Muscleman-Blað var ársins lag á 15 teimum bestu.

Tá allar 15 tær bestu sendingarnar vóru taldar upp var tað lagið Muscleman-Blað, ið var ársins hittlag á 15 teimum bestu.

 

Gamlaárskvøld gjørdi 15 tær bestu verturin Tummas Gudmundsen upp, hvørji løg vóru tey 20, ið høvdu klárað seg best á føroyska hittlistanum.

 

Lagið Muscleman-Blað lá 9 vikur ovast á 15 teimum bestu, hetta var longri enn nakar annar, og var við til at gera samlaða stigatalið hjá 200 lagnum hægri enn hjá øllum hinum løgunum, ið kappaðust á 15 teimum bestu. Muscleman-Blað hjá 200 fekk 208 stig, tað er 11 stig meira enn Forever And Beyond hjá Makrel og Herbergið hjá Páll Finnur Páll á deildum øðrum plássi.

 

Nephew og lagið En Wannabe Darth Wader liggur á triðja plássi, sum ovasta útlendska lag. Meðan vágasoundið hjá Orkestriiinum Her Vestriii megnar at taka fimta pláss.

 

Felags fyri øll fimm tey ovastu løgini á listanum er, at tey fullu fyri tíðaravmarkingini, ið er á 15 teimum bestu. Fyri at tryggja at bert nýggjur tónleikur er á listanum, verður eitt lag tikið av listanum, tá tað hevur verið 15 vikur inni. Tí er ikki gott at vita, hvussu raðfylgjan hevði verið, um løgini sluppu at royna seg líka leingi, sum lurtarin ynskti at hava tey á listanum. Heili 13 løg eru fallin fyri hesi tíðaravmarking.

 

Í útvarpsárinum 2005 hava verið 47 sendingar av 15 teimum bestu. Í hesum sendingum hava 235 løg roynt seg sum eykaløg, av teimun eru 129 komin inn á listan.  Av teimum 235 løgunum, ið hava verið eykaløg, hava 48 verið føroysk og 34 av hesum eru komin inn á listan.

 

14 ymisk løg hava ligið á ovastu rók í farna ári. Muscleman-Blað er eisini ovast á hesum lista við 9 vikum, Green Day og Boulevard Of Broken Dreams er á 2. plássi við 6 vikum ovast, síðan kemur Herbergið hjá Páll Finnur Páll við 5 vikum ovast og Delta Goodrem & Brian Mcfadden við Almost Here ovast í 4 vikur. 13 av teimum 14 løgunum, sum hava ligið ovast eru í topp 20 listanum fyri 2005. Einasta undantakið er nýggja oddalagið Hung Up hjá Madonnu.

 

15 tær bestu fyri ári 2005

Nr. Vikur Max Vikur nr.1 Vikur nr.2 Vikur nr.3 Stig Bólkur/Einstaklingur og Lag.
1 15 1 9 3 2 207 200 – Muscleman-Blað
2 15 1 3 6 3 196 Makrel – Forever And Beyond
15 1 5 4 2 196 Páll Finnur Páll – Herbergið
4 15 1 3 1 4 182 Nephew – En Wannabe Darth Vader
5 15 1 3 2 3 172 Orkestriiið Her Vestriii – 1 veit iii
6 12 1 2 6 4 166 Pipar & Salt – Høm Høm
7 15 1 3 3 3 161 James Blunt – You’re Beautiful
8 15 1 0 2 4 151 Kim Hansen – Maria
9 11 1 1 5 2 147 Jay-Z feat Linkin Park – Numb/encore
10 10 1 6 2 2 144 Green Day – Boulevard Of Broken Dreams
11 15 5 0 0 0 143 Lív Hansen – Eitt Annað Land
12 15 2 0 2 3 141 Gwen Stefani feat. Eve – Rich Girl
13 15 5 0 0 0 126 Green Day – Wake Me Up When Sep. Ends
14 12 3 0 0 3 125 Avril Lavigne – Nobody’s Home
15 10 1 4 2 0 124 Delta Goodrem & Brian Mcfadden Almost here
16 11 3 0 0 2 119 Nephew – Worst/Best Case Scenario
17 11 2 0 1 3 110 Eminem – Like Toy Soldiers
18 13 4 0 0 0 100 Anna David – Fuck Dig
19 7 1 2 1 1 90 PoppKorn – Sjeikurin
20 8 1 1 2 1 89 Jan & Jákup – For lekkur til Prixið

Móses í Svíngarðinum

Í síðstu viku kom eg inn á eina skrivstovu, og har var eitt av útvarpstól tendrað, og sendingin “í víngarðinum” var at hoyra. Hetta er ein sokallað andalig sending. Eg eri ikki so nógv fyri slíkum sendingum, men víngarðin kenna vit nokk øll.

 

Vertirnir tosa vanliga við onkran, sum hevur gjørt okkurt heilt vilt kristiligt. Ofta eru tað fitt innsløg sum eru nokkso lívsjáttandi. Men so var ikki hesuferð. Sjálvútrópti profeturin og muslimhatarin Móses Hansen, var gesturin í víngarðinum. Móses hevur gingið sum eitt ódnarveður og spreitt fremmandahatur í gøtunum í Keypmannahavn seinastu vikurnar. Hann hevur roynt at skapa ruðuleika á Nørrebro, fyri at tað longu útbreidda fremmandahatrið skal rótfestast enn fastari í donsku tjóðina.

 

Hesin maðurin gongur við sínum guði sum sannleiksvitnið og spreiðir hatur. Hetta er í mínari verð vemmiligt og ódámligt. Men hetta er ikki eitt ókent fyribrygdi. Vit hava her í Føroyum fleiri av hesum hatursprofetum. Fólk sum hata sínar egnu freistingar so nógv, at tey gerast fanans besett. Tey uppføra seg sum svín. Eg havi fleiri ferð uppliva tann reindyrkaða óndskap sum hesið fólk spreiða, og eg ræðist tey satt at siga.

 

Men aftur til Móses. Móses er svakur, soleiðis sum bert slík fólk eru svøk. Men talifrælsið tryggjar, at eisini tey svøku sleppa til orðanna.  Hetta eri eg glaður fyri. Tí er tað fyri sovítt í ordan, at tildømis Sosialurin hevur vitalu við Móses. Tó haldi eg, at tey hevði verið meiri etiskt rætt, um blaðið lýsti veruligu støðuna í Danmark, og ikki bara lat menn sum Móses og Glistrup lýsa hana. Men hetta er pressuetikkur, sum Sosialurin átti at verið nóg at sær komin at skilja.

 

Pressuetikkur er tó ikki galdandi fyri “Í víngarðinum”. “Í víngarðinum” er ein sokalla andalig sending. Hevur kristna gudin sum sannleikavitnið. Tann sum ger sendingina hevur eina tunga ábyrgd, og hesa ábyrgd sveik hann,  tá hann lat Móses sleppa framat mikrofonini.

 

Tey sum ikki vita betur halda at boðskapurin hjá Móses er sannur, ja, beinleiðis frá sínum gudi. Tí at hetta er jú ein andalig sending.

 

Boðskapurin um, at muslimar fara at yvirtaka heimin, er lættur at selja í hesum Osama døgum. Líka lættur sum boðskapurin um at jødar yvirtóku heimin var í  1930’unum.

 

Við Móses Hansen følnaði víngarðurin, Tann innara svínahundurin goyði hart og sendingin var mest av øllum ein svíngarður.

 

Tað er ikki løgið at muslimar ikki vilja nerta svín, tá tey spreiða so nógv hatur sum hatta svínið ger.

Kappróður, politikkur og fjórða statsmaktin

Eg var um at kvalast í drekkamunninum mánakvøldið í síðstu viku. Eg hevði kókað vatnið, bryggjað eina kannu av te, og sett meg væl til rættis at hyggja eftir Degi og Viku. Eg helt alt standa væl til; flokkurin, sum eg helt við, stóð sterkt í veljarakanningini, sum Fregnir júst høvdu gjørt, og valið skuldi vera dagin eftir.

 

Fyrst umrøddi SVF veljararkanningina í Fregnum, hetta uttan at nakar politikari slapp framat skíggjanum, júst sum siður er kvøldið áðrenn val. Síðani settu sjónvarpstøkningarnir yvir til Katrina Petersen. Hon var stødd í Vestmanna, fullkomiliga live, á staðnum via satelitt og jeg skal gi’ dig. Katrin greiddi frá, at kappróðrabátarnir vóru farnir at venja aftur, og at í Vestmanna høvdu tey fingið eitt nýtt kappróðrarneyst.

 

Longu tá byrjaði eg at seta drekkamunnin so smátt í hálsin, eg visti væl, at størsta valagnið hjá sambandsflokkinum í Norðurstreymoy var, at høvuðskandidaturin Bárður Nielsen hevði staðið fyri at gera nýtt kappróðrarneyst í Vestmanna. Hendan umtala av hansara verkætlan tyktist nokkso ódámlig dagin fyri valið.

 

Eg sat longu tá og hugsaði, um tað mundi vera onkur í sambandsflokkinum, sum hevði lokka Katrina til Vestmannar, ella um tað var onkur av hinum sum ruku fyri Bárður.

 

Men eg var ikki skelkaður, Katrin kundi jú ikki vita, at hetta var valagn hjá sambandsflokkinum. Hon visti ikki, at Bárður Nielsen hevði nakað við kappróðrarneystið at gera. Valstríðið hjá andstøðuni hevði verið stak ódámligt, og hetta var tí ikki annað enn enn eitt ódámligt og ófantaligt innslag.

 

Eg harkaði eitt sindur, bannaði eftir sambandsflokkinum og fekk mær uppí munnin av heita drekkanum, men tað skuldi eg ongantíð havt gjørt – tí í somu løtu trein Bárður Nielsen fram á skíggjan – Bárður Nielsen topkandidatur í einum tí tættasta valøkinum í landinum Norðurstreymoy – Bárður Nielsen ungt stjørnuskot í sambandsflokkinum dagin áðrenn valið, í einari langari reklamusending goldin av mínum sjónvarpsgjaldi.

 

Eg hostaði og harkaði og fekk at enda drekkamunnin uppá pláss. Fyrst gjørdist eg illur, men sissaðist skjótt aftur, onkur góð frágreiðing mátti vera.

 

Men eingin frágreiðing, tyktist nøktandi, innslagið var í sær sjálvum ikki serliga aktuelt, tað kundi líka so væl havt verðið sent nakrar dagar seinni. Innslagið gav stutt og gott einum valevni eyka stig dagin fyri valið, har er eingin frágreiðing, sum kann rættvísgerða slíkt. Heldur ikki tann at SVF høvdu leigað ein bil fyri 100.000 kr. og ongantíð brúkt hann, tað eru nógv onnur live-innsløg sum kunnu gerast, sum einki hava við valið at gera.

 

So eftir at hava hugsað um hetta gjørdist eg aftur illur, og hugsaði at næstu ferð eg møtti einum sjónvarpsfólki so fekk hesin skeld. Hetta hendi dagin eftir, eitt neyðars sjónvarpsfólk royndi at verja seg við, at SVF metti, at hetta var eitt ítróttarinnslag og at tað tí varð mett, at tað ikki var reklama fyri Bárð.

 

Sovorðið møsn, eg veit um trøllvaksin fólk sum hava atkvøtt fyri Bárði bara orsakað av kappróðrarneystinum, so SVF skuldi skammað seg.

200 og Hilmar Jan

Tað er løgið, sum summi fólk eru løgin. Her hugsi eg serliga um tær serligu verur sum sita í blaðstjórnini á Dimmu.

 

Nú eru nógv fólk løgin á dámligar mátar, men tað er ikki hetta slagið av dámligum løginleika, sum merkir blaðstjórnina á Dimmu. Hetta er heldur okkurt sum líkist politiskum snævurskygni.

 

Hetta løgna politiska snævurskygni kemur ofta til sjóndar í teimum ofta stak áloypandi oddagreinunum.

 

Ein oddagrein er ikki undirskrivað, tí er ikki talan um persónlig sjónarmið hjá tí ið skrivar, ein oddagrein umboðar sjónarmiðini hjá sjálvum blaðnum.

 

Summi hugsa kanska: “Dimma er eitt sambandsblað og tí verður oddagreinin hareftir”. Men hetta er júst trupulleikin og tað løgna við blaðstjórnini; Dimma roynir á pappírinum ikki at vera eitt sambandsblað. Í undiryvirskriftini selur Dimma seg sum óheft og álítandi, blaðfólkið sigur at tað arbeiðir út frá onkrum luftigum ideali sum tað rópar “objektivitet”.

 

Hví velur eitt óheft og álítandi objektivt blað at vera politiskt snævurskygt í sínum sjónarmiði? Hetta er í besta lagi eitt løgið val av blaðstjórnini.

 

Seinasta árið hevur Dimma í heilum lagt eftir bólkinum 200, tí teir arga sambandsmenn. Oddagrein eftir oddagrein hevur fordømt 200. Teir verða kallaðir bæði líkt og ólíkt. Dimma hevur staðið á einum hermóti og barst fyri neyðars happaða sambandsmanninum. Hvørja ferð 200 hava gjørt vart við seg hevur Dimma skeldað.

 

Hetta er sjálvandi sera stórsinnað av Dimmu. Oddagreinirnar hava málað eina mynd av veika sambandsmanninum, sum blívur háðaður og spottaður av kynisku tjóðveldismonnunum í 200.

 

Eg skal ikki her siga um 200 veruliga forfylgja og happa ella um talan er um óskyldiga politiska satiru, sum kann samanlíknast við Ólavssøkukabarettina ella Óla P. tá hann plagdi at vera stuttligur.

 

Nei mín trupulleiki er, at eg ikki skilji hvussu ein sokallað óheft blaðstjórn á einum álítandi blaði soleiðis finnist so nógv at júst 200, hvørja ferð bólkurin ger vart við seg.

 

Um hetta veruliga er almenn ónøgd við happing, so er ringt at skilja hví Dimma ikki hevur lagt eftir Óla P., tá hesin seinnu árini hevur ført eina hets móti landstýrismanninum í fullveldismálum, ella eftir Jóannes í Innistovu tá hann sendur muslimar, buddistar og onnur til helvitis, ella móti Hilmar Jan, tá hann leggur út við at spæla fúlheitirnar hjá Innistovumanninum frá morgunstundini, so at gud og hvør maður verður sendur til helvitis mitt í morgunmatinum. Her er ikki talan um skemt, men óndsinnaðan ágang.

 

Um tað veruliga eru tey veiku Dimma roynir at hjálpa, hví skriva teir so einki um hesi evni. Ella er tað kanska tað, at Dimma veit, at propaganda er lættast at selja ílatin objektivitet?