Meistarligur Listadagur á Sandi

Vælvitandi um gengistrupulleikan við at ummæla eitt tiltak í tí Listasavni, eg sjálvur eri nevndarformaður fyri, so kann eg ikki lata vera við at festa hesar reglur á teldu.

Við at eg geri vart við gegnistrupulleikan, so hvørvir hann kanska, men her er sum so eingin veruligur gegnistrupulleiki, tí hetta er ikki eitt ummæli, men eitt gleðisgeyl yvir tað fantastisku ríku mentanaruppliving, ið eg fekk á Listasavninum á Sandi í gjár.

Eg og umleið hálvt hundra onnur, fingu eina so stóra uppliving, at tað tykist synd, at øll onnur ikki sluppu at uppliva hana.

Á veg til Havnar aftur, mentunarliga mettur og nøktaður, hugsaði eg, um hæddarpunkt, men mátti í mínum stilla sinni staðfesta, at tiltakið var so javnt frálíkt, á so nógvan ymiskan hátt, at tað er torført at taka nakað framum, uttan beinanvegin at nevna okkurt annað.

So ístaðin fyri at fara stigbýta í góðsku fari eg at gleðast kronologiskt. Savnsleiðarin Súsan í Jákupsstovu, ið hevði sett saman eina tað bestu mentunarskránna, sum er sædd á hesum klettum, bjóðaði okkum vælkomnum í hesar fantastisku karmar, har akustikkur er so frálíkur, og har eingin mikrofon var neyðug.

Borgarstjórin á Sandi byrjaði tiltakið við ein frálíkari røðu, ið bar brá av, at Sands kommuna sær stórar møguleikar, ið teimum ætlunum, ið vit hava fyri savnið, og tað kann bert gleða okkum í nevndini at frætta.

Tónleikurin hjá Sunleifi
Síðan var tónleikur á skránni, og tað var tónleikur í heimsflokki, Sunleif Rasmussen, okkara altjóða viðurkenda tónaskald, ið tó er so lokalur, at hann er uppvaksin beint við savnið, var  á skránni. Ikki bert tónleikurin var á skránni, nei Sunleif sjálvur var eisini á skránni.

Á sera pedagogiskan hátt, gav hann okkum innlit í sín tónleik, og sínar tankar í sambandi við tónleikin. Ólavur Jakobsen spældi eitt gittarstykkið, hjá Sunleifi. Her rann akustikkur, verkið og framførslan saman í eina stórasligna eind. Halt kipp, sum tað var gott.

Síðan var Michala Petri á skránni, saman við Sunleifi gav hon í øllum førum mær eina heilt nýggja fatan av blokkfloytum. Bæði teknikkir og nógvu ymisku floyturnar hon skuldi brúka vóru presenteraðar, áðrenn hon framførdi eitt fantastiskt verk hjá Sunleifi. Serliga var tað næsti partur av verkinum, har hon sang ein tóna, meðan hon spældi ein annan á floytuna, sum onkursvegna tók meg í sálina.

Eg havi ikki orð fyri hvussu frálík Ólavur og Michala eru, men sum við øllum fantastiskum tónleikarum, so virka tey eitt við síni ljóðføri.

Fittur gentubólkur
Tað mest hóskandi lýsingarorðið, ið eg havi til at lýsa Lív Næs og hennara tónleik, er fitt ella fittur. Serliga í føroysku løgunum er ein tílík óskuld og fittleiki, sum saman við sjarmerandi røddini fær meg at smelta, og tað tyktist at vera galdandi fyri tey flestu, sum vóru á konsertini. Lív spælir nú saman við øðrum ungum kvinnum, ið syngja kór og spæla gittar við henni, og hetta klæðir henni. Fittu sjarmerandi sangirnir góvu tiltakinum eitt ungdommiligt ískoyti, og kensluna av onkrum óspiltum.

Kingo við Niels Midjord og Lúllanum
Eg má viðganga, at hóast eg havi verið serstakliga aktivur lurtari eftir føroyskum tónleiki, so havi eg ongantíð hoyrt útgávurnar ellar konsertirnar hjá Niels Midjord við Kingosangi. Eg havi stýrt uttanum, tí eg veruliga ikki helt, tað vera nakað fyri meg. Tí var hesin parturin av tiltakinum bestemt heldur ikki tann, sum eg gleddi meg mest til.  Men teir báðir Niels Midjord og Lúllin høvdu ikki sungið nógvar reglur, áðrenn eg var seldur. Hetta var nakað so fantastiskt, erligt, hjartaligt og framum alt vakurt. Eg má beint út at keypa eina fløgu við hesum.

Tragikomiskur Heinesen
Tær báðar frailku sjónleikarkvinnurnar Gunnvá Zachariassen og Beinta Clothier, fóru síðan á pallin við leikinum Syndefaldet, ið byggir á eina søgu hjá William Heinesen. Ein leikur, ið tær framføra á gøtudonskum, og sum kann framførast í øllum hølum og umstøðum, og tað skal vera mitt inniliga ynski, at hetta kemur víða um. Sjálvandi skulu allir føroyingar síggja hetta, men eisini vóni eg, at fyritøkur, stovnar og myndugleikar, ið fáa útlendskar gestir, velja at visa sínum gestum hetta.

Leikurin var ein ferð gjøgnum stórar kenslur, og vit smíltust, flentu og høvdu hug at tára. Ikki bert tí søgan er so góð, men eisini tí at Gunnvá og Beinta spældu og fortaldu hana so framúrskarandi væl.

Ólavur Jakobsen hevði til høvið gjørt eitt violinstykkið hjá Willami Heinsen um til gittar, og frumframførdi hetta fyri okkum, og aftur her var tað undurfult, at hoyra henda fantastiska gittarleikara framføra í hesum fantastisku hølum, og eg vildi hildi, at hetta stykkið kundi átt eitt natúrligt pláss aftan á leikin í øðrum høpum eisini.

Poetryslam.fo
Eg má viðganga, at tann parturin av tiltakinum, ið eg frammanundan gleddi meg mest til, skjaldrasamanbrestin millum Vilhelminu Larsen og Carl Johan Jensen.  Hesi bæði, sum á hvør sín hátt hava givið føroyskum skjaldrum nýtt lív, Vilhelmina við at dokumentera tey, umframt at læra hvørt mansbarn í Føroyum um hendan arv okkara í sjónvarpssendingum, og Carl Johan, sum við sínum nýtulkingum av skjaldrum hevur víst, at hetta er ein livandi list.

Hóast vónirnar vóru stórar, so var veruleikin uppaftur betur. Hetta var fantastiskt. Vilhelmina legði fyri, við at spyrja Carl Johan, um hansara kundu syngjast, tí hon mátti viðganga, at tey einastu skjaldrini, hon hevði hoyrt, vóru tey, sum mamma hennara sang fyri henni, tá hon skuldi sova. Carl Johan svaraði aftur, at hansara skjaldur ikki vóru til at sovna av, kanska heldur at vakna av, og so koyrdi tað bara, hann við sínum, og hon við teimum gomlu. Eg havi eftirhondini rættiliga ofta hoyrt Carl Johan við skjaldrum, men á Listasavninum fullu tey veruliga uppá pláss. Tí saman við tí siðbundna stendur tað nýggja nógv sterkari.

Gittar og floyta í himmalskari samanrenning
Áðrenn tiltakið endaði við listauppboðssølu, framførdu tey bæði Ólavur Jakobsen og Michala Petri saman. Tey spældu ymisk verk frá ymiskum tíðum og støðum, og hetta var einki minnið enn ein fullkomin endi, á einum frálíkum listadegi. Tey eru so góð hvør sær, men saman rann tónleikurin upp í eina hægri eind, tað var vakurt og meistarligt.

Eg noyðist at taka Michalu Petri fram, eg kann ikki siga annað, enn at eg fekk ein heilt nýggja fatan av blokkfloytuni hendan dagin.  At sleppa at uppliva eitt so stórt tónlistarligt begávilsi, eitt tílíkt heimsnavn í tílíkum smáum og hugnaligum kørmum, tað kennist sum eitt privilegium.

Túsund takk fyri, øll tit sum gjørdu dagin so fantastiskan, tit sum framførdu, tit sum hugdu og lurtaðu, Súsan sum fyriskipaði, Símin sum hjálpti henni og øll tit sum lótu verk til uppboðssøluna. Túsund takk

Klassiskt undirhald í hini operaini

Á debutkonsertini hjá Andras Olsen vísti basunsnillingurin, at klassiskur tónleikur kann vera øgiliga undirhaldandi. Konsertin var eitt show við kovboyhattum, klovnaframførslu og eini smakksroynd av onkrum heilt fantastiskum.

Myndir: Símun Jóanesarson Hansen

Foreldrini Kári og Ása vóru komin til Keypmannahavnar á konsert og vóru sera errin av soninum

Den Anden Opera var á tremur við fólki, allir stólar vóru fyltir, tá Andras Olsen í fríggjakvøldið spældi sína debutkonsert. Debutkonsertin er eitt slag av próvtøku ella endakonsert fyri hansara lestur á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium. Seks verk vóru á skránni, millum hesi vóru frumframførslur av nýggjum verkum hjá Sunnleivi Rasmussen og Tróndi Bogasyni.

 

Vildi takast av bóli

Í skránni, ið vit fingu stungna í hondina á veg inn, skrivaði Andras millum annað, at hann hevði lagt seg eftir at spæla nýggjari tónleik hetta kvøldið. Hetta var ikki tí, at tað eru fá stórverk skrivaði til basun gjøgnum tíðirnar. Men heldur tí hann vildi vísa teir møguleikar, ið hann sær í basuntónleiki, og hvat hann ætlar sær at fáast við, nú hann var liðugur við lesturin. Hann segði somuleiðis, at hann hevði hugsað seg sjálvan í áskoðararnar stað, tá hann legði skránna. Sum áskoðari vildi hann fegin takast av bóli, og hetta hevði hann so roynt..

Konsertin var býtt upp í tveir partar, fyrri parturin var meira siðbundin í framførsluni, meðan tann seinni spældi uppá nógv fleiri streingir.

 

Varð tikin av bóli

Andras Olsen legði fyri við einum verkið hjá Jaques Castérède, Sonatine for basun og klaver. Hetta verkið var í trimum partum, og tók veruliga áskoðaran av bóli við sínum stóra fjøllbroytni. Hetta fyrsta verk varð spælt av Andras Olsen á basun og Thomas Gooseman á klaver. Verkið var í trimum pørtum. Fyrsti patur var villur og lívligur, síðan kom ein sera friðarligur partur og seinasti parturin var festligur og lívligur á ein bandittasligan hátt. Andras hevði megnað at tikið meg av bóli.

 

Kitlaði forvitnið

Næsta verkið var The Bells Of Vienta, hjá Bent Sørensen. Eitt verk har vit upplivdu basunina á ein heilt annan og meira ekstreman hátt. Við einum Harmon dempara og songrøddini hjá Andras ígjøgnum basunina, var verkið fyri meg meira áhugavert, enn tað var gott. Mítt forvitni bleiv tó kitlað.

 

Ófrættakent

Seinasta verkið í fyrra parti var frumframførsla av verkinum Apparition/Dispariation hjá Sunnleivi Rasmussen. Verkið er skrivað til basun og slagverk. Við sær á slagverkið hevði Andras Olsen fingið Mathias Friis Hansen. Verkið hevði okkurt ófrættakent yvir sær, tað var øgiliga skiftandi við sterkum kontrastum. Frá tí villa og ógvusliga til tað meira friðarliga, men alla tíðina var ein kensla av rótloysi í luftini.

 

Klovnurin Andras Olsen

Eftir steðgin gjørdist konsertin í størri mun eitt show enn áðrenn steðgin. Fyrst við stykkinum hjá Luciano Berio, Sequenza V, ið er eitt sera torført stykki. Berio skrivaði Sequenzaðir til 13 ljóðføri. Sequenza V er til basun. Andras segði í skránni, at flestu tónleikarar halda, at Sequenza stykkini eru tey torførastu og bestu stykkini, ið eru skrivað til teirra ljóðføri, og fyri Andras var Sequenza V einki undantak.

Sequenza V er skrivað til minnis um sveitsiska skemtaran og klovnin Karl Adrian “Grock” Wettach. Stykkið er gjørt yvir eina framførslu hjá Grock undir 2. heimsbardaga fyri nasistunum.

Meðan Andras spældi hetta torføra stykki, framførdi hann somuleiðisa eina klovnaframførslu. Her var ríkiligt av yvirskoti at hóma og vísti, at framførslur av klassiskum tónleiki kunnu vera sera festligar.

 

Andras Olsen spældi eina frálíka konsert í hini operaini.

Eitt fantastiskt listarligt bland

Síðan kom framførslan av 7 Musicians, ið er eitt brot úr stórverkinum The Investigation Of A Dog, ið tónasmiðurin Tróndur Bogason, Andras sjálvur, dansarinnan og koreografurin Rannvá Káradóttir, filmskaparin Marianna Mørkøre og ljósmaðurin Egil Hansen samstarvast um. 7 Musicians var eitt fantastiskt bland av ymsum listagreinum, ið saman skaptu eina frálíka heild. Hetta var ein smakksroynd, og hon smakkaði so væl, at vit kunnu gleða okkum til alt verkið verður liðugt. The Investigation Of A Dong verður ein dramatisk framførsla, ið verður umleið ein tíma, tá tað er heilt liðugt. verkið er bygt á eina stuttsøgu hjá Kafka um ein hund, ið leitar eftir sannleikanum.

 

Kovboyarar fyri basun og trompet

Andras endaði við at framføra kovboystykkið Kit Bones & Hawk Hardon hjá Frederik Høgberg. Hetta stykkið er ein duellur millum tveir kovboyarar á basun og trompet. Í hesum verkinum var Anders Nyqvist við á trompet, og hesir báðir í kovboyhatti gjørdu endan á konsertini sera stuttligan. Verkið var kryddað við Clint Eastwood setningum sum “Go ahead – make my day” og “This town ain’t big enough for both of us”. Hetta stykkið spældu Andras og Frederik eisini, tá teir vóru uppi í próvtøku á The Royal Academy Of Music í London.

Konsertin gjørdist ein frálík uppliving, og um hetta umboðar, tað ið Andras ætlar sær at fáast við, nú hann er liðugur á konservatoriuminum, so hava vit føroyingar nógvar stórar tónleikaupplivingar í væntu.