Hartrokkandi Fate

Fate-IfNotForTheDevilÍ Brunsj í dag ummældi eg danska tungmálmsbólkin Fate, við føroyska Dagfinn Joensen á odda. Hetta er hard/rokk, tungmálmur, men eg haldi eisini, at tað til tíðir lenar seg móti progressivum tungmálmi. Men tað er nokk ikki so undarligt, tí progressivur tungmálmur er ein genra, ið um nøkur hevur klárur referensur aftur til 1980’ini.

Fate var stovnaður í 1984. Fate er upprunaliga sprottin úr danska bólkinum Mercyful Fate. Teir spældu fram til teir góvust í 1993. Endurstovnaðir í 2004 byrjaði ein útskifting í limunum og fram til verandi manning fann saman í árunum 2011.

Síðan tá eru tvær útgávur komnar “Ghost From The Past” í 2011 og “If Not For The Devil” í 2013.

Eitt sindur áhugavert, at einasti upprunalimurin, ið er eftir í Fate er bassleikarin, hinir eru allir komnir við síðan 2008. Annars hava nógvar útskiftingar verið í bólkinum øll árini, so tað er kanska ringt at meta um hetta sum ein gamlan bólk.

Dagfinn kom við í 2009, og eg sá teir á SF í 2012, og tað var ein fín konsert, eg var yvirraskaður yvir, hvussu nógv Dagfinn var farin fram sum sangari.  Hann hevur arbeitt miðvíst við sangi seinastu árini, og tað hoyrist aftur, røddin er fyldigari, kraftigari enn hon var áður og sjálvt á høgu tónunum sang hann púra reint.

Tað var ein frægd at hoyra ein so góðan sangara, tí tónleikurin hjá Fate krevur nógv av sangaranum.

Røddin hjá Dagfinn er ein sera stórur partur av, at hendan útgávan er so væleydna, tí hann syngur pissivæl.

Bassleikarin Peter Steincke er einasti uppruna limurin, ið er eftir í Fate. Tær nýtist ikki at hyggja leingið at honum, fyri at skilja hví hann er hildin fram við bólkinum, hóast nógvar broytingar hava verið yvir árini. Maðurin osar av spæligleði, meðan hann hálvrennur kring pallin við sínum bassi og langa ívna gráa hári. Dagfinn greiddi okkum frá, at sviar rópa Steincke fyri Original gubben.

Tað tykist, sum Fate hava livað í einum tíðarlumma seinastu 25 árini, so er hetta ein gjøgnumførdur tíðarlummi.

Men mest er hetta  ein hart rokkandi bólkur, við dugnaligum tónleikarum, stórari spæligleði og einum knasandi góðum sangara, og einum gittarleikara, ið tykist at elska sín leiklut sum gittarfresari.

Hoyr alt ummælið her

Bestu útgávurnar í 2013

Beint eftir jól tóku eg, Uni L. Hansen og Elin og Brimheim Heinesen samanum fløguárið 2013 í einari heilt serligari Brunsj sending.

Topp 5 listin í ár bleiv hesin:

1. Byrta – Byrta
teitur-story-music
2. Teitur Lassen – Story Music
3. Kári Sverrisson og Bendar Spónir - Nøkur fá fet afturat
3. Kári Sverrisson og Bendar Spónir – Nøkur fá fet afturat
4. Hamferð - Evst
4. Hamferð – Evst
5. Allan Tausen - Unknown
5. Allan Tausen – Unknown

 

 

 

 

 

 

 

Hoyr alla sendingina her

Til brunsj við Feðgum og Døgg

fedgarogdogg

Í dag ummældi eg útgávurnar hjá Døgg Nóngsgjógv og Feðgum. Báðar útgávur iTunes stakfløgan við tveimum løgum hjá Døgg og EP’in við sjey løgum hjá Feðgum fingu 4 stjørnur í ummælinum.

Samanumtikið tvær góðar songrøddir og tvær góðar produktiónir, lurtið eftir ummælinum her

Ein heilt serstøk tónleikauppliving í kvøld!

eivorogginman

Eg gleði meg so øgiliga nógv til í kvøld, tá eg endiliga sleppi at hoyra Eivør & Ginman After Dark, ið er ein tannn mest forvitnisliga tónleikaupplivingin, sum vit hava kunna uppliva her heima í fleiri ár, í øllum førum á papírinum.

Eg havi verið fjeppari av Lennart Ginman, síðan eg á Roskilde 1998 fyrstu ferð upplivdi hann saman við Sort Sol sangaranum Steen Jørgensen í bólkinum Ginman/Jørgensen. Hesin laid back elctro/jazz/triphop bólkurin telist í mínari verð millum allar bestu donsku tónleikabólkar gjøgnum tíðina.

Teirra fyrsta fløga vann eisini væl uppiborið heiðurin sum ársins besta danska útgáva, tað árið hon varð útgivin.

Eg slapp eisini at uppliva bólkin tá hann við úrvalssangarum og leikarum spældi rokksjónleikin Snedronningen á Østre Gasværk í Keypmannahavn, ein stór uppliving, ið eisni gjørdist til eina fína fløgu.

Nú verður so møguligt, at uppliva hendan úrmælingin saman við okkara egna sangúrmælingi Eivør Pálsdóttir, tað kann illa blíva annað enn fantastiskt. Eg viðmæli øllum at skunda sær at fáa atgongumerki.

Um tit ikki fáa farið, so kunnu tit hoyra mítt ummæli í útvarpinum mánamorgunin kl. 10.

Deiliga sjónbandalagið til Bow Down (to no man)

sunnudagsbitin

 

Hetta er eitt gamalt lag, eg veit ikki hvussu gamalt sjónbandalagið er, men tað er so lagt út á Youtubekanalina hjá Høgna Lisberg í hesari vikuni. Lagið er so frálíkt, og tað onkursvegna sera einfalda sjónbandalagið ger tað bara betur.

Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Flammandi poppur ummældur

flamm2Tað krevur dirvi at geva gedignan popp ella popprokk út. Tað eru so ræðuliga nógv kring heimin, ið gera júst hetta, og tí er kappingin sera hørð, bæði um airplay og sølutøl.

 

Tí krevur tað veruliga góð evni, at gera góð løg, um tú skalt klára teg, og alt frá produktión til sang, spæl o.a. skal ganga upp í eina eind. Samstundis er henda genran ofta so pen, at feilmargan er sera lítil, er okkurt eitt sindur off, so riggar slettis ikki.

 

Fyri Flammu, ella Divaz, sum tær vóru kendar sum áðrenn, so er tað uppaftur truplari, tí hetta er ein bólkur, sum fólk tók til sín, meðan tær framførdu tøkuløg. T.v.s, at vit kenna tær við nøkrum av heimsins bestu poppløgum, so er altíð trupult, at góðtaka tær, tá lagagóðskan er eitt sindur lægri, og uttan at taka nakað frá Kristoffur Mørkøre, so er nokk ein orsøk til, at hann skrivar løg til Divaz heldur enn Madonnu, Adelle, Rhiannu ella Sugababes.

 

Upplagt er at ynskja, at tær heldur spæla Lady Marmalade ella Rolling in the Deep, enn hesi løgini.

 

Eg veit, at hetta er sama støða, sum flestu dansibólkar koma í, tá teir í fyrstani byrja at spæla egin løg. Men Divaz hevur ikki ordiliga agera sum dansibólkur, tær eru kendar frá stórum konsertum á Vaglinum á ólavsøku og í Norðurlandahúsinum. Hetta hevur lansera tær, sum ein konsertbólk við tøkuløgum, eitt veruligt popp/rokkshow, og tá er trupult at skifta til egið tilfar.

 

Chase hevði sama trupulleika, tá teir byrjaðu at spæla egið. Fólk saknaði Bon Jovi løgini og hin populera hardrokkin, ið teir høvdu spæl, so konsertirnar blivu alsamt minni festligar, alt fleiri heimagjørd løg komu á.

 

Flamma hava so eisini eina aðra avbjóðing, Anna Maria Olsen, ið, tað tyktist at vera breið semja um, var besta songrøddin í Divaz, er ikki við longur. Tað skapar sjálvandi eina skepsis. Tað stutta av tí langa er, at skuggin av Divaz hvílur tungur á teimum.

 

So alt í alt er hetta ein ordans avbjóðing, ið tey eru farin undir. Í mínum ummæli, gevi eg teimum góð skoðsmál. Úrslitið er heilt ok, og tey fáa 4 av 6 stjørnum.

 

Hoyr ummælið her

Skid Row – In a Darkened Room

sunnudagsbitin

Skid Row var fyrst í nítiárunum eitt risastórt tónleikanavn, eftir at vinmenn teirra í Bon Jovi høvdu hjálpt teimum fram, fingu teir fleiri hitt, eitt nú “18 and Life”, “I Remember You”, “Youth Gone Wild”, “Monkey Business” og “Wasted Time”. Tíðin er ikki farin so væl við Skid Row, og bólkurin er í dag meira ella minnið gloymdur.

Ein perla av teirra næstu útgávu, er Sunnudagsbitin í dag, hugni tykkum við “In a Darkened Room”

Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Ringt at fáa eitt svar burturúr Jákupi Mikkelsen

Jákup MikkelsenLiljan Weihe royndi tað í gjár, Bjørt Samuelsen royndi tað í gjár og so til síðst royndi eg tað, at fáa Jákup Mikkelsen at siga hví vit skulu velja at binda land og fólk til eina nógv dýrari loysn enn vit pjøvast. Men svarið til Liljan, svarið til Bjørt og svarið til mín var tað sama, her fáa tit tað á klaksvíksmáli:

Les mín blogg og uttanumtos svarið hjá Jákupi Mikkelsen

Hygg at kjakinum í Degi og Viku har Jákup Mikkelsen tosar uttanumtos

Føroyskt sperm og danskt økopott

gestanuddil

Samansetingin kundi valla verið meiri fjølbroytt, men kortini gav tað mesta meining, tá tiltakið De forblæste øer varð hildið á Christiania farna vikuskiftið.

Er hann nevndur, er hann kendur. Føroyski høvdingurin í danska náttarlívinum, Edmund S. Jacobsen. Litríkur er hann og tað eru tónleikatiltøkini, hann skipar fyri eisini. De forblæste øer var eitt gott dømi um hetta.

 

Tiltakið varð hildið á Loppen, ið er fyrsta spælistaðið, tú kemur til á Christiania. Eitt rátt og avlangt høli á 1. hædd, har konsertir eru so at siga hvørt kvøld í vikuni. Fyri júst einum ári síðani spældu 200 har – nú var túrurin komin til fýra onnur føroysk nøvn: Øssur Johannesen, The Dreams, MC-Hár og Hamferð.

 

At síggja til fýra ógvuliga ymiskir bólkar, sum tó hava fleiri felagsnevnarar. Hjá øllum pørtum var talan um teirra fyrstu framførslu á Christiania. Og fyri allar partar er eisini tað galdandi, at teir hvør í sínum lagi og á hvør sín hátt hava verið slóðbrótarar og undangongu menn á føroyska tónleikapallinum.

 

Dugnaligi og dámligi tónleikarin Knút Háberg Eysturstein var diskari hetta kvøldið undir navninum DJ Knút. Hann var maðurin, sum byrjaði og endaði tiltakið, og sum annars syrgdi fyri rætta huglagnum inni í Loppen. Og tað krevur sín mann, tí tá tiltakið byrjaði mundu tað valla vera meiri enn 30 fólk. Tá tað vóru mest vóru 300. Alt broyttist allatíðina. Fólk komu og fóru. Tónleikurin á pallinum skifti stíl, so hvørt ein bólkur fór av og annar kom á. Fólk fingu fleiri øl innanbora – og tað veit gud um tað ikki passar, um onkur føroyingur ikki roykti uttanfyri. Altso sigarettir. Og hassjsigarettir. Joints, tey kalla. Massar av teimum. Liðugtrullaðar eins væl og fólk eisini miksaðu sjálvi. Hassj, skunk, pott og so framvegis. Vistfrøðiligt eisini. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Og eingin doyði, átti eg at lagt aftrat.

Knút loftaði øllum við sínum tónleiki. Visti allatíðina hvat lag var hóskandi – og tað var Svarti ravnur hjá Kræklingum millum annað. So hava christianittarnir eisini hoyrt tað! Herligt.

 

ossurÓgvuliga hóskandi var Øssur fyrsti maðurin á pallinum. Uttan mun til hvør listagreinin er, ið Øssur úttrykkir seg í, so krevur hann nógv av tí, ið móttekur. Tíbetur gevur hann eisini eina rúgvu aftur – og soleiðis var eisini leygarkvøldið. Tað er myrkt og tað er óinnpakkað. Hann borðreiðir tað sum tað er, tí hann veit, at tað er gott. Hansara vøra er góð og talar fyri seg. Soleiðis var eisini leygarkvøldið á Christiania, sum fyri Øssursa viðkomandi byrjaði við, at ein yrking varð koyrd frá, áðrenn bassurin blídliga buldraði avstað. Myrkt, men samstundis leikandi lætt. Í ein góðan hálvan tíma. ”Takk”, segði hann so, reistist og fór av pallinum. Einki roks. Júst sum við tónleiki hansara, skaldskapi hansara og málningunum.

 

thedreamsSíðani fingu vit eitt stílskifti, ið vildi nakað. The Dreams vóru næstir á pallinum – og tað sást á fjøldini. Nú eru tannáringar í Danmark Beliebers og Directioners, men fyri nøkrum árum síðani átti The Dreams størstu fjepparafjøldina. Dreamers kallaðu tey seg – og tey fylgdu teimum fýra føroyingunum allastaðni. Nú hava flestu fýrarnir í The Dreams eisini aðrar tónleikaverkætlanir at ganga uppí, The Dreams hevur spælt millum lítið og einki tey bæði seinastu árini, so fjepparaskarðin er ikki heilt tann sami, sum hann var, tá The Dreams vóru í hæddini. Hans Edward og hansara menn høvdu eisini gingið stillisliga um dyrnar við hesum tiltakinum, tí hetta ongantíð var ætlað sum ein klassisk The Dreams konsert. Tað var tað heldur ikki. Tað var eitt ball. Eitt føroyskt ball við Sirkus Tinganes og øðrum slagarum frá Tazy-tíðini, umframt fleiri coverløg, ið bólkurin ber væl. Teir hugnaðu sær á pallinum. Hans Edward legði út við at siga, at teir bara ætlaðu at spæla country – hetta sagt við tjúkkari suðuroyar dialekt. Og so var óformelli stílurin líkasum lagdur. Fólkið tók væl í móti – eisini nú vaksnu droymararnir.

 

(Mynd: Jan Fagranes)
(Mynd: Jan Fagranes)

Nú vóru vit komin hálvan veg og á skránni var MC-Hár. Í 22 ár hava teir øst og argað í Føroyum, og øll hesi árini hava politiskir myndugleikar, andaligir felagsskapir og privatpersónar roynt at steðga teimum. Við hesum í huga er tað at undrast yvir, at MC-Hár ikki hevur spælt á Christiania áður, tí frístaturin hevur sanniliga havt sínar dystir við júst somu myndugleikar, felagsskapir og fólk í síni 42 ára langu søgu síni. Fyri tey, sum ikki høvdu Hamferð ovast á listanum hetta kvøldið, so var MC-Hár ivaleyst hæddarpunktið. Ikki uttan orsøk, tí tá teir fóru av aftur pallinum, so høvdu teir leverað, fyri nú at vera í MC-Hársligari jargon. Teir eru feitir, sjálvfeitir eisini, men upp á ein fittan máta. Og so eru teir eisini dugnaligir. Tað helt eg eisini, at teir vóru, tá eg sum tannáringur var til mína fyrstu konsert við teimum. Tað er minst tíggju ár síðani nú – og teir eru vorðnir minst tíggju ferðir betri! Rókur fekk Loppen at syngja ”sperm” í kór, Niels Uni stjórnaði yvirkroppaballinum meðan Rani, Heri, Jens og Jónas bóru bólkin trygt og gott gjøgnum framførsluna. Tá Spark Buzz N og restin av manningini takkaðu fyri seg, ferðaðust føroysku tónarnir um sperm víðari út í søtu luftina, sum hevur valdið á stórum parti av frístatinum, meðan gólvið í Loppen fleyt við hítum, sum ivaleyst vóru fyltar seinni. Segði nakar sperm?

 

hamferdHøvuðsnavnið Hamferð settti punktum. Herfyri spældi Hamferð í dómskirkjuni í Havn, men leygarkvøldið var leikpallurin nakað øðrvísi. Tó so er tað altíð okkurt hátíðarligt yvir løtuni, tá Hamferð spælir. Hetta sjálvandi fyrst og fremst tí, at Hamferð er ein framúrskarandi bólkur. Teir taka seg sjálvan og tónleikin í størsta álvara. Og við bara fimm árum á baki er tað eitt imponerandi huglag, teir ferð eftir ferð megna at skapa við sínum tónum. Konsert teirra leygarkvøldið á Christiania var mest líkt eini tungari og tygnarligari jarðarferð. Stórsligið og virðiligt upp á allar mátar.

 

Eitt hóskandi punktum fyri einum frálíkum føroyskum kvøldi í danska frístatinum. Takk fyri Knút Háberg Eysturstein, Øssur Johannesen, Hans Edward Andreasen, Eirikur Gilstón Corfitz, Heini Corfitz, Heini Mortensen, Niels Uni Dam, Rókur Jákupsson Jacobsen, Rani Hammershaimb Christiansen, Heri Reynheim, Jónas Bloch Danielsen, Jens V. Jacobsen, Jón Hansen, John Egholm, Theodor Kapnas, Remi Johannesen, Esmar Joensen, Jenus í Trøðini og ikki minst Edmund S. Jacobsen, fyri eitt framúr gott kvøld.

 

De forblæste øer og eitt summarkvøld á Christiania er ein andsøgn í sær sjálvum. Samansetingin av bólkum hetta kvøldið var eisini margháttlig. Men tá høvdingar hittast og undangongumenn savnast, so kann úrslitið vera gott. Tað var tað eisini á Loppen leygarkvøldið.

Hetta var fyrsti gestabloggur nakrantíð á Nudlum, og hvør er meira upplagdur enn sjálvur musketerurin innan føroyska miðlaheimin, møguliga snøggasta blondina, ið nakrantíð hevur arbeitt í Miðlahúsinum, og uttan iva ein tann besti og spískasti klummuskrivarin, ið Føroyar hevur fostra. (eftirnavnið er eisini fínt).

MC-Hár – Off Goes the Pistol

Her verður enn eitt gamalt lag frá framførsluni á Tórshavnar-, Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali í Norðurlandahúsinum 16. oktober 1998 almannakunngjørt. Talan er um lagið Off Goes the Pistol.

Í tíðini aftan á útgávuna av “Framvegis uttan vit” vandu vit í MC-Hár, ið búðu í Danmark rættiliga miðvíst í kjallaranum á Oyrasundskollegiinum. Vit skrivaðu hesa tíðina fleiri løg, ið vit eisin framførdu í Danmark undir navninum Lucination. Umframt okkum útisterar úr MC-Hár, Niels Una, Trónd, Petur og Torkil vóru eisini bassleikarin Jógvan Joensen og songkvinnan Malan Eyðunsdóttir við í Lucination um hetta mundið.

Hetta var síðsta konsertin hjá Torkil Olsen í MC-Hár, hóast hansara løg og gittararrangementir enn spæla ein stóran leiklut á øllum MC-Hár konsertum.
Hetta var síðsta konsertin hjá Torkil Olsen í MC-Hár, hóast hansara løg og gittararrangementir enn spæla ein stóran leiklut á øllum MC-Hár konsertum.

Framførslan á Jazzfestivalinum  var seinasta konsert har manningin av “Framvegis uttan vit” fløguni øll var á palli saman. Stutt eftir framførsluna, valdu Tróndur, Torkil  og Petur at gevast í MC-Hár og fokusera uppá bólkin Crumb, saman við Maluni og Jógvan úr Lucination. Hesin bólkurin spældi í mun til MC-Hár ikki primert rapprokk, og Malan Eyðunsdóttir var einsamallur frontfigurur.

Tey skiftu tó skjótt aftur navn til Lucination, og góvu eina fløgu út, har m.a. hetta lagið “Off Goes the Pistol” var við á.
Her er tó lagið á konsert í Norðurlandahúsinum við MC-Hár, í sambandi við luttøkuna hjá MC-Hár á Jazzfestivalinum vóru nøkur av løgunum, ið vit spældu sum Lucination tikin við á skránna, eins og eisini Malan Eyðunsdóttir luttók á konsertini. Malan sang somuleiðis við á Framvegis uttan vit.

Hallur Thomsen filmaði og klipti. Ljóðgóðskan er farin nakað, tí hetta er tikið av einum heldur slitnum VHS bandi.

MC-Hár hetta kvøldið var:
Allan Mortensen, rapp
Niels Uni Dam, rapp
Tróndur Bogason, tangentar og sang
Torkil Olsen, gittar og sang
Jónas Bloch Danielsen, gittar
Heri Reynheim, bass
Petur Dalsgaard, trummur
Malan Eyðunsdóttir, sang
Katrin Olsen, sang
Ragnheiður B. Hansen, sang
Petur Jensen, skrál
Ólavur Olsen, trompet