Tað kundi verið betur

Svangah Dangah spældu eina konsert, ið kundi havt verið ordiliga góð, og sum fyri teir mest dedikeraðurSvangah Dangah fjeppararnar ivaleyst var júst tað. Men fyri okkum, ið bert kenna einkult løg, kendist tað, sum at hyggja eftir einum filmi á einum máli, ið man næstan ikki skilur.

 

Tónleikurin hjá Svangah Dangah er í stóran mun heldur monotonur. Her er ikki tann stóri dynamikkurin og løgini verða borin av søgunum, ið teir fortelja við sínum tekstum. Tí Svangah Dangah hava eina styrki framum allar aðrar, og tað er teirra livandi málbrúk. Eg meti fløguna Belials Synir, sum eitt tað mest áhugaverda íkastið til føroyskan skaldskap seinastu nógvu árini. Teirra rím sita væl og gerandisliga málið blanda við útlendskum lániorðum, fúlheitum og ófantaligum, hevur skapt ein skaldaligan alheim, ið er heilt egin í føroyskum høpi.

 

Men hoyrdi ikki orðini

Tí var tað ófatiliga keðiligt, at man í flestu løgunum, ikki hoyrdi hvat teir rappaðu, eitt bland av ringari artikulering og ófyrigevandi teltdúkurin í FLAGS-Tjaldinum køvdi orðini, og í summum løgum vóru bert hendinga orð skillig.  Her var serliga tann eini rapparin Steen, tann stóri syndarin. Fyri teir fjepparar, ið kenna allar tekstirnar var ivaleyst lættari at hoyra, og tað kókaði tí eisini framman fyri pallin alla konsertina. Men tað kravdi ikki meira enn at hyggja meg um, og síggja tey eitt sindur líkasælu andlitsbráini rundan um meg, og hvussu fólk sussaðu sína millum, fyri at skilja, at tað ikki bert var eg sjálvur, ið ikki heilt fekk fylgt við.

 

Tað gjørdist skjótt eitt sindur for monotont uttan tekstin. Eg byrjaði so smátt at keða meg. Hetta broyttist tó, tá tey meira kendu løgini vóru spæld, t.d.  Gentan er farlig og Frá bygd til bý. Tá fangaðu teir alla fjøldina, og eisini eg fekk verið við.

 

Ordiligan trummara

Á konsertini stillaðu Svangah Dangah upp sum ein kvartett umframt rappararnir Ragnar Davidsen og Steen Rói Lorentzen var mixmaster Urbanus og live trummuleikarin Eyðun Müller Thomsen við.  At hava trummuleikara við var frískligt, og gjørdi konsertupplivingina betur bæði visuelt, og við at ljóðmyndin gjørdist meira livandi.

 

Áhugavert samstarv

Urbanus er evnaríkur tónleikari og samstarvið við Svangah Dangah tykist sera spennandi. Tað var serliga týðiligt í allar seinasta lagnum á konsertini, Apokalypsa, ið Urbanus hevur skrivað. Tónlistarliga er hetta lagið nógv tað mest áhugaverda hjá bólklinum, og tað er ikki óhugsandi, at  hetta er ein leið, ið bólkurin skuldi hildi fram á.

 

Vit kenna tílíkar rappbólkar í londunum kring okkum, men hetta er fyrsti bólkur av sínum slag í føroyskum høpi. Við teimum gávum, ið teir hava bæði sum teksthøvundar og við sterkari hjáveru á pallinum er Svangah Dangah ein sera spennandi bólkur at fylgja framyvir.

 

Eitt hjartasuff

Alla konsertina vóru tveir myndamenn á pallinum við Svangah Dangah, um teir vóru bidnir av bólkinum til endamálið, ella um teir starvaðust fyri onkran annan veit eg ikki. Men teir gingu so nógv fyri á pallinum, at teir beinleiðis órógvaðu framførsluna fyri okkum áskoðarar. Ein teirra hevði enntá fingið tað idiotiska hugskotið at lata seg í eina reyða topphúgvu, ið skrálaði hygg at mær, fullkomiliga óprofessionelt, og órógvandi fyri framførsluna. Myndamenn eiga ongantíð  at órógva upplivigina hjá gjaldandi gesum.

Nik og Jay trýstu á play

Fólkaveitslan, ið Summarfestivalurin er, er nú ordiliga byrjað. Nik og Jay og teirra vinir tendraðu veitsluknøttin og hildu eina sanna poppveitslu á Vágsbøi, har fólk sungu og dansaðu við til teirra lurtaravinarliga popp.

Heilt nógv fólk var komið saman framman fyri pallin, tá Nik og Jay fóru á pallin sum høvuðsnavn á teirri rættiliga ungu skránnai hóskvøldið. Longu ein tíma áðrenn konsertina var ein rættiliga stórur flokkur av ungum gentum savnaður heilt frammanfyri pallin, og í ein tíma róptu tær eftir sínum hetjum. So tá teir báðir endiliga kom á pallin hungraði fjøldin eftir teimum. Henda hungur gjørdu teir sær dalt av og fólkaveitslan varð sett í gongd.

Sum kunngjørt áðrenn konsertina, hava Nik og Jay valt at skipa sínar framførslur eitt sindur øðrvísið enn áður. Tónleikararnir eru skiftir út við DJ Morten Breum, ið stýrir tónleikinum. Harafturat høvdu teir í besta Eminem stíl ein mann við sær, ið gekk runt á pallinum uttan ljóðføri ella mikrofon, og sum hevði til uppgávu at seta lív í fjøldina.

Eg havi ikki hoyrt teir við bólki, men tónleikurin hjá Nik og Jay hóskar sera væl til henda leistin við einum DJ, og væl poleraði poppurin bleiv leveraður sum hann skuldi. At Morten Breum eisini er ein somikið feitur DJ, at hann í støðum kláraði at geva teimum eitt sindur av kanti, gjørdi als ikki upplivingina verri.

Fjøldin var við frá fyrsta lagnum “I Love Ya”, og tá teirra størsta hitt “Lækker” bleiv spælt sum næsta lag, kókaði á Vágsbøi, og fjøldin slapp at syngja við í hittum sum “Boing”, “Elsker hende mere”, “En dag tilbage” og “Hot”.

Eftir ein góðan tíma komu rapparin Jinx og sangarin Joey Moe á pallin, og spældu fleiri løg, harav nøkur hjá Joey Moe. Tíanverri livdi hesin partur av konsertini ikki heilt upp til fyrra partin. Løgini hjá Nik og Jay vóru tað meira fangandi enn tey hjá Joey Moe. Eisini var sukursøta røddin hjá Joey Moe, tað sukuri oman á Candyflossið, ið gjørdi, at eg ikki kláraði at svølgja.

 

MC-Hár bjóðar innar á Myspace

MC-Hár er ein av føroysku tónleikabólkunum, ið hevur fingið sær ein profil á myspace.com. Her liggja myndir av bólkinum og fýra løg, ið til ber at taka niður, ella lurta eftir á telduni.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at bólkurin arbeiðir við fløguætlanum. Hetta verður eisini váttað á síðuni, men einki stendur um, hvussu langt hetta arbeiðið er komið, ella nær hendan fløgan kemur. MC-Hár hevur einki givið út síðan maxi-fløguna Burn Me í 1999, og enn er bert ein heil fløga komin út í teirra navnið Framvegis uttan vit í 1998.

 

Hópin av nýggjum og gomlum føroyskum bólkum hava fingið sær profil á myspace.com

 

Profilurin hjá MC-Hár er at finna á www.myspace.com/innher

Hipp Hopp er komið til Føroyar – og eg elski tað!

Eminem hevur í fleiri ár verið fastur gestur á 15 teimum bestu, hvørja ferð hann hevur givið eina stakfløgu út, og fleiri onnur hipp hopp nøvn hava klára seg væl á listanum. Men tað er ikki fyrr enn nú, ið vit skriva 2006, at ein føroysk hipp hopp útgáva kemur á marknaðin. Men hon hevur verið verd at bíða eftir, tí Thor Simonsen hevur givið eina framúrskarandi fløgu út.

 

Ummæli

Eg skal viðganga, at tað vóru ikki tær stóru vónirnar, ið eg hevði, tá eg legði fløguna International hjá seytjan ára gamla Thor Simonsen í fløguspælarin. Húsin útstrálaði, at hetta var nokkso hálvgum. Eitt sindur av grafiskum krutli, og ein sera ring mynd av unga listamannium. Stutt sagt grafiskt makkverk. Tíðindaskrivið gjørdi ikki vónirnar nógv betur. Ein seytjan ára gamal drongur, hevði tikið fløguna upp sjálvur, hevði spælt alt inn sjálvur, ljóðblandað sjálvur og lagt til rættis sjálvur. Tað var tí við ivasomum spenningi, at eg setti meg væl til rættis at lurta. Men eg hevði ikki lurtað leingi áðrenn orðið WOW, snýkti seg um varrarnar hjá mær. Hetta var ordiliga gott!

Jú gamaní, fløgan hevði klætt at blivið produsera, og upptikin og ljóðblandað av onkrum sum hevði størri royndir. Men tað hevði bara flutt fløguna frá, at verið ein sera góð fløga til at vera ein altjóða hittfløga. Fløgan er stutt sagt ordiliga feit!

 

Góður poppur

Hetta er fyrsta ordiliga Hipp Hopp útgávan í Føroyum. Hipp Hopp hevur í fleiri ár selt væl í Føroyum, men eingin tílík fløga er útgivin her fyrr. Hetta er poppur við góðum melodiium, fangandi niðurløgum og rappi. sum riggar ótrúliga væl. Tað er týðiligt, at Thor hevur lurtað eftir stórum Hipp Hopp nøvnum sum Eminem, Jay Z og teimum betru r’n’b nøvnunum. Men her er eisini nógv annað. Hetta kemur serliga til sjóndar á seinnu løgunum á fløguni. Fyrstu løgini eru rættiliga mainstream Hipp Hopp, men tónleikurin gerst meira eksperimenterandi í nøkrum av seinnu løgunum. T.d. løg sum “a tragic love ballad” og svakliga “keep this on the low” har fjasi fær ordiligt pláss. Hetta heldur fram á lagnum “hotdog stand”, ið handlar um hotdog sølumannin og hansara kenslur, har ljóðið av at eta gerst tónleikur, fittur r’n’b poppur  við smaskum og tyggjan. Rappið fær alt minnið pláss á fløguni, og tey trý seinastu løgini, never alone, all i’ll say og our story eru penur poppur, sum als ikki luktar av hipp hopp.

 

Hamrandi góð løg

Styrkin á fløguni er fyrst og fremst, at løgini eru hamrandi góð. Hetta er somuleiðis høvuðsorsøkin, at eg kundi hugsað mær at fingið hana produseraða av onkrum, ið veruliga kundi lyft hetta til tað støðið í løgini hava uppiborið. Tí fløgan ljóðar líka væl, sum nógv av tí, ið kemur út, og so øgiliga nógv betur enn eg hevði væntað, tá eg hoyrdi, at hon var heimagjørd.

 

Góð rødd

Thor syngur við nógvari sjarmu og innliving og rappar betur enn nakar føroyingur hevur gjørt áður. Mær dámar stak væl røddina. Hann ljóðar sannførandi, avslappaður og eitt sindur ófantaligur á tann kula mátan. Hetta er høg góðska.

 

Tekstir, ið rigga

Thor hevur skrivað tekstirnar sjálvur. Tað er øgiliga nøktandi at hoyra enskar tekstir frá føroyskum hondum, ið veruliga eru væl skrivaðir og skrivaðir á góðum enskum. Í fyrstu løgunum snýkir onkur føroysk regla seg inn, og tað riggar væl.  Tann eitt sindur innantómi obligatoriski hip hop sangurin um at ballast Faroes by night, verður knappiligur stuttligur, tá Thor frá at rappa um party syngur: “Nú ballast vit!”. Hetta eru ikki djúpastu tekstir í heiminum, men teir rigga og fáa heildina at hanga saman.

 

Hittpotentiali

Tað er ringt at velja nøkur hæddarpunkt á fløguni, men hitt potentiali í løgunum Faroes by night, flirt og lagið, ið nú roynir seg á 15 teimum bestu “back it up” er stórt. Persónliga dámar mær eisini væl Iqaluit, Baby, ið hevur fest seg í heilan hjá mær. International er uttan iva ein fløga, ið verður ein varði í føroyskum tónleiki. Hon brýtur frá øllum vit hava sætt áður og vónandi verður hon trendsetandi, tí føroyskt hipp hopp er ein forsømd tónleikagrein.

 

Ein gimsteinur

Thor er seytjan ár og ein ein sannur gimsteinur. Hetta er eitt heilt serligt talent, ið kann gerast ein stjørna bæði úti og heima. Tað er synd fyri fløguna, at húsin er so ringur, sum hann er, tí hann útstrálar als ikki góðskuna, ið fløgan tónlistarliga hevur.

Snoop Doggy Dog provokeraði

Snoop Doggy Dog er ein av teimum mest provokerandi tónlistafólkunum í ídnaðinum, og tí var onkur provokatión í væntu. Áðrenn fyrsta lag varð av, hevði Snoopy spælt porno, vold og rúsevnisnýtslu á stórskíggjanum.

 

Konsertin hjá Snoop var sera væleydnað. Allur slættin frammanfyri appilsingulapallin hoppaði, dansaði og sang við, meðan Snoop rappaði um bitches, niggers og pot. Bæði bólkur og rapparin sjálvur vóru ótrúliga vælupplagdir. Bólkurin fevndi um nakrar backingrapparar, ein skratjara, gittarleikara, ljómborð og trummir.