Skeggast er eitt fínt orð

Sá júst Dag og Viku, har var fínt prát um mangulin uppá eitt seksuelt gerandismál. Í Føroyum er alt so fúlt, søgdu Birita Lamhauge Jóansdóttir og Vár í Ólavsstovu. Her bleiv orðið “mogga” brúkt sum dømi. Birita hataði orðið segði hon, og eftirlýsti, at hava eitt fitt orð fyri samlegu, sum t.d. danir hava við orðinum “bolle”. Well Birita, tú hevur ikki fylgt nóg væl við. Vit hava eitt fínt pent og fitt orð: “skeggast”.

 

Tað sum er serliga super við “skeggast”, er at orðið er fleirdimensionelt, og kann brúkast í nógvum sambondum. Eitt nú:

“Kom og skeggast” í sambandi við umbøn til ein potentiellan sekspartnara.

“Eg fari at skegga mær” fyri at greiða fólki frá, at man fer at onanera, hetta er brúkbart fyri menn og kvinnur.

“Kann eg skegga tær í rumpuna” um man er úti eftir rumpuseksi.

 

Orðið “skeggast” er longu útbreitt í fólkinum, og sprottið úr fólkinum, so eg vildi mett, at tað livur upp til alt, sum Birita eftirlýsir.

 

Helvitisliga góð klumma í morgun

Kringvarpið byrjaði hendan 14. september við einari óvanliga hvassari, sarkastiskari, konstruktivari og beinraknari klummu.

Eg ivist ikki í, at tey eru nógv kring føroysku morgunmatarborðini, ið fingu kryddaran uppá tvørs í hálsin, tá klummuskrivarin loyvdi sær bæði at tosa um sex og kritisera okkara politikarar.

Men herfrá skal vera staðfest, at tað er eins neyðugt, at okkara politikarar taka seg saman, og halda uppat bara við at snakka um trupulleikarnar, sum tað er at vit føroyingar halda áfram at hava sex og fáa børn, tí annars verða vit avtoftaði.

So tit sum, um ena løtu fara at seta tykkum at grenja á Facebook, skriva lesarabrøv, ringja til Kringvarpsstjóran ella tað sum verrri er, hugsi tykkum einaferð eyka um. Seti tykkum hendan spurning, vera trupulleikin við minkandi barnatalinum loystur av, at politikarar staðfesta, tosa og práta um hann, og koma við útsagnum sum, vit mugu gerast meira kappingarfør.

 

Hoyr klummuna her

Hvat er galið við Kaj Klein?

Kaj Klein hevur við tveimum sínum seinastu útgávum givið føroyingum nøkur av bestu føroysku løgunum innan populeru fólkarokk genruna. Men hóast hetta tykist hann næstan at vera útihýstur úr Kringvarpinum. Eg skilji hetta als ikki. Tað er so ikki tí, at genran ikki fær ríkiliga rúmd í útvarpinum.

Kaj Klein gav fyrr í ár út  fantastisku fløguna “Í andglettinum”, ein fløga har hansara rødd og røddin hjá Mariu Guttesen ganga upp í eina hægri eind, og sum er nakað so fantastiska góð, fangandi, vælskrivað og vælspæld, stutt sagt frálík. Hon er á tremur við løgum, ið áttu at verið slagarar, ið vit øll sungu við til, tí løgini eru stuttlig, fangandi og fólkslig og tekstirnir eru líkatil og viðkomandi. Hví hendan fløgan verður so lítið spæld, tá aðrar fløgur í somu genru, men av nógv verri góðsku, vera tráspældar, tað skilji eg ikki.

 

Men seinastu dagarnar havi eg lurta nokkso fitt eftir næstseinastu fløguni hjá Kaj, hon var eisini framúrskarandi og í stóran mun líka fólkslig, men hon leið somu lagnu í Kringvarpinum. Tað er fantastiskt at hoyra løg sum “Palla’sa pengar”, “Summarsangur”, “Stilt lag” og “Sawyer”, hetta er so gott!  Eg skilji tað ikki, hví hesar fløgur ikki hava skítfult av løgum á playlistunum,  tá eg samstundis skal hoyra útgávur í treyðugt eru útgávuverdar tráspældar.

 

Innihald fram um form

Onkur segði “Content is god”, well tá eg sjálvur og ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen luttóku í sendingini Fríggjakvøld, fyri at leggja nýggja Kringvarpsstjóranum lag á, hvussu nú skal stýrast, so var høvuðsboðskapurin, hugsa meira um innihald og minnið um form.

Hygg at innslagnum her

Eg hati makrel

Makrelur er ein kontroversiellur fiskur, øgiliga kontroversiellur. So kontroversiellur, at løgmaður nú hóttir Miðflokkin við at vera smitaðan úr samgonguni, um teir atkvøða fyri uppboðssølu av makreli einaferð afturat. Persónliga havi eg bert andstygd yvir fyri makreli, eitt hatur, ið stingur djúpt, eitt hatur frá gomlum døgum.

 

Eg havi ikki skil á makreli. Eg haldi bara, at tað ljóðar løgið, at eini 24 tinglimir, umframt løgmann sjálvan og vinnumálaráðharran ynskja uppboðssølu av makreli, men at tað opinbart er ein demokratisk deyðsynd at atkvøða fyri einari uppboðssølu. Hetta er opinbart demokrati, ið allari sínari prakt.

 

Well, eg veit eitt sindur um demokrati, og sum ein føroyingur við áhuga í demokrati, kenni eg tíanverri eisini nógv til minniluta diktatur. Men makrel havi, eg sum sagt ikki skil fyri, bert hatur. Tí eri eg neyvan tann mest objektivi, tá tað kemur til makrel.

 

Haturið og andstygdin stavar frá einum gerandismorgni í 1994. Eg sat við kassan í Netto á Ølandsgade á Amager í Keypmannahavn. Klokkan var 8, vit høvdu júst latið dyrnar upp. Inn tustu teir vanligu tystu bumsarnir at keypa sær sína morgunkenning: nakrar Bjørne Bryg og eina fløsku av kirsuberjavíni (Kirsuberjavín, var tann drykkurin, ið hevði hægst alkoholprosent pr. kr.).

 

Eitt av teimum skitnastu og mest illa luktandi ólukkudýrunum var opinbart ikki bara tystur, men eisini svangur hendan morgunin. Hann hevði fingið sær fatur á einari dós av makreli í tomat, og í bíðirøðini hevði hann fingið dósina upp. Har var eingin gaffil, so fingrar og fullskegg var eitt stórt makrelhelviti. Tað luktaði forferdiligt: hetta skitna, illaluktandi menniskja, innsmurt í makrel og tomatsós . Hann royndi at geva mær svansuttu makreldósina at skanna.

 

Eg takkaði klíggjandi nei, og segði, at eg dugdi prísin, men tók móti nøkrum klepruttum myntum fyri Kirsuberjavín og makrel.

 

Hesa sjón og hendan luktin havi eg enn við mær, hvørja ferð eg síggi makrel í tomat, tað er ólekkurt, og eg hati tað, eg hati makrel.

 

Mær dámar tó Makrel, sum var ein fínur rokkbólkur, men tað er ein heilt onnur søga.

 

Lat tað vera sagt enn einaferð, eg havi ikki skil uppá makrel. Men eg havi skil fyri journalistikki. Tí undrar tað meg, at løgmaður slapp so lætt, tá hann í Kringvarpinum hótti Miðflokkin við útihýsan úr samgonguni, samstundis, sum hansara egni floksfelagi atkvøddi við Miðflokkinum. Løgmaður er ikki kendur, sum tann stóri retorikkarin, men hann snúraði útvarpsmannin um lítlafingurin í hasari samrøðuni á nátturða í kvøld.

Er avtøkan av Degi og viku ein provokatión?

Onkur segði á Facebook í gjár, at Annika Mittún Jacobsen einki hevði at missa, nú hon er á veg út gjøgnum hurðina, og at niðurleggingin av Degi og Viku í summar,  var ein máti at smekka veruleikan av minkandi játtanini upp í andlitið á politikarunum.

 

Tað eru  bara tveir trupulleikar við hesum, tað fyrsta er, at okkara stýri er somikið troytt av, at teirra politikkur verður settur undir lupp alla tíðina. At tað ivaleyst er ein lætti, at eingin Dagur og vika er hesa tíðina.  Tað er ikki óhugsandi, at teimum dámar hetta so væl, at teir fara at gera sítt ítarsta fyri at tryggja, at vit heldur ikki komandi ár fáa Dag og viku um summarið.

 

Hitt er. at tað ikki var Annika, sum bleiv kasta út at kunngera hetta, tað var Liljan Weihe, nýsettur og relativt óroyndur tíðindaleiðari, sum nettupp hevur sera nógv at missa, bæði hvat viðvíkjur trúvirði fyri sínum starvsfólki og í almenninginum.

 

Í Pressuni í gjár boðaði Kringvarpsstjórin frá, at hon hevur tikið hesa avgerina fyri fleiri mánaðum síðan, tvs. áðrenn Liljan Weihe kom í starvið. Við øðrum orðum slapp tíðindaleiðarin at taka eina kúlu fyri sín fráfarandi stjóra.

 

So mín niðurstøða má vera, at var hetta ein provokatión, so var hon veruliga tápulig.

Kringvarpið hevur kvett av sítt høgra og vinstra bein

Sjáldan havi eg hoyrt so vánaliga undanførslu, sum tá Annika Mittún kjakaðist við Árna Gregersen í sendingini Pressan í dag.

 

Mynd stolin av Kringvarp.fo

Árni Gregersen vísti á, at Kringvarpið hevur 60 mió á sínari fíggjarætlan, og at hetta eigur at røkka eitt sindur, og at tí var talan um skeivar raðfestingar, tá man velur ikki at hava tíðindasending í sjónvarpinum 7 vikur um summarið, heldur enn at spara aðrastaðni.

 

Annika Mittún Jacobsen kom við teirri undanførslu, at tey vóru bundin av public service sáttmálanum, ið sigur, at tey skulu raðfesta mentan eins væl og tíðindi. Hon segði, at hon hevði fingið boð frá Mentamálaráðnum, at um tvey fólk arbeiddu í Kringvarpinum, skuldi tað eina arbeiða við mentan, meðan hitt gjørdi tíðindi. Tí var hon noydd at skera Dag og viku.

 

At hon kemur sær at siga soleiðis. Kringvarpið hevur langt síðan skorið alla mentanarflatuna burtur, bert ein maður, Súni Merkistein arbeiðir við einari desideraðari mentanarsending, allar aðrar mentanarsendingar hevur leiðslan í Kringvarpinum avmontera. Vónandi er Súni væl løntur, tí hann er dugnaligur sum fáur, men neyvan man in Menté hava eina játtan á 30 mió.

 

Ja, man kann enntá siga, at sambært Anniku, hevði  mentan verðið raðfest við líka nógvum starvsfólkum, um bert tvey fólk arbeiddu í Kringvarpinum.

 

Gamaní har er tónleikur, og tað er at rokna sum mentan. Men hetta er mest sum ífylla eftir playlistum, ið síggja tónleik, sum reint popundirhald. Eingin viðgerð eingin dýpd. Tónleikasamskiparin í Kringvarpinum hevur enntá seinastu vikurnar argumentera fyri, at leikluturin hjá føroyskum tónleiki, ikki má gerast ov stórur.

 

Tá Kringvarpsstjórin velur at argumentera, at mentan og tíðindi eru tey bæði innihaldsligu beinini, ið Kringvarpið skal standa á, samstundis sum hon hevur avmontera mentanarflatuna, og nú skerð burt Dag og viku í 7 vikur, ger hon sjónligt, hvussu heilt galið tað er við raðfestingunum hjá leiðsluni í Kringvarpinum.

 

Eg skilji einki, men eg skilji teg, rappaði eg fyrstu ferð í 1996. Eftir at hava hoyrt Kringvarpsstjóran í dag, havi eg hug at umyrkja, tað til “Eg skilji einki, og slett ikki teg.

 

Hoyr innslagið við Árna Gregersen og Anniku Mittún Jacobsen,

 

Les mín blogg um manglandi mentanina í Kringvarpinum her

 

Hoyr annars hvat eg og Birgir Kruse halda um avtøkuna av Degi og viku her

Guð havi lov fyri Suna Merkistein

myndin er stolin av portalinum, tey brúka so ofta myndir hjá mær, at tað gongur upp.

Men fy for den ledeste, sum eg haldi lítið um programleggingarleistin í Kringvarpinum, ið mest tykist, sum ein systematisk avmentan.

Eg eri tó somikið realistiskur, at eg ikki vænti nakra dulda dagsskrá á hesum øki heldur, bara manglandi skil fyri tí leikluti, ið Kringvarpið eigur at hava.

 

Havi júst sitið og lurtað eftir in Mente hjá Suna Merkistein. Ein frálík  sending, ið viðger føroyska mentan.

 

Í dag var tað sjónleikurin Breaking The Waves, ið varð ummældur, umframt at hugt var aftur á skaldskapin hjá Karsteni Hoydal. Samanlagt ein áhugaverd sending, ið viðgjørdi partar av okkara ríku mentan.

 

Viðger av okkara mentan hevur týdning. Serliga gleðiligt er tað, at ummæli av mentan og kjak um mentan fær pláss í hesari sending. Tí júst ummæli og kjak eru við til at menna føroyska mentan.

 

Herfyri var Suni Merkistein í farloyvi frá sendingini, og tá gjørdist leikluturin og týdningurin hjá Suna so øgiliga týðiligur.

 

Avloysarin, tann altíð skilagóði og dámligi Páll Danielsen, valdi ein heilt annan vinkul, sum á ein speiskan hátt, kann lýsast sum mikrofonhaldararí fyri ymiskum mentanarpolitiskum maktpersónum. Hetta er ein áhugaverd verkætlan í sær sjálvum, serliga tí hon legði opið, hvussu mentanarliga støðið er hjá nøkrum av okkara fremstu autoritetum á mentanarøkinum. Men fuck sum tað gav okkum lítið, einki annað enn eitt innlit í okkurt forferdiliga óáhugavert, og tó ræðandi.

 

Um dulda dagsskráin var at øsa okkum til eina revolutión, veit eg ikki, men eg ræðist, at eingin duld dagsskrá var. Vit fingu í øllum førum onga revolutión.

 

Eftir at programleiðslan í Kringvarpinum hava kvalt frálíku mentanarsendingina Refleksjón hjá Heina í Skorðini og Kvørnina, har skilafólk, sum eg sjálvur ummældu føroyskan tónleik, er Suni seinasti mentanarligi vitin, ið vit hava á sendiflatuni. Hann stendur nú fyri samlaðu viðgerðini av føroyskari mentan í tí, sum skuldi verið okkara fremsti mentanarberi. Guð havi lov fyri Suna!

 

Men fy for den ledeste, sum eg haldi lítið um programleggingarleistin í Kringvarpinum, ið mest tykist, sum ein systematisk avmentan. Eg eri tó somikið realistiskur, at eg ikki vænti nakra dulda dagsskrá á hesum øki heldur, bara manglandi skil fyri tí leikluti, ið Kringvarpið eigur at hava.

 

Onkur vil ivaleyst halda, at eg bert eri súrur, tí eg ikki longur fái ummælarakekkar frá Kringvarpinum, men so er ikki, ummælaraarbeiðið í Kringvarpinum er næstan sjálvboðið og einasta orsøk, at vit, sum hava ummælt, gera tað, er tí vit meta hetta arbeiðið sum týdningarmikið fyri menningina av føroyskum tónleiki. Eg elskaði Kvørnina, langt áðrenn eg fór at ummæla í henni, tí hon á ein seriøsan hátt viðgjørdi føroyskan tónleik, og sostatt menti henda týdningarmikla mentanarpall okkara.

 

Men eg harmist eisini um Refleksjón, eftir at Kringvarpið í eini 25 ár hevði roynt, so var endiliga eydnast at gera eina góða mentanarsending til sjónvarpið, og so sleppur man henni, hetta er ikki bara harmiligt, hetta er burturvið.

 

Guð havi lov fyri Suna!

Hvør megnar at koppa poppmeistaranum

Seinastu tríggjar mikudagarnar hevur Eivind Niclasen í kappingini poppmeistarin í útvarpssendingini Kasino víst næstan ræðandi innlit í poppheimin. Hann er stutt sagt eitt livandi poppleksikon, vit hava práta við 32 ára gamla klaksvíkingin, um popp, um Eivind og um áhugan hjá Eivindi fyri poppi.

 

Poppmeistarin er ein rættiliga líkatil spurnarkapping, tveir luttakarar kappast í spurningum um nýggjan og gamlan popptónleik. Eivind Niclassen luttók í fyrstu sendingini, ið var fyri fýra vikum síðan. Hann vann hetta umfarið og gjørdist poppmeistarin. Í Kasino sendingini hvønn mikudag verður poppmeistarin avbjóðaður av fólki, ið meta seg hava møguleika at takað tittulin frá honum og sjálvi gerast poppmeistarin. Higartil hevur hann vart tittulin tvær ferðir. Hann var aftur í eldinum í dag, men hetta var eftir, at blaðið fór til prentingar. So vit vita ikki hvussu tað hevur gingist hjá honum.

 

Dámar ikki soul

At vinna tríggjar spurnarkappingar á rað er eitt bragd í sjálvum sær, men tað er tann ótrúliga breiða vitanin innan popptónleik, ið hevur verið so sannførandi, hann kennur nýtt sum gamalt. Tað tykist stutt sagt, sum um allur poppur hevur hansara áhúga, men er tað so?

Eivind greðir frá, at hann hevur stóran áhuga í rútmiskum tónleiki. Men at eingin hevur møguleika fyri at fylgja við í øllum. Tí er sumt, ið fer framvið. Rútmiskur tónleikur er eisini vorðin so nógv ymiskt. Tað eru onkrar tónleikagreinar, ið hann als ikki hevur áhuga í. Her nevnir hann Soul sum eitt dømið um tónleik, ið hann als ikki tímur at hoyra.

 

Ein A-Ha uppliving

Vitanin hjá Eivindi fevnir um fleiri ártíggjund. Tilvitaði áhugin fyri tónleiki, kom tá hann fyrstu ferð hoyrdi A-Ha miðskeiðis í 80’ árunum. Hann gjørdist bergtikin av bólkinum og fór tilvitað at savna sær alt hjá bólkinum, allar útgávur eisini stakfløgurnar. Hann læs um bólkin í bløðum sum Bravo, Ung Nu, Mix og Vi Unge. Hann sigur, at seinni hevur hann havt líknandi tíðarskeið við bólkum sum Iron Maiden, Pink Floyd, Rolling Stones og Judas Priest. Hetta sigur hann seg vera givnan við. Nú keypir hann mest nýggjar fløgur og hugsar ikki longur um at fáa heil sett.  Hann heldur, at dyrkanin av yndisbólkum er avmarkandi. Hann vil heldur hava heildina við.

 

Sum heldur

Tó so, so eru onkrar fløgur, ið hava hildið betur enn aðrar. Hann nevnir Into The Fire hjá Bryan Adams, ið honum hevur dámt í 20 ár. Hon kom út í teimum poleraðu 80’unum, men var skitin og virkaði erlig. Hendan fløgan riggar enn í dag og stendur í andsøgn til nógvar av teimum heldur ivasomu fløgum, ið Bryan Adams hevur gjørt síðan, heldur Eivind. Men eisini Scoundril Days hjá A-Ha er enn at finna í fløguspælaranum javnan.

 

Keypir fløgur á alnetinum

Síðan fyrst í 90’árunum hevur hann keypt fløgur. Áðrenn hetta hevði hann bæði kassettubond og LP’ir, men nú er næstan alt hetta burtur, í staðin hevur hann keypt útgávurnar á fløgu. Fyrr vóru tað fløguhandlarnir, ið nutu gott av hansara hugi til tónleik, men seinnu árini er alnetið vorðið staðið, har Eivind keypir tónleik. Amerikansku og ensku heimasíðurnar hjá Amazon er besta miðið hjá Eivindi, tá hann leitar eftir fløgum.

 

3 fløgur um vikuna

Fløgusavnið telur nú yvir 2100 fløgur. Hetta er næstan tríggjar fløgur um vikuna seinastu 15 árini. Men hevur man tíð til at lurta eftir øllum fløgunum, tá innkeypið er so stórt?

Hann sigur, at tað eru fløgur í savninum, ið hann bert hevur lurtað illa eftir og enntá onkrar, ið ongantíð hava verið spældar. Hetta eru serliga fløgur, ið hann hevur keypt, tá hann er innið í einum fløguhandli og ikki finnur nakað, ið hann ynskir sær.  So keypir hann onkuntíð okkurt fyri ikki at fara tómhentur út aftur. Hesar fløgur enda onkuntíð beint uppi á hyllini uttan at verða lagdar á.

 

Manglandi Q mundi koppa honum

Eivind hevur fylgt væl við í nógv ár, millum annað í tónleikabløðum, á MTV, tá hann fekk parabol fyrst í 90’unum og á alnetinum. Innsavnanin av vitan er ofta øgiliga uppsøkjandi, og áhugin er enn stórur. Seinnu árini hevur Q magazine verið høvuðskeldan til hansara vaksandi poppvitan. Hann hevur trúgvur keypt blaðið í nógv ár, men síðan november í fjør hevur Q ikki verið at fingið í Klaksvík. Hetta var líka við at koppa Eivindi í sendingini mikudagin í farnu viku. Nøkur hol vóru í vitanini í hesum tíðarskeiðinum. Tí endaði spurnarkappingin á jøvnum, men tá eykaspurningurin kom, endaði Eivind fremstur. Hann hevur longu tikið avleiðingarnar og hevur meldað seg sum haldara av Q.

 

Veikur í tí føroyska

Eivind viðgongur, at føroyskur tónleikur ikki er hansara styrki. Áhugin hevur ongantíð verið so stórur, so spurningar innan føroyskan tónleik kunnu koppa honum í kappingini. Hann eigur nakað av føroyskum tónleiki í fløgusavninum, og nevnir t.d. bólkarnar Present Past og Deja Vu, sum góðar føroyskar bólkar. Áhugavert er, at leggja til merkis, at hetta er tveir av føroysku bólkunum, ið ljóða minst føroyskir.

 

Hevur sending í útvarpinum

Um Eivind er koppaður í sendingini í dag, ber alíkavæl til at hoyra hann í føroyskum útvarpi. Hvørt hóskvøld millum 20-21 hevur Eivind eina tónleikasending í Útvarpi Føroya. Í sendingini spælir Eivind nýggjan tónleik úr sínum fløgusavnið.

Øskukalt í Rokkstovuni

Fríggjadagin flytur Rasmus Rasmussen til Danmarkar. Maðurin, ið varð valdur Føroya besti gittarleikari á AME í fjør, stingur í klæðsekkin og fer av landinum at royna eydnuna. Avleiðingin av hesum er, at Rokkstovan fyri aðru ferð heldur uppat. Seinasta Rokkstovan varð send hóskvøldið.

 

Rasmus Rasmussen hevur seinastu árini verið vertur í Rokkstovuni í Útvarpi Føroya og hevur í sendingini lýst føroyska tónleikapallin við samrøðum, frásagnum og ofta frumframførslum av nýggjum løgum. Í hesi seinastu sendingini var Rasmus sjálvur í fokus. Tónleikaummælararnir Uni L. Hansen og Jan Lamhauge komu í Rokkstovuna og prátaðu við Rasmus um nýggju Makrel fløguna “Transcend”. Trý løg vórðu frumspæld í fullari longd, og annars vóru nógv brot av fløguni at hoyra. Fløgan kemur væntandi í handlarnar um einar tríggjar vikur, og døma vit eftir tí, ið var spælt í Útvarpinum, so er hetta ein enn vakrari fløga enn Wonderland. Rasmus segði, at limirnir í Makrel eru so spjaddir kring ymisk lond, at teir taka ein dag á gangin, men bólkurin er til enn.

 

Ein tann besta tónleikasendingin

Rasmus byrjaði í Rokkstovuni 1997, men eitt tíðarskeið var Rasmus í Íslandi. Tá tók Makrel sangarin Ári Rouch yvir sum vertur, stutt eftir varð sendingin tikin av skránni. Tá Rasmus kom aftur úr Íslandi, fór hann undir sendingina aftur. Hesuferð við nógvum íblástri og orku. Hetta lyfti sendingina til at vera eina tí bestu tónleikasendingina í føroyskum útvarpi og tí einastu sendingina, ið legði høvuðsdentin á tað í hendi á føroyska tónleikapallinum.

 

Flytur niður

Rasmus sigur við Sosialin, at Útvarpið leitar eftir avloysari. Hann vónar tí, at onkur verður funnin, ið er áhugaður í at føra arbeiðið víðari. Hann sigur somuleiðis, at um sendingin heldur fram, er ikki óhugsandi, at hann onkuntíð ger innsløg úr Danmark, har hann flytur fríggjadagin.

 

Rasmus á viotar

Rasmus sigur við Sosialin, at hann ætlar sær at halda fram við at arbeiða við tónleiki í Danmark. Fyrst og fremst er næsta fløgan sum einstaklingur á tapetininum. Til hesa fløgu hevur hann sniðgivið eitt nýtt ljóðføri, ið er eitt bland av einum gittara og eini violin. Hann kallar ljóðførið ein viotar, og hetta verður ein stórur partur av nýggju fløguni. Tað er føroyski gittarsmiðurin Bjarnastein, ið fer at gera viotarin.

Rasmus sigur, at íblásturin kemur frá bólkum, sum Deep Purple, ið hava roynt seg  við violinboga á einum gittara, men á einum vanligum gittara fær violinbogiin als ikki gagnnýtt allar streingirnar. Tí verður armurin á viotarinum boygdur eitt sindur. Hann vónar, at hetta nýggja ljóðføri kann menna vakurleikan í hansara ljóði enn meira.

 

Ikki longur Deja Vu

Rasmus hevur seinastu tíðini verið virkin í Deja Vu, men hann kallar hetta freelance arbeiði. Hann hevur dámt væl, at samstarva við teir, tí teir hava gott felags tónlistarligt stev. Men her var talan um, at Rasmus ikki spældi við nøkrum, og teir høvdu brúk fyri onkrum at spæla gittar, heldur enn, at hann varð ein partur av bólkinum. Rasmus sigur, at hann hevur boðað teimum frá, at um teir onkuntíð hava brúk fyri einum gittarleikara í upptøkuhølinum, so eru teir vælkomnir at ringja til hann.