Tungmálmur ’93 MC-Hár

Eitt av nøvnunum, ið spældi á bæði Tungmálmi ’92 og Tungmálmi ’93 var mín bólkur MC-Hár. Nógvar broytingar høvdu verið í manningini frá ’92 til ’93, t.d. hevði bólkurin vant við limunum í Utopia og fleiri aðrir tónleikarar høvdu eisini verið við í stytri tíðarskeið hetta árið.

MC-Hár á TungmálmiTað vóru bert tríggir av okkum, ið luttóku á Tungmálmi ’92, sum spældu við á Tungmálmi ’93, eg og Allan og so Tróndur, ið annars var farin úr MC-Hár síðst í ’92, men kom beint uppíaftur fyrst í ’93. Tó høvdu vit longu funnið ein avloysara á keyboard, so Tróndur kom við aftur sum bassleikari.

Sjálvt um MC-Hár júst var farið um tvey ára aldur, so høvdu vit longu havt 3 keyboardspælarar, 4 bassleikarar, 6 gittarleikarar og 5 trummuleikarar, meðan eg og Allan høvdu verið fastir rapparar.

MC-Hár var á Tungmálmi ’93 mannað av Niels Una Dam og Allan Mortensen, rapp, Niels Arge Galán, sang og gittar, Torkil Olsen, gittar, Tróndi Bogasyni, bass, og Andreas Petersen, keyboard og Herluf Hermansen, trummur.

Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Eg eigi allar framførslurnar á video og fari at leggja tær út komandi dagarnar.

Framførslan hjá Lisa Sær Dupult

Framførslan hjá Oblivion

 

Ólavsøkukonsertin 2001

Eg havi júst fingið  nógv av mínum VHS bondum løgd yvir á DVD, eitt av bondunum var við ólavsøkukonsertini 2001, hetta man vera ein tann størsta mannfjøldin vit hava spælt fyri, umleið 4000 fólk vóru savnaði í kommuskúlagarðinum.

mc-har_O01Vit í MC-Hár vóru í eini umskipanartíð, aftan á Spotfestivalin í 1999 vóru Tróndur Bogason, ið sang og spældi ljómborð, Niels Arge Galán, ið sang og spældi gittar og Uni Árting, ið trummaði, farnir burturúr. Jens Virgar Jakobsen kom longu uppí bólkin aftur síðst í 1999, og vit gjørdu somuleiðis avtalu við Fríða Øster, ið hevði spælt trummur við okkum í fleiri umførum áðrenn, at koma við aftur.

Eingin konsert bleiv spæld í 2000, men tá boð var eftir okkum at spæla á ólavsøkukonsertini 2001, var neyðugt at loysa tveir konkretar trupulleikar, mangulin uppá sangara og mangulin uppá ljómborðsleikara. Vit hugsaðu, hví sikta lágt, so vit spurdu teir báðar best umtóktu sangararnar beint tá, Terja Rasmussen og Rók Jákupsson Jakobsen, og besta ljómborðsleikara í býnum Magnus Johannesen. Allir søgdu ja til at luttaka.

Í samráð við Suna í Kagganum fingu vit eisini tvær danskar dansarindur, ið skuldu undirhalda har um ólavsøkuna, og málaðu tær, soleiðis, sum ein MC-Hár dansarinda eigur at vera mála.

Karl Anton Klein, ið var ein tættur vinur av orkestrinum, var har og tók konsertina upp. Eg fari at deila upptøkuna við tykkum beint her:

Jólakalendarin – 14. desember – Dagsins gáva til tín

Í 1992 koyrdi eg ein túr út til Trónd Bogason, eg hevði júst fingið koyrikort. Tróndur var komin uppí MC-Hár um heystið í 1991, og vit høvdu eftir eina væleydnaða konsert í útvarpshøllini í februar 1992 fingið blóð uppá tonnina, og skrivaðu tónleik. Ætlanirnar vóru stórar, so føroysku tekstirnir vóru skiftir út við enskar, og eg og Tróndur arbeiddu við avíkavist tekst og lagskriving. Nú skuldi heimurin takast.

Á veg heim aftur eftir Landavegnum, umleið við krossin, komu orðini “Symphony of Irony, a crazy mans reality, symphony of irony an orgy in the sky” til mín. Eg var ikki meira enn komin inn gjøgnum dyrnar, tá eg ringdi til Trónd, og segði:

– kom vit gera eina rapp/rokk symphony, og kalla hana: Symphony of Irony!

Well vit fingu so í øllum førum eitt lag burturúr tí, sum vit framførdu fyrstu ferð á Tungmálmi 1992, við risakórið í munkakápum við okkum á pallin. Hetta lagið skuldið samstundis blíva tað fyrsta vit spældu inn, tað var á Rock í Føroyum fløguni, ið kom út í 1996. Lagð gjørdi ótrúliga nógv fyri okkara bólk, ið tá var nokkso gloymdur, og var orsøk til spennandi konserttilboð og enntá eisini til okkara fløguinnspæling, ið varð gjørd í 1997, og endaði við Framvegis uttan vit.

Jólakalendarin í dag, verður eitt youtubeklipp við lagnum, myndirnar eru frá ymiskum konsertum gjøgnum árini. Hóast tað eru 20 ár síðan vit skrivaðu lagið, so dámar mær tað enn.

Góðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum er ein jólakalendari á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.

Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.

So fer MC- Hár aftur á Pall

So er tað alment, eg skal aftur á pall við MC-Hár, gleði meg sum eitt smábarn, og eg vóni av heilum hjarta, at tit øll koma á ólavsøkukonsertina 27. juli.

 

Les eitt sindur meira um serstøku jubileumskonsertina, okkara 10. ólavsøkukonsert, júst 20 ár eftir okkara fyrstu her

Eitt “nýtt” MC-Hár lag undan kavi

Eg leitaði í mínum gomlu upptøkum av ymiskum slag, og fann eitt gamalt MC-Hár lag, ið vit ongantíð góvu út, men sum tó er spælt nakrar ferðir. Upptøkan er frá einum Prix Føroyar undanumfari í Fuglafirði í 2003, og verður nú  deilt við tykkum góðu lesarar.


Lagið er skrivað í tíðarskeiðinum beint aftan á, at Framvegis uttan vit kom út. Nøkur løg vóru skrivaði hesa tíðina, millum annað løgini “Undrandi”, ið kom út á Prix Krem 2003 og “Offblend”, ið kom út á Tutl 25 ár Live. Men eisini “Off Goes The Pistol”, ið bólkurin Lucination (ið var ein MC-Hár avleggari) gav út á sjálvnevndu fløgu sínari um aldarskiftið. Eins og hini løgini var “Tú ert júst sum eg” upprunaliga skrivaður á enskum og æt  “On You”, men í sambandi við Prix Føroyar luttøkuna í 2003, umyrktu vit lagið til føroyskt, eins og vit gjørdu við “Undrandi”. Tróndur Bogason skrivaði upprunaliga lagið, til ein tekst hjá mær, og eg eigi eisini bróðurpartin av umyrkingini, tó so hjálptu hinir í MC-Hár til við tekstinum, og onkur orðing hjá Eyðuni Ásasyni hoyrist væl aftur.

 

Upptøkan hjá Kringvarpinum á Prix Føroyar undanumfarinum í Fuglafirði í 2003 er her løgd saman við myndum frá einari MC-Hár konsert á Kambsdali nakrar mánaðir fyri hetta, Jóhan Faulkner tók myndirnar. Hetta er sama manning, ið mannaði bólkin til Prix Føroyar undanumfarið, ið MC-Hár vann. Vit vóru tá: Niels Uni Dam (rapp), Rókur Jákupsson Jakobsen (sang og gittar), Eyðun Ásason (sang), Jens Virgar Jakobsen (gittar), Jónas Bloch Danielsen (gittar), Heri Reynheim (bass), Brynjolfur “Poppers” á Heygum (ljómborð) og Rani Hammershaimb Christiansen (trummur).

Meðan vit bíða eftir summarinum

16. mai og tað kavar uttanfyri, veðrið er í minsta lagið stabilt, segði ein vinmaður. Ja, eg meini so við, í Føroyum hava vit í stóran mun tvær árstíðir, hávetur og lágvetur. Ella soleiðis kennist tað í øllum førum ein dag, sum í dag.

 

Tey siga tó, at summarið kemur, og eg havi enntá skilt, at eg skal spæla eina konsert í summar, enn er ikki avdúkað hvar hon verður, men hon verður, og hevur tú hug at gita, hvar og nær hon er, ber til at fara inn á Facebook og kappast um 2 atgongumerki til tiltakið. Trýst her fyri at kappast

 

Men meðan vit bíða eftir summar, sól og MC-Hár kunnu vit stytta okkum stundir við MC-Hár á Youtube, hugnið tykkum:

Kærleikin aftur á pall

MC-Hár konsertir hanga ikki í trøunum, ofta ganga fleiri ár millum tær, og hóast vit spældu tvær konsertir í fjør, og báðar, um eg sjálvur skal siga tað, vóru super góðar, so var talan um smærri tiltøk við heldur fáum, tó eldhugaðum áskoðarum.

 

Tí eri eg eisini superglaður fyri, at vit nú hava fingið í lag eina ordiliga stóra MC-Hár konsert, við showi og heila gimmesjeisið. Wuhu!

 

Vit fara at lata fyrireikarnar um, at avdúka hvar og nær tað verður, men vit gleða okkum allir, serliga til at síggja júst teg í áskoðarafjøldini, tí vit elska veruliga teg, og at spæla fyri tær.

 

MC-Hár er nú blivin 21 ár, og vit hava roynt alt møguligt, frá at enda fyrsta G!Festivalin, til tvær Prix Føroyar finalir, Nýggjárskonsert, 9 ólavsøkukonsertir, Við Múrin, hita upp fyri D:A:D, Spot Festival, Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestival tvær ferðir, Norðoyastevnufestivalin, umframt konsertir á flestu spælistøðum í Føroyum.

 

Útivið 80 ymiskir tónleikarar og sangarar hava verið í bólkinum hesi 21 árini, men síðan 2003 hevur manningin verið tann sama, og satt at siga, er tað stuttligari enn nakrantíð. Tá vit hittast í venjingarhølinum, dettur alt beinanvegin uppá pláss, og uttan at seta nakra aðra útgávu av bólkinum til síðis, so hava vit ongantíð verið betur. Vit sum eru við:

 

Navn Byrjaður
Niels Uni Dam 1991
Tróndur Bogasson 1991
Heri Reynheim 1996
Jónas Bloch Danielsen 1998
Jens Virgar Jakobsen 2000
Rókur Jákupsson 2001
Rani Hammershaimb Christiansen 2002

 

Leinkja til MC-Hár á Facebook

Leinkja til MC-Hár tónleik á Myspace Radio

Kanska fer tað at síggja soleiðis út:

 

 

Ella soleiðis:

 

 

Ella kanska soleiðis:

 

 

Ella soleiðis:

Andalig samvera við stripparum

Havi funnið eitt áður ókent videoklipp frá ólavsøkukonsertini 2006, hetta er sangurin Andalig Samvera, áður hevur eitt klipp við lagnum Offblend verið í umferð á Youtube, og tað pettið av Offblend, ið ikki sæðst á teirri videoini er á hesari. Ljóðgóðskan er ikki so góð, men myndagóðskan er fín.

Mín ørasta og stuttligasta løta á palli

Álvur Haraldsen tók hesar myndir

Eg havi seinastu dagarnar dagført facebook síðuna hjá MC-Hár, broytt onkran tekst og lagt nøkur myndasøvn út, m.a. frá konsertini hjá okkum í Grasagarði í 1997, og okkurt úr upptøkuhølunum sama ár, tá vit tóku upp Framvegis uttan vit. Nógv góð minnir. Men meðan eg var í gongd við hetta hugdi eg enn einaferð eftir filmklippinum frá ólavsøkukonsertini 2006. Tann ørasta konsertin eg nakrantíð havi spælt.

 

Álvur Haraldsen tók hesar myndir

Vit skuldu spæla allar síðst og skuldu sambært skránni spæla í einar 40 minuttir, men skráin gleið meira og meira, og vit skóru alsamt fleiri løg av skránni. Tá so Side Effect, sum spældu áðrenn okkum, ikki vildu skera nakað av sínari skrá, og vit harafturat fingu tekniskar trupulleikar í skiftinum, so høvdu vit knappiliga bara 12 minuttir at enda ólavsøkukonsertina í.

 

Har vóru sjálvandi allir teir uppløgdu trupulleikarnir, hvørji løg vit skuldu velja at spæla, tí vit máttu frávelja eini 7-8 løg, og spæla 3.

 

Harumframt var tað showið. Vit høvdu planlagt eitt væl orkestrera show, við kvinniligum stripparum, bodypaintaðum ungum monnum, ballónum og ymiskum øðrum.

 

Harumframt hevði manningin í transseksuellu ólavsøkukabarettini “CockPorn” boða frá, at teir ætlaðu at krasja konsertina hjá okkum. Lukkutíð vóru tær/teir ikki at síggja, so tað pjøvdust vit ikki at hugsa um.

 

Mynd hjá Álvi Haraldsen

Men við trimum løgum, so var bert eitt at gera: Tað var at skrúva hart frá uppá allar mátar, so vit drønaðu avstað og avtalaðu, at mannfólkini komu inn beinanvegin, og at konufólkini síðan skuldu koma inn í næsta lagnum. Hetta gekk fínt og konsertin var ein orkubumba, sum sparkaði reyv.

 

Eg kann siga fyri mítt viðkomandi, at tað var ein frægd, at standa framman fyri einum so deiliga vælspælandi og pumpaðum bólki, og hyggja inn í eyguni á vælhýrdum fjepparum, sum syngja við og hugna sær. Tá so CockPorn knappiliga komu á pallin, so gjørdist tað ordiliga festligt, at blíva gramsaður til av mannfólki í konufólkaklæðum og dragsminku, meðan man roynir at konsentrera seg um at rappa, tað var stutt sagt skideskeg.

 

Men tá vit knappiliga fingu møguleika at spæla eitt eykalag, og vit valdu tann deiliga rokkutta Offblend, so bleiv støðan bara uppaftur ørari, tí umframt strippararnar og bodypaintaðu dreingirnar, kom knappiliga ein hornsektión á pallin. Blásararnir, sum høvdu spælt í teltinum fyrr um kvøldið, hildu at ballið á pallinum sá so gott út, at teir komu á pallin at spæla við okkum, púra óvænta, men ókristiliga feitt.

 

Stuttligt hvussu kaos og skerjing í spæliskránni faktiskt gjørdi konsertina uppaftur intensari  og stuttligari.

 

Her er omanfyri nevnda videoklipp

 

Her er myndasavn frá konsertini

Rókur á egnum beinum

Fríggjadagin gevur Rókur Jakobsen út sína fyrstu EP-fløgu sum einstaklingur. Talan er um fýra vakrar løtumyndir av kærleika, ið Ársins singer/songwriter 2004 sjálvur hevur skrivað.

 

 

Fløguútgáva

 

Tá Rókur á vetri 2004 vann singer/songwriter kappingina, sum Hotel Hafnia skipaði fyri,var ein av vinningum upptøkutíð í hølunum hjá Kringvarpi Føroya. Nú er tíðin brúkt og úrslitið er ein EP-fløga við 4 løgum. Fløgan kemur út í morgin fríggjadagin. Talan er um øgiliga friðarligan tónleik. Løgini eru strippaðið niður, og alt óneyðugt er skorið burtur. Tekstheimurin er løtumyndir av kærleika. Hetta er fyrstu ferð, at vit uppliva hesa, eina av markantastu mannligu føroysku songrøddunum standa á egnum beinum.

 

Apan hjá Lokum

Rókur Jakobsen hevur seinastu 10 árini gjørt vart við seg sum sangara í nøkrum av bestu føroysku bólkunum og verkætlanunum. Føroyingar gjørdust fyrstu ferð forelskaðir í unga sjarmerandi dreinginum. Tá hann og vinmaðurin Hallur undir navninum Lokum spældu sangin um apuna Charlie í eini Dagur og Viku sending í 1995. B-36 vóru kvikir at fáa ungu dreingirnar at luttaka á stuðulsfløguni hjá liðnum. Hóast Rókur er errin HB’ari, tóku hann og Hallur av møguleikanum um fløguútgávu uttan at vita, at hetta lag skuldi gerast kanska størsta føroyska landaplagan í 90’árunum. Í dag duga sjálvt ídnastu HB’arar at syngja við í lagnum um Charlie.

 

Lokum útbygt til Tangz

Lokum gjørdist heimskendur í Føroyum og  miðskeiðis undir framførsluni hjá Lokum á ólavsøkukonsertini í 1995 vaks bólkurin við trimum limum, og skiftið stutt eftir navn til Tangz. Røddin hjá Róki slapp av við tær verstu tannáringa lótirnar, og hann gjørdist við árunum ein veruligur klassasangari. Hann hevur luttikið á ymiskum stuðulsfløgum, útvarpsfløgum og Prix Føroyar fløgum. Umframt at hann sang við í sangleikinum Skeyk.

 

Dupultur Prix Føroyar luttakari

Tangz vann alt fleiri áhoyrarar ikki minst orsakað av røddini hjá Róki. Í 1999 sang Rókur fyrst tungmálmsbólkin Diatribes og síðan Tangz í Prix Føroyar finaluna. Áðrenn finaluna valdi hann Tangz framum Diatribes. Hóast bólkurin hvørki vann ella gjørdist millum tríggjar ovastu bólkarnar hetta kvøldið, so gjørdist Tangz fólkaogan. Stutt eftir kom EP-fløgan hjá Tangz út. Bólkurin var somuleiðis í Prix finaluni í 2003.

 

Argandi rokkur

Í bólkum sum Tangz, MC-Hár og All That Rain hevur Rókur gjørt vart við seg, sum tónlistarliga óvanliga væl begávaðan og sum ein tann besta mannliga songrøddin í Føroyum. Tangzið er parkera fyri tíðina. Limir í bólkinum eru spjaddir kring kongaríkið. Í sambandi við Ólavsøkukonsertina 2001 gjørdist fitti og peni Rókur ein sera ósannlíkur limur í tí eitt sindur argandi rokkbólkinum MC-Hár. Hansara góða oyra fyri melodium og fantastiska songrødd riggaði óvanlig væl inn í rokkin hjá bólkinum. Hann var við til at tryggja bólkinum sætið í Prix Føroyar finaluni í 2003, og tað skilst at bólkurin hevur fløguætlanir einaferð í framtíðini.

 

Rókur og dansurin

Í 2003 gjørdist Rókur nýggji sangarin í All That Rain. Við All That Rain hevur Rókur spælt nógv til dans kring Føroyar. All That Rain var somuleiðis við í Prix Føroyar kappingini og vann seg í semifinaluna á Tvøroyri. Rókur hoyrdust væl aftur í tónleikinum, so hetta er eisini ein bólkur, ið verður spennandi at fylgja komandi tíðina.

 

Vann í Hafnia Lounge

Men við síðuna av arbeiðinum í ymiskum bólkum hevur Rókur eisini spælt nógv á kaféum og barrum, einsamallur og saman við eitt nú Rúna Eysturlíð ella Dánjal á Neystabø. Tað tók tí ikki nakran av bóli, at Rókur luttók í singer/songwriterkappingini í 2004, og han var beinanvegin skýrdur favorittur. Hann vann eisini kappingina.

 

Góðsku tónleikarar

Á EP-fløguni, ið kemur í handlar kring landið í morgin, spælir Rókur sjálvur gittar og syngur. Afturat sær hevur hann royndar og dugnaligar tónleikarar. Teir báðir Tangz felagarnir Dánjal Dam á Neystabø á klaver og ljómborði og Rói Christiansen á gittara eru natúrlig val. Benjamin Petersen, spælir somuleiðis gittar. Hann er best kendur av jasspallinum og sum gittarleikari hjá Brandi Enni. Eitt skiftið spældi hann í All That Rain saman við Róki. Mikael Blak telist millum Føroya bestu bassleikarar og hevur nógvar royndir innan singer/songwriter stílin, sum bassleikari hjá Teitur. Brandur Jacobsen  er við á trummum. Hann hevur spælt í einum ótali av bólkum, m.a. á fyrstu fløguni hjá Eivør. Hetta er ein góðsku trummuleikari.

Tað er Bárður Háberg sum hevur tikið tónleikin upp. 3-arin gevur fløguna út. Samstundis sum fløgan kemur í handlarnar letur nýggja heimasíðan hjá Róki upp á www.rokur.com