Páll Finnur Páll vístu hvussu tað skal gerast

Sjáldan munnu so nógv fólk hava verið í og rundanum Flags Tjaldið, sum tá Føroya fremsti poppbólkur Páll Finnur Páll spældi í kvøld. Stóra mannfjøldin sang og vaggaði við til stóra sangskattin, ung sum gomul, rík sum fátøk, lærd sum ólærd.

Tað man ikki vera nakar annar bólkur í landinum, sum í so stóran mun kann fáa eina so fjølbroytta fjøld at syngja við.  Finnur nýttist ofta bert siga eitt orð so brølaðu fleiri túsund við.

Bólkurin borðreiddi við einum góðum blandi av nýggjum og gomlum, ið vísti ein livandi og skapandi bólk. Gomul løg sum Grannin, Berlandið, Rasputin, Drykkjuvísa, Fløskubumsurin, Maðurin og lívið, Viðurkenning, Fari mín egna veg, Mín russiski vinur fingu sjálvandi fjøldina at kóka, men eisini onkur av nýggju løgunum fingu góða móttøku. Hesin ummælarin vil tó viðmæla at fleiri av teimum verða gjøgnumarbeidd eitt sindur afturat, áðrenn tey verða fest á fløgu. Av nýggju løgunum var tað lagið Eg drepi meg sjálvan, ið stóð sterkast, eitt órógvandi lag, ið Finnur ognaði teimum tunglyntu.

Páll Finnur Páll eiga so nógv hitt, at tá teir fóru av pallinum, var fjøldin langt frá nøkta, og umaftur rópini rungaðu. So einasti møguleiki var at koma uppaftur og spæla løg sum Havsins Ríkið og Herbergið, áðrenn teir endaðu við Forelskaður sjónleikari. Tað skal tó eingin ivi valda um, at fullkomiliga peppaða fjøldin kundi sungið við til nógv hitt afturat.

Eftir eitt sindur trupult fyrsta og annað lag, har ljóðmaðurin bardist við rungandi teltið og broyttu umstøðurnar nú teltið var fult, koyrdi eisini ljóðparturin av konsertini væl, og hetta eigur ljóðmaðurin rós fyri.

Páll Finnur Páll vístu hvussu tað skal gerast, og nú er at vóna, at aðrir bólkar klára at nærkast hesum støðinum.

Páll Finnur Páll er føroysk fólksasál 2010

Framførslan hjá Shu-bi-dua fekk Vágsbø væl við, men enn einaferð var tað ein føroyskur bólkur, ið veruliga fekk fjøldina upp á kók, tá Páll Finnur Páll prógvaðu, at teir framum nakran annan hoyra heima á Stóra Palli.

Heilt nógv fólk var samankomið á Vágsbøi, tá Páll Finnur Páll trinu á pallin klokkan hálvgum trý í nátt, fjøldin var sjálvandi nakað minnið, enn tá danska høvuðsnavnið spældi fýra tímar fyrr, nokk mest tí nógvar barnafamiljur vóru farnar heim í song, og lítil ivi man vera í, at fáir bólkar kundu savnað so nógv fólk so seint um náttina í Føroyum, og at neyvan nakar fær tey í betri lag enn Páll Finnur Páll.

Sjúrður Skaale hugleiddi, í sínari presentatión av bólkinum, um, at fyriskiparin av Summarfestivalinum Eyðun í Klakstein hevði givið bólkinum ein deyðadóm í sínum ummæli av fyrsta lagnum bólkurin gav út,  “Blottarir í Havn” á fløguni Livandi tónleikur fyri átta árum síðan. Eg minnist væl ummælið, og eg var ikki ósamdur við Eyðuni. Men síðan tá hevur Páll Finnur Páll ferð eftir ferð prógvað sítt virði, og meðan allur Vágsbøur dandaði og sang við, stóð Eyðun ivaleyst onkunstaðni úti í náttini og svølgdi síni egnu orð.

Tað sum Frændur var fyri 80’ini vóru Páll Finnur Páll fyri 0’ini. Eingin kemur teimum til kníggjana, tá talan er um at spæla og skriva lætt svølgiligan góðsku popp á føroyskum máli, við tekstum sum eru viðkomandi og sum øll duga at syngja.

Frændur provokeraðu etableraðu makthavararnar við sínum vinstrahallu sangum og sangum um umhvørvi, men nógv er hent síðan tá, og hóast provokatiónirnar hjá Páll Finnur Páll kanska tykjast heldur nógv meira ekstremar, so eru tær líka viðkomandi við evnum sum siðamisbroti, heimleysum, samkyndum og eru harafturat skrivaðir á einum málsliga minst líka provokerandi máli.

Tað var ein øgiliga fantastisk løta, at standa har millum øll tey nógvu fólkini á Vágsbøi, sum av øllum hjarta sungu reglur sum: “Lær at siga noy, tá menn vilja pula tær, gong hesa kærleiksleið við mær”.

Klæddir í reyðar skjúrtur og svartar buksir og við skálkinum bak oyra spældu hesir ungu menn, ið mynda Páll Finnur Páll eitt hitt fyri og annað eftir, og vit sungu við, um Goa Land, at fara oman í Mimir, um Rasputin, KÍ og Hanus, um gulldamuna á Skansanum, bumsarnar á Herberginum, grannan, í rumpuna, í rumpuna.. og at enda eisini um forelskaða sjónleikaran.

Stóra annleggið ljóðaði væl hesa løtuna, og Vágsbøur livdi við, trupult verður hjá øðrum bólkum at gera tað betur enn hetta, so nú liggur veruliga trýst á Westlife.