Vit mugu fordøma danir!

Eg meini at Føroyar eiga at vísa fyri umheiminum at vit ikki kunnu stuðla fremmandahatrinum hjá dønum. Nýggi útlendingapolitikkurin hjá donsku stjórnini hevur longu sett Danmark í andstøðu í Evropa, og ynskja vit ikki somu lagnu, noyðast vit at gera heimin varðan við, at vit ikki stuðla fremmandahatri.

 

Nýggja uppskotið hjá donsku stjórnini deilur danska fólkið upp í fyrsta flokks borgarar, og annað flokks borgarar. Hetta er eitt tað størsta alment stýrda rasistiska átak í vestur Evropa síðan annan veraldarbardaga og skal síggjast sum ein bleytari og tillaga útgáva av apartheid.

 

Tað er bert ein spurningur um tíð áðrenn onkur dregur Danmark fyri ST-mannarættindadómstólin og vinnur sakina. Tað er ikki torført at skilja hvat hetta hevur við sær tá talan er um útflutning, og altjóða samstarv annars.

 

Ynskja vit sum føringar ikki at vera ein partur av hesum, mugu vit gera vart við hetta og tað nú. Hvussu fer eitt handilsboykott av Danmark at ávirka okkum?

 

Neyðugt er at Føroya Landsstýri eru undangongumenn í altjóða átøkunum móti Danmark, hetta vísur altjóða samfelagnum at vit sum føringar ikki stuðla fremmandahatrið, og ikki velja at síggja onnur fólk sum annaðflokksborgarar bara tí danska stjórnin sigur tað.

 

Seinastu nógvu árini hevur Danmark havt nógv tí harðastu útlendingalógina í vestur Evropa, og hetta hevur bert ført alsamt verri integratión við sær. Síðsta danska stjórnin við sokallaða sosialdemokratinum Poul Nyrup Rasmussen á odda kappaðist við Dansk Folkeparti um at spreiða fremmandahatur, hetta skapti ein hatskan hugburð í stórum parti av danska fólkinum. Tá ein penur sosialdemokratur kundi føra ein tílíkan politik, so var hann nokk ikki galin.

 

Tað er tí nú sera torført hjá fólki av øðrum uppruna enn donskum at fáa arbeiði í Danmark. Ung fólk av øðrum uppruna enn donskum sleppa ikki inn á dansistøðini, og sera torført er hjá hesum at fáa bústaðir. Hetta hevur verið galdandi í skjótt nógv ár, og hevur avlaga tilverðuna hjá nógvum fólki. Tað er lætt at skilja, at nøkur av hesum fólkum, ofta ungir strongdir menn, enda úti í brotsverkum.

 

Og júst hetta við brotsverkunum hava Poul Nyrup Rasmussen og hansara kumpanar brúkt sum orsøk til at gera útlendingapolitikkin enn strangara, og spreiða enn meira hatur og ræðslu millum vanliga danskaran.

 

Men nú eru sokallaðu sosialdemokratarnir ikki í stjórn meira. Ein høgra stjórn er komin til valdiå, og hendan stendur við einum stórum trupuleika: Hvussu kann hendan stjórnin føra ein meira høgra vendan útlendingapolitikk enn tann undanfarna stjórnin gjørdi? Hetta er torført, eftir sum hetta var tann strangasti politikkurin í vestur Evropa.

 

Fólk eru rødd av øllum ræðumyndunum sum politikkarar og fjølmiðlar hava mála, og krevja ein harðari politikk. So núverandi danska stjórnin velur at argumentera við, at í arabisku londunum er politikkurin so og so strangur og tí kunnu vit brúka sama politikk yvir fyri arabum. Danska stjórnin velur altso at melda seg úr vestur Evropa á hesum økið. Danska stjórnin velur ein politik sum er kendur úr Suður Afrika, úr Irak úr Nazi týsklandi og Ísrael.

 

Men vit føringar hava ongan áhuga í at melda okkum burturúr Evropa, tí mugu vit siga stop, og saman við hinum londunum fordøma okkara donsku ríksfelagar.