Science Fiction vóru herligir

Summarfestivalurin

 

Jákup Marner Anthoniussen hevur verið frálíka sangrøddin í bólkum sum Blátt og Les Iles Feroes, men áðrenn hetta, var hann við í Science Fiction. Leygardag seinnapart, eitt sindur seinkaðir orsakað av streymsliti á stóra pallinum, fóru Science Fiction aftur á pallin- Eitt sindur eldri og við onkrari útskifting, men still going strong. Framførslan gjørdist ein av betru framførslunum á ársins Summar Festivali.

 

Konsertin var ein ferð ígjøgnum tilfar hjá Science Fiction, Blátt og  Les Iles Feroes, við eini góðari grund av gomlum kendum, kryddraðari við spennandi nýggjum løgum, sum vístu, at hetta eru menn, sum enn duga at skapa góðan tónleik.

 

Konsertin byrjaði eitt sindur haltandi, fyrsta lagið var rættuliga ringt, og fyrsti tankin hjá mær var, at Jákup Marner Anthonuissen var versnaður nógv sum sangari. Hetta var tó bert í fyrsta lagnum, longu í næsta lagi var røddin heit, og hann sang aftur sum fyrsta dagin. Hann er vælsignaður við eini ótrúligari songrødd, og hon slapp ordiliga til sín rætt.

 

Nýggju løgini ljóðaðu av Science Fiction, men alíkavæl slettis ikki. Tey vóru nógv meira modernaði og ljóðaðu av 2005, við frekari og meira eksperimenterandi melodilinjum, sum tó enn vóru sera fangandi. Okkurt av teimum nýggju løgunum, kundi verið betur, serliga “Still standing around” sum hevði fleiri góð elementir, men sum lag virkaði tað rættuliga leitandi.

 

Í lagnum “Don’t turn the blind eye” varð ein grunnleggjandi trupulleiki hjá bólkinum sera týðiligur: Teir ensku tekstirnir eru ikki serliga væl skrivaðir, teir tykjast eitt sindur pínligir, og hava als ikki sama vakra flótandi mál sum føroysku tekstirnir. Tí er tað synd, at teir ikki halda seg til føroyskt.

 

Nýggja lagið um Romeo og Juliett, hevur alstórt hittpotentiali, á hesum lagnum sang Tóra við Keldu við. Hon syngur sera væl, og røddin riggar væl saman við tí hjá Jákup Marner.

 

Hon tyktist tó eitt sindur illa við, av at verða á pallinum framman fyri so nógvum fólki, og serliga í teimum pettunum, tá hon ikki sang, visti hon ikki, hvat hon skuldi gera ella kanska ikki gera.

 

Hon var eisini við á gamla lagnum “Like a slave” og á Blátt klassikaranum “Til allar vinir” og “Tú brennir so í mær”, og her var syngið við faktorurin høgur.

 

Sum heild var konsertin sera góð, og endin var eitt brak, við tittullagnum á fyrra bandinum “The Runaways” og einum “Í skúri/Hesir brimbardu klettar” lagatyssi. Sum fólk dámdu so væl, at tað var spælt umaftur sum eykalag.

Høgni Lisberg skuffaði aftur

Niels Uni Dam

‘Hóast eg teljist millum størstu Høgna Lisberg fjeppararnar, havi eg trupult við at finna jalig lýsingarorð um konsertina hjá Høgna á spæliplássinum leygardagin. Jú, jú gamaní, løgini eru góð. Høgni eigur eina samling av ordiliga góðum og væl skrivaðum løgum, men konsertin gjørdist ein keðilig uppliving, við nøkrum fáum undantøkum.

Hetta er aðru ferð eg hoyri Høgna í nakrar mánaðar, og niðurstøðan hjá mær er tann sama, Høgni er ikki trupulleikin, stóri trupulleikarnir eru gittar- og ljómborðleikararnir, ið ikki duga at lyfta løgini við sínum spæli. Serliga er valið av ljóðum hjá hesum báðum royndu tónleikarum ringt. Tey friðarligu løgini riggaðu slettis ikki, og tá Høgni í stóran mun hevur friðarlig løg, so var hetta óheppið.

Eg royndi veruliga at lurta, men alt ov ofta gjørdist tónleikurin til bakgrundstónleik, og eg varð fangaður av samrøðum við fólk. Undantøkini vóru tey meira rokkkendu løgini. Tá ljóðaði tað sum ein bólkur, og eg varð fangaður eina løtu.

Frásøgumaðurin fekk Høgna róptan út at spæla eykalag, og tolkingin av “All along the Watchtower” hjá Bob Dylan var hampulig, men Høgnasa partur lá ikki eftir á, hann sang lagið hjartaliga og við stórari innliving.

Framtíðin rokkaði á Margarinfabrikkini

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru konsertir í Margarinfabrikkini í Havn, bæði kvøldini vóru væl vitjaði, og konsertirnar gingu væl. Lýst var við, at hetta vóru nýggjastu bólkarnir í landinum, og tveir av bólkunum vóru so nýggir, at teir frumframførdu í Margarinfabrikkini. Planet var við leygarkvøldið og kann staðfesta, at framtíðin hjá føroyskum tónleiki er fjøllbroytt og spennandi.

The Dreams var nógv besti bólkur, hetta kvøldið á Margarinfabrikkini.

Upplivingarnar vóru nógvar, heilt frá punki frá gentubólkinum Fake it, Paradox og MTV aktuellu The Dreams, til nýggja Reggae bólkin 3 Colours. Svakligasta upplivingin var ivaleyst The Headliners, meðan The story ends… við sínum yvirgearaða gittarleikara, sum líktist einum ungum Angus Young(honum úr AC/DC), spældu sín heilt egna rokktónleik.

 

Fake it

er ein spildurnýggjur bólkur, talan er um fýra ungar kvinnur, sum spæla punk og punkkendan tónleik. Trummuleikarin tey fyrstu løgini gjørdist síðan ljómborðsleikari, og trummarin í The Dreams yvirtók trummurnar, bassleikarin fór at spæla gittar og bassleikarin í The Dreams tók bassin yvir, alt meðan gittarleikarin og sangarin í The Dreams spældi gittar alla konsertina. Kvinnurnar skiftust eisini um at syngja.

“Leitandi” tykist at vera tann besta yvirskriftin at brúka um Fake it, umframt, at tær ikki høvdu avgjørt hvør spældi hvat ljóðføri, so var tónleikurin rættuliga blandaður. Tey fyrstu løgini “Orgasme” og “My boyfriend” vóru ráður beint fram eftir nøsini punkur,  teksturin: “My motherfuckin boyfriend is a motherfuckin asshole” sigur alt. Meðan teirra útgáva av “My Happy endings” og “Saints on parade” vóru nógv fittari og brutu heilt frá. Tað hoyrdist, at her var talan um ein nýggjan bólk, sum ikki heilt hevur funnið sína hyll enn. Men tær vóru spennandi.

 

The Dreams

Bólkurin, sum júst hevur verið í London og kappast í eini MTV sending, var ordiliga væl upplagdir. Tann glaði og lívsjáttandi punkurin er fantastiska fangandi, og man skilir hvat MTV sær í The Dreams. Tann fullkomiliga yvirdrivna bretska accentin og punk utsjóndin er kul, og løgini eru sera popputt.

Teir endaðu konsertina við at skifta um ljóðføri og spældu ræðuligar útgávur av “Halleluja” og “Bad Moon Rising”. Hetta var ein bólkurin kom út um pallkantin og hevði nógv yvirskot.

 

Paradox

Hetta er ein tann mest spennandi ungi bólkurin í Føroyum í  dag. Teir eru sjarmerandi, hava sterka útstráling og skriva ordliga fangandi løg. Tó vóru teir ikki heilt á sama støði, sum  teir plaga, og tað var eitt sindur synd. Tað koyrdi ikki heilt líka væl, sum t.d. tá Paradox spældu fyri krúnprinsahjúnunum

 

3 colours

spælir reggae tónleik, hetta er ikki heimagjørdur tónleikur, men alt løg hjá øðrum, men tey vóru væl spæld. Í bólkinum spæla millum annað tríggir limir úr Lama Sea, og teirra lívsgleði strálaði út av pallinum. Sangarinnan og kórgentan eru eisini framúr góðar.

 

Tað kundi tó verið eitt sindur meira áhugavert, um løgini ikki øll vóru coverløg, serliga skarð tað í oyrini, at bólkurin valdi at spæla eitt Bob Marley lagatyssi av Diana King. Tey áttu í minsta lagi at kunna gjørt sítt egna lagatyssi.

 

The Headliners

gav sínum lurtarum eina svakliga uppliving. Hetta er ein rokkbólkur við skratjara, sum skapar  garrvillar og sera stórar ljóðmyndir. The Headliners legði fyri við nøkrum friðarligum løgum, sum ikki riggaðu heilt væl. Tað var ikki fyrr enn í triðja lagi, at framførslan gjørdist góð.

 

Serliga væleydnað var lagið Elsba, sum er um ein 4 ára gamlan drong, sum eitur Elsba og fer út at keypa mjólk fyri mammu sína. Hetta lagið var heilt øðiliga stórsligið, og plátuvendarin kom ordiliga til sín rætt.

 

The story ends…

Hetta er ein bólkur, sum spælir undarligan modernaðan rokk, eitt lítið sindur í stíl við Queens of the Stone Age, tó uttan at herma. Í støðum var framførðslan heilt frálík, og rokkaði illa,  men aðrar tíðir koyrdi tað ikki líka væl. Gttarleikarin  var garrvillur, og rann runt og líktist einum nýggjum Angus Young úr AC/DC.Hetta er ein øðiliga spennandi bólkur, og teirra serligi rokkur fall eisini væl í oyrini hjá áskoðarunum.

 

Sum heild var konsertin framúr góð, tó tyktus allir bólkarnir uttan the Dreams og Paradox eitt sindur svingandi og ópoleraðir, hetta kemst ivaleyst av, at hetta eru nýggjastu bólkar í landinum.

Ófeitir Foo Figthers

Foo Figthers vóru eitt av teimum heilt stóru nøvnunum á plakatini á Roskilde Festivalinum, men teir gjørdust ikki ein av teimum stóru tónleikaupplivingunum. Sangarin Dave Grohl er fyrrverandi trummuleikari í Nirvana, og hevur langt síðan fingið sítt pláss rokksøguni. Men hann var samstundis veikasti liður í Foo Figthers hetta leygarkvøld á Roskilde.

 

Røddin var lítið orkumikil, og dróg hetta framførsluna niður. Bólkurin spældi annars væl og tað, sum Grohl manglaði í røddini, hevði hann í beinunum. Hann rann runt sum eitt ótt alla konsertina, og eina løtu stóð hann á ljóðtorninum mitt úti millum áskoðararnar og spældi gittar.

 

Konsertin fór sjálvdan ordiliga á flog, og tóktist eitt sindur long.

Petra er ein ferð gjøgnum tíðarrák og lagasmíð

Hýrurin var góður á áskoðaranum, Braquet hevði hita tey væl upp, og nú skuldu tær veruligu hetjurnar royna seg, og Petra royndust væl, vit sluppu eina ferð í teirra sangskatti.

 

Salurin var stúgvandi fullur av fólki. Tónleikararnir komu spakuliga út á pallin, og gjørdu eina evarska lítla ljóðroynd fyri fullum salið, og løgdu so til brots við fyrsta lagnum. Eins og hjá Braquet tyktist byrjanin eitt sindur trek, ljóðið var ikki heilt gott. Men hetta loysti dugnaligi ljóðblandarin skjótt, og longu miðskeiðis í fyrsta lag, ljóðaði væl.

Sangarin John Schlitt, segði, at teir vóru sera glaðir fyri at vera aftur í Føroyum, og at teir fóru at halda fram við einum lagi,  sum varð um, at tað ikki er avgerandi hvat man veit, men hvønn man kennir.

Fyrstu løgini vóru rættuliga nýggj og hóast gott lív var í, so livdi ikki allur salurin við. Tað var ikki fyrr enn nøkur av eldru løgunum vórðu spæld, at konsertin veruliga byrjaði at kóka. Petra hevur verið til síðan 1972 og hesið árini hevur tónleikurin ferðast gjøgnum nógv tíðarrák. Hesið tíðarrák vóru løtt at hoyra aftur í løgunum.

Bólkurin spældi eina sera fjøllbroytna blanding av løgum. Felags fyri løgini var, at tey vóru góð og lætt lurtilig. Men originaliteturin var lítil og eingin, og tey tyktust ikki serlig á nakran hátt.  Eg veit satt at siga ikki, um tað er tí Petra hava so stórt fokus á tekstinum og boðskapinum, at tónleikurin verður eitt sindur tilvildarligur. Tónleikurin tykist bara at gerast ein spegling av teirri tíðini hann er gjørdur í.

Men bólkurin dugur at gera góð løg, og teir duga eisini at gera eitt gott rokk’n’roll show. Har vóru gittarsoloir, basssoloir og trummusoloir, og trummistikkarar vóru kastaðir høgt upp, og loftaðir aftur. Petra vísti at, sjálvt um rokkshowið er kristið – So er tað eitt rokkshow.

Tá Petra spældi lagið “Lord I Lift Your Name on High” sang allur salurin við. Næstan allur salurin dugdi lagið. Rokkkonsertin mintið knappiliga um eitt sangmøti. Rokkkonsertin gjørdist aftur sera verulig, tá tungmálmslagið “Jackyl and Hyde” bleiv spælt. Soleiðis rokkaðu Petra víðari

Aftaná eina langa konsert takkaði bólkurin fyri seg, og fór av pallinum. Tá nógv varð klappa, komu teir útaftur,  fyrst trummuleikarin, sum spældi trummisolo í fleiri minuttir. Síðan komu hinir og endaðu konsertina við tveimum løgum, og einum minnið vekingarmøtið. Gittarleikarin tók orðið. Hann bað tey, sum høvdu tørv á kristnari vegleiðing, um at fara inn í eitt rúm har vegleiðarar bíðaðu eftir teimum. Eyka trýst var lagt á tey, tá hann bað øll hini, sum vistu at doyðu tey nú, komu tey heim til Jesus, koyra hondina upp.

 

Hvat dámdi tær Petra?

Sámal, 32 ár Klaksvík

Hetta var alvorliga gott. Eg eri glaður at teir spældu okkurt gamalt, eg havi lurta eftir Petra nógv, men kenni best tað eldra.

 

Hans Gunnar, 11 ár Havn

Væl, mær dámdi væl. Alt var gott.

 

Ása Sólbrún, Strendir

Tað var øðiliga gott, alt var ordiliga kul.

 

Lillian 24, Ljósáir

Mær dámdi væl konsertina. Deiligt at hoyra okkurt av tí gamla eisini. Kendi betur Petra fyrr, í 90’unum, kennið ikki tað nýggja so væl. Men tað var eisini gott.

 

Jan Erik, 34, Leirvík

Hatta var sera gott. Eg haldi at tað er ótrúligt at so gamlir menn syngja og spæla so væl. Hevði tú lurta uttan at sæð teir, hevði tú hildið, at tað vóru ungir menn sum spældu.

Braquet hitaðu fólki upp

BraquetTá dyrðnar vórðu latnar upp í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, var gongin full av fólk, eisini uttanfyri húsið stóðu nógv fólk. Áhugin fyri Petra var stórur. Men stundisliga uppmøtingin bar eisini boð um, at áhoyrarnir vóru spentir at hoyra Braquet, sum skuldu hita upp fyri Petra. Hetta var samstundis útgávukonsert í samband við fyrstu fløguna hjá Braquet.

 

Sjónligir nervar

Braquet vóru skjótir á pallin. Bólkurin er ikki heilt óroyndur longur, men frammanfyri ein strúgvandi fullum Mentanarhúsið vóru nervarnir nokkso sjónligir. Fyrsta lagið ljóðaði rættuliga trilvandi, og sangarin, Andrias Højgaard hevði lítla orku í røddini, hetta hendur onkuntíð, tá nervarnir eru ringir. Hann stóð við liðini til fulla salin og hugdi beint yvir á gittarleikaran Arna Zachariassen, meðan teir spældu alt fyrsta lagið. Har var einki samband við áhoyraran. Lagið sjálvt var annars framúr gott. Braquet hava ment seg nógv sum bólkur síðan Prix Føroyar finaluna í 2003. Men Andrias tykist hvørki at hava ment seg sum sangari ella sum frontmaður í bólkinum. Hann er lívligur á pallinum, men kemur ongantíð útum pallkantin, fær ongantíð fatur í áskoðarunum. Stendur mest sum og dansar innan í sær sjálvum.

Brúka ikki vokalin rætt

Andrias hevur ikki bestu sangrøddina í heiminum. Men tað eru tað so nógv sum ikki hava. Trupulleikin er, at Braquet brúka røddina hjá honum, sum um hon var fantastisk. Her áttu Braquet at lært av Makrel. Røddin hjá Ára Rouch er ikki serliga yndig. Men við effektum og mest av øllum umhugsni, so er Ári Rouch eitt stórt pluss hjá Makrel. Andrias er ein partur av Braquet, tónleikurin er mentur og samanspæli er ment, nú er stundin komin, at Braquet fara at arbeiða við vokalinum, tillaga hann til fyritreytirnar og løgini.
Frálíkt samband

Annað lag hjá Braquet, “No excuses” gekk betur enn fyrsta lag. Nervarnir tykstust burtur hjá trummum, bassi og gittara. Men Andrias stóð enn og gløddi at Arna, og hóast hann millum løgini tosaði við áskoðararnar, tyktist hetta kunstigt, og einki samband varð veruliga. Arni Zachariassen harafturímóti hevði frálíkt samband við áhoyrarnar, og sum ein nýggjur Yngwie J. Malmsteen svingaði hann við gittaranum, hoppaði runt, lá á knæð og spældi og undirhelt fólkið.
Fjøldin kókaði

Braquet gjørdust betur og betur tá teir gjørdust heitari. Teir borðreiddu við fleiri heilt góðum løgum. Seinasta lagið hjá bólkinum var instrumentalt, og Arni fekk veruliga luft undir veingirnar. Tað var kanska ikki uttan orsøk, at tað varð í júst einum instrumentalum lag, at fjøldin kókaði mest. Teir vórðu róptir út at spæla umaftur. Sum eykalag spældu teir “All I want”, sum er eykalag á 15 teimum bestu hesa vikuna.

 

Fluffy Toys over and out

Rani Christiansen trummari í Fluffy Toys í einari heldur akrobatiskari trumman

Tað er synd at siga, at nógv fólk vóru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og søgdu farvæl, við 70’ara kenda dansibólkin Fluffy Toys. Men tey sum vóru har, dansaðu og svingaðu, sum ongantíð fyrr, tá bólkurin leveraði vøruna. Men ikki nógv meira enn tað.

 

Fyrsta settið hjá bólkinum, var væl spælt og koyrdi stak væl, uttan tó ordiliga at fara á flog. Tað tyktist, sum um bólkurin spældi væl, og sangarin sang væl, men ikki heilt saman. Kemiðin manglaði á onkran hátt. Hetta kemst kanska av, at tað er langt síðan teir allir spældu saman. Meðan allir uttan sangarin júst hava luttikið í prixnum undir navninum EGR2PLZ.

 

Seinna sett varð nógv betur. Bólkurin virkaði meira tendraður, sum um teir vildu njóta hesa síðstu løtuna saman. Alt koyrdi bara eitt vet betur. Røddin hjá Einar byrjaði tó tíðiliga í settinum, at ganga fyri. Men hann kom í gongd aftur, og sang bólkin fram til tann stóra endan, sum varð fyrst “Summer of 69” og síðan “We’re not gonna take it”, í seinasta lagnum varð tað rokk’n’roll fyri allar pengarnar, við gittar fektan, og trummusláðara sum stóð uppi á stólinum. Fluffy Toys vórðu lagdir í grøvina. Men við pallin stóðu ungir menn, og róptu umaftur, umaftur og umaftur. Men eingin kom.

Á dett lív!

Gaate bergtók
Gåte bergtók

Mentanarhúsið í Fuglafirði livdi enn einaferð upp til heitið, besta konsertstað í Føroyum. Frálíkir føroyingar og garrvillir normenn skiftust um at bergtaka og tónlistarliga rúsa.

Gåte vitjaðu Føroyar á seinasta G-Festivali. Tey borðreiddu har við eini av betru framførðslunum á einum annars framúr festivali. So vónirnar vóru rættuliga stórar áðrenn konsertina. Eisini hini nøvnini vóru spennandi á pappírinum. Lama Sea og Makrel, sum hava verið millum jaligastu upplivingarnar í Prix Føroyar kappingini og so Knút Háberg Eysturstein. Eg hevði ongantíð hoyrt Knút solo, so tað var ikki minnið spennandi.

Áðrenn konsertin byrjaði legði DJ Switch tónleik á.

Glaður poppur
Men endiliga byrjaði Knút Háberg Eysturstein, og hann var framúrskarandi. Havi sæð hann í Marigold, Marys Baby og í Gestum uttan at hann veruliga hevur víst sína gávir.

Hann er ein føddur frontfigurur. Hevur eina góða rødd, eina Roy Orbisonsliga útstráling og øðiligar gávir at skriva penan og glaðan popp við einum serføroyskum eygnabráði. Tankarnir fóru beint til Martin Joensen. Hetta tó uttan, at løgini mistu sítt Knútleika.

Enn vóru ikki so nógv komin á konsert, men tey sum vóru har livdu væl við í framførsluni. Knút og bólkurin hjá honum spældu løg av fyrstu fløguni hjá honum, og okkurt nýtt. Framførslan av lagnum “Í hesi nátt” var ordiliga góð. Nýggja lagið “Spark”, var øðiliga stórsligið og besta av nýggju løgunum. Meðan stilla lagið “Slip away” ikki heilt var líka fangandi sum restin av tilfarinum. Ein kontritolking av lagnum “Shine” av fløguni, var eisini eitt hæddarpunkt.

Seinasta lagið “Roads”, var ein blanda uppliving, fyrsta løtan var øðiliga einkisigandi, til endin byrjaði. Spakuliga vaks larmurin av ljóðførunum til Óljóði at enda, var sum ein veggur av ljóði. Ein kraftmikil endi á einari glaðari framførðslu.

DJ-Switch skrúvaði aftur diskotekstónleikin hart frá og salurin tømdist skjótt. Tey yngstu vóru verandi innið og nøkur av teimum dansaðu.

makrelBlaðungar gentir
Makrel vóru næstir á pallin, og salurin fyltist skjótt aftur. Makrel eru vorðnir eitt stórt navn í Føroyum. Flokkurin av blaðungum gentum frammanfyri pallin vísir, at áskoðarafjøldin er broytt. Frá at verða stuttligir rokkarar, eru Makrel farnir egnar vegir. Tónleikurin er eitt slag av ótrúliga sterkum og vøkrum rokktónleiki.

Gittarleikarin Rasmus Rasmussen er so ótrúliga gávuríkur. Man ivast onga løtu í hvussu stóran týdning hann hevur fyri bólkin. Men allir hinir hava eisini ment seg, og mest av øllum hava teir ment seg sum bólkur. Framførslan av instrumentala lagnum “Press Escape” av “Makrel stinkar”, vísti hvussu nógv bólkurin hevur ment seg. Hóast eg eigi “Makrel stinkar”, og havi hoyrt lagið fleiri ferð, hevur tað ikki sagt mær nakað serligt. Men spælt av nýggja Makrel, var tað framúrskarandi.

Devilska lagið Beelsebub av Wonderland fløguni ljóðaði meira devilskt enn nakrantíð fyrr, og vakurleikin í Euphoria gjørdist enn vakrari sammett við devilskapin sum var. Eisini var framførslan av lagnum Wonderland framúr.

Leygarkvøldið gjørdust Makrel fyrstu ferð nummar eitt á 15 teimum bestu, við lagnum Forever and Beyond. Hetta man vera besta lag, sum teir hava gjørt. Tí gjørdist lagið ein sera passandi endi á eini framførðslu, sum rørdi og bergtók. Makrel høvdu allan salin við sær.

DJ-Switch megnaði skjótt at tøma salin, og mest tey sera fullu og tey yngstu vóru verandi innið. Heldur ikki nú dansaðu serliga nógv. Men hetta broytti ikki lagavalið hjá unga plátuvendaranum.

Hoppiball
Gåte var næsti bólkur á pallin, og meðan ljóðið av introiðini hjá Gåte brakaði fyltist salurin. Fólk troðkaðu seg fram ímóti pallinum. Frá fyrstu tónunum Gåte spældi var salurin á gosið. Sjálvdan hava so nógv fólk hoppa so leingi í Fuglafirði. Tann sum hoppaði mest, var tó gittarleikarin í Gåte.  Eg havi ongantíð sæð eitt fólk leika so illa í, og hann spældi frálíkt á gittar meðan hann gjørdi tað.

Trummir, bassur, violin, gittar og ein ótrúlig sangrødd. Onkuntíð spælir violinleikarin keyboard, og onkuntíð syngur bassleikarin eitt sindur. Men samanumtikið er konseptið hjá Gåte líkt tí hjá Týr. Løg við íblástri úr gomlum vísum, spæld av einum rokkbólki, ikki so nógv roks. Sangrøddin hjá Gunnhild er ein av størstu styrkjunum hjá bólkinum. Hetta vita tey væl av, og byggja tí løgini upp kring hennara rødd. Hetta hevði tíanverri við sær, at fyrstu nógvu løgini tykstust heldur einstáttað fyri hendan ummælaran. Tá hugsað verður um, hvussu væl Clickhaze dugdu at gera løg við íblástri úr vísum og kvæðum spennandi og fjølbroytt, so høvdu Gåte nógv at læra.

Men sum rokkkonsert var einki at klaga um. Áskoðararnir kókaðu, sum eg ongantíð havi upplivað fyrr. Miðskeiðis í konsertini fór sangarinnan av pallinum í tvey løg. Violin gjørdist høvuðsljóðføri. Gåte spældi rokkandi spælimannstónleik, sum hevði fingið Kristian Blak til at trampað í gólvið. Nú kom vend í konsertina. Løgini gjørdust betur og eitt sindur meira fjølbroytt. Eg var tó ikki rivin líka nógv við av hesari framførsluni sum av Makrel.

Gåte spældu fleiri eykaløg, og takkaðu fyri eina fantastiska uppliving.

Lama Sea settu punktum
DJ Switch tømdi síðan aftur salin, og tíanverri fyri seinasta bólkin Lama Sea, valdi meirilutin ikki at koma inn aftur. Lama Sea settu punktum á kvøldið. Teir spældu sín deiliga glaða modernaða rokktónleik. Eg haldi, at tann spæligleðin, sum bólkurin hevur, smittar illa. Hóast flestu áskoðararnir vóru móðir aftan á eitt langt rokkkvøld, fingu Lama Sea smílini fram á varrunum.

Teir eyðkendu klædningarnir vóru hongdir í skápið. Tað var rættuliga keðiligt, tí konseptið manglaði okkurt. Tað tyktis ikki líka gjøgnumført. Vónandi verða klædningarnir funnir framaftur til næstu konsert.

Tá Lama Sea vóru lidnir, tók DJ Switch aftur yvir. Nú gekk betur, nógv dansaðu og tey sum vóru eftir tyktust at hugna sær. Eg fór til Havnar.