To burka og not to burka

Í morgun var klumman í Kringvarpinum nokkso politisk spísk, og fall fleiri fólkum fyri bróstið. Eg skal viðganga, at eg var millum teirra, ið setti te’ið í hálsin. Hilmar Jan Hansen, ið vanliga er ein skilagóður blaðmaður, hevði skrivað um burkaforboðið. Eitt forboð, sum í mínari metan er í besta lagið óneyðugt, nokk rættiliga fjollutt og nokk eisini í stríð við altjóða mannarættindi.

Forboð móti brølapum

Fyri ikki at kalla ein spaka fyri ein spaka, hevur man í Danmark (og Føroyum) heldur tosa um maskeringsforboð, og hóast hetta nokk bæði forbjóðar fallhjálmum, brølapum og grýlum, so hava vaksin fólk í fullum álvara umrøtt hetta. Argumentið hevur verið, at man ikki kann forbjóða burka, tí tað er religiøs forfylging, og tí ikki kann lóggevast. Tí má man gera eina lóg, ið umfatar onnur ting eisini. Hetta er beinleiðis tápuligt. Vil man gera religiøsa forfylging, so skal man í minsta lagi standa við tað.

Ósannur pástandur

Hilmar Jan hevur loyvi at hava sína meining, friður verið við tí. Men hann skrivaði tó eitt, ið ikki passar: At hesi sum vildu verja rættin hjá kvinnum at bera burka, vóru tey somu sum ávarað móti krossum og øðrum kristnum symbolum í almenna rúminum.

Hetta passar stutt sagt ikki, tey ið ávarað móti krossum og líknandi eru ikki nógv um okkara leiðir. Men tað er sera kent í eitt nú Fraklandi, har tað nettupp eru somu fólk, sum vilja hava burkaforboð har, ið ávara móti krossum og øðrum.

Men hví skal burka forbjóðast?

Tað eru typiskt tvær orsøkir til at vilja forbjóða burka, onnur ósympatisk og hin sympatisk. Tann mest vanliga orsøkin, er eitt brennandi ynski um at fáa muslimar at fara av landinum, ella í øllum førum gera lívið torført fyri muslimar, ið búgva her.

Hin orsøkin er meira sympastisk, nemmiliga at burka er kvinnukúgan. Burka verður av nógvum familjum kravt, og kvinnan hevur ikki rætt til at avgera sjálv. Hetta er eitt kúgandi element, har kvinnan missur sín seksualitet, og harvið eisini nógv av tí valdi, ið hon hevur á monnum.

Eg eri faktiskt sympatiskur fyri einum burkaforboð. Eg haldi ikki, at átrúnaður skal sleppa at kúga fólk. Undirtrykkjan av seksualiteti, uppliva vit eisini í kristnum samkomum her heima, har ung fáa forboð fyri kynsligari samveru, áðrenn tey eru gift. Hetta at nokta ungdómi nakað so grundleggjandi er í stríð við teirra náttúru.

Tí skilji eg væl tankan um, at eitt burkaforboð kundi verið við til at givið muslimskum kvinnum meira frælsi. Men samstundis mugu vit virða, at fólk hava ein átrúna, og tí kunnu vit illa forbjóða burka’um ella aðrari seksuellari undirtrykkjan, ið er partur av samkomulívinum. Ikki uttan so, at vit fara um eitt mark, ið eg ikki havi hug at fara um.

Er átrúnaður orsøk at loyva misbrotum?

Eg haldi sjálvandi, at átrúnarligir bólkar, ið onkursvegna gera seg inn á onnur, eitt nú við umskering, eiga at verða steðgaðir. Er tað t.d. ein lækni, medisinmaður, imamur ella rabbinari, ið umsker eitt barn, so eigur viðkomandi at fáa eina langa fongsulsrevsing. Men burkakrav og fornoktan av kynslívi, eru ikki heilt í somu kategori.

So at revsa fólk fyri at ganga í burka, tað er í mínari verð at fara ov langt.

Kunnu tey politiskt korrektu ikki tiga, til líkini eru kølnaði?

Nøkurlunda soleiðis skrivaði ein av mínum Facebook vinum í kvøld. Eg eri nokk ein av hesum, ið hann lýsir sum politiskt korrektan. Um alternativið er “pøbil við hvísl”, so vil eg fegin vera politiskt korrektur.

 

Haldi tó tíanverri als ikki, at tolsemisboðskapurin er politiskt korrektur. Alsamt fleiri eru farin at dansa eftir pípunum hjá ISIS og høgraveinginum. Ja eg meti, at hesir partar púra ótilvitað eru í einum hugsjónarligum samstarvi og melodiurin í teirra pípum er tann sami.

 

Eg hoyrdi einaferð í einum filmi, ein høgra ekstremist, ið virdi svartar rastistar, tí teir eisini gingu inn fyri skilnað millum rasur. Tað er tíanverri so, at ISIS og nógvir høgravendir ekstremistar hava nógv til felags.

Tað er so eingin ivi um, at tað, sum vit upplivdu í París fríggjakvøldið, er kríggj.

 

12208713_10153266585732799_3438885784116229740_nÍ Evropa og Norður Amerika liva 1,2 mia fólk. So tá ISIS loypir á og drepur 120-150 fólk, so er tað ikki kríggj í vanligum forstandi, har tú ætlar at minka um talið av evropearum, ateistum ella kristnum.

 

Hetta er eitt taktiskt álop á Vesturheimin. Tað er fyri at skapa ræðslu, og fyri at fáa okkum at broyta okkara lívsstíl, og fyri at fáa okkum at sleppa okkara tolsemismentan.
Størsti sigurin hjá ISIS, Al Qaeda og øðrum islam baseraðum terroristum er vaksandi fremmandahatrið, og muslimahatrið í Vesturheiminum.

Megnar ISIS, at gera hetta til eitt mál, har Vesturheimurin fer í kríggj við Islam, so er kríggi ikki longur millum svakar ekstremistar og vesturheimin, men eitt regulert heimskríggj millum Vesturheimin og eina mia. muslimar.
Ein dag sum í dag, er tað av alstórur týdningi, at vit øll taka frástøðu frá ekstremistum. At moderatir muslimar, kristin, ateistar og onnur standa saman, og tryggja okkum, at okkara samfelag berjir niður relisgiøsar ekstremistar. Tí hetta kríggið er í veruleikanum millum radikal og moderat. Um vit moderatu ikki skilja, hvønn hetta stríðið er ímillum, og um vit ikki fara inn í stríðið, so verður endin galin.

 

Ein dama skrivaði á Facebook í kvøld, at vit hava verið ov tolsom og ikki sett okkum inn í, hvat tað vil siga at loyva muslimum at byggja moskeir og harvið at dyrka tað ekstremu síðuna av islam.

 

Júst tað, at ein vanlig føroysk dama skrivar og meinar hatta, er ein sigur fyri ISIS. Sjálvandi skulu muslimar sleppa at byggja moskeir (kirkjur), og líka sjálvandi skulu muslimar ikki góðtaka, at ekstremisma sleppur at trívast í teirra moskeum.

 

Vit gráta og syrgja í dag um tey nógvu deyðu og um tey nógvu særdu. Men vit, sum berjast móti ekstremistum, skulu ikki tiga, í dag! Vit skulu vera har, og tryggja, at øðin vendur rættan veg. Tryggja at ótilvitaðu skutilssveinarnir hjá ISIS á høgraveinginum ikki sleppa at seta dagsskránna, og gera hetta til eitt stríð millum okkum og islam.

 

Hvat lærdu vit í Løgtinginum í gjár?

Eg var staddur í løgtinginum til stóran part av kjakinum um misálitið á løgmann, øgiliga áhugavert kjak, ið hevði fleiri dimensiónir og vístu, at áskoðanin hjá tinglimum var grundleggjandi ymisk á, hvussu okkara skipan skal umsitast.

Uppskotið fall, Fólkaflokkurin slapp í stóran mun at spæla fríspæl uttan nakran kostna, og løgmaður slapp enn einaferð at spæla offur. Hesaferð var myndamálið ein krossfesting.

Men tann størsta avleiðingin av hesum, er uttan iva tann. At mest sannlíka boðið uppá eina samgongu eftir komandi val er ein samgonga við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Nýggja Sjálvstýrinum, og Javnaðarflokkurin fær løgmann.

Eftir eitt komandi val eigur Kaj Leo Holm Johannesen útspælið at skipa samgongu. Tá verður sjálvandi samgongan við Javnaðarflokkin roynd, um tann samgongan kann telja upp í 17, men væntandi verður Nýggja Sjálvstýri bjóða við, antin sum tann 17. atkvøðan ella bara fyri at styrkja grundarlagið.Tað er er eisini greitt, at Sambandsflokkurin fer at leggja seg skerflatan fyri at sleppa í hesa samgongu, hetta merkir útsølu av øllum teimum borgarligu broytingum, ið eru gjørdar hetta valskeiðið. Meðan teir so fáa frítt spæl á Sambandsøkinum.

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin, tí er lukkutíð ein nýggj ABC samgonga ikki ein møguleiki.

Miðflokkin trúgvi eg einki uppá saman við Javnaðarflokkinum, tí hvørgin flokkur kann liva við ynskjunum hjá hinum á tí etiska økinum.

Eg trúgvi heldur ikki, at Framsókn er ein møguleiki, tí flokkurin skal veruliga selja út á loysingarsíðuni, um hann skal fara saman við Javnaðarflokkinum og Sambandinum.

Tí er BCD mest sannlíka samgonga, um hesir flokkar eru nóg stórir tilsamans, og tað er ikki ósannlíkt, at teir vera nóg stórir.

Riggar tað ikki hjá Kaj Leo, so kann hann velja at geva mandatið frá sær, og tá er ein stórur møguleiki fyri, at verandi andstøða verður samd um samstarv.

Men hin loysnin verður sjálvandi roynd fyrst. Tá er sjálvandi spennnandi, hvussu javnaðarflokkurin reagerar.

Tað er væl skilligt, at Javnaðarflokkurin ikki hevur viljað meldað út, at tey fyrst vilja royna andstøðuna, so tí er mín vón, at B, C og D ikki klára at telja til 17 eftir valið, og at Tjóðveldi og Framsókn fáa góð val, tí so kunnu vit fáa CEF samgonguna, ið føroyingar ynskja.

At tosa um, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin vera nóg stórir tilsamans er burturvið og gevur onga meining, heldur ikki saman við D, tað er einki, ið bendur á, at hesir flokkar kunnu telja til 17. Men sjálvt tá, so hevur sitandi løgmaður útspælið, og væntandi er tað Javnaðarflokkurin, ið fær tað, um hann ikki klárar at fáa semju.

Vel eina skilakvinnu á Fólkating!

Sirid_Stenberg_Heimasidumynd_600x450Skilagóð, reiðilig, væl talandi, siðilig og greið, alt hetta lýsir tað valevnið, ið eg seti mín kross við í dag. Harumframt er hon hugsjónarliga grunda, hon trýr uppá eina politiska søk og hon vil gera Føroyar betri!

Eg eri troyttur av ókonstruktivum klandri, eg eri troyttur av breyðpolitikkarum, ið sita í sínum sessum av maktgreði ella orsaka av ynskinum um feitar pensjónir, ella bara av gomlum vana. Eg eri troyttur av ónyttum, ið eru komnar á ting við gyltum lyftum, men einki hava levera.

Eg eri troyttur av politikkarum, ið hava hug at avreiða øll okkara virði, til ES ella til persónliga útvaldar vinir og kenningar.

Eg eri troyttur av teirri óreiðiligheit, ið kemst av breyðpolitikkarunum við bert ynski um at fáa makt.

Eg haldi, at øll eiga at spyrja seg sjálvan: Er tann, ið eg fari at seta krossin við, ein maktgræður breyðpolitikkari?

Er viðkomandi reiðiligur?

Situr viðkomandi av gomlum vana?

Hugsið tykkum væl um, hvønn tit skulu velja, óansæð hvønn flokk tit velja. Tað eru fleiri góð valevni á flestu listum, so geri tykum ómak at velja tey røttu.

Eg velji Sirið Stenberg og tað haldi eg, at tú eisini skuldi gjørt!

Denne lov gælder ikke for skippere

IMG_2806.JPG

Hevur Annfinnur í Garðalíð formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum etið seym?
Ella er korruptiónin og mafiastøðan í samfelagnum bara so rótfest, at hann ikki fatar, hvat hann í roynd og veru sigur?

Í Sosialinum, ið vit øll fingu í postkassan mikudagin, er ein grein, ið fekk meg at stúrsa við.

Nývaldi formaðurin í skipara- og navigatørfelagnum harmast um, at hansara limir ikki longur eru fullkomiliga leysir av allari ábyrg, og í realitetinum – omanfyri lógina.

Hann breiðir sín vanvitsboðskap út fyri Føroya fólki, sum um tað var tað mest natúrliga í verðini, og hann fær ikki so frætt sum ein kritiskan spurning frá blaðmanninum.

Tað er eingin loyna, at umsitingin av føroyskari fiskivinnulóggávu mest hevur mint mest ein sunnudagsskúlalærara, ið noktar kúllunum at fáa eina stjørnu í bókina.

Tað hevur loyst seg at fiska við rækjutrolum inni í trolposunum á stongdum leiðum og annað líka groft, tí revsingin var so lítil í mun til vinningin. Tað tykist næstan, sum um man hevur kalkulera við bótum

Summi skip eru vorðin so gromm, at fólk í grannabygdini hava flutt gullfiskarnar úr vindeygunum, og søgur ganga um, at okkurt reiðarí hevur roynt at tryggja sær skipið móti omanlopið. Men Trygginin helt tað vera ov risikofult.

Hetta eru sjálvandi skemtisøgur, men tær vísa eisini, at fiskirán ikki verður tikið í serliga stórum álvara. Hetta er sum rúsdrekkakoyring var í 80’unum. Hetta hóast vit liva at fiskivinnu, og ránsveiða, umframt at vera ein hóttan móti stovnunum,  eisini kann fáa avleiðingar fyri okkum sum land í altjóða handilssamstarvi.

Fyrstu ferð, at eitt mál um brot á fiskivinnulóggávuna hevur havt nakran nevnivert at siga, er í málinum um garnaskipið Anitu, og her var talan um ópopulerar útlendingar alíkavæl, so tað kostaði kanska ikki so nógv, at taka fiskiloyvið frá teimum.

Men hetta fall ikki í góða jørð hjá Annfinni Garðalíð. Hann ræðist, at reiðarí fara at halda skiparan til ábyrgds fyri ránsfiskiskap og lógarbrot, og at hetta kann føra til húsagang hjá skiparanum.

Lat okkum líka taka hatta umaftur: Skipara- og navigatørfelagið rópar varskó, tí vandi er fyri, at limir hjá teimum, ið hava brotið lógina, fáa revsing fyri hetta?

Hann sigur sambært Sosilainum:

“- Tað rætta hevði verið at tað verður ein greið avtala gjørd ímillum reiðaran og skiparan um, at skiparin ikki skal hefta persónliga, verður skipið tikið fyri ólógligan fiskiskap”

Hvørjari verð liva vit í, tá eitt fakfelag vil hava, at limirnir framhaldandi ótarnaðir skulu sleppa at bróta lógina?

Kanska enn meira ræðandi er, at blaðmaðurin, ið skrivaði greinina als ikki setur spurnartekin við úttalilsi.

Sjálvandi, skalt tú revsast og standa til ábyrgd, um tú brýtur lóggávuna. Tað er orsøkin til, at vit hava eina lóggávu.

Vanliga kalla vit hetta, at liva í einum rættarsamfelag. Okkara rættarskipan er bygd á almentfyribyrgjandi hugsjón, har vit hava lógir, ið gera, at tað ikki loysir seg at vera kriminellur, fyri at fólk á tann hótt vera eggja til ikki at verða kriminell.

Hví skuldi hetta ikki verið galdandi fyri skiparar eisini?

Nú kenni eg nógvar skiparar, og havi ofta hoyrt teir siga, at har kann bara vera ein skipari umborð. Skiparin bestemmar og hevur ábyrgd. Hetta er eitt heiðursstarv, og tað líkist svartasta ongum, at formaðurin fyri eitt heiðursfelag, sum Skipara- og navigatørfelagið, roynir at ómyndiggera sínar limir á hendan hátt. Sjálvandi skulu skiparar, ið bróta lógina standa til svars fyri ta!

Mest um í einum hjá-setningi nevnir formaðurin, at tá skip verða tikin fyri ólógligan fiskiskap, so er tað skiparin, ið fær bótina, men at vanligt er, at reiðaríið rindar bótina fyri skiparan.

Eg vil sanniliga vóna, at hetta verður inntøkuført hjá skiparunum, so hann rindar skatt av hesi eykaløn, ið hann fær frá reiðarínum.

Nei, tú tað nyttar einki at hava ein sheriff í Fiskimálaráðnum, um teir, ið hann umsitur eru omanfyri lógina.

 

Eg havi álit á føroyingum

doktaragrundEg havi álit á føroyingum, at teir ikki fara at hoppa uppá samgonguna, ið frystir pensjónir og lækkar barnafrádrátt fyri at økja hetta aftur uppundir val.

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at gloyma, at samgongan hevur gjørt munin millum rík og fátøk størri.

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at gloyma, at samgongan royndi at sníkja milliardir niður í lummarnar á donskum spekulantum.

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at gloyma, at samgongan hevur blástemplað kriminellan atburð hjá landsstýrisfólki.

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at gloyma, at samgongan hevur pyntað sínar rokniskapir við at taka burtur av pensjónunum og senda rokningina til okkara abbabørn.

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at gloyma, at samgongan feldi uppskotið um dagføring av hjúnarbandslógini.

Eg havi álit á, at føroyingar hava størri virðing fyri okkara politisku skipan, enn løgmaður, og at teir fara at revsa hann fyri sítt jánkarsliga eftirlit við sínum landsstýrisfólkum.

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at finna seg í vina- og kenningapolitikkinum, ið eyðkendi valið av kanningarstjóra (og so nógv annað).

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at gloyma, hvussu samgongulimir tryggjaðu sær, at vit ikki kunnu fáa innlit í fíggingina av teirra valstríðum, so vit ikki kunnu vita, um tey eru strámenn fyri fyritøkur ella einstaklingar.

Eg havi álit á, at føroyingar ikki fara at gloyma, hvussu samgongan hevur roynt at tipt allar atfinngarsamar røddir, líka frá Landsbanka til Løgtingsins Umboðsmann.

Eg havi álit á, at føroyingar fara at minnast, hvussu atkvøðuneytini í Sambandsflokkinum fóru til val uppá lyfti um vælferð til tey veiku, men sviku øll lyftini, og sótu blind og trýstu á knøttin, ið tey fingu boð um at trýsta á.

Eg havi álit á, at føroyingar fara at minnast, at henda samgongan loyvdi Heilsufrøðisligu Starvsstovuni at kriminalisera føroyska matmentan.

Eg havi álit á, at føroyingar fara at minnast, at samgongan hevur givið løgregluni loyvið at lesa okkara mest intima persónliga samskifti og lurta eftir okkara djúpastu samrøðum, um bara tey hava illgruna um, at onkur, ið vit kenna er kriminellur.

Eg havi álit á, at føroyingar fara at minnast ljótu persónsálopini hjá samgongulimum á bæði livandi og deyðar politikkarar frá løgtingsins talarapalli.

Eg havi álit á, at føroyingar minnast betur enn eg, og fara at minnast alt hitt landaskaðiliga, ið hendan samgongan hevur gjørt.

Eg havi álit á føroyingum, og um eitt ár hevur val verið, og tað gleði eg meg til.

 

Einki nemt at vera Kaj

KajLeoEg haldi, at tað er eitt sindur synd í løgmanni. Hann veit væl, at við at stuðla Jørgen í tollmálinum, so skaðar hann sítt trúvirði uppaftur meira, og styggir uppaftur fleiri sambandsveljarar frá sær.

 

Sambandsveljarin er í stóran mun hampafólk, og hevur tí ikki líka lætt, sum fólkafloksveljarin, við at góðtaka tílíkan atburð frá einum landsstýrismanni.

 

Men samstundis trúgvi eg veruliga ikki , at Kaj Leo sjálvur heldur, at Jørgen skal frá. Hetta er eitt gamalt mál, og hann var nokkso virkisfúsur, raskur og alt hatta har, og tað gerst ikki við, um hann leyg í januar, hann leyg um okkurt gamalt.

 

Trupulleikin er, at Kaj Leo als ikki skilur størra problematikkin við áliti á politisku skipanina. Hann sigur sjálvur við in.fo í dag, at inflasjón er farin í orðið “álit”. Áhugavert poeng, ið sigur meira um løgmann enn um hetta málið.

 

Samstundis byrja sambandstingmenn (ja, higartil bara menn) at vísa tenn. Hetta eru tingmenn,  sum skilja problematikkin við áliti, og eisini vita, hvat hetta ger við teirra flokk og teirra veljarar.

 

Helgi Abrahamsen, ið eg ikki eri samdur við í nógvum málum, men sum tykist at vera ein maður drivnin av sannføringum heldur enn valdsgreði, segði tað sera væl við Kringvarpið í gjár:

 

“Í longdini verður tað keðiligt at dálka sær fingrarnar við at vaska øðrum. Tað vilja vit ikki standa model til í longdini”.

 

Hetta er Helgi neyvan øssemallur um at halda. Eitt nú hevur býráðslimurin Anfinn Brekkstein umleið somu fatan, og Lisbeth L. Petersen, nevndi hetta málið, sum eitt av teimum, ið fekk fyrrverandi løgmanskandidatin hjá Sambandinum at melda seg úr flokkinum.

 

Kaj Leo veit eisini, at koyrir hann Jørgen heim, so setur Fólkaflokkurin ivaleyst fram misálit á Løgmann. Jørgen stendur so eftir sum pínslaváttur, júst sum Kallsberg gjørdi, tá hann varð fangaður í kreativari bókføring. Og tað einasta sum fólkafloksfólk dáma betur enn virkisfýsni, eru pínslaváttar.

 

Sambandsflokkurin og serliga Kaj Leo stendur harafturímóti uppaftur veikari. Tí flokkurin skal út til eitt val, við sera lágari undirtøku og eftir at hava ført fólkaflokspolitikk í nógv harrans ár.

 

Nei, tað er ikki nemt at vera Kaj. Men við eini løgmansløn, so nýtist starvið heldur ikki at vera nemt, og í síðsta enda er tað Kaj, sum bestemmar. Men fyri Helga, Bárð, Jóhan, Reimund og Eivin, umframt møguliga onkran annan, sum skilur problematikkin til fulnar, so er hetta sku ikki serliga nemt.

 

Hvat skulu tey gera, kunnu tey bukka seg niður enn einaferð, og kunnu tey fara til val, við Kaj Leo sum frontfiguri, ella er hetta síðsti dropin, ið ger hann ov dálkaðan til at vera oddamaður fyri ein hampiligan flokk, ein flokk sum ikki longur orkar at dálka sær fingrarnar av at vaska øðrum.

 

 

Avlurtingarpakkin er dýnulyftan av fúlasta kalibur

DynulyftanFøroyar eru eitt alt ov lítið land til at geva løgregluni so víðfevndar heimildir, sum avlurtingarpakkin gevur. Hetta er og verður dýnulyftan. Lat meg forklára hví.

 

Eg tosaði við eina góða vinkonu nú ein dagin, hon helt, at tað var fínasta slag at fáa handan avlurtingarpakkan, tí um man einki hevði at goyma, so var einki at ræðast. Hetta er umleið sami boðskapur, sum Elsebeth Mercedis í øði royndi at brøla út í Løgtinginum.

Kaj Leo hevur eisini roynt at prædika boðskapin, um at tað bara eru kriminell, sera kriminell fólk, ið vera rakt av hesum pakkanum. Well, Kaj Leo, Elsebeth og vinkonan, tað er tað so slett og aldeilis ikki.

Hvussu langt síðan er tað, at tú hevði eina persónliga samrøðu við onkran, ið tú veruliga ikki vil, at nakar annar skal hoyra. Fyri mítt viðkomandi var tað mikudagin, ein góð og long samrøða við ein góðan vin, um tað, ið fyllur hjarta. Her vóru konufólk, børnini, arbeiði, vinir og trupulleikar hjá mær og honum á lofti. Nógv av hesum skal eingin annar sleppa at hoyra. Tit hava ivaleyst sjálvi havt líknandi samrøður.

Men so siga Elsebeth og Kaj Leo, at um eg ikki eri undir illgruna fyri ógvisligan kriminalitet, so eri eg ikki í vanda. Tí so hava tey ikki atgongd til mínar telefonsamrøður.

Well, hetta er svartasta lygn!

Eina telefonsamrøða er millum tveir partar, og bert ein av pørtunum nýtist at vera undir illgruna fyri kriminalitet, fyri at tey skulu sleppa at lurta.

Sostatt kann eg risikera, at mínar djúpastu kenslur verða eftirlurtaðar av løgreglumonnum, ið eg kenni og møti til dagligt. Ikki tí eg eri undir illgruna, men tí eg ringi til ein vinmann, ið er undir illgruna fyri kriminalitet. Hetta hóast eg eri púra ósekur, og hóast vinmaðurin eisini er ósekur, men undir illgruna.

ST hevur mett hesa lógina ov víðfevnda, og víst á, at hon ikki er í trá við mannarættindi. Men her velur Elsebeth Mercedis so at gera sína egnu definitión av, hvat mannarættindi eru:

”tit tosa um mannarættindini, men eg haldi tað er mannarættindi at hava tað trygt og fyribyrgja kriminaliteti”

Jú vit kunnu øll vera samd um, at vit eiga at fyribyrgja kriminaliteti, men hvussu nógv vilja vit lata av okkara rættindum, fyri at man møguliga klárar at avdúka onkran kriminellan?

Hetta málið er sera prinsipielt, og m.a. loyvir tað løgmanni at seta eina kunngerð í verk, um at alt okkara telesamskifti skal goymast í t.d. eitt ár, so farast kann afturumaftur og lurta at tí.

Elsebeth Mercedis brølaði ferð eftir ferð í tinginum, at tingið ikki við hesari lóggávu gav hesa heimild, men tað passar ikki, tað er bara Mercedis, ið ikki skilur orðið heimild.

Ein tílík loggning, sum tey nevna hetta, flytur markið fyri okkara privatlívi, okkara samrøður við vinir, familju, konur, børn, elskarar, elskarindur, prestar, sakførar, sálarfrøðingar og fíggindar eru ikki longur millum okkum og tey, tær eru millum okkum og tey og samfelagið. Til einhvørja tíð, kann løgreglan, fáa atgongd til alt hetta tilfar, og vil ein hackari sleppa framat tí, so ger hann eisini tað.

Kritikarar av uppskotinum vísa eisini á, at enn eru ikki nevniverd dømi um, at hendan avlurting hevur havt konkret úrslit við sær, ið man ikki kundi fingið á annan hátt. Ístaðin er talan um, at vit brúka nógvar pengar, ið kundu verið brúktir nógv betur og at vit geva rættin til okkara privatlív frá okkum.

Lisbeth er ordiligt fólk

Lisbeth L. Petersen130Lisbeth L. Petersen hevur í dag tikið seg úr Sambandsflokkinum. Eg var sjálvur uppi í útvarpinum, har eg skuldi ummæla eina fløgu, tá fyrrverandi formaðurin í flokkinum, fyrrverandi borgarstjórin í Havn, og ein tann mest markanti kvinniliga politikkarin í Føroyum, boðaði Føroya fólki frá sínari avgerð.

Tá hon saman við útvarpsvertinum kom í sendihølið, fall tað mær ikki inn, at hetta fór at vera  ein so stór løta, at fráboðanin skuldi vera tann hon bleiv. Men tá eg hoyrdi hana koma við sínari fráboðan, var eg ikki í iva, at hetta var ikki bara ein protest, men ein søgulig hending, ið fer at vera skrivað í Føroya søgu, tí Lisbeth er ikki hvør sum helst.

Lisbeth Petersen vann sær nógva virðing, tá hon í ringastu krepputíð stillaði seg við róðrið í Føroya størstu kommunu, og var tann, ið stýrdi millum skerðini, tá harðast leikaði á. Hetta var ein dama, ið ikki ræddist ábyrgd, ein virðiligur politikkari á allan hátt.

Eg havi arbeitt saman við fólki, ið arbeiddu fyri hana í tíðini sum borgarstjóti, og ordilig og arbeiðssom eru orð, ið vóru afturvendandi, tá tey umrøddu hana.

Hennara avrik sum borgarstjóri í Havn, vóru so góð, at hon hóast nógvar sparingar og ringar tíðir var greiður toppskorari á valinum eftir. Men politisk telving vildi tað soleiðis, at hon misti sessin sum borgarstjóri.

Lisbeth er eisini ordiligt sambandsfólk, hon er abbadóttir Andras Samuelsen, ið var ein av stovnarunum av flokkinum, og av markantastu sambandspolitikkarunum gjøgnum tíðirnar. Lisbeth er úr sjálvari royalu familjuni í Sambandsfllokinum. Hon hevur verið limur í Sambandsflokkinum í 50. Hon er fyrrverandi formaður í flokkinum, og hevur sitið 16 ár í býráðnum, og 18 ár í Løgtinginum, umframt at hon hevur umboðað flokkin í Fólkatinginum.

Virðingin fall nakað, tá hon, sum formaður í sambandi við eitt valstríð, skuldi forsvara ein skattalætta, ið sambært Sambandsflokkinum hevði ein sosialan profil. Í valsendingini gjørdist greitt, at Lisbeth sum formaður í flokkinum, ikki skilti, hvussu skattalættin var skrúvaður saman, og hvussu hann var sosialur. Tí endaði hon við at siga, at tað var hemmiligt, og hon gjørdist tí til láturs. Avleiðingin var, at flokkurin misti atkvøður, og í síðsta enda mátti Lisbeth gevast sum formaður í flokkinum.

Eftirtíðin hevur tó víst, at skattalættin ikki hevði ein rættan sosialan profil, og at tað ikki var so undarligt, at hvørki Lisbeth ella restin av okkum skilti, hvussu hann var sosialt rættur. Tí var hennara feilur nokk mest, at hon hevði álit á sínum vælútbúnu floksfeløgum, ið høvdu funnið uppá skattalættan. Umframt at hon ikki hevði situatiónsfornemmilsi til at vísa á, at fíggjarmál mátti eitt nú Magni Laksafoss svara fyri, tað var jú hansara skattalætti.

Stjørnan hjá Lisbeth bliknaði í hesum málinum, og eg haldi eisini, at hon lærdi av tí, hetta ber avgerðin hjá henni í dag eisini boð um. Hon er ikki longur ein, ið bara letur sær um ganga. Eg ivist ikki í, at nógv av teimum meira sosialt tilvitaðu sambandsfólkunum við hesari avgerðini hjá Lisbeth noyðast at taka støðu til, um tey kunnu stuðla uppundir leiðina hjá Kaj Leo og Jørgen.

Og meðan løgmaður hevur fingið sær skoðbrá til á náttura til at finna mest jaliga háttin at vinkla hetta, so fari eg at takka Lisbeth fyri, at hon sum eitt ordiligt fólk vísir á, at nú er nóg mikið.

Guð segði tað so væl nú ein dagin

gudÁ almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.

 

Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum hinkynd hava, eru hesi boðini sera nærverandi.

 

Ikki tí, at Kaj Leo sjálvur heldur, at samkynd framhaldandi skulu vera fyri mismuni. Nei, hann noktar sínum samgongufeløgum at virða mannarættindini,  fyri at tryggja, at hann eisini framyvir kann kalla seg løgmann.

 

 

Tá má eg veruliga siga, at Kaj Leo brýtur bæði boðini. Tí tá tú sjálvur heldur, at okkurt ikki er í trá við mannarættindi, og tú velur ikki at loyva, hesum at verða broytt til tað betra. So ert tú ikki serliga kul. Tá tú selur minnilutabólkar fyri egnan persónligan vinning, so ert tú heldur ikki serliga fittur, tað er faktiskt nokkso reyvarholsligt.

 

Jú gamaní, Miðflokkurin og útvaldir sambands- og fólkaflokspolitikarar meta seg hava rætt at avgera um tvey vaksin fólk av sama kyni sleppa at giftast ella ei. Men hesi eru øll pr. defitinitión forstokkaðir ekstremistar*. Friður verði við tí, soleiðis eru tey bara.

 

Allir samgongutinglimirnir eru bundnir av samgonguskjalinum. Men sum tinglimur er tú fyrst og fremst bundin av tínari samvitsku og tínari sannføring. Um tú metur, at mannarættindini vera skúgva til viks, við bert at loyva einum bólki (teimum hinkyndu) serlig giftingarrættindi. So eigur tú at atkvøða fyri uppskotinum. Mannarættindakonventiónin er langt yvir nøkrum samgonguskjali, tað er tín samvitska eisini.

 

Janus Rein, nýklaktur Fólkafloksmaður situr við mandati givið av Framsóknarveljarum, hann fór uppá val við klárum boðskapi um rættindini hjá teimum samkyndu. Fellir hann uppskotið hevur hann veruliga svikið sínar veljarar. Hetta er galdandi fyri øll tey, sum nú eru inni, og lovaðu at verja rættindini hjá teimum samkyndu.

 

Eg skjóti upp, at øll vit, ið vilja hava hjúnarbandslógina broytta, skriva til okkara umboð á tingi. Tann, ið tit valdu, og boða frá, at tit vænta, at tey virða mannarættindini hægri enn samgonguskjalið, og at tit ikki velja tey aftur, um tey svíkja:

T.d., hesi tonktu dømini:

Góði Kaj Leo
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, tá tú nú noktar tinglimum at atkvøða eftir sínari sannføring, ið einum mannarættindamáli, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val.

Vónandi broytir tú meining.

Vinarliga

Jens Jensen

ella:

Góði Hanus Samró
Eg atkvøddi fyri tær til síðsta val, um tú ikki stuðlar broytingini í hjúnarbandslógini, so kann eg ikki stuðla tær aftur til komandi val. Vónandi atkvøður tú fyri broytingini

Vinarliga

Jensina Jensen

 

67% av føroyingum er fyri at broyta hjúnarbandslógina til eisini at fevna um samkynd, hetta skuldi merkt, at fáa vit øll við uppá hetta, so fær Kaj Leo yvir 1.300 mailar og boð á Facebook, og Hanus Samró fær yvir 200 mailar og boð, og hetta er bara um 67% av teirra veljarum skriva til teirra. .

 

Tíðin er komin, at vit føroyingar vísa tenn, og siga løgtinginum, at vit ikki longur finna okkum í einum minnilutadiktatur, har Miðflokkurin saman við øðrum ekstremistum forðar fyri broytingum, ið stórur meiriluti er fyri.

 

*) Tey av teimum, ið lesa hetta, og ikki meta seg sum ekstremistar, tey fara skeiv. Tí um tú tekur tær rættin, at avgera hvussu onnur vaksin fólk vilja liva saman, so hevur tú sjálvur tikið tær ekstremist leiklutin. Tað slepst ikki undan, liv við tí.