar m.m.), Søren Balsner (vokal, bas m.m.) og Morten Thorhauge (trommer, percussion, programmering) stovnaðu bólkin. Bólkurin fekk skjótt sítt gjøgnumbrot. Teirra fyrsta demofløga “Carstereo”,  kom út í 2001. Hetta er mest selda danska demofløga nakrantíð. Við fløguni “Carpark North”, sum kom út í 2003 fekk bólkurin sítt stóra gjøgnumbrot. Fløgan seldi út við 50.000 eintøk, og sangurin “Transparent and Glasslike” var mest spældi sangur í donsku útvarpsrásini P3.

Hetta árið vann bólkurin eisini fleiri virðislønir fyri bæði fløguna og sangin “Transparent and Glasslike”. Í apríl 2005 gav bólkurin út fløguna “All things to all People” og hevur bólkurin í hesum sambandi verið á konsertferð og spælt nógvastaðni, bæði í Norðurlondum og í Týsklandi, haðani bólkurin júst er afturkomin í vikuskiftinum.

Á jóansøku festivalinum fáa tey, sum enn ikki hava upplivað Carpark North á konsert, møguleikan at uppliva henda framúrskarandi konsertbólk.