Føstulávintsdansur í hjartanum á føroyska útisetalívinum

Dansitiltøk kunnu betur enn nakað annað savna føroyskar útisetar. 230 fólk vóru sostatt komin saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá kórið MPIRI skipaði fyri Føstulávintsdansi við einum sterkum kontri og vestern grýlutema.

 

Frásøgn


The Reverends eru føroyskt kontri í heimsflokki (Mynd: Símun Jóannesarson Hansen)

Dansur og dansitiltøk hava í nógv ár verðið sjálvt grundarlagið undir útisetalívinum hjá føroyingum í Keypmannahavn. Eini 10-15 ferð um árið letur Føroyahúsið dyrnar upp fyri føroyingum, ið bara vilja hugna sær, dansa, drekka føroyskar øl og hittast við øðrum, ið einans hava eitt til felags, tað er, at tey eru føroyingar.

 

Tað er ræðuligt hetta er stuttligt

I’m the Highwayman sang kanska frægasti føroyski kontrisangarin Niclas Thorsteinsson og dansigólvið fyltist á tremur við føroyingum í aldursbólkinum 20-60. “Høvdu vit verið í Føroyum, var eg ongantíð farin í kontridans, men tað er ræðuligt hetta er stuttligt!” Hesi orð átti ljóshærda gentan, ið eg ikki kendi, men sum onkur kendi, sum eg kendi. Hon sat við borðið, har eg sat og hvíldi seg eina løtu. Hon hevði dansað alt kvøldið og orðini lýstu ómetaliga væl sjálvan andan í øllum føroyskum dansitiløkum í Keypmannahavn.

 

Hjarta í útisetalívinum

Á Norðurbryggjuni 3 kilometrar eystanfyri Føroyhúsið verður dagliga tað fremsta innan føroyska mentan bjóða fram. Har eru tónlistarligar stórupplivingar, vakrasta og mest forkunnuga føroyska listin innan flestu listasløg. Men samanumtikið er einki, sum savnar føroyingar sum dansurin, og tí fær Bryggjan ongantíð sama pláss í útisetahjørtum sum dansistøðini hava. Í 90’árunum vóru Gimle á Islandsbrygge og Føroyahúsið á Vesterbrogade karmarnir, men eftir at Gimle var rivið niður, er einans Føroyahúsið eftir. Hetta er einki minnið enn hjarta í føroyska útisetalívinum í danska høvuðstaðnum.

 

Á flog tvørtur um Longubrúgv

Klokkan var níggju minuttir í miðnátt, tá hýruvognurin endiliga kom til blokk F á Oyrasundskollegiinum. Vit høvdu bíða í yvir 20 minuttir eftir bilinum og vistu, at dyrnar í Føroyahúsinum lótu aftur á miðnátt. Tí bóðu vit hýruvognsføraran um at traðka á spiitaran. Hetta tók hann sera bókstaviliga, og túrurin gjørdist ein uppliving fyri seg. Tað kendist, sum um vit flugu yvir um Longubrúgv og lendu aftur við ljóskurvarnar á Ráðhúsplássinum. Ein minutt í miðnátt bremsaði hann hart uttan fyri Video Netto á Vesterbrogade beint yvir av Føroyahúsinum. Vit sluppu í síðstu løtu inn. Í durðunum var ein duravørur við revolvarabelti og kovboyhatti, ið tók ímóti okkum við stórum smíli. Á plakatini stóð, at ikki var loyvt at hava hestin við sær, og úr salinum ljómaðu tónarnir av Johnny Cash. Hetta var eitt ordans kontriball.

 

Syngjandi kovboytombola

Á veg at sleppa okkum av við jakkan komu vit framvið kovboytombolanum við teimum syngjandi tombolagentunum. Fyriskipari av tiltakinum var útisetakórið MPIRI, tí kundi tílíkt, sum at keypa ein tombolaseðil lætt gerast ein sanguppliving. Dansitiltøkini hjálpa við at fíggja raksturin hja føroysku feløgnum og halda lív í feløgum sum Fótatraðk, ÍF-Føroyar, MPIRI og sjálvum Føroyahúsinum. Eisini á hendan hátt er dansurin grundarlagið undir útisetalívinum. Eini 230 fólk vóru komin saman í Føroyahúsinum hetta kvøldið, og hetta er eitt gott ískoyti til raksturin hjá MPIRI, ið aftur í ár ætlar sær at framføra bæði í Føroyum og Danmark.

 

Whiskeybarr í skúlastovuni

Skúlastovan á fyrstu hædd var karmur um whiskeybarr, har upprunaligi kórleiðarin og stigtakarin til MPIRI Bogi Mouritsen var barrvørur. Ikki færri enn átta sløg av góðum whiskey kundu kræsnir gómar velja ímillum. Barrin var á tremur við fólki í góðum lag. Ein, ið eg plagdi at ganga í barnagarð við sat har, hann var væl fyri av nakað nógvum dupultum 10 ára gomlum La Phroaig og rópti á meg, “Hey! Tú hann sjálvur……Jens Suni, ert tú ikki hann sjálvur í..øøø..MC..øøø..okkurt?” – Jú eingin ivi var um, at lagið í Føstulávintsdansinum var framúrskarandið.

 

Leindansing og Blugræss

Niðrið undir spældu The Reverends Kenny Rogers lagið “Ruby, don’t take your love to town”, durðavørurin í kovboyhattinum og nakrir av barrvørurum lupu út á gólvið, og áðrenn vit vistu av, var dansigólvið ein stór leindansing framførsla. Hetta var ordilig kontri og vestern.

Í barrini niðrið undir var føroysk ølið stóra søluvøran, men fryntliga barrkonan við í revolvarabelti seldi eisini skot av alskyns slagi.

Dansigólvið fyltist stútt, og lagið gjørdist alt betur. Við løgum hjá Johnny Cash, Garth Brooks, Kenny Rogers, Shania Twain og øllum hinum stóru  kontrinøvnunum hildu The Reverends ung sum gomul á dansigólvinum, alt varð kryddað við fitt av gomlum Blugræss. Okkurt heimagjørt lag var eisini á skránni og hesi vístu, at Føroyingar veruliga hava fingið enn ein frálíkan kontribólk.

 

Vestmenn eru føroyskir kontri-beatlar

Hóast talan var um løg hjá nøkrum av heimsins størstu kontribólkum, var eingin ivi um, at best dámda lagið á kvøldinum var “Eg siti so eina” hjá føroysku kontri-beatlunum Vestmonnum, tá sang hvør munnur við og tað var ikki at standa fyri, soleiðis sum fólk rann fyri at sleppa á dansigólvið. Sangarin í The Reverends Niclas Thorsteinsson viðmerkti, hvussu stórfingið tað var, at meðan teir spældu her, so spældu Vestmenn í Kagganum. Eingin ivi er um, at virðingin fyri Vestmonnum er stór millum hesar ungu kontrihetjurnar.

 

Rúni er nýggjur prædikumaður

Besti føroyski kontribólkurin The Reverends hevur fingið nýggjan trummuleikara og fer leygarkvøldið á pallin fyrstu ferð við honum. Høvið er árligi Føstulávintsdansurin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

The Reverends er útisetabólkur við garvaðum tónleikarum úr nøkrum av Føroya bestu rokkbólkum, men saman eru teir reint kontri. Teir hava seinastu árini spælt til dans í føroyska útisetaumhvørvinum í Danmark, umframt kontrikonsertir í donskum spælistøðum. Í fjør summar var bólkurin somuleiðis rundferð í Føroyum. Tá trummuleikarin Richard Hansen flutti til Føroyar í fjør, fóru The Reverends at leita eftir nýggjum trummuleikara. Avloysarin gjørdist sera habilur.

 

Rúni Mouritsen gongur á klassisku linjuni á konservatoriinum, hann er kendur av klassiska tónleikapallinum, men eisini úr rútmiskum bólkum, sum Lawetz og Páll Finnur Páll.  Leygarkvøldið spælir The Reverends, so fyrstu ferð við Rúna á trummum. Seinastu ferð at The Reverends spældu var innið á háttvirda bluesspælistaðnum MOJO í miðbýnum í Keypmannahavn í september. Rúni kom við í bólkin í november og síðan tá, hevur The Reverends vant spæliskránna saman við Rúna. Leygarkvøldið spælir bólkurin eitt bland av teirra egna kontri og løgum hjá øðrum, tá teir bjóða fólk at lata seg í kovboyhattin og koma inn í Føroyahúsið í Keypmannahavn í Føstulávintsdans.

 

Tað er kórið MPIRI, ið skipar fyri føstulávintsdansinum. Føstulávintsdansurin hevur síðan fyrru helvt av 90’árunum verið eitt tað størsta dansitiltakið í føroyska útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn.

Summar

Flugurnar, ið setast á hundalortarnar á gøtuni framvið kirkjugarðinum, siga, at summarið nærkast. Hendan gøtan, sum um veturin er hálv undir í vatni er nú tornað, og eg síggi knappiliga, hvussu nógvir hundalortar kunnu vera á einum so lítlum øki.

 

sukklurumpaVið mínum tungu HH posum hoppi eg upp um lortabunka eftir lortabunka, meðan eg hugsi um slalom.

 

Heima aftur hoyri eg, at uppiábúgvin hjá mær, hevur latið vindeyguni upp í hitanum, ikki bert eitt vindeyga, men øll, og harði larmurin av hennara anskræmiliga kontry tónleiki, floymir inn gjøgnum míni vindeygu, og eg verði tvangsinnlagdur at lurta eftir Gluntan. Eg havi ofta hugsað, hví tað altíð eru tey við tí ringasta smakinum, sum spæla harðasta tónleikin. Bygdafólk! Hugsa tær at flyta til ein stórbý og gerðast granni við ein, ið dámar Gluntan.

 

Eg meini so við, eg haldi eg eri rættiliga tolerantur, men kontri er ringt, og norskt kontri tað er verri. Um tónarnir endiliga skulu vera norskir, so hví ikki njóta Aqua, teirra norska innslag er stak snotiligt, og so hava tey eisini humor. Gluntan, har er einki gott at siga um tað. Ljóðdálking, og so eru teir ljótir omaná tað heila.

 

Summarið her er hiti, hiti so heitur at hundalortar torna, og eg sveitti sum eitt svín, má lata vindeyguni upp, og harvið vera plágaður av kontri. Mjólkin er súr, fólk eru heit og skeldast, roykurin av bilum, og larmurin tykist enn meira týðiligur.

 

Men so eru tað eisini tær. Tær eru dagsins hæddarpunkt hvønn summardag, í sínum stuttu kjólum og sólbrendu lørðum. Ein vinmaður segði mær, at um veturin vóru tær innilæstar í einum pakkhúsið á Nørrebro, so um summarið sluppu tær út. Hesin floymurin av vøkrum gentum á súkklum, onga aðra staðnis í heiminum sært tú nakað líknandi, hetta eru havfrúnnar, tann veruliga attraktiónin. Danskar hálvnaknar gentur á súkklu. Stuttar kjólar og toppar, sum ikki røkka niður um nalvan. Nakrar hava ring í nalvanum, tað er rættiliga eggjandi haldi eg.

 

Hevði ein arbeiðsfelaga og vinmann, sum kom ov seint til arbeiðis ein dagin, tí hann hevði súkkla beint aftan fyri eina av teimum, og hevði gloymt at dreyga, og var endaður heilt úti á Sundbyvesterplads. Hetta eru sirenurnar, ístaðin fyri sang brúka hesar eina perfekta reyv, sum lokkar og dregur og fær ein hvønn mann at smelta ella súkkla í blindum
Danska  summarið er hiti, hundalortar, súr mjólk og hálvnaknar gentur við vælskaptum reyvum, súkklandi runt á gøtunum. Eg gleði meg longu.