Hatta er ikki eitt kamar!

Hatta er ikki eitt kamar, hatta er eitt borð sum stendur uppiá nøkrum kassum uttanfyri, orðini eigur mín fýra ára gamli og serstakliga fitti sonur Tummas, ið saman við mær hugdi at Spískamarinum við karismatiska sjónvarpskokkinum Gutta Winther.

 

Tummas hevði sitið í púra upptikin av telduskíggjanum, har Gutti heintaði rabarbur, fann røttu ølina og bakaði drýl. Tá Gutti so fór við bili til Árnafjarðar, var Tummas skjótur at viðmerkja, nú fer hann at fiska, og tá Gutti løtu seinni var umborð á einum báti, greiddi Tummas mær errin frá, at hetta var tað, sum hann hevði sagt fór at henda.

 

Hygg at Gutta Winther á Borðoynni her

 

Hóast eg gekk eitt sindur frá og til sendingina, tí eg hevði sæð størsta partin av henni í sjónvarpinum, so var Tummas klistraður til skermin, og tá Gutti skuldi servera matin á einum heimagjørdum borði úti í vøkru náttúrini, so letur í Tummas: “Hatta er ikki eitt kamar, hatta er eitt borð, sum stendur úti uppiá nøkrum kassum uttanfyri”, tað tók mær eina lítla løtu at skilja, at hann refereraði til heitið á sendingini, Spískamarið.

 

Sjálvt eftir, at sendingin var liðug, sat hann bara og hugdi inn í skíggjan og prátaði um tað, sum hann hevði sætt. Tá eg spurdi hann, um hann vildi síggja ein part afturat, bleiv hann spentur og glaður og so var fyrri parturin í Saksun settur á, og Tummas sat heilt bergtikin og hugdi at allari sendingini. Hetta er frálíkt sjónvarp til ung og gomul.

 

Hygg at Gutta Winther á Borðoynni her

 

Well, mítt poeng var ikki bert at fortelja, at eg eigi skilagóð børn. Eg vildi faktiskt rósa Kringvarpinum fyri hesar frálíku sendingar. Sum tað er syndarligt, at politiski myndugleikin ikki virðir, hvussu týdningarmikil  hesin miðil er fyri okkara samleika sum tjóð.

 

Sum tað er syndarligt, at Kringvarpsstjórin bert hevur latið standa til, og nú amputerar helvtina av sendiflatuni. Sum tað er synd, at tá Kringvarpsstjórin roknar, so má man siga 30 fólkum upp fyri at  spara einar tríggjar milliónir + lønarvøkstur.

Wow Gutti Winther, tú kanst steðga fólkaminkingini!

Her situr man í Kongens København sum ferðamaður og hyggur at føroyskum sjónvarpi á telduni, og útisetin, við mína lið sigur, at hon fær hug til at flyta heimaftur, og eg siti og hugsi, at hendan sendingin má tekstast og sendast um allan heim, tí sjáldan hava Føroyar tykst meira spennandi, lokkandi og fantastiskar enn í sendingini Spískamarinum við nýklakta sjónvarpskokkinum Gutta Winther.

Sendingina sært tú her

Í somu viku, sum Exit Føroyar bókin hevur rist í okkum, og víst á nakrar av orsøkunum til, at alt fleiri føroyingar velja at seta búgv og vera verandi í útlandinum, so siti eg her við einum av teimum útisetunum, ið vit mangla mest, eini vælútbúnari føroyskari kvinnu í bestu árum, og hyggi at Gutta á kulinariskari ferð í Føroyum, og hon fær hug til at flyta heim, er hetta ikki stórsligið? Er Gutti Winther kanska heilivágurin móti fólkaminkingini?

 

Eg má takka Kringvarpinum, fyri at geva okkum hesa frálíku uppliving, við einum fryntligum, eldhugaðum og stuttligum sjónvarpskokki, sum veiður, matgerð og etur í føroysku náttúruni. Samstundis fáa vit innlit í ymiskt áhugavert um støðini og rávørurnar. Hetta er bæði stuttligt og áhugavert, og eg fái hug at fara í fjørðuna eftir sanddunnuberum.

 

Hetta er so livandi frágingið, við virðing fyri fólki náttúru og rávørum, og so er tað hugnaligt. Tað fangar stutt sagt  føroyska andan, og tað er frálíkt. Gleði meg longu til næsta part.

 

Hevði eg, sum útlendingur sæð fyrsta partin av Spískamarinum, so hevði eg vilja vitjað Føroyar og tað beinanvegin. Eg hevði enntá vilja havt Gutta við sum ferðaleiðara/kokk. So eg tvætli ikki, tá eg sigi, at hetta átti at verið tekstað og sent um allan heim.

 

Eg má eisini taka í soundtrackið. Kræklingar eru ein tann besti bólkurin vit hava havt í Føroyum, og lagið Pøsta verð, ið var í byrjanini av sendingini, er ein gloymd føroysk perla. Hetta lagið var ein slagari í Nærvarpinum í Keypmannahavn tann tíð tað var. Deiligt, at hann bleiv funnin fram aftur. Hetta er nokk fyrsta lagið, ið Hanus Johansen spældi inn sum forsangari.