Ógvislig orka órógva av ljósi

Orka stríddist móti ljósinum í stóra teltinum og vánalig fyriskipan oyðilegði tíanverri í stóran mun eina konsert, ið kundi havt verið so góð, tí Orka spældi hamrandi væl.

Manningin í Orku er skiftandi, og á hesari konsertini var serliga áhugavert, at bæði Høgni Lisberg og Uni Árting, sum hava býtt trummu- og slagverkleiklutin millum seg seinastu tíðina, vóru við. Teir bukaðu sum øðrir á tunnur og rusk, larmurin var so orkufyltur, at tú illa kundi annað enn at verða bergtikin.

Ólavur Jákupsson er sangari í Orku fyri tíðina. Hann er mentur nógv sum sangari, og sum oddamaður, og kom serstakliga væl frá framførsluni.

Orka spældi væl, og ljóðmyndin er øgilig og stór, ja, ógvislig er nokk rætta orðið. Løgini, sum flest øll vóru av Óró fløguni, ljóðaðu fesk og høvdu eina uppaftur størri megi enn á fløguni.  Stóra hittið Fjøllini standa úti riggaði eisini væl í hesari útsetingini.

At Orka er ein bólkur, sum í líka stóran mun er ein uppliving fyri sjónina, sum hoyrndina vita øll, ið hava sæð bólkin spælt, men fyri áskoðararnar í Flagstjaldinum í nátt var sjónparturin kliptur vekk. Meðan bólkurin spældi var alljóst úti í tjaldinum, so showið á pallinum var meira ella minni ósjónligt fyri flest øll.

Stóra Flagstjaldið hevur ljós undir loftinum, ið verða tendra millum konsertirnar. Tað vóru tey eisini áðrenn konsertina hjá Orku. Hesi ljós eru við til at flyta fokus av pallinum, meðan ljóðroyndir eru, og tað riggar væl. Men í mun til aðrar konsertir, vórðu ljósini ikki sløkt, tá Orka fór á pallin. Hvør eigur feilin, skal eg ikki gera meg klókan uppá, men avleiðingin var oyðileggjandi fyri showið, ið var sera ósjónligt fyri flestu áskoðararnar. Eg fór heilt fram til pallin eina løtu, og tá var upplivingin munandi betur.

Hóast nógvar áheitanir til fyriskiparar og ljósfólk, gekk øll konsertin áðrenn ljósið endiliga varð sløkt í eykalagnum hjá bólkinum. Tá ljósið varð sløkt gjørdist beinanvegin nógv betur lív í fjøldini. Ein staðfesting av, hvussu keðiligt tað hetta ósketnið var.

Orka – Óró – Ummæli í Kvørnini

Havi lurta einar 15 ferðir í gjøgnum, ikki brágóð. Tvey løg standa út beinanvegin, Rúmdardrongurin, og hon leitar.

Hoyr ummælið her>>

 

Nøkur av samlaðu notatunum vóru:

Men hon ljóðar ótrúliga væl, man brúkar karmarnar ordiliga væl og rúmið, og trappur og skaktir og alt møguligt gongur aftur

Annars er fløgan sum so áhugaverd, stuttligt við ljóðførunum, sum eru heimagjørd, men tað kundi verið feitari sum DVD, har man eisini sær ljóðførini.

Eg haldi fløgan vinnur við tíðini, men eg eri ikki farin at elska hana. Summi løg haldi eg tó enn vera rættiliga góð.

Í “Hungur” brúkar Orka ljóðið og rúmið nógv, tað er feitt

Meðan Kári var vísusangari, so er Ólavur rokksangari. Teir ljóða líkir. Báðir eru góðir sangarar, áhugaverdar røddir við persónligheit, men við fullkomiliga øðrvísi inngangsvinkli.

Tekstirnir eru góðir, og tí er tað synd at man ikki hoyrir teir

Órógv
Kanska ikki melodiskt mest fangandi lagið, løgið val til fyrsta lag, hevur eina ræðuliga langa byrjan, við sangi, sum ikki er so øgiliga melodiskt-lætt- tilgeingiligur.  Eitt sindur syrutt og transukenst

Betri tíðir
Pent og friðarligt, nokkso transukent eisini, og hugsi onkuntíð Gorillaz bara uttan poppelementið. Melodilinjan er eitt sindur meira áhugaverd, Eg sakni bara útsvingini. Versini eru meira fangandi enn niðurlagið.

Hungur
Feit byrjan ljóðlarmur, melodiurin er ikki so fangandi, men larmurin av gelendarum og rúmi og ekko er fantastiskur. Endiliga okkurt sum líkist einari eksplosión

Aldan Reyð
Pent lag, men her kemur manglandi vísuførleikin til sjóndar, 00:59-1.30 eg havi longu nú gloymt tekstin, røddin er eitt feitt ljóðføri, men fortelur ongar søgur.

Fylgið
Minnir nógv um Orku, men eg mangli aftur Kára Sverrison. Seigligt og feitt lag. Lekkur stemningur eitt sindur ágangandi á ein góðan hátt.

Hon leitar
Jens syngur brýtur frá, Jens hevur nakrar Káramessigar kvalitetir. Kórið er nokkso stuttligt

Tað vakrasta
“Tú ert tað vakrasta eg havi nakrantíð sæð”, umvenda orðingin er við til at gera tað áhugavert. Nokkso feitt. Røddin er eitt sindur kroyst, aftur

Rúmdardrongurin
er besta lagið, mest fangandi. Tað er gott!

Moldblak
øgiliga friðarligt, rødd við effektum, melodiskt óspennandi

Kapersber
sami trupulleiki