Orkufult og stórsligið

Dead Beat Punx settu lív í regnvátu fjøldina við sínum fínu løgum og stórslignu ljóðmynd, at allir limirnir eru púra villir á einum palli bilaði heldur einki.

 

Handan navnið Dead Beat Punx goymir seg ein bólkur mannaður við nøkrum av teimum mest spennandi føroysku tónleikarunum, og tað var tí við sera stórari gleði, at eg frætti, at teir skuldu avloysa grønlendsku Nanook á spæliplássinum á G!, tá Nanook ikki fingu lent vegna veður.

Upprunaliga stóðu Dead Beat Punx á skránni fyri leygardagin, men bíttu um pláss við grønlendska bólkin, og um hetta hevði nakra neiliga ávirkan á framførsluna, so varðnaðist eg tað í øllum førum ikki.

 

Spennandi manning

Oddamaðurin í Dead Beat Punx, Pætur Zachariasson er ein raskur ungur maður, sjálvt um hann fyri nøkrum árum síðan var eitt óskrivað blað í føroyskum tónleiki, so er hann nú ein tann mest dekoreraði føroyski tónleikarin. Hann  hevur vunnið Planet Awards, sum ársins sangari, fyri ársins bólk og fyri ársins nýggja bólk umframt, at hann hevur vunnið í altjóða finaluni í Global Battle Of The Bands.

Hann hevur spælt úti og heima, bæði í USA, á Roskilde Festivalinum og nógva aðra staðni. Alt hetta við Boys in a Band. Nú hevur hann stovna hendan bólkin. Fyrsta inntrykkið er, at hetta er uppaftur betri enn gamli bólkurin.

Dead Beat Punx er umframt Pætur mannaður av gittarleikaranum Bartali Augustinussen, Peturi Háberg á tangentum og Andreasi Dalsgaard á trummum, og úrslitið er frálíkt. Ikki einans eru allir dugnaligir á sínum ljóðførum, men teir syngja eisini allir væl, umframt at teir eru púra garrvillir á pallinum.

 

Sterkan ljóðsamleika

Dead Beat Punx er ein nýggjur bólkur, men teir hava longu eitt sera sterkt ljóð, og hóast løgini kanska tykjast eitt sindur leitandi stílmessiga, so virkaði ljóðið hjá bólkinum savnandi, og gjørdi at heildin riggaði saman.  Rúmklangurin á røddini hjá Pæturi, Ljómborðini hjá Peturi Háberg, tær nógvu sangrøddirnar, og gittarspæli hjá Bartal skapar eina øgiliga ógvisliga og næstan symfoniska ljóðmynd. Hetta tykist ikki líka rátt og óskipað sum Boys in a Band, men minst líka orkufult og nógv meira funky, sjálvt uttan ordiligan bassleikara.

 

Tók mynd av okkum

Hóast veðrið ikki var av tí besta, hevði eitt sindur av fólki leita sær niðan á Spæliplássið, og tá Petur Háberg eftir boðum frá Pæturi skuldi taka mynd av fjøldini fingu teir enntá fólk at savna seg saman framman fyri pallin.  Tað skapar beinanvegin betri stemning, og lagið á áskoðarunum bleiv bara betur og betur, av frálíku framførsluni, og lívligu tónleikarunum, Andreasi, ið mest minti um Animal í Muppet Show, Bartali, ið ongantíð stóð stillur men hoppaði runt, Peturi Háberg, ið dansaði sín heilt egna sera løgna keyboard dans, og Pæturi, ið sum altíð var konsentrera orka á pallinum.

 

EP á veg

Dead Beat Punx boðaðu frá, at teir skjótt fara at geva eina EP út, og eftir hesa framúrskarandi framførsluna gleði eg meg nógv. Løgini vóru sum sagt eitt sindur fjølbroytt í stíli, men stóðu øll sera sterk.

Innrás úr Gøtu á Summarfestivalinum

Pætur Zachariasson, sangari í Boys In A Band, helt, at teir kanska vóru fyrsti gøtubólkur, sum hevur spælt á Summarfestivalinum.

Nú veit eg ikki hvør definitiónin av einum gøtubólki er, men hvussu er og ikki, so hava Boys In A Band í øllum førum gjørt eina ordiliga innrás í Klaksvík og vunnið nógv áskoðarahjørtu við framførsluni ígjárkvøldið.

Um Boys In A Band nakrantíð hava spælt eina vánaliga konsert veit eg ikki, og ja, eg loyvi mær at ivast, eftir at ferð eftir ferð hava upplivað, at teir eru betur enn teir vóru seinast eg sá teir.

So væl vitandi, at eg havi skrivað nøkurlundað tað sama talríkar ferðir áður, so var konsertin á summarfestivalinum enn ein frálík konsert við hesum frálíka bólki.

Heilt fitt av fólki var savnað í Flagstjaldinum, og tey sluppu at dansa við til nærum øll løgini av Black Diamond Train fløguni. Á skránni var bert eitt nýggjari lag, sum eg ikki kendist við. Hetta lag minti nógv um tað, ið vit kenna frá bólkinum annars, og boðar frá, at stílurin verður hildin.

Boys In A Band eru ein heilt serligur bólkur, og hóast tveir av upprunalimunum ikki spældu við á hesari konsertini, so er bólkurin akkurát líka serligur.

Tá bassleikarin Símun fyri einum góðum ári síðan fór burturúr bólkinum, fylti Sakaris Joensen úr Lama Sea hansara skógvar væl og virðiliga. Tað sama er galdandi nú trummuleikarin Rógvi ikki fekk spælt við í summar vegna diskos prolaps,  aftur varð leitað til høvuðsstaðin eftir avloysara, og Andreas Dalsgaard úr The Story Ends leveraði vøruna. Hann virkaði fullkomiliga natúrligur í leiklutinum, og eg hevði torført við at ímynda mær, at tað kundi gerast betur enn hatta.

Mest fasinerandi er tó sangarin Pætur, ið við sínum garr-etandi-øra kropsmáli og dansi er ein heilt egin uppliving.

Regnið spældi við Boys In A Band

Síðan nógva regnið hóskvøldið hevði tað verið turt í Roskilde, heilt til Boys In A Band høvdu spælt hálvt annað lag. Tá fór at oysregna, og regnið hevði við sær, at teltið fyltist við krokandi gestum.

Boys In A Band megnaði leygardagin nakað, ið heilt fáir føroyingar hava gjørt áður, at sleppa á almennu skránna fyri Roskilde Festivalin, og spæla á sjálvum festivalinum, í mun til juniorpallin. Har fleiri føroysk nøvn hava verið at sæð seinastu árini. Fyri limirnar í bólkinum var hetta ein dreymur, ið gjørdist veruleiki. Ljómborðsleikarin Heri Schwartz Jacobsen, greiddi okkum eftir framførsluna frá, at allir limirnir áður høvdu vitjað festivalin, og at tað kendist ótrúliga gott at standa á pallinum her. Hetta var sangarin Pætur Zachariassen samdur í:

– Eg haldi ongantíð áður, at eg havi uppliva so góðan energi frá fólki, sum her. Hatta var ótrúliga feitt, segði Pætur millum eina autograf og ein muss, tí karismatiski sangarin var ein nógv umbiðin maður serliga millum kvinnuligu festivalgestirnar eftir konsertina.

 

Regnið rak fólk á konsert

Boys In A Bandhøvdu savnað eitt sindur av fólki í Pavillion teltinum, har bólkurin spældi, tá teir fóru á pall klokkan 16 leygardagin. Rættiliga fitt av fólkinum vóru føroyingar, men eisini onnur vóru komin at hoyra bólkin, sum hevur verið rættiliga jaliga umrøddur í donskum miðlum eftir framførsluna á Atlantic Music Event í vár. Men bólkurin hevði ikki spælt leingi, tá tað fór at oysregna, festivalgestirnir, sum á tí nú rættiliga turra festivaløkinum høvdu latið regnklæðini ligið eftir í teltinum skundaðu sær inn undir teltdúkarnar við pallarnar, tí fyltist telti rættiliga nógv, og Boys In A Band spældu knappiliga fyri eini stórari mannfjøld.

 

Vunnu nýggjar fjepparar

Tað eydnaðist rættiliga væl bólkinum, at fáa lív í fólkið, og at døma eftir stóru bíðirøðunum at fáa autografir, keypa demofløgur, t-troyggir, langar undirbuksur ella gummistivlar, alt við Boys In A Band prentaðum á sær, so vann eysturoyarbólkurin sær nógvar nýggjar fjepparar á festivalinum.

Konsertin var sum heild góð, hóast bólkurin onkuntíð hevur spælt betur, og serliga sangarin Pætur Zachariassen tyktist eitt sindur hásur í støðum. Tann vanliga orkan var tó har, og hetta er so týdningarmikil partur av teirra úttrykki. Fólk var rættiliga væl við, og ein ung donsk genta, ið var komin inn úr regninum stóð við stórum eygum og spurdi, hvør hatta var, sum spældi, áðrenn hon og vinkonan runnu fram ímóti pallinum.

 

Nýggj spennandi løg

Fleiri nýggj løg vóru á skránni, og boða tey frá, at bólkurin hevur meira uppá seg, enn peppaða Franz Ferdinand rokkin, ið vit kenna teir fyri. Ljóðið kundi verið betur, og tað bleiv tað eisini undir konsertini, tó tyktist ljóðmaðurin dekan ov leitandi í teimum ymisku løgunum, og tað er upp á tíðina, at Boys In A Band fáa sær egnan ljóðmann. Pavillion pallurin er sami pallur, sum varð nýttur til Pavillion Junior, áðrenn festivalskráin alment lat upp, og sostatt sami pallur, sum Høgni Lisberg spældi á mánadagin. Í míni frásøgn av teirri konsertini, fanst eg at, at ljóðið var somikið spakuligt, og hetta var eisini galdandi meðan Boys In A Band spældu, og eg ivist ikki í, at uppaftur betur lív hevði verið í, um decibellini vóru fleiri.

Føroyakvøld í Pusherstreet

 

Leygarkvøldið gjørdu føroyingar innrás á Christiania, yvir 300 føroyingar komu saman í frístaðnum í Keypmannahavn har føroyskur dansur, føroyskur tónleikur og ein íslendskur trubadurur vóru á skránni.

Christiania er eitt óvanliga hugnaligt stað, ein frístaður mitt í Keypmannahavn har pláss er fyri teimum, ið ikki passa inn aðrastaðni, eitt stað har fólk ansar eftir hvør øðrum og hjálpist at. Tú kennir teg altíð væl móttiknan, tá tú kemur inn í frístaðin, og so var eisini fríggjakvøldið, tá vit komu yvir um brúnna um Voldina og inn gjøgnum “bakdyrnar” hjá Christiania. Eitt vakurt summarkvøld, vit hoyrdu  tutl innan úr teimum smáu og hugnaligu húsunum, og langt burturi gjørdist ljóðið av tekno trummum spakuliga týðiligari.

 

Dansur í summarnáttini

Við hugnaliga og stuttliga spæliplássið, ið, áðrenn alt politirokið seinastu árini, var eitt væl vitjað mál fyri barnafamiljurnar á eitt nú Oyrasundskollegiinum, sótu tveir føroyingar og ballaðu sær eina sigarett. Vit heilsaðu uppá og gingu víðari. Vit komu framvið kelduni til teknoljóðið eini veitslu uttan fyri Månefiskeren, har nøkur hundrað fólk dansaðu og hugnaðu sær. Lukturin av hasji blandist við luktin av donskum summarið.

Á sjálvari Pusherstreet, har hasjhandilin plagdi at halda til í sølubúðum, var fest í eitt stórt bál, og ungfólk sótu rundan um tað og prátaðu. Ein friðsæla hvíldi yvir fólki. Klokkan var farin av 23.30, tá føroyski dansurin skuldi vera, so vit fóru inn í Operaen. Á veg upp gjøgnum trappurnar, møttu vit einum riðili av føroyingum. Fyriskiparin Edmund Sofus Jacobsen fremstur og honum á baki fólk frá dansifelagnum Fótatraðk og aðrir føroyingar.

– Kom vit fara at dansa við bálið, segði Edmund og skundaði sær framvið okkum. Tá vit komu oman aftur á gøtuna, var ringurin longu við at vaksa og fyrsta ørindið av Orminum Langa rungaði í Pusherstreet. Tilsamans mundu eini hálvthundrað føroyingar fara upp á gólv.

 

Ongar myndir takk

Við bálið sótu fólk still og lurtaðu, einki hóvasták, bara eygleiddu og nikkaðu við til stevið, einasta ferðin onkur reistist, var tá ein tók mynd av dansinum.

– Der må ikke fotograferes her, segði ein ungur maður við myndamannin og myndatólið varð pakkað burtur. Tá seinasta ørindið var kvøðið, klappaði bálfólkið og vit leitaðu inn í litføgru hølini í Operaini. Alsamt fyltust hølini, og tá Týr eina løtu seinni fór á pallin rann sveittin av pannini hjá barrvørunum, og fatølannleggi byrjaði at bukka undir fyri trýstinum av fleiri hundrað tystum føroyingum.

Ljóðið var so sum so, men Týr spældu við nógvari orku, og fólk hugnaði sær. Hesin bólkur hevur eina serliga støðu millum føroyingar, og kvæðarokkurin tykist at raka nógvar føroyingar beint í hjarta.  Hesa løtuna kókaði frammanfyri pallin. Hóast ljósannleggið í Operaen ivaleyst er eldri enn Christiania og minnið enn flestu ljósannlegg, ið verða nýtt nú á døgum. So var ljósið hjá Týr óvanliga flott. Hetta komst av, at ljósmaðurin hjá Operaini ikki var komin hetta kvøldið, og Føroya nógv besti ljósmaður Egil B. Hansen, ið var komin á konsert, setti seg við knøttarnar. Tað var ótrúligt at síggja, hvussu nógv hann megnaði at fáa burturúr so lítlum. Eftir Týr tók onkur annar yvir við ljósknøttarnar, og hetta sást tíanverri.

 

Løgin skrá

Íslendski trubadurin Petur Bén var næstur á pall. Hann var júst afturkomin av SPOT-Festivalinum, har hann spældi í einum sjónleikarhúsi og fekk ikki færri enn seks av seks møguligum stjørnum frá ummælaranum í Gaffa. Hann er ein framúrskarandi sangari, ein feitur gittarleikari og hevur sítt heilt egna ljóð, men hóskar seg ivaleyst betur í einum sjónleikarahúsið enn í eini barr við fullum føroyingum. Leygarkvøldið hevði hann trupult við at fylla pallin eftir, at ein føroyskur tungmálmsbólkur hevði buldrað. Tað tyktist, stutt sagt, burturvið at leggja skránna soleiðis. Men Petur Bén vísti greitt hvussu feitur hann er, hetta hóast ikki nógv fólk lurtaði. Heldur ikki Boys In A Band fingu sama lív í, sum Týr hevði fingið. Men vístu eisini hví teir eru Føroya besti nýggi bólkur. Sum heild var kvøldið stak hugnaligt. Nógv fólk var komið saman, og tey hugnaðu sær. Skráin kundi verið uppbygd annarleiðis, t.d. við at tey bæði progressivu og kanska ikki líka fólkakæru nøvnini millum føroyingar, Petur Bén og Boys In A Band kundu verið farin fyrst á pall og Týr kundi endað tiltakið. Hetta hevði gjørt heildarupplivingina betri, og hevði ivaleyst eisini gjørt upplivingina hjá Petur Bén og Boys In A Band betri.

 

Christiania var einasti møguleikin

Náttarlívið millum føroyskar útisetar í Keypmannahavn hevur í nógv ár verið savnað um nøkur fá ávís støð. Føroyahúsið hevur verið fast stað í nógv ár, meðan støð sum gamla Gimlé á Islandsbrygge, Skarv, Jaques og Laurits Betjent hava í styttri ella longri tíðarskeið savnað nógvar føroyingar. Trupult hevur verið hjá nýggjum støðum at fáa fótafesti, og royndir við tiltøkum á støðum sum á Norðuratlantsbryggjuni, nýggja mentanarhúsinum í Islandsbrygge, Nørrebrohallen og Amager Bio hava havt heldur avmarkaða eydnu. Seinasta árið hevur serliga Skarv verið miðdepilin í føroyska náttarlívinum í Keypmannahavn og høvuðsorsøkin fyri hetta er Edmund Sofus Jacobsen, ið skipar fyri tónleikinum á Skarv. Edmund arbeiðir burturav við at fyriskipa tónleikatiltøk í Keypmannahavn og tað var eisini hann, ið skipaði fyri tiltakinum í Operaen á Christiania leygardagin. Hann sigur um orsøkina, til at tiltakið endaði á Christiania :

– At Operaen bleiv staðið leygarkvøldið, var tí at onki annað høli í Keypmannahavn var tøkt. Men hetta var ikki ein burturvið avgerð, tí tiltakið var væl vitjað við yvir 350 gestum, harav mundu ivaleyst eini 300 vera føroyingar. Fleiiri av hesum komu beinleiðis úr The Irish Pub á Støgnum, har dysturin millum Føroyar og Italia var vístur á stórskíggja, og millum hesi var hýrurin sera góður. Hetta prógvar, at um skráin er nóg spennandi, so kemur fólk. Hetta hava vit eisini fleiri ferð sæð í eitt nú VEGA, har t.d. Atlantic Music Event hevur savnað nógv fólk.

 

Í donskum sjónvarpi

Millum christianittar var áhugi fyri tiltakinum, og fleiri av íbúgvunum í frístaðnum vóru komnir á konsertina. Eisini sendi sjónvarpsrásin Christiania TV frá tiltakinum. Sjónvarpsstøðin sendir á Kanal København, ið sendur til meira enn eina millión møguligar hyggjarar í Keypmannahavn og rundan um. Men til ber eisini at fylgja gongdini á alnetinum. Á heimasíðuni www.catv.dk sendi kanalin beinleiðis frá tiltakinum í Operaen, og í næstum verður sendingin lagdar á heimasíðuna, at taka niður.

Erotikkur og livurhøgg í Føroyahúsinum

Budam spældi sín kynsliga lødda fólkablús inniliga og væl, meðan Boys In A Band sangarin var somikið garrvillur, at hann fekk livurhøgg mitt í einum sangi. G!kaféin í Føroya Húsinum í Keypmannahavn var ein løgin uppliving.

Hópin av fólki hevði leitað sær inn í Føroya Húsið í Keypmannahavn, tá Meginfelag Føroyska Studenta og G!Festivalurin skipaðu fyri Kafé hóskvøldið. Eykastólar vóru funnir framm, og við hvørt borð sótu væl fleiri fólk enn upprunaliga var ætlað. Við tveimum av teimum bestu nýggju bólkunum í Føroyum á skránni, so var lagt upp til eitt gott kvøld, so tað var ikki løgið, at nógv fólk var komið saman.

Budam og Boys In A Band skulu í dag, fríggjadag og í morgin, leygardag á pall á SPOT-festivalinum í Århus. Fyrra konsertin hjá báðum bólkum er á serligum G!Festival tiltaki í Studenterhuset í Århus. Tí var luttøkan á kafékvøldinum í Keypmannahavn upphiting til hesa konsertir.

Ætlanin var upprunaliga, at Jón Tyril fyriskipari av G!Festivalinum skuldi halda eina lítla framløgu um ársins skrá, men av tøkniligum trupuleikum var hetta ikki gjørt, og hann vísti ístaðin til heimasíðuna hjá festivalinum og segði, at allir upplýsingar lógu har.

 

Skerdur Budam

Budam fór á pall í eini skerdari útgávu, tað vóru bert tey trý Búi Dam, Ása Wraae og Mikael Blak, ið vóru komin til Keypmannahavnar. Trummuleikarin Rógvi á Rógvu og tangentleikarin Magnus Johannesen vóru ikki við, men koma til Danmarkar í morgin. Búi royndi seg sjálvur á klaverinum onkra løtuna, men spældi annars kassagittar og sang. Ása Wraae sang, andaði tungan og spældi á munnharpu. Mikael Blak spældi bass og rópti og sang eitt sindur.

Konsertin var sum so góð. Tey stríddust og royndu sítt besta, men tað hoyrdist væl, at bólkurin var skerdur. Uttan slagverkið hjá Rógva og kanska serliga uttan meistarliga tangentsspæli hjá Magnusi, var ljóðmyndin als ikki líka lokkandi og altuppslúkandi, sum hon vanliga er hjá Budam.

Løgini eru inniligar søgur av ymiskum slag. Nógvir av tekstunum eru sterkt kynsliga løddir. Framførslan bæði tekur lurtaran í favnin og krevur av honum. Hetta er ikki muzakkur, tú mást vera tilstaðar og lata tónleikin fevna teg, skalt tú fáa fullu upplivingina.

Budam minnur meira um at vera til upplestur ella til sjónleik, enn um at vera til konsert. tí var Kafé karmurin í Føroya Húsinum heldur óheppin Stórar mongdir av útisetum, ið hittust og líka skuldu práta um leyst og fast, skaptu ein alt ov larmuttan karm, til at Budam upplivingin gjørdist fullkomin.

Men tað tekst ikki frá Búa, at hann er ein av okkara bestu frásøgufólkum, og fyri tey, sum lótu seg fevna var konsertin góð.

 

Doyligt at vera av bygd

– Eg veit ikki, hvør eigur hetta mikrofonstativið? Orsakað, eg hevði ikki ætla mær at fari so illa við tí. Hetta var eitt av gullkornunum, ið Pætur Zachariassen sangari í Boys In A Band, segði á sínum sjarmerandi eysturoyarmáli millum tvey løg. Boys In A Band spældu aðru konsert sína á konsertferð í Danmark á kafékvøldinum í Føroya Húsinum.

– Vit spæla somu skrá, sum vit hava spælt á Jelling leygardagin, og sum vit spæla í morgin og aftur í ovurmorgin, vóru greiðu boðini, áðrenn Boys In A Band fyrst eitt sindur trilvandi, men við alsamt vaksandi orku framførdu eina spæliskrá, ið veruliga onga veika løtu hevði. Jú, gamaní bólkurin hevur onkuntíð spælt betur, sangarin hevur onkuntíð sungið betur, gittararnir hava stemma betur, og ljóðið hevur verið betur. Men løgini eru veruliga øll somul nóg góð til, at tey áttu at verið givin út, heldur í dag enn í morgin. “Franz Ferdinand” -kendu løgini raka tíðarandan beint á nøsina og kundu sent bólkin upp eftir hittlistunum kring okkum. Hetta er ikki heimsins mest slóðbrótandi bólkur, men ein popprokkbólkur, sum teir ljóða beint nú, við gjøgnumførdum konsepti, og klárur til at selja. Pætur Zachariassen líkist einum dopaðum soni hjá Joe Cocker og Elvis Priestley.

– Tað er so doyligt at vera av bygd, so dugur man at brúka ein plektara sum skrúvublað, segði Pætur, meðan hann royndi at fáa tað nú heldur illa farna mikrofonstativið til at rigga aftur.

Ja, konsertin hjá Boys In A Band var eisini ein søga um eitt mikrofonstativ, sum tilendans lá skerflatt á gólvinum. Allir limirnir  í bólkinum dansaðu, sum vóru teir besettir frá fyrstu tónunum av lagnum Blinding Lights. Men villast var sangarin Pætur, ið umframt at missa gittaran á gólv dansaði ein ógvisligan og áhaldandi dans við hesum neyðars mikrofonstativi. So ógvisligur var dansurin, at Pætur í hittinum Super Contagious fekk livurhøgg.

Boys In A Band er ein bólkur, ið tú kundi gjørt action dukkur av. Dugi longu at ímynda mær dukkurnar,  av Pæturi, Heina, Hera, Rógva og rokkaradukkuna av Símuni, til tann harða dreingin.

Sum ummælari sat eg við eini løgnari kenslu eftir framførslurnar, tí báðir bólkar vóru góðir, og fólkini kring meg, ið ikki kendu teir vóru bergtikin, men eg helt meg hava hoyrt báðar bólkar betur enn hetta.

AME-Føroyar seldi føroyskan tónleik til útlendingar

AME-Føroyar var ein frálíkur sýnisgluggi, men áskoðararnir sviku tiltakið. Nú tiltakið er farið afturum er tíð hjá fyrireikarunum at eftirmeta. Her eru bæði góð og minni góð ting at lýta aftur á.

Hetta vikuskiftið hevur Havnin verið karmur um Atlantic Music Event. Eitt tiltak, sum hevur bjóðað áskoðarunum tað besta innan føroyskan tónleik og spennandi norðurlendsk nøvn. Alt sýnt fram í nærum fullkomnum karmum í Norðurlandahúsinum í Havn. Men hóast hetta, valdi bert eitt fátal av føroyskum áskoðarum at møta upp til konsertirnar fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

 

Væleydnaður sýnisgluggi

Tað kann staðfestast, at føroyski áskoðarin ikki hevur tikið sýnisgluggakonseptið til sín. Men hyggja vit at tiltakinum sum sýnisgluggakonsert, má sigast, at Atlantic Music Event er ein sólskinssøga. Tá vit gera status upp, so er tiltakið orsøk til fleiri útgávusáttmálar, festivalluttøku og sera jaligan miðladekning umframt stórar møguleikar fyri publishing avtalur fyri hópin av føroyskum listafólki.. Atlantic Music Event hevur á hesum øki megnað tað, ið hevur verið ætlanin øll árini, Prix Føroyar hevur verið hildið, og sum eisini er eitt av berandi endamálunum við Atlantic Music Event. Hetta at økja um áhugan fyri føroyskum tónleiki og slóða fyri at føroyskir bólkar kunnu fáa tónleik, sum sín vinnuveg. Sum sýnisgluggi fyri føroyskan og norðurlendskan tónleik, má staðfestast, at Atlantic Music Event hevur virkað eftir ætlan. Ongantíð áður, hava somikið nógv týdningarmikil fólk úr tónleikaídnaðinum verið savnaði í Føroyum, og ongantíð áður hava úrslitini verið so góð fyri okkara listafólk.

 

Fáir áskoðarar

Men meðan Prix Føroyar var fólkaogn millum føroyingar, er Atlantic Music Event ikki nakað, ið føroyingar hava tikið til sín. Fríggjakvøldið vóru heilt fá fólk møtt upp. Leygarkvøldið var heldur betur vitjað, tó uttan at tosað kann vera um serliga góða uppmøting. Atlantic Music Event var alt annað enn ein ein áskoðaramagnetur. Tað er greitt, at á hesum øki mugu fyrireikararnir eftirmeta og eitt sindur av sjálvrannsakan er neyðug. Í krókunum í Norðurlandahúsinum hesi bæði kvøldini hevur manglandi uppmøtingin verið nógv umrødd. Nógv hevur verið ført fram um orsøkir, men meiningarnar eru ymiskar. Tað er tó ein sannroynd, at miðalaldurin bæði kvøldini var óvanliga høgur. Unga fólkið, ið vanliga myndar meirilutan av áskoðarafjøldini á nærum øllum rútmiskum tónleikatiltøkum, var als ikki møtt upp. Sjálvt føroyskir bólkar við vanliga sera trúgvum áskoðarum, høvdu ikki drigið fjepparar sínar við sær.

 

Hvat er ein sýnisgluggi?

Men hví fór vanligi konsertungdómurin ikki á Atlantic Music Event? Onkur vildi vera við, at Norðurlandahúsið ikki hevur lýst tiltakið nóg væl, um hetta er orsøkin er tó heldur ivasamt, tí tiltakið er rættiliga væl lýst. Eisini hava fjølmiðlarnir gjørt nokkso fitt burturúr eitt nú AME sangskrivarakappingini., men talan hevur ikki verið líka miðvísan miðladekning í fleiri mánaðir, sum upp til Prix Føroyar finalurnar. Eisini kann nakað vera um tað, at konseptið sýnisgluggakonsert ella showcase hann hava ørkymlað fólk, ið ikki hava skilt, hvat hetta snýr seg um.

 

Hægrið tónlistarligt støði

Kappingarelementið og harvið kenslan av at halda við onkrum er eisini burtur. Hetta skuldi verið uppvigað av, at tónleikaliga støðið á eini úrvaldari sýnisgluggakonsert skuldi verið hægri og sostatt drigið fleiri fólk konsertirnar. Tað gjørdi tað ivaleyst eisini; á konsertini leygarkvøldið vóru fleiri fólk, ið neyvan vóru farin á eina Prix Føroyar finalu, men hetta tal var bara ikki nóg høgt.

Hetta er synd, tí bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, kundu vit, ið høvdu leitað okkum í Norðurlandahúsið uppliva konsertir í heimsflokki, í teimum bestu karmunum, ið vit kunnu bjóða í Føroyum. Bæði framførslan hjá Eivør, hjá Sic og hjá Høgna Lisberg mugu metast at vera millum bestu framførslur hesi listafólk hava havt. Eisini var hetta eitt forkunnugt høvi at uppliva frálíkar framførslur av nýggjum spennandi norðurlendskum nøvnum, so sum Ave, Grand Island, Angu, Die Dumme Dãnen og Ampop. Ein tónleikafjeppari helt fyri, at tað var nógv meira synd fyri tey, ið dáma tónleik, men sum ikki vóru til staðar, enn tað var fyri fyrireikararnar, tí talan var um eina so stóra tónleikaliga uppliving, at øll áttu at sloppið at uppliva hana.

 

Fólk rýmdi

Leygarkvøldið var uppmøtingin sum sagt eitt sindur betri enn fríggjakvøldið, men tað var eingin ivi um, hví fólk var komið í Norðurlandahúsið, her vóru tað tey lokalu nøvnini so sum Høgni Lisberg og Eivør, ið drógu og endin var, at alt fólkið rýmdi í somu løtu Eivør fór av pallinum, og teir báðir framúrskarandi bólkarnir Grand Island og Die Dumme Dänen spældu fyri einum nærum tómum sali. Hetta var sera pínligt, serliga tá hugsað verður um, at hesir bólkar eru sendir av útflutningsráðunum, ið hesum londum, og ein tílík uppliving kann minka nógv um áhugan hjá Noregi og Danmark at luttaka eitt annað ár. Fyrireikararnir kunnu ikki heilt kasta skuldina á áskoðaran í hesum føri. Á AME-Reykjavík hendi júst tað sama, at nógv av fólkinum rýmdi, tá Eivør fór av palli. Tí átti Eivør at staðið síðst á skránni. Eisini var konsertskráin útvið 2 tímar seinkað, hetta var orsakað av alt ov ringari pallstýring, allir bólkar sluppu at spæla útum ásettu tíðina, og tí gjørdist uppliving dekan ov long, og fólk troyttaðiist av tónleiki, og hetta var óivað orsøk til at fleiri fóru aðrastaðni.

 

Keðiligt frásøgufólk

Elin Heinesen stjóri í Menningarstovuni var frásøgufólk, og tað tyktist hóskandi, nú ein fyrrverandi poppstjørna er vorðin stjóri á stovninum, ið er ein av fyrireikarunum av AME. Men tað er synd at siga, at Elin røkti hesa uppgávu serliga væl. Áðrenn hvør bólkur slapp á pallin, læs Elin eina longri lýsing av bólkinum. Hesar lýsingar, ið eisini finnast á AME.fo eru fínar á skrift, men lisnar hart tyktust tær alt í verðini ov langar. Har var alt ov nógv av púra óneyðugum upplýsingum og trivia.

Tað tyktist eisini undrunarvert, at Elin, sum í næstum eisini skal stjórna Ferðaráðnum als ikki tók atlit til nógvu útlendsku gestirnar. Onkra løtu var meirilutin av fólkinum í salinum útlendskur, men hóast hetta tosaði og tosaði hon á føroyskum. Hetta var stutt sagt heldur ótjekkað.

 

Kaggin vísti talentini

Umframt stóra pallin í Norðurlandahúsinum var Kaggin karmur um minni sýnisgluggakonsertir. Hetta riggaði sera væl. Longu hóskvøldið var farið undir at fyriskipa hesi tiltøk. Her var ofta talan um bólkar, ið ikki egnaðu seg eins væl á stóra pallinum í Norðurlandahúsinum. Fyri bólkar sum Budam og Boys In A Band gjørdist hetta sera góðar konsertir, ið vaktu ans millum talentskótarnar. Boys In A Band sluppu at spæla á bæði Nibefestivalinum og Jellingfestivalinum, umframt at okkurt kundi bent á, at møguleiki er fyri plátusáttmála, bókingarsáttmála og luttøku á fleiri konsertum og festivalum fyri henda bólk. Sarah Chanderia frá Hacate Entertainment Group segði við planet.fo eftir konsertina við Budam hóskvøldið, at hetta var ein listarmaður, ið hon væl kundi hugsað sær at skrivað sáttmála við. Henda sama Sarah vísti eisini áhuga fyri Sic, ið hon fegin vildi hjálpa við at sleppa á norska Infero Festivalin og at sleppa inn á týska marknaðin.

 

Nógv gott at vísa fram

Samanumtikið var Atlantic Music Event eitt tiltak, ið kundi verið betur selt, her var talan um eina vøru, ið allir tónleikaelskandi føroyingar áttu at sloppið at uppliva. Men sum alt ov fáir upplivdu. Hetta er nakað, ið arbeitt eigur at vera við. Men sjálvt við manglandi uppmøtingini, má AME í Norðurlandahúsinum verða mett, sum eitt sera væleydnað sýnisglugga tiltak. Tekniskt hevur eingin Prix Føroyar finala ljóðað ella sæð so gott út, sum AME-Føroyar gjørdi í ár. Her er eisini vert at býta merki í, at bæði ljóð- og ljósarbeiðið var gjørt av føroyingum, og ikki av útlendingum eins og okkurt annað ári. Hetta vísir, at eisini á hesum øki hava vit fólk, ið eru verd at vísa fram í einum tílíkum sýnisglugga.

Eg vil enda við orðunum hjá Jens Ove Friis, plátufelagsstjóra, tá vit seinni sunnunáttina sótu og ótu fiskasuppu frá Birgir Enni á loftinum í Kagganum:

– Eg havi vitjað Prix Føroyar finalurnar í nógv ár, men ongantíð áður eri eg farin heim við so jaligum inntrykki. Eg fari at skriva sáttmála við tveir av bólkunum, og fleiri aðrir hava eisini verið sera góðir. Eg vóni, at man heldur fram við at skipa fyri tílíkum tiltøkum, tí næstu ferð komi eg aftur, og eg havi fleiri samstarvsfelagar við, tí hevði eg vitað, at støðið var somikið høgt, so hevði eg havt teir við í ár.