Russ Taff rørdi við hjørtu á Vágsbøi

Tað var ein hjartanemandi og vøkur konsert, ið amerikanski gospelsangarin Russ Taff helt á Vágsbøi leygardag seinnapart.

 

Russ Taff var stóra kristiliga navnið á ársins Summarfestivalskrá. Eins og undanfarin ár hevði Summarfestivalurin eitt sindur av lovsangi á festivalskránni, og við fløguni Faroe Islands í skjáttuni, var neyvan nakar ivi um, at Russ Taff var mest upplagda boðið.

 

Næstan føroyingur

Russ Taff hevur seinastu árini verið so nógv í Føroyum, at man næstan ikki longur sær hann, sum eitt útlendskt tónleikanavn, og við einum bólki, mannaðum av ikki færri enn 12 føroyingum, og einari útgávu skrivaða og gjørda av føroyingum í Føroyum, er Russ Taff kanska enntá meira at rokna sum føroyingur í hesum høpi. Russ Taff legði heldur ikki skjól á, hvussu væl honum dámar í Føroyum:

 

– Tit er undurfull fólk her í Føroyum, eg fari kanska at flyta higar!, segði hann við mannfjøldina á Vágsbøi, og at døma eftir lógvabrestunum verður hann vælkomin.

 

Mannfjøldin var annars ikki av teimum heilt stóru frammanfyri pallin, ivaleyst spældi ráliga veðrið og mjørkin sín leiklut í, at tað mest vóru Russ Taff fjepparar og lovsongsfjepparar, ið leitaðu sær á konsertina. Bakandi sól hevði ivaleyst lokka fleiri oman á konsertina.

 

Ógvislig ljóðmynd

Sum sagt vóru ikki færri enn 12 tónleikarar og sangarar við í bólkinum. Jón Svein Heinesen og Divaz tóku sær av kórinum, meðan Kim og Finnur Hansen spældu tangentar, blásarar vóru Ólavur Olsen og Hans Petur í Brekkunum, Hans Poulsen spældi gittar, Óli Poulsen spældi bass og gittar, Kristoffur Mørkøre spældi slagverk, bass og gittar, Jákup Zachariassen spældi steelgittar og Jósvá Debess spældi trummur. Samanlagt ein ljóðmynd, ið var ógvislig og pompøs og øll tyktust at spæla sín leiklut væl. Hetta hóskaði væl sum grundvøllur til Russ Taff, tí maðurin hevur veruliga eina stóra rødd. Hann syngur so sannførandi, at tú trýrt hvørjum orði, og fyri ein lovsangara er hetta ein frálíkur eginleiki.

 

 

Fín løg

T.d. í vakra lagnum I Cry, var tað ein sonn frægd at hoyra hann syngja sín boðskap út til síni samsintu, ið hjartaliga sungu við. og okkum, ið bara vóru komin framvið at hoyra tónleik.

Fleiri løg av “Faroe Islands” útgávuni vóru á skránni. Her havi eg hug til at nevna lagið “Heaven”, ið Óli Poulsen og Jákup Zachariassen hava skrivað, hetta er eitt fínt lag. Kórrøddirnar eru eitt sindur klisjé kendar, men tað er ikki óvanligt í gospelhøpi.

 

 

Rock´n´Roll gospel

Besta løtan var tó, tá Russ Taff sang sína útgávu av gamla gospelsanginum, “Aint´ No Grave Gonna Hold This Body Down”. Hetta lagið, ið hann plagdi at hoyra í kirkjuni sum smádrongur, varð servera sum eitt slag av Rock n´Roll Gospel, pumpandi og við einum feitum nærum ágangandi stemningi.

Konsertin var tónlistarliga frálík, og hóast fjøldin ikki var tann størsta, so rørdi Russ Taff tey flestu av okkum.

Lena – Letters from the Faroes

At Lena Anderssen hevur eitt serligt pláss í hjartanum hjá nógvum føroyingum kom til sjóndar á Planet Awards í fjør: Hóast nýggja fløgan enn var spildur nýggj, og ikki var tráspæld í útvarpinum, so vann hon heiðurin, sum besta føroyska fløga í 2011, frammanfyri útgávum hjá Guðrið Hansdóttir, Budam, Swangah Dangah og Benjamin Petersen. Men blandið av inniligheit, behagiligheit og serligheit, sum Lena og Niclas hava skapt gjøgnum árini, og sum er vorðið reindyrkað á teimum báðum nýggjastu útgávunum er lætt at elska.

 

Lena og Niclas hava ferðast nógv kring heimin við sínum tónleiki, og hava spælt eitt ótal av konsertum, seinnu árini. Tey havt eina sera professionella tilgongd til tónleikin, og hevur hetta verið við til at skapt útrykkið, sum tað er nú. Her tekur nýggja fløgan tráin upp eftir Let Your Scars Dance. Tað øgiliga pena og poleraða, ið eyðkendi tey áður er nú vorðið skitnari og hevur meira kant.

 

Eg vil tó ikki kalla hetta skitið, men tað er bara ikki líka polera sum tær heldur typisku Óla Poulsen framleiðslurnar, ið tær fyrstu fløgurnar vóru. Lena er ikki longur poleraður popprokkur, men ein innilig singer/songwriter, við søgum at siga og einari rødd, ið rúmar so øgiliga nógv.

 

Lagagóðskan er farin munandi fram, síðan tær fyrstu útgávurnar. har tað ofta kundi tykjast langt millum snapsarnar. Samanumtikið eru flestu løgini á Letters from the Faroes góð. Eg kann eftir nógvar gjøgnumlurtingar ikki seta fingurin á eitt einasta lag, ið ikki er gott. Fleiri av teimum eru enntá sera góð, og kennast viðkomandi, tá tú lurtar eftir teimum.

 

Eg havi míni ivamál, um nakað av løgunum verður eitt risahitt, ella um nakað av teimum megnar at vera jarnbrotið, ið letur dyrnar til altjóða gjøgnumbrotið upp. Eg eri enntá í iva, um nakað av løgunum fer at vera eitt stórhitt í Føroyum.

 

Tó so eru fleiri løg, ið fanga,  serliga tey lívligu No Emergencies og Dream Chaser við run, run, run niðurlagnum, ið verður spælt nógv í útvarpinum fyri tíðina, umframt Departure Blues, har gruvandi botnurin ger, at tú fært ikki latið vera við at trampa og vagga við. ótilvitað heilt til lokkandi gittarin lyftur teg upp úr gerandismeldrinum – tað er nakað so vakurt..

 

Men manglandi poppoyrahangarakvaliteturin eigur ikki at taka nakað frá fløguni, ið veruliga tykist gjøgnumhugsa líka frá introkenda lagnum Mr. Kay til outroina Mr. Kay is coming home. Øll løgini hava kvalitetir og útgávan er veruliga behagiligt kennskap.

 

Hóast instrumenteringin av løgunum tykist sera beint málrætta at hóska til hvørt lagið í sær, so skapar ljóðblandið ein reyðan trá, har røddin ber hvørt lagið, og tónleikurin stuðlar uppundir hana..

 

Lena og Niclas tykjast at hava funnið sítt sound, ið er teirra, og sum fær tað besta burturúr rámaterialinum, har fínu løgini, frálíku tekstirnir og serliga vakra røddin koma fram. Lena og Niclas hava langt síðan skilt styrkina í røddini hjá Lenu, sum bæði er egin og vøkur, og tey brúka hana hareftir. Tað tykist sum, um tey hava arbeit nógv við útrykki og úttalu, og  skapar hetta eitt heilt serligt ljóð, ið gevur løgunum ein egnan dám.

 

Hetta er stutt sagt ein ordiliga góð útgáva.

Leirvíkingur á bygd í stórbýnum

Høgni Lisberg er júst fluttur í nýggja íbúð, hevur givið nýggja fløgu út og um tvær vikur skal unnustan eiga teirra fyrsta barn. Vit hittu 23 ára gamla leirvíkingin í føroysku bygdini á Amager, Oyrasundskollegiinum.

Orð: Niels Uni Dam n

Mynd: Símun Jóannesarson

Fløguútgáva

Kanska mest eftirbíðaða fløgan seinnu árini “Morning Dew” hjá Høgna Lisberg er nú endiliga komin í handlarnar. Eg hitti 23 ára gamla leirvíkingin á Oyrasundskollegiinum á Amager, har hann saman við unnustuni júst er fluttur í nýggja og størri íbúð. Um tvær vikur er unnustan sett til at eiga teirra fyrsta barn, og tí gjørdist tveyrúma íbúðin ov lítil. Høgni og ein vinmaður mála gomlu íbúðina, tá eg komi á gátt.

So erligt og sjarmerandi

Fyrra fløgan hjá Høgna “Most beautifull things” kom út í desember 2003. Fløgan var framúrskarandi, við frálíkum løgum sungin og spæld við nógvari innliving og sjarmu. Hetta hevði við sær, at fløgan gjørdist næst mest selda fløga hjá plátufelagnum Tutl í 2004. Høgni er gávuríki trummuleikarin í Clickhaze. Hann er so ótrúliga musikalskur og spælir gittar og syngur bæði á fløgunum og konsertum. Røddin er egin, og hóast hann hvørki er Pavarotti ella Eivør, so er útrykki so erligt og sjarmerandi, at tú noyðist at elska røddina. Trummurnar eru ikki lagdar á hyllina, og hann spælir eisini trummir á báðum fløgunum, men live spælir hann ofta uttan trummuleikara.

Herdaður av at bíða

Meðan vinmaðurin málar víðari, royna eg og Høgni at finna eitt stað, har vit kunnu seta okkum uttan, at farteldan ella eg verða smurd alt ov illa inn í máling. Høgni tykist á onkran hátt eitt sindur friðsælur. Hann greiðir frá, at nú er eitt ár síðan, at hann fór undir at fyrireika fløguna. Ætlanin var, at hon skuldi koma í februar, so hann kennir seg herdaðan av at bíða. 

Hann sigur, at honum dámar væl á Oyrasundskollegiinum, har hann livur millum nógvar føroyingar, í tí sum mest minnur um eina føroyska bygd í Keypmannahavn. Tað er sera praktiskt at búgva í Keypmannahavn, tá hann spælir í útlandinum. Hetta sparir ferðaseðilin úr Føroyum, og hetta ger tað nógv betri møguligt at fara uttanlandað, tildømis til Sveits. Høgni hevur verið á fleiri konsertferðum í Sveits, og sambært tónleikarunum í sveitsiska bólkinum Sundiver, ið vitjaði í Føroyum herfyri, er Høgni ein sonn stjørna í Sveits. Hetta heldur Høgni vera nakað yvirdrivið men sigur, at tað hevur gingið væl í Sveits, og fjølmiðlarnir hava verið við uppá tað. Sveits er ein marknaður hann ætlaður sær at royna seg á við nýggju fløguni. Sum marknaður minnur Sveits um Danmark, tað er nokkso yvirskoðiligt, sigur Høgni. Umboðsmaðurin hjá Høgna roynir í løtuni at fáa eina avtalu við okkurt bookingfelag í Sveits, umframt eitt útgávufelag at geva ”Morning Dew” út har. 

Vildi sleppa undan Óla Poulsen

Upprunaliga skuldi fløgan ljóðblandast í Belgia av Luc Van Acker. Men hetta fór í fisk, og nú 10 mánaðar seinni, stendur navnið hjá Luc Van Acker sum upptøkutøkningur av nøkrum røddum og gittarum á fløguni, meðan føroyski Óli Poulsen hevur ljóðblandað. 

Høgni sigur, at orsøkin til at hann valdi Luc Van Acker, var royndin at fáa fløguni at ljóða annarleiðis. Flestu føroysku fløgur verða ljóðblandaðar av Óla Poulsen, tí var tað eitt sindur óinteressant. Høgna dámar væl at finna nýggj fólk at arbeiða við, soleiðis at hansara fløga ljóðar annarleiðis. Hetta var eisini orsøkin til at fyrra fløgan varð ljóðblandað í Englandi. Høgni leggur dent á, at hetta ikki hevur nakað at gera við ónøgd við Óla Poulsen, sum jú er fremsti føroyski ljóðblandarin. Tí var tað eisini upplagt at velja Óla sum ljóðblandara, tá hitt ikki riggaði.

Væl nøgdur við úrslitið

Høgni sigur, at hann er sera væl nøgdur við úrslitið og ivast ikki í, at fløgan slettis ikki hevði verið líka góð, um hon var ljóðblandað liðug í Belgia. ”Tá eg fór heim aftan á seinastu masteringina, føldi eg, at fløgan var liðug, øll løgini føldust liðug” sigur Høgni. ”Eg eri sum flestu ungu tónleikarar eitt sindur klodduttur, og tá er gott, at ein, sum er so toppprofessionellur sum Óli Poulsen, traðkar til, og brúkar neyðugu tíðina til at gera fløguna heilt lidna, hann sleppur henni ikki fyrr enn hon er heilt liðug.” 

Óli hevur ikki bert ljóðblandað fløguna, hann hevur samframleitt, ella ko-prodjúsa fløguna við Høgna, og fleiri gittarar, røddir, hammond, strúkarar, orgul og klaver vórðu spæld inn í upptøkuhølunum hjá Óla.

Fløgan bleiv betur í Belgia

Høgni heldur, at tíðin í Belgia hevur gjørt fløguna betur. Teir brúktu ikki nakað av ljóðblandingini hjá Luc. Men í Belgia møtti Høgni gittarleikaranum Tom Vanstiphout, sum spælir umleið helvtina av gittarunum á fløguni. Eisini sang Annelies Van Dinter kór á einum lagið í Belgia. 

Høgni fekk eina betur fatan av hvat manglaði á fløguni í hesum tíðarskeiði. Hann fór tí í Grapehouse upptøkuhølið saman við Hans Poulsen og tók nøkur ting umaftur, áðrenn fari var til Óla Poulsen at ljóðblanda.

Upprunaligu og flestu upptøkurnar vóru gjørdar av Jens L. Thomsen í Lundgaard Studios í Vejen í Jútlandi. Orsøkin til at teir fóru í Lundgaard var, at Høgni og Jens høvdu spælt inn har við Clickhaze. Teimum dámdi væl hølini og fólkið har, eisini er prísurin lagaligur í mun til góðskuna, so tí avgjørdu teir at fara har at taka upp.

Samstarvið við Jens L. Thomsen helt fram á hesi fløguni. Teir spældu saman í Clickhaze og tóku fyrru fløguna upp saman. Men Høgni sigur, at leikluturin hjá Jens var minni hesuferð. Á fyrru fløguni, var alt ferskt, og teir sótu saman við kassagittarum og løgdu løgini til rættis. Hesuferð hevði Høgni fleiri royndir og hevði í størri mun lagt fløguna til rættis frammanundan. 

Arbeiða fyri útlendskum útlendskum sáttmála

Fløgan er spæld inn í fýra ymiskum upptøkuhølum. Hetta hevur sjálvsagt kostað pening, og hann skal helst vinnast inn aftur. Tí arbeiðir Petur Hansen umboðsmaðurin hjá Høgna við at gera útgávu sáttmálar við feløg í ymiskum londum. Høgni sigur, at tað ikki er serliga trupult at fáa ein tílíkan sáttmála, men trupulleikin er at fáa ein góðan sáttmála. Kravið frá Høgna er, at sáttmálin er góður.

Høgni er sera væl nøgdur við sína umboðan, Petur Hansen gjørdi upprunaliga heimasíðuna hjá Høgna. Hann dugir væl tílíkt arbeiði, greiðir Høgni frá. Hann er eisini arbeiðsamur og fyrikomandi. Tá Høgni fór at leita eftir umboðsmanni, helt hann Petur vera upplagdan og spurdi um hann tímdi. Síðan tá hevur Petur arbeitt heilhjartaður fyri Høgna. Høgni sigur, at hann sjálvur hvørki hevur hug ella evnir til at taka sær av slíkum arbeiði. At Petur er miðlagrafikkari ger, at hann sjálvur kann gera promotionpakkar og annað tílíkt, og hetta hevur sera nógv at týða. Hann er eisini nógv úti um seg, og sjálvt um hann ikki upprunaliga hevði so nógv sambond, so hevur hann ringt runt til flest øll fólk í donsku tónleikavinnuni og hevur fingið nógv sambond. 

Konsertferðin fer at bíða

Allar ætlanirnar hjá Høgna fingu eitt skot fyri bógvin, tá fløgan gjørdist so nógv seinkað. Ætlanin var, at hon skuldi koma út í februar ella mars, síðan skuldi hann spæla konsertir í Føroyum í summar, og marknaðarføra fløguna í onkrum útlandi í heyst. 

Í løtuni eru ongar beinleiðis ætlanir lagdar fyri konsertferð. Høgni verður pápi í næstum, og hevur tí valt ikki at fara til Føroyar at spæla útgávukonsert. Ístaðin er hann farin á HF fyri at hava okkurt at fara upp til um morgunin, og hetta dámar honum væl. Hann ivast heldur ikki í, at hann kann sameina HF lesturin og lívið sum pápi við konsertferðum í framtíðini, hetta er eitt sindur sum at vera sjómaður sigur hann.

12 løg

Á nýggju fløguni eru 12 løg, 11 heimagjørd og so All along the watchtower hjá Bob Dylan. Hetta lagið er vorðið ein fastur partur av spæliskránni hjá Høgna, og tí kláraði hann ikki at lata verða við at hava tað við á fløguni. Millum tey heimagjørdu løgini er tittullagið “Morning Dew” sum Høgni eisini spældi á Atlantic Music Event. Hetta lag hevur ligið á 15 teimum bestu fyrr í ár.