Mr. Popp gjørdist Mr. Poppkorn

Kári Jacobsen hevur verið ímyndin av føroyskum poppi síðan 80’árini og hevur verið við í flestu væleydnaðu popptónleika verkætlanunum t.d. Nalja, Malan Eyðusdóttir og Brandur Enni. Tí er tað kanska heldur ikki so skelkandi, at nýggjasta verkætlanin Poppkorn gjørdist so væl eydna. Vit hava hitt Kára í upptøkuhølunum ytst á Amager.

Kári er sera fryntligur og bjóðar kaffi úr síni Senseo kaffimaskinu. Hølini eru hugnalig. Listin á veggjunum er nýmótans, og innbúgvið er ikki nógv í stóru luftigu hølunum. Her er kekka á tann kula mátan. Kári og samstarvfelagin hjá honum, Jakob, hava yvirtikið hølini frá Media Music við Eyðfinni Jensen og Leivi Thomsen. Hetta er karmurin um arbeiðsdagin hjá Kára. Hann livur av at gera og skriva tónleik. Tá vit koma inn, situr hann júst og arbeiðir við eini jinglu til MTV. Enn er hann ikki greiður yvir, um hann fær uppgávuna, men jinglan ljóðar kul, so hvør veit.

Júst sjónvarpsjinglur er nakað, ið Kári arbeiðir nógv við. Marknaðurin er bæði danskur og altjóða. Hann sigur, at hann fæst við júst tað, sum hann tendrar uppá, tað at skapa nakað. Áhugin liggur í at skriva tónleik og produsera og tað sleppur hann her. Hann stoypir kúlur til onnur. Hann heldur ikki, at hansara persónligheit er tað slagið, sum vil sleppa á ein pall at spæla. Hann hevur tað sera gott við at sita aftan fyri og lata onnur takað sær pallarbeiðinum. Tá tú upptraðkar, handlar tað um at vera í fokus. Hetta heldur hann ikki vera so áhugavert. Tað er behaligt at hava eina frástøðu. Fólk vísa áhuga í tí tú gert, heldur enn hvør tú ert.

 

 

Á barr við vinum

Í 2005 brúkti Kári umleið tríggjar mánaðar til at skriva og innspæla tónleikin til Poppkorn. Ein fløga, ið nú hevur selt næstan trýtúsund eintøk og sum enn selur væl, sum eitt eykað herðaklapp varð bólkurin valdur til besta nýggja bólk. á Planet Awards. Hóast tær fimm, ið standa á pallinum eru andlitið út eftir, so er Kári maðurin aftan fyri tær. Sum sangskrivari, framleiðari og tónleikari eigur hann stóra æru í hesi heiðurslønini. Hann sigur seg eisini vera øgiliga takksaman fyri hendan heiðurin. “Eg haldi, at tað er stuttligt, at hatta slagið av tónleiki fær viðurkenning. Eg eri eisini glaður gentunnar vegna. Tær hava arbeitt so hart og hava verið so øgiliga motiveraðar. Tað er eisini flott at vinna á einum bólki sum Lama Sea”, sigur Kári.

Hann er búsitandi í Danmark, tí var hann ikki á Hotel Føroyum á Planet Awards, men Eyðfinn Jensen, ið er umboðsmaður hjá Poppkorn og pápi frontfigurin Lillian Dalsgaard, ringdi til Kára. Kári var tá staddur á eini barr við nøkrum vinmonnum, so har lá væl fyri at feira.

 

Góð teenpop rødd

Kári hevur kent Eyðfinn Jensen síðan studentaskúlan. Teir hava samstarvað tónleikaliga fleiri ferðir. Tí hevur Kári kent Lillian, síðan hon varð fødd. Tí kundi samstarvið tykst nokkso upplagt, men upprunin til Poppkorn er eitt sindur tilvildarligur. Eyðfinn hevði skrivað eitt lag til Lillian, ið tey ætlaðu at melda hana til danska Barnaprixið MGP við. Eyðfinn sendi Kára lagið til ummælis. Kári festi seg beinanvegin við røddina hjá Lillian. “Lillian dugir væl at syngja, so hevur hon eina rødd, ið passar væl til teenpopp. Hon sær gott út og hevur star quality. Hon hevur góða orku og er útatvend. Harumframt hevur hon eisini eina ótrúliga drívmegi.”, sigur Kári.

 

Røttu karmarnir

Kári sigur, at hann hevur fleiri ferðir hugsað um at stovnað ein føroyskan poppbólk. Men nú vóru karmarnir knappiliga rættir. Lillian savnaði bólkin, Eyðfinn var umboðsmaður og fekk alt tað praktiska at rigga, og Kári gjørdi tónleikin. Tey fóru beint í gongd við at hugsa um konseptið. Hvussu tekstir og tónleikur skuldu vera. T.d. ein veitslusangur, nakrar kærleiksballadur og so framvegis.

Kári greiður frá, at hann hevði allatíðina í huga, at poppur er fleirmedialur, tú noyðist at hugsa í heildarkonseptum. Tað er ikki bara at fara í hagan, við eini reyðvínsfløsku og einum kassagittara. Poppur er handverk og íblástur. “Sjálvandi er tað hart arbeiði, men ikki minst hesuferð var tað eisini stuttlig uppgáva”, sigur Kári.

Kári sigur, at tey alla tíðina hava verið samd um, at útgávan skuldi vera av høgari góðsku. Íblásturin kemur úr útheiminum, men somuleiðis úr føroyskum sangsiði. T.d. eitt lag sum Droymi mitt um dagin, ljóðið og útsetingin er altjóða, men sjálvur sangurin er rættiliga føroyskur.

 

Royndarballónir

Men tey lupu ikki bara út í verkætlanina. Við konsertum á ymisku festivalunum og útvarpsútgávu av gamla ólavsøkulagnum, fekk bólkurin eitt sindur av royndum seinasta summar, og Kári og Eyðfinn sóu, at áhugi var fyri bólkinum.

Síðan var stakfløgan av Sjeikinum send út, sum ein seinasta royndarballón. Kári sigur, at hetta var eitt øgiliga natúrligt væl av lagið. Tí tað egnaði seg so væl til Poppkorn. Tað eru fyrimunir við, at leggja út við einum lagið, ið longu er kent millum fólk. Sjálvt um lagið er gjørt rættiliga radikalt um, so eru fólk longu góð við tað. Stakfløgan var beinanvegin sera væl móttikin, tí kom fløgan stutt eftir.

 

Alnetið var sambandið

Kári spældi allan tónleikin inn í Danmark. Systur hansara Eyð sang somuleiðis øll kórini inn í upptøkuhølunum á Amager. Sangurin hjá gentunum varð tikin upp í upptøkuhølunum hjá Eyðfinni í Havn. Alla tíðina bleiv tilfarið lagt upp umvegis alnetið. Hetta riggaði fínt, og vísir hvussu lítið landamørk og geografisk frástøða hevur at siga longur.

 

Eitt feministiskt statement

Kári livir av at skriva tónleik, hetta er livibreyðið. Men hann sigur, at idealisma eisini er við í tí. Hann metur Poppkorn, sett upp á spíðsin, vera eitt slag av feministiskum statement. Alt ov fá konufólk eru í almenna rúminum serliga í politikki. Hetta er ein roynd at skapa nakrar føroyskar kvinnuligar fyrimyndir hjá gentum, ið vaksa upp í Føroyum. Kári vónar, at hetta kann hjálpa við at broyta leiklutin hjá kvinnum í almenna rúminum. “Hetta gevur føroyskum tónleiki ein annan vinkul. Eg haldi at tað er týdningarmikið, at føroysk ungfólk fáa okkurt føroystkt at spegla sær í.” .

 

Altjóða snið

Poppkorn útgávan varð málrættað til føroyska marknaðin, men ikki skræddaraseymað. Fløgan er rættiliga altjóða. Kári heldur ikki, at serliga nógvar tillagingar skulu til, fyri at fløgan kann útgevast á onkrum øðrum marknaði. “Allir marknaðir eru ymiskir, tí skulu altíð tillagingar til. Men her er talan um smávegis broytingar”, sigur Kári..

 

Høg góðska

Kári heldur, at nógv spennandi hendir á føroyska tónleikapallinum. Góðskan er hækkað nógv seinastu árini, heldur hann. Persónliga metur hann, at Poppkorn og 200 eru mest nýskapandi bólkarnir á føroyska marknaðinum í løtuni. Báðir bólkarnir eru undirhald, men á heilt hvør sín máta. Báðir bólkar bróta frá føroyska tónleikapallinum á nógvar mátar.  “200 er cool, og lat nú vera við at skriva kul, tí teir eru cool á tann stórbýarkenda mátan. Teir hava humor og punkattitudu, og tað riggar hjá teimum. Tað haldi eg eisini, at tað ger hjá Poppkorn.”.

 

Poppur er so nógv ymiskt

Kári hevur verið við í flestu væleydnaðu føroysku popptónleika verkætlanunum, sum Nalja, Malan Eyðusdóttir, Malan Thomsen, Brandur Enni og í fjør skrivaði hann ein sang til systur sína Eyð Berghamar Jacobsen, ið megnaði at fáa triðja plássið í stóru norðurlendsku tónleikakappingini Nordic Unsigned. Kári er Mr. Popp í Føroyum. Vit spurdu hann, hvussu hann sær sín leiklut á føroyska tónleikapallinum. Hann var ikki nógv fyri at meta um hetta og helt, at tað máttu onnur meta um. Hann vónar bara, at hann kann flyta nøkur mørk og geva føroyskum tónleiki okkurt.

“Fólk tosa um meg sum popp-sangskrivara, ella poppprodúsara. Eg eri sangskrivari og prodúsari. Tað er so nógv, sum er poppur, Frændir er poppur. Popplist fløgurnar – har er alt poppur. Onkur tónleikur, hevur kanska  lyndið til at lefla meira fyri áhoyrarunum, men samanumtikið er tónleikur av skiftandi góðsku innan allar genrur. Eg haldi ikki, at popptónleikur er betur ella verri enn fólkatónleikur, rokkur, jass ella nakað annað”

Vit spurdu hvat er tað, sum ger, at hann fæst so nógv við popptónleik? “Poppur tiltrekkir – Hetta er tónleikur, ið kemur út til nógv – Tað snýr seg um fólkið. Góður poppur skal vera eitt spegl av samtíðini og hevur eina viktiga funktión í samfelagnum. Tá man situr og ger innatvendan tónleik, sum eingin hoyrir, fer tað ikki út í samfelagið. Eg haldi ikki, at man skal ikki undirmeta pop. Ting, sum kunnu virka grunn, kunnu hava dýpd, og umvent kunnu ting, sum virka djúp, vera grunn.”

 

Nógv jørn í eldinum

Kári fæðst við nógvar ymiskar verkætlanir. Poppkorn er bert ein av teimum, vit spurdu hann, um Poppkorn  var ein døgnfluga, ella um hann kundi hugsað sær, at arbeitt við gentunum aftur? “Tað hevur jú gingið øgiliga væl, so tí er hugurin heilt víst til staðar at gera okkurt aftur”, svaraði Kári. Eg lati hann sleppa aftur til MTV jingluna og fari út úr upptøkuhølunum í danska kavan úti á Amager.

 

Um Kára:

Navn: Kári Linderoth Jacobsen

Aldur: 37 ár

Føðistaður: Tórshavn

Bústaður:  Keypmannahavn

Yrki: Sangskrivari, prodúsari tónleikalærari

Frítíðar ítriv: Lesi avísir, at ferðast og styrki og motiónsvenjing.

Útbúgving: Kgl. Danska Musikkonservatoriið

Ljóðføri: Tangentar, kór, gittar til legubál og trummir.

 

Poppkorn og PopTop til Poppkorn

Tá sandsgenturnar í Poppkorn komu til Sands við síni planet fyri besta nýggja bólk, vórðu tær heiðraðar sum hetjur. 150-200 sandingar vóru samlaðir í ungamannafelagshúsinumVirkinum, ungmannafelagið bjóðaði PopTop og Poppkorn.

 

Mynd: Óskar Óskarsson

“Tit eru ein stotleiki fyri Sands bygd og fyri Sandoynna”, segði borgarstjórin á Sandi millum annað, tá hann helt røðu fyri sandsgentunum í Poppkorn á hátíðarhaldi í ungamannafelagshúsinumVirkinum sunnukvøldið.  Páll á Reynatúgvu mintist aftur á, at hava hitt hesar fittu men sera nervøsu genturnar aftan fyri pallin á MjúS festivalinum, beint áðrenn fyrstu framførsluna hjá bólkinum. Hann helt fyri, at tá hevði hann forsvorið, at tær skuldu fara at blíva ársins besti nýggji bólkur. Men menningin hevur verið ótrúlig.

 

Sett Sandoynna á Føroyakortið
Hann takkaði fyri, at tær á ein so vakran og sjarmerandi hátt hava sett Sands bygd og Sandoynna á Føroyakortið. Hetta er við til at geva bygdini eitt gott umdømi. Harumframt eru tær avbera góðar fyrimyndir fyri tey ungu í bygdini. Hetta vísir, at um tú hevur ein dreym og setur tær nøkur mál, kanst tú koma øgiliga langt, segði ein stoltur borgarstjóri. Hann handaði síðan gentunum hvør sína skál við orðunum Besti Nýggi Bólkur graveraðum. Hetta er í sær sjálvum eitt bragd, tí minnið enn 24 tímar vóru farnir, síðan Poppkorn vann heiðurslønina. Tað hevur kravt sín mann, at fáa ein gravør til arbeiðis sunnudag.

 

Minnast tær góðu løturnar
Tað var Ungmannafelagið Virkið og Sands kommuna, ið skipaðu fyri hátíðarhaldinum. Páll á Reynatúgvu sigur, at hann heldur, at tað er av alstórum týdningi at minnast teir góðu dagarnar, tí teir ringu skulu nokk koma av sær sjálvum.  Hann sigur, at hann minnist, tá hann við føroyska fótbólts landsliðnum í 1989 vann gull á Oyggjaleikunum, og sostatt gjørdist fyrsti sandoyingum, ið vann gull í eini tílíkari kapping. Tá kendist tað eitt sindur hugstoytt, at eingin lat við seg koma í Sands bygdaráði. Tí hann vildi fegin deila gleðina við bygdafólkið. Hann sigur, at tílík herðaklapp hava stóran týdning fyri ung fólk, tí vildi bygdaráðið sjálvandi heiðra Poppkorn.

 

Poppkorn og blómir
Umframt borgarstjóran, hildu William Davidsen formaður í Ungmannafelagnum, og Hanna Sørensen frá Heimasmissiónini røðu. Poppkorn hava sungi fyri Heimamissiónini, og hava tí tilknýti til felagskapin. Bæði Virkið og Heimamissiónin handaðu Poppkorn blómir.

Løtan gjørdist stak væl eydnað eini 150-200 fólk høvdu leita sær í Virkið, har varð bjóða kakir og kaffi til tey vaksnu og PopTop og poppkorn til børnini.

Poppkorn selur sum heitt breyð

Fløgan hjá Poppkorn lá á triðjovastu rók á sølulistanum hjá 3’aranum fyri 2005, hetta hóast fløgan ikki varð givin út fyrr enn í desember. Hetta er sera flott, men fløgan selur eisini væl í øðrum handlum umframt at fleiri virkir hava keypt fløgur. Samlaða tali fyri 2005 er sambært umboðsmanninum hjá bólkinum Eyðfinn Jensen 2.700 eintøk.

 

Til samanberingar hevur fløgan, ið lá ovast á listanum hjá 3’aranum “Alt” hjá Kim Hansen selt 2.400 eintøk.  Eyðfinn sigur, at Poppkorn fløgan enn selur væl, og at tey 3000 eintøkini, ið vóru gjørd í fyrstu atløgu, skjótt eru uppi.

 

Poppkorn er fimm ungar gentir av Sandi. Bólkurin spældi fyrstu ferð á MjúS festivalinum í heimbygdini. Tær hava síðan spælt á konsertum og festivalum kring allar Føroyar. Aftan fyri genturnar standa gomlu poppsamstarvsfelagarnir Eyðfin Jensen og Kári Jacobsen. Poppkorn er í uppskoti til planetina fyri besta nýggja.