To burka og not to burka

Í morgun var klumman í Kringvarpinum nokkso politisk spísk, og fall fleiri fólkum fyri bróstið. Eg skal viðganga, at eg var millum teirra, ið setti te’ið í hálsin. Hilmar Jan Hansen, ið vanliga er ein skilagóður blaðmaður, hevði skrivað um burkaforboðið. Eitt forboð, sum í mínari metan er í besta lagið óneyðugt, nokk rættiliga fjollutt og nokk eisini í stríð við altjóða mannarættindi.

Forboð móti brølapum

Fyri ikki at kalla ein spaka fyri ein spaka, hevur man í Danmark (og Føroyum) heldur tosa um maskeringsforboð, og hóast hetta nokk bæði forbjóðar fallhjálmum, brølapum og grýlum, so hava vaksin fólk í fullum álvara umrøtt hetta. Argumentið hevur verið, at man ikki kann forbjóða burka, tí tað er religiøs forfylging, og tí ikki kann lóggevast. Tí má man gera eina lóg, ið umfatar onnur ting eisini. Hetta er beinleiðis tápuligt. Vil man gera religiøsa forfylging, so skal man í minsta lagi standa við tað.

Ósannur pástandur

Hilmar Jan hevur loyvi at hava sína meining, friður verið við tí. Men hann skrivaði tó eitt, ið ikki passar: At hesi sum vildu verja rættin hjá kvinnum at bera burka, vóru tey somu sum ávarað móti krossum og øðrum kristnum symbolum í almenna rúminum.

Hetta passar stutt sagt ikki, tey ið ávarað móti krossum og líknandi eru ikki nógv um okkara leiðir. Men tað er sera kent í eitt nú Fraklandi, har tað nettupp eru somu fólk, sum vilja hava burkaforboð har, ið ávara móti krossum og øðrum.

Men hví skal burka forbjóðast?

Tað eru typiskt tvær orsøkir til at vilja forbjóða burka, onnur ósympatisk og hin sympatisk. Tann mest vanliga orsøkin, er eitt brennandi ynski um at fáa muslimar at fara av landinum, ella í øllum førum gera lívið torført fyri muslimar, ið búgva her.

Hin orsøkin er meira sympastisk, nemmiliga at burka er kvinnukúgan. Burka verður av nógvum familjum kravt, og kvinnan hevur ikki rætt til at avgera sjálv. Hetta er eitt kúgandi element, har kvinnan missur sín seksualitet, og harvið eisini nógv av tí valdi, ið hon hevur á monnum.

Eg eri faktiskt sympatiskur fyri einum burkaforboð. Eg haldi ikki, at átrúnaður skal sleppa at kúga fólk. Undirtrykkjan av seksualiteti, uppliva vit eisini í kristnum samkomum her heima, har ung fáa forboð fyri kynsligari samveru, áðrenn tey eru gift. Hetta at nokta ungdómi nakað so grundleggjandi er í stríð við teirra náttúru.

Tí skilji eg væl tankan um, at eitt burkaforboð kundi verið við til at givið muslimskum kvinnum meira frælsi. Men samstundis mugu vit virða, at fólk hava ein átrúna, og tí kunnu vit illa forbjóða burka’um ella aðrari seksuellari undirtrykkjan, ið er partur av samkomulívinum. Ikki uttan so, at vit fara um eitt mark, ið eg ikki havi hug at fara um.

Er átrúnaður orsøk at loyva misbrotum?

Eg haldi sjálvandi, at átrúnarligir bólkar, ið onkursvegna gera seg inn á onnur, eitt nú við umskering, eiga at verða steðgaðir. Er tað t.d. ein lækni, medisinmaður, imamur ella rabbinari, ið umsker eitt barn, so eigur viðkomandi at fáa eina langa fongsulsrevsing. Men burkakrav og fornoktan av kynslívi, eru ikki heilt í somu kategori.

So at revsa fólk fyri at ganga í burka, tað er í mínari verð at fara ov langt.

Kunnu tey politiskt korrektu ikki tiga, til líkini eru kølnaði?

Nøkurlunda soleiðis skrivaði ein av mínum Facebook vinum í kvøld. Eg eri nokk ein av hesum, ið hann lýsir sum politiskt korrektan. Um alternativið er “pøbil við hvísl”, so vil eg fegin vera politiskt korrektur.

 

Haldi tó tíanverri als ikki, at tolsemisboðskapurin er politiskt korrektur. Alsamt fleiri eru farin at dansa eftir pípunum hjá ISIS og høgraveinginum. Ja eg meti, at hesir partar púra ótilvitað eru í einum hugsjónarligum samstarvi og melodiurin í teirra pípum er tann sami.

 

Eg hoyrdi einaferð í einum filmi, ein høgra ekstremist, ið virdi svartar rastistar, tí teir eisini gingu inn fyri skilnað millum rasur. Tað er tíanverri so, at ISIS og nógvir høgravendir ekstremistar hava nógv til felags.

Tað er so eingin ivi um, at tað, sum vit upplivdu í París fríggjakvøldið, er kríggj.

 

12208713_10153266585732799_3438885784116229740_nÍ Evropa og Norður Amerika liva 1,2 mia fólk. So tá ISIS loypir á og drepur 120-150 fólk, so er tað ikki kríggj í vanligum forstandi, har tú ætlar at minka um talið av evropearum, ateistum ella kristnum.

 

Hetta er eitt taktiskt álop á Vesturheimin. Tað er fyri at skapa ræðslu, og fyri at fáa okkum at broyta okkara lívsstíl, og fyri at fáa okkum at sleppa okkara tolsemismentan.
Størsti sigurin hjá ISIS, Al Qaeda og øðrum islam baseraðum terroristum er vaksandi fremmandahatrið, og muslimahatrið í Vesturheiminum.

Megnar ISIS, at gera hetta til eitt mál, har Vesturheimurin fer í kríggj við Islam, so er kríggi ikki longur millum svakar ekstremistar og vesturheimin, men eitt regulert heimskríggj millum Vesturheimin og eina mia. muslimar.
Ein dag sum í dag, er tað av alstórur týdningi, at vit øll taka frástøðu frá ekstremistum. At moderatir muslimar, kristin, ateistar og onnur standa saman, og tryggja okkum, at okkara samfelag berjir niður relisgiøsar ekstremistar. Tí hetta kríggið er í veruleikanum millum radikal og moderat. Um vit moderatu ikki skilja, hvønn hetta stríðið er ímillum, og um vit ikki fara inn í stríðið, so verður endin galin.

 

Ein dama skrivaði á Facebook í kvøld, at vit hava verið ov tolsom og ikki sett okkum inn í, hvat tað vil siga at loyva muslimum at byggja moskeir og harvið at dyrka tað ekstremu síðuna av islam.

 

Júst tað, at ein vanlig føroysk dama skrivar og meinar hatta, er ein sigur fyri ISIS. Sjálvandi skulu muslimar sleppa at byggja moskeir (kirkjur), og líka sjálvandi skulu muslimar ikki góðtaka, at ekstremisma sleppur at trívast í teirra moskeum.

 

Vit gráta og syrgja í dag um tey nógvu deyðu og um tey nógvu særdu. Men vit, sum berjast móti ekstremistum, skulu ikki tiga, í dag! Vit skulu vera har, og tryggja, at øðin vendur rættan veg. Tryggja at ótilvitaðu skutilssveinarnir hjá ISIS á høgraveinginum ikki sleppa at seta dagsskránna, og gera hetta til eitt stríð millum okkum og islam.

 

Vit vilja verja frælsið!

Eg eri Charlie, er boðskapurin, ið allur heimurin savnast um nú.
Eg eri Charlie, er boðskapurin, ið allur heimurin savnast um nú.

Ræðuleikarnir í París vísa alt ov væl, at okkara samfelagsskipan og okkara mannarættindi eru hótt. Vit mugu ongantíð góðtaka, ella bera í bøtuflaka fyri tílíkum álopum sum hesum. Tí hetta er ikki bara eitt hópdráp, hetta er eitt álop á okkara grundvirði sum samfelag.

Talufrælsið er ein av grundarsteinunum, ið vit byggja okkara fólkaræði á, hetta er eini mannarættindi, og mannarættindi skulu virðast! Tey eru ikki til forhandlingar!

Tí velji eg eisini at deila omanfyristandandi mynd, Je Suis Charlie, ið merkir stutt “Eg eri Charlie”. Í nátt eru vit, sum vilja frælsi og mannarættindi, Charlie.

Charlie Hebdo er vorðið ímyndin av talufrælsinum, og stríðnum fyri hesum frælsi.

Í kjalarvørðinum av ræðuligu hendingini hava høgravendir ekstremistar válgað sær í henni, og brúkt hana sum eitt kærkomið amboð  í sínum ófantaliga ágangi móti øllum muslimum.

Í besta ekstremist anda, skera tey allar muslimar yvir ein kamb, og brúka hesa ræðuligu hending sum bensin til hatrið móti fremmandum. Hetta er ikki í Charliesa anda, tí blaðið hevur nevniliga speirikið alla ekstremismu, og arbeitt fyri frælsi og móti allari kúgan.

Eg haldi tað vera fúlt, at ekstremistar brúka hesa hending til gagns fyri sína hatursherferð.

Vit moderatu mugu standa saman móti ekstremistum, bæði teimum muslimsku og teimum, ið vit hava innanfyri okkara egnu bøgarðar.

Tónin á Facebook millum føroyingar seinastu dagarnar, síðan løgmaður boðaði frá, at hann vildi, at vit skuldu taka í móti flóttarfólki, ræðir meg. Tað rákið, ið tónin umboðar er eksploderaði aftaná álopið á Charlie Hebdo. Eg eri sannførdur, at hetta rák, er ein stór hóttan móti mannaættini.

Eg skilji ikki hvat projektið hjá føroysku hatursprofetunum er, nógv av teimum hava ongantíð hitt ein muslim, hava búð í Føroyum alt sítt lív, men er hjartaliga sannførd um, at islam og sostatt allir muslimar eru eitt problem, tað er ræðuliga viktikt, at siga hetta so ofta sum tilber. Men hvat ætla tey, tað loysir so einki at svína fólk til. Hvat er teirra loysn? Vilja tey avrætta allar muslimar? Læsa teir inni í Miðeystri og so bumba Miðeystur? Hvat er teirra projekt?

Eg havi skilt, at føroyskir ekstremistar hava eina hemmiliga losju á Facebook, har tey undir heitinum “Frælsi frá kúgan” øsa hvønn annan upp. Eg endaði í kjaki við nógvar av hesum ekstremistum á Facebook í gjár, og ein teirra viðgekk, at hann hevði eitt ynski um, at læsa allar muslimar inni í Miðeystri og atombumba teir, men ein av fremstu talsmonnunum hjá ekstremistunum var skjótur at strika boðini.

Eg ræðist!


Lat okkum ístaðin gevast at krúpa út í ekstremismuna. Lat okkum øll, óansæð átrúna, politiska sannføring ella húðarlit savnast um næstrakærleikan og tolsemi,. Lat okkum ikki gera mun á fólki, soleiðis at vit ikki stoyta eitt nú muslimskan ungdóm frá okkum, so tey enda í ekstremum islamiskum felagsskapum, har tey fáa pláss og kenna seg vird. Lat okkum síggja hesi menniskju sum týdningarmiklar ressursir.

Størsti sigurin hjá teimum lallandi svøku islamisku yvirgangsmonnunum, ið lupu á World Trade Center, var ikki at drepa 2.966 fólk, men at vit slakaðu persónliga frælsið í okkara samfelag, vit sluppu virðingini fyri mannarættindum, sum áðrenn tað var ein grundarsteinur í okkara samfelag.

Fyrr í ár kom hetta eisini til Føroyar, tá Osama Bin Laden kundi smíla í grøvini, tá Elsebeth Mercedes og Føroya løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, stóu á odda fyri hópneyðtøkini hjá samgonguni av okkara privatlívi við sonevnda avlurtingarpakkanum.

Latið okkum veruliga vera Charlie, og saman stríðast fyri mannarættindum og frælsi.

Latið okkum byggja okkara stríð móti ekstremistum á virðing og kærleika.

Jólakalendarin 7. desember – dagsins gáva til tín

Dagsins jólagáva verður ein av teimum tyngru, tað tykist sum okkara samfeløg í vesturheiminum hava tapt stríðið móti yvirgongsmonnum, nettupp tí, at eftir 11. september fóru vit á kompromis við tey grundvirði, ið vit byggja okkara samfelag á. Eitt nú er píning vorðin ein alment góðkendur avhoyringarteknikkur aftur. Hetta fóru vit í okkara parti av heiminum annars frá, samstundis, sum vit gjørdust meira siviliseraði.

IMG_2742-0.JPGEg fari at viðmæla eina bók at lesa, viðmæli fer sjálvandi fyrst og fremst út til okkara politikarar, ið gera okkara lógir, men bókin er bæði áhugaverd og lættlisin, so øll áttu at lisið hana. Tað er bólkin hjá italska filosoffinum Cesare Beccaria “Um lógarbrot og revsing”, bókin er ikki tøk á føroyskum, men er t.d. at fáa í einari fínari danskari umseting.

 

Keyp bókina sum e-bók her

Cesare Beccaria, ið var ein av undangongumonnunum, til okkara rættarsamfelag lýsti trupulleikan við píning soleiðis: Ein persónur, ið einki hevur at goyma, verður trýstur til at finna uppá okkurt fyri at steðga her-og-nú pínuni. Píningin er so ógvislig, og einasti vegur úr henni er at viðganga okkurt, satt ella falskt gerst líkamikið. Meðan ein, ið er sekur, kann verða meira herdur, og tí ikki viðgongur og um viðkomandi úttalar seg, er tað ikki neyðturviliga sannleikan, ið hann fortelur. Sostatt eru upplýsingar, ið koma fram í einari tílíkari støðu púra óbrúkiligir og mangla trúvirði.

Beccaria vísti harumframt á, at píning var við til at herða samfelagið og elva til meira harðskap.

 

nissa_smallGóðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 19 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist eini góð jól.

Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!

Genta
Mynd: Marius Listamaður 2011.

Eg hoyri argumentini, at Ísrael má verja seg, eg hoyri argumentini, at Hamas brúkar børn sum skjøldur. Men eg má siga, um tín fíggindi brúkar børn sum skjøldur, so skalt tú altso lata vera við at skjóta! Serliga skalt tú lata vera við at skjóta tey við rakettum og bumbum!

 

Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!

 

Lat meg endurtaka: Tað er ongantíð í ordan at skjóta børn!

 

Á báðum síðum eru sterkar kreftir, ið ynskja kríggj, á báðum síðum eru fólk, ið tjena uppá kríggj.

 

Á báðum síðum er góð fólk og ónd fólk. Men tá 239 børn er deyð, so eiga vit at semjast um, at okkurt er heilt galið.

 

Eg skilji stutt sagt ikki tykkum, ið taka støðu við einum av pørtunum í hesum stríðnum.

 

Um tú brúkar børn sum skjøldur, so ert tú eitt reyvarhol.

 

Velur tú at loypa á eitt barnaskjøldur so ert tú eisini eitt reyvarhol.

 

Her eru talan um tvey stýri, ið áttu at verið sett frá og koyrd í fongsul!

 

Góðu føroyingar latið vera við at stuðla barnadrápið.

 

Sambært Ekstra Bladet, so var yngsta offrið 3 mánaðir gamalt, hvussu kann nakar stuðla tí?

 

166 av børnunum vóru undir 12 ár, eg havi ein son, sum er 12 ár, ein sum 10 ár og ein sum er 6 ár. Eg kann ikki ímynda mær pínuna, ið øll foreldrini og systkini føla um missin. Eg kann satt at siga ikki ímynda mær eina einastu støðu, har eg helt, at tað var ok, at onkur skeyt míni børn. Tí tað er ikki ok, at skjóta børn!

 

Neyðugt er, at mannarættindadómstólurin traðkar inn og búrar bølmennini í ísraelsku og palestinensku barnamordarastjórnunum innið, og smitar lykilin burt!

Avlurtingarpakkin er dýnulyftan av fúlasta kalibur

DynulyftanFøroyar eru eitt alt ov lítið land til at geva løgregluni so víðfevndar heimildir, sum avlurtingarpakkin gevur. Hetta er og verður dýnulyftan. Lat meg forklára hví.

 

Eg tosaði við eina góða vinkonu nú ein dagin, hon helt, at tað var fínasta slag at fáa handan avlurtingarpakkan, tí um man einki hevði at goyma, so var einki at ræðast. Hetta er umleið sami boðskapur, sum Elsebeth Mercedis í øði royndi at brøla út í Løgtinginum.

Kaj Leo hevur eisini roynt at prædika boðskapin, um at tað bara eru kriminell, sera kriminell fólk, ið vera rakt av hesum pakkanum. Well, Kaj Leo, Elsebeth og vinkonan, tað er tað so slett og aldeilis ikki.

Hvussu langt síðan er tað, at tú hevði eina persónliga samrøðu við onkran, ið tú veruliga ikki vil, at nakar annar skal hoyra. Fyri mítt viðkomandi var tað mikudagin, ein góð og long samrøða við ein góðan vin, um tað, ið fyllur hjarta. Her vóru konufólk, børnini, arbeiði, vinir og trupulleikar hjá mær og honum á lofti. Nógv av hesum skal eingin annar sleppa at hoyra. Tit hava ivaleyst sjálvi havt líknandi samrøður.

Men so siga Elsebeth og Kaj Leo, at um eg ikki eri undir illgruna fyri ógvisligan kriminalitet, so eri eg ikki í vanda. Tí so hava tey ikki atgongd til mínar telefonsamrøður.

Well, hetta er svartasta lygn!

Eina telefonsamrøða er millum tveir partar, og bert ein av pørtunum nýtist at vera undir illgruna fyri kriminalitet, fyri at tey skulu sleppa at lurta.

Sostatt kann eg risikera, at mínar djúpastu kenslur verða eftirlurtaðar av løgreglumonnum, ið eg kenni og møti til dagligt. Ikki tí eg eri undir illgruna, men tí eg ringi til ein vinmann, ið er undir illgruna fyri kriminalitet. Hetta hóast eg eri púra ósekur, og hóast vinmaðurin eisini er ósekur, men undir illgruna.

ST hevur mett hesa lógina ov víðfevnda, og víst á, at hon ikki er í trá við mannarættindi. Men her velur Elsebeth Mercedis so at gera sína egnu definitión av, hvat mannarættindi eru:

”tit tosa um mannarættindini, men eg haldi tað er mannarættindi at hava tað trygt og fyribyrgja kriminaliteti”

Jú vit kunnu øll vera samd um, at vit eiga at fyribyrgja kriminaliteti, men hvussu nógv vilja vit lata av okkara rættindum, fyri at man møguliga klárar at avdúka onkran kriminellan?

Hetta málið er sera prinsipielt, og m.a. loyvir tað løgmanni at seta eina kunngerð í verk, um at alt okkara telesamskifti skal goymast í t.d. eitt ár, so farast kann afturumaftur og lurta at tí.

Elsebeth Mercedis brølaði ferð eftir ferð í tinginum, at tingið ikki við hesari lóggávu gav hesa heimild, men tað passar ikki, tað er bara Mercedis, ið ikki skilur orðið heimild.

Ein tílík loggning, sum tey nevna hetta, flytur markið fyri okkara privatlívi, okkara samrøður við vinir, familju, konur, børn, elskarar, elskarindur, prestar, sakførar, sálarfrøðingar og fíggindar eru ikki longur millum okkum og tey, tær eru millum okkum og tey og samfelagið. Til einhvørja tíð, kann løgreglan, fáa atgongd til alt hetta tilfar, og vil ein hackari sleppa framat tí, so ger hann eisini tað.

Kritikarar av uppskotinum vísa eisini á, at enn eru ikki nevniverd dømi um, at hendan avlurting hevur havt konkret úrslit við sær, ið man ikki kundi fingið á annan hátt. Ístaðin er talan um, at vit brúka nógvar pengar, ið kundu verið brúktir nógv betur og at vit geva rættin til okkara privatlív frá okkum.

Við Anthony í oyrunum og Agga í huganum

Ja, nú gingu nakrir dagar uttan ein rennitúr, og enntá uttan, at eg annars havi gjørt stórvegis fysiskar venjingar, heldur ikki innandurða. Veðrið hevur verið av skræpuni til, so tað er umberingin fyri ikki at renna, umberingin innandurða, well, hvat skal man siga.

2. februar 2014
4,09 km uppá 25.13 minuttir, í minsta lagið var veðrið gott.

renning20140202Men nú havi eg so verið ein túr í kvøld. Veðrið var fínt, og túrurin gekk niðan í rundkoyringina á Hamrinum, so oman eftir Glyvursvegnum og niðan framvið AB-Vøllinum, heilt inn á botn og so út aftur til gøtuna niðan undir Kongavarða.

Deiligur túrur á góðar 4 km, eftirsum eg rann eitt sindur aftur og fram uttanfyri her, tá eg kom heim, so eg kom uppum 4 km.

Tónleikurin var fínur, tað er ein Genius listi hjá mær, sum eg gjørdi útfrá “Into My Arms” hjá Nick Cave, deiligur og inniligur tónleikur.

Eg má annars siga, at mínir tankar á rennitúrinum hugsavnaðu seg um hatta óalmindiliga ljóta lesarabrævið, ið Agga Niclassen hevði í Sosialinum um vikuskiftið. Hann loypir beint á Jóan Høgnesen, ið herfyri bleiv interviewa av Prei, álopið snýr seg um hennara støðu sum transkynd, ið Agga hevur ilt í reyvini av. Tað er nokk ikki óhugsandi, at annað lag á playlistanum hjá mær, fekk meg at hugsa um hetta.

Eg skal viðganga, at eg las bara ein triðing av greinini. Agga er so strævin at lesa, at eg komi ikki ígøgnum hansara greinar, og eg vænti eisini, satt at siga, at tað er meiningin.

Henda greinin var so serliga ring at lesa, tí hon umframt vanliga langdrigna og tunga málburðin, var áloypandi móti einum menniskja, ið mær vitandi als ikki hevur uppiborið tílíkt. Eg royndi meðan eg rann at finna eina orsøk til, at Agga velur at gera eitt tílíkt álop. Eg havi fleiri ferðir hitt mannin, virkar stak fittur, og so kemur knappiliga eitt tílíkt  álop.

Hóast eg royndi at hugsa ymisk alternetiv ígjøgnum, so kom tað aftur til mín, at Agga kanska bara ræðist samkyndleika og eisini transkyndleika. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Agga er uttan iva ofta vorðin misstikin fyri bæði at vera samkyndur og transkyndur. Persónliga skal eg viðganga, at tað er rættiliga nýliga, at eg fann útav, at hann eftir øllum at døma er mannfólk og nokk altíð hevur verið tað, hóast eg altíð havi ivast. Ivin stóðst fyrst og fremst av, at tað er torført at døma frá útstjóndini. Men eisini navnið Agga er eitt sindur ringt at meta um.

Well, okkurt hugsar man um, tá man rennur.

Løgini eg hoyrdi vóru

Into My Arms – Nick Cave
Hope There’s Someone – Anthony & The Johnsons
Last Goodbye – Jeff Buckley
Suzanne – Leonard Cohen
Sweet Jane – Cowboy Junkies
Heroes – David Bowie
No Surprises – Radiohead

Lippukassin: Vegurin til tað vinarliga samfelagið

Mynd: Ditte Mathilda Joensen
Mynd: Ditte Mathilda Joensen

Um vit ikki dagføra lógina um hjúnarband, hava vit valt mannarættindini frá og Móseslóg verður viðtikin.

Eg spyrji, hvat verður tá tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja?

Hetta er ein glíðibreyt!

Verður tað, at svínakjøt skal forbjóðast? (eingin fani skal taka mítt bacon)

Ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava mánasjúku?

Ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í svimjihøllini?

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!

Samfelagið, har eg kann elska tann eg vil, óansæð kyn, og har eg kann eta bacon við góðari matarlyst.

 

Les alla røðuna, ið eg helt í sambandi við, at Vendetta konsertferðin, ið 200 skipaði fyri saman við  Unga Tjóðveldinum endaði við einum braki í Sjónleikarhúsinum, røðan er akkurát líka aktuell í dag, sum tá. Kanska uppaftur aktuellari, nú Elsubeth Mercedes og onnur royna at sylta hjúnarbandslógina í eini nevnd, og fólk í samgonguni, sum ikki eru pillbýtt fara at fella eina lógarbroyting, ið tey ganga innfyri.

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

So fór ein risi

Nelson Mandela er slóknaður 95 ára gamal, mettur av døgum, hóast hann misti nógv ár í klivanum á Robben Island, so avrikaði hann meira fyri mannarættindi í heimlandinum enn nakar annar.

Løgið at hugsa sær, hvussu løgin lagnan er, eg havi í dag sæð ein vamlisligan leik, har teir tinglimirnir hjá samgonguni, ið hava eitt vet av virðing fyri mannarættindum, sótu sum nevslignir lundar og tagdu, alt meðan ekstremistar krupu fram, og úttalaðu seg vegna samgonguna.

Boðini frá løgmanni vigaðu meira enn sannføring, mannarættindi og næstra kærleiki.

Men aftur til lagnuna, eftir einum tílíkan dag, so koma deyðsboð um ein mann, ið tordi at standa við sínar meiningar, og offraði alt fyri mannarættindi.

Ja, munur er á politikarum. Síggi, at hesin sami løgmaður kallar Mandela ein kyndil í kvøld, vónandi letur hann glæmuna av kyndlinum upplýsa seg, so hann tekur mannarættindi fram um politiskan løtuvinning.

Guð segði tað so væl nú ein dagin

gudÁ almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.

 

Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum hinkynd hava, eru hesi boðini sera nærverandi.

 

Ikki tí, at Kaj Leo sjálvur heldur, at samkynd framhaldandi skulu vera fyri mismuni. Nei, hann noktar sínum samgongufeløgum at virða mannarættindini,  fyri at tryggja, at hann eisini framyvir kann kalla seg løgmann.

 

 

Tá má eg veruliga siga, at Kaj Leo brýtur bæði boðini. Tí tá tú sjálvur heldur, at okkurt ikki er í trá við mannarættindi, og tú velur ikki at loyva, hesum at verða broytt til tað betra. So ert tú ikki serliga kul. Tá tú selur minnilutabólkar fyri egnan persónligan vinning, so ert tú heldur ikki serliga fittur, tað er faktiskt nokkso reyvarholsligt.

 

Jú gamaní, Miðflokkurin og útvaldir sambands- og fólkaflokspolitikarar meta seg hava rætt at avgera um tvey vaksin fólk av sama kyni sleppa at giftast ella ei. Men hesi eru øll pr. defitinitión forstokkaðir ekstremistar*. Friður verði við tí, soleiðis eru tey bara.

 

Allir samgongutinglimirnir eru bundnir av samgonguskjalinum. Men sum tinglimur er tú fyrst og fremst bundin av tínari samvitsku og tínari sannføring. Um tú metur, at mannarættindini vera skúgva til viks, við bert at loyva einum bólki (teimum hinkyndu) serlig giftingarrættindi. So eigur tú at atkvøða fyri uppskotinum. Mannarættindakonventiónin er langt yvir nøkrum samgonguskjali, tað er tín samvitska eisini.

 

Janus Rein, nýklaktur Fólkafloksmaður situr við mandati givið av Framsóknarveljarum, hann fór uppá val við klárum boðskapi um rættindini hjá teimum samkyndu. Fellir hann uppskotið hevur hann veruliga svikið sínar veljarar. Hetta er galdandi fyri øll tey, sum nú eru inni, og lovaðu at verja rættindini hjá teimum samkyndu.

 

Eg skjóti upp, at øll vit, ið vilja hava hjúnarbandslógina broytta, skriva til okkara umboð á tingi. Tann, ið tit valdu, og boða frá, at tit vænta, at tey virða mannarættindini hægri enn samgonguskjalið, og at tit ikki velja tey aftur, um tey svíkja:

T.d., hesi tonktu dømini:

Góði Kaj Leo
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, tá tú nú noktar tinglimum at atkvøða eftir sínari sannføring, ið einum mannarættindamáli, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val.

Vónandi broytir tú meining.

Vinarliga

Jens Jensen

ella:

Góði Hanus Samró
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, um tú ikki stuðlar broytingini í hjúnarbandslógini, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val. Vónandi atkvøður tú fyri broytingini

Vinarliga

Jensina Jensen

 

67% av føroyingum er fyri at broyta hjúnarbandslógina til eisini at fevna um samkynd, hetta skuldi merkt, at fáa vit øll við uppá hetta, so fær Kaj Leo yvir 1.300 mailar og boð á Facebook, og Hanus Samró fær yvir 200 mailar og boð, og hetta er bara um 67% av teirra veljarum skriva til teirra. .

 

Tíðin er komin, at vit føroyingar vísa tenn, og siga løgtinginum, at vit ikki longur finna okkum í einum minnilutadiktatur, har Miðflokkurin saman við øðrum ekstremistum forðar fyri broytingum, ið stórur meiriluti er fyri.

 

*) Tey av teimum, ið lesa hetta, og ikki meta seg sum ekstremistar, tey fara skeiv. Tí um tú tekur tær rættin, at avgera hvussu onnur vaksin fólk vilja liva saman, so hevur tú sjálvur tikið tær ekstremist leiklutin. Tað slepst ikki undan, liv við tí.