Ódnarveður í august

Summar Festivalurin 2007 er farin afturum, hann beyð okkum so ymiskar upplivingar, sum størsta rokkbrakið í føroyskari tónleikasøgu og hvirlur so sterkar, at festivalurin koppaði.

 

Steintór Rasmussen fyrireikari av Summar Festivalinum, spyr í samrøðu við okkum aðrastaðni í blaðnum:
– Hvør kundi ímyndað sær, at vit fingu ódn fyrsta vikuskiftið í august?
Ja, hvør hevði ímyndað sær tað? Sum eygnavitni til hendingina, tá mat- og skeinkiteltið brádliga varð rykt burtur av eini hvirlu, gleðist eg um, at eingin stórvegis fólkaskaði stóðst av hendingini. Upplivingin var ógvislig, og skelkandi fyri tey, ið vóru partar av henni. Veruleikin er tamm, at vit fingu ódnarveður fyrsta leygardag í august, og at harðasti hvirlurnar vóru í Klaksvík, har størsta føroyska tónleikatiltakið nakrantíð var hildið.

Ber til at hava tiltøk í Føroyum?

Í samrøðu við Sosialin hósdagin, segði ein annar av fyrireikarunum, Erik Biskoptø, at eftir mjørkan í fjør var nærliggjandi at spyrja seg sjálvan, um tað yvirhøvur bar til at skipa fyri tílíkum tiltøkum í Føroyum. Hesin spurningur hevur uttan iva aftur verið á loftið millum

fyrireikararnar, eftir at festivalurin varð avlýstur leygardagin.

Men er svarið, ið Erik sjálvur gav í Sosialinum hósdagin, enn líka rætt?

 

– Tað er viktigt ikki at lata seg amputera av veðrinum. Vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum ávum. So leingi smápartafelagið Summar Festivalurin ber seg, og fólk enn bakkar upp um tiltakið, so halda vit fram.

Aftur í 2008
Í útvarpinum í gjár boðaðu fyrireikararnir frá, at tiltakið aftur verður hildið í 2008, men at tað verður flutt til aðru viku í august.
Tað er tó, nærliggjandi at hugsa, at støðan hevði verið ein onnur, um fólkaskaði hevði staðist av mat- og skeinkiteltinum, ið varð tikið av eini hvirlu, ið sambært Steintóri Rasmussen kom heilt óvart á fyrireikararnar. Hetta er sjálvandi ein tonkt støða, men tað skerst ikki burtur, at teltið við síni nógvu vekt og metalstongum fór sleingjandi oman ímóti hjálparleysu fólkunum, ið stóðu á Vágsbøi. Sama stað har mannfjøld hevði verið savnað fáar tímar frammanundan til konsertina við Amy Diamond. Lukkutíð var bøurin rættiliga tómur, júst tá hetta hendi og tey, ið endaðu undir teltinum, fingu heldur ikki stórvegis skaða.

Skrivaðu tónleikasøgu
Í Føroyum hevur náttúran ferð eftir ferð víst okkum, at hon hevur eina øgiliga megi, og leygarkvøldið vísti hon enn einaferð, hvussu stór megin er. Tí er spurningurin um, tað er ov stórur vági, at skipa fyri tiltøkum av hesi stødd?
Sjúrður Skaale frásøgumaður á stóra pallinum, segði við portal.fo leygardagin, at tá vit skipa fyri einum tiltakið í Føroyum, ið er tríggjar dagar, og tveir av hesum døgum eru í góðveðrið, so eiga vit at vera nøgd.

 

Bæði hósdagin og fríggjadagin var veðrið gott, og tað skerst ikki burtur, at serliga framførslan hjá Scorpions fríggjakvøldið er minnilig. Hetta var eitt tað størsta rokkbrakið í føroyskari tónleikasøgu, og 10.000 fólk vóru savnaði framman fyri pallin á Vágsbøi fyri at uppliva tað. Eiga vit, í okkara ræðslu fyri, at veðrið kann gera um seg, at grava okkum niður, og sostatt skerja okkara møguleikar at hava tílíkar upplivingar, ella eiga vit, sum Steintór Rasmussen í gjár segði við útvarpið, at vóna, at Summar Festivalurin nú hevur fingið sín part av keðiligum veðri, og at komandi festivalar verða í góðveðri. Svarið er trupult at finna, men verður nokk svarað komandi ár, tá atgongumerkini til Summar Festivalinum 2008 verða sett til sølu.

Scorpions til Føroya fólk

myndamaður: Jens Kr. Vang

Tað var ein flokkur av fryntligum skorpiónum, ið tók móti fjølmiðlunum á tíðindafundinum á Hotel Føroyum í gjár. Teir lovaðu, at tað vit fáa í kvøld á Summar Festivalinum verður hvørki meira ella minnið enn Scorpions.

 

– Vit eru Scorpions, og okkara tónleikur er fangandi rokkløg, ið ljóða sum vit, eingin onnur rødd ljóðar sum røddin hjá Klaus Meine, tá tú hoyrir Scorpions, so veitst tú, at tað er okkum tú hoyrir, greiddi gittarleikarin Rudolf Schenker, tá hann var atspurdur, um hvat vit kundu vænta okkum at hoyra á Vágsbøi í kvøld.
– Tá vit byrjaðu at spæla tónleik høvdu vit teirri filosofi, at vit skuldu ferðast kring allan heim við okkara tónleiki, og tað er feitt enn at hava somu filosofi, greiddi Rudolf Schenker frá um orsøkina, til at bólkurin var komin til Føroyar.

 

– Vit fara allastaðni, har tey hava ravmagn, og sjálvt um hetta ikki beinleiðis er á vegnum til Brasil, har vit spæla næstu konsertina, so vildu vit fegin higar, og fáa eitt sindur av vatni, áðrenn vit skuldu til regnskógin, helt Klaus Meine sangari fram.

 

Tónleikarnir lovaðu, at konsertin í kvøld fer at verða eitt ordiligt rokkshow.

 

– Í 80’unum var okkara show risastórt, tað var ein onnur tíð, alt skuldi verða so stórt sum møguligt. Í 90’unum var ein heilt onnur tíð, áhugin fyri stóru konsertunum fór. Konsertir skuldu helst vera í smáum klubbum. Tí var eingin orsøk at brúka nógvan pening upp á stórt show, ístaðin valdu vit at fokusera upp á tónleikin. Sjálvandi skulu vit hava eitt stórt ljósannlegg, og spæla á einum stórum palli, tí tað skulu vit brúka til framførsluna, men tónleikurin skal vera í fokus, greiddi Rudolf Schenker frá. Limirnir vístu á, at eftir tríggjar væleydnaðar framførslur í London, er sjálvsálitið í topp.

 

Limirnir í Scorpions kendu best Føroyar, sum landið við einum fótbóltslandsliði, sum var sera trupult at vinna á, áðrenn leiðin gekk hendan vegin. Men longu á vegnum til Havnar fekk bólkurin nógv onnur inntrykk. Hetta er eitt vakurt land, og tað er fasinerandi við øllum vatninum, sum fyllur áirnar her, segði Klaus Meine. Áðrenn limirnir byrjaðu at fregnast um, hvønn mat teir áttu at royna, og um seyðakjøtið ella fiskurin var at fyritrekkja.