Vaksnamannasjónleikur av tí stuttliga slagnum

orsakaLeikurin “Orsaka, ið tey spæla á Tjóðpallinum í løtuni er eitt stuttligt og undirhaldandi innlit í verðina, sum vaksin í okkara samfelag, ja, tað er yvirdrivið, ja tað prikar, men tú kennur teg heilt víst onkuntíð aftur.

 

Hvat handlaði hann um, spurdi smílandi bartendarin í Sirkus?

Ja, hvat handlaði hann um? Tað er forbiðið ringt at siga, um leikin “Orsaka”, ið eg júst hevði sæð á Tjóðpallinum.

Tað er nógv nemmari at siga, at leikurin er góður, at siga, at hann er serstakliga væl spældur, at pallmyndin er framúr góð, og at hann er væl settur upp, hóast okkurt smávegis kundi verið betri.

Tað hevur ljóðað, at leikurin hevur verið seinkaður eitt sindur, tí tey ikki vóru klár, og tað kann illa undra. Tí hetta er ein ótrúliga krevjandi leikur fyri leikararnar.

Hann fysiskt krevjandi, tí tær tríggjar, ið spæla hann, skulu ígjøgnum so ótrúliga nógv, meðan tær spæla. Her er koreografi av ymsum slag, her er beinleiðis fitness, her er klatran og kastan og standan á høvdinum, alt meðan dialogar og monologar vera framførdir sannførandi og inniliga.

Hetta prikar teg, tí tú av og á kennur aftur tínar ringastu síður, tínar mest ólógligu tankar. Hetta er erligt og fer beint inn í hjarta. Hetta er so beinrakið, at man kann ikki lata vera við at flenna.

Men hetta er eisini ein leikur fyri vaksin fólk. Evnini, ið leikararnir so meistarliga framføra eru vaksin evni, hetta eru kenslur og støður, ið foreldur kenna, íð fráskild kenna, ið gift fólk kenna og sum vaksin fólk kenna. Okkurt frá heilt skeivum, yvirdrivnum og beinleiðis undarligum vinklum, ið gera tað uppaftur meira undirhaldandi.

orsakabeintaclothierTær tríggjar Jensina Olsen, Beinta Clothier og Gunnvá Zachariassen lýsa tankar, støður og tulkingar av kenslum, nakað so meistarliga, vit eru heppin at eiga so dugnaligar sjónleikarar.

Men aftur í Sirkus. Svarið til smílandi bartendaran bleiv, at sjónleikurin handlar nokk ikki ordiliga um nakað, hetta eru gerandismyndir, ið mest minna um eina røð av smá leikum.

Um tað er av tíðarneyð, ella um orsøkin er onkur onnur, so sat eg tó onkra løtu við eini kenslu av, at summar scenur kundu verið strammaðar upp og gjørdar nakar styttri, tí tær takað ferðina út úr leikinum. Tað vóru enntá onkrar, ið beinleiðis fingu áskoðarar at skeita eftir klokkuni á fartelefonskermum, ið tendraðu runt í áskoðaraplássunum. Tað er ikki eitt gott tekin.

Eisini er endin á leikinum eitt alvorligt antiklimaks, ið er keðiliga langt og serliga kiksað í mun til stuttliga og livandi leikin. Hetta er ein ommer, og skuldi kanskað bara verið skorið burt. Men eg havi nú eisini eina serliga andstygd fyri tí Barbara Cartlands/Hallmark kort kenda.

Men hetta eru detaljur, ið ikki oyðileggja heildarinntrykkið av einum fantastiskum leiki.

Leikurin er stutt sagt eitt must, fyri okkum vaksnu, ið orka at flenna at okkara samfelag og tí leikluti, ið vit hava í tí. Skundið tykkum oman á Tjóðpallin.

Sangur í mjørka hjá Elini vann

Leikurin Sangur í mjørka hjá Elini á Rógvi vann leikritakappingina hjá Havnar Sjónleikarfelag. Leikritakappingin snúði seg um at skriva ein sangleik yvir sangir hjá H.A. Djurhuus. Um vit skulu døma eftir síðsta sangleikinum hjá Elini, útvapsleikinum Eg sá ein eingil, so hava vit nakað at gleða okkum til.

Avdúkingin kom í Vágsbotni á framúrskarandi barnasjóbleikarastevnuni, ið setur lit á Havnina beint nú.

20130608-103410.jpg

Meistarligur Listadagur á Sandi

Vælvitandi um gengistrupulleikan við at ummæla eitt tiltak í tí Listasavni, eg sjálvur eri nevndarformaður fyri, so kann eg ikki lata vera við at festa hesar reglur á teldu.

Við at eg geri vart við gegnistrupulleikan, so hvørvir hann kanska, men her er sum so eingin veruligur gegnistrupulleiki, tí hetta er ikki eitt ummæli, men eitt gleðisgeyl yvir tað fantastisku ríku mentanaruppliving, ið eg fekk á Listasavninum á Sandi í gjár.

Eg og umleið hálvt hundra onnur, fingu eina so stóra uppliving, at tað tykist synd, at øll onnur ikki sluppu at uppliva hana.

Á veg til Havnar aftur, mentunarliga mettur og nøktaður, hugsaði eg, um hæddarpunkt, men mátti í mínum stilla sinni staðfesta, at tiltakið var so javnt frálíkt, á so nógvan ymiskan hátt, at tað er torført at taka nakað framum, uttan beinanvegin at nevna okkurt annað.

So ístaðin fyri at fara stigbýta í góðsku fari eg at gleðast kronologiskt. Savnsleiðarin Súsan í Jákupsstovu, ið hevði sett saman eina tað bestu mentunarskránna, sum er sædd á hesum klettum, bjóðaði okkum vælkomnum í hesar fantastisku karmar, har akustikkur er so frálíkur, og har eingin mikrofon var neyðug.

Borgarstjórin á Sandi byrjaði tiltakið við ein frálíkari røðu, ið bar brá av, at Sands kommuna sær stórar møguleikar, ið teimum ætlunum, ið vit hava fyri savnið, og tað kann bert gleða okkum í nevndini at frætta.

Tónleikurin hjá Sunleifi
Síðan var tónleikur á skránni, og tað var tónleikur í heimsflokki, Sunleif Rasmussen, okkara altjóða viðurkenda tónaskald, ið tó er so lokalur, at hann er uppvaksin beint við savnið, var  á skránni. Ikki bert tónleikurin var á skránni, nei Sunleif sjálvur var eisini á skránni.

Á sera pedagogiskan hátt, gav hann okkum innlit í sín tónleik, og sínar tankar í sambandi við tónleikin. Ólavur Jakobsen spældi eitt gittarstykkið, hjá Sunleifi. Her rann akustikkur, verkið og framførslan saman í eina stórasligna eind. Halt kipp, sum tað var gott.

Síðan var Michala Petri á skránni, saman við Sunleifi gav hon í øllum førum mær eina heilt nýggja fatan av blokkfloytum. Bæði teknikkir og nógvu ymisku floyturnar hon skuldi brúka vóru presenteraðar, áðrenn hon framførdi eitt fantastiskt verk hjá Sunleifi. Serliga var tað næsti partur av verkinum, har hon sang ein tóna, meðan hon spældi ein annan á floytuna, sum onkursvegna tók meg í sálina.

Eg havi ikki orð fyri hvussu frálík Ólavur og Michala eru, men sum við øllum fantastiskum tónleikarum, so virka tey eitt við síni ljóðføri.

Fittur gentubólkur
Tað mest hóskandi lýsingarorðið, ið eg havi til at lýsa Lív Næs og hennara tónleik, er fitt ella fittur. Serliga í føroysku løgunum er ein tílík óskuld og fittleiki, sum saman við sjarmerandi røddini fær meg at smelta, og tað tyktist at vera galdandi fyri tey flestu, sum vóru á konsertini. Lív spælir nú saman við øðrum ungum kvinnum, ið syngja kór og spæla gittar við henni, og hetta klæðir henni. Fittu sjarmerandi sangirnir góvu tiltakinum eitt ungdommiligt ískoyti, og kensluna av onkrum óspiltum.

Kingo við Niels Midjord og Lúllanum
Eg má viðganga, at hóast eg havi verið serstakliga aktivur lurtari eftir føroyskum tónleiki, so havi eg ongantíð hoyrt útgávurnar ellar konsertirnar hjá Niels Midjord við Kingosangi. Eg havi stýrt uttanum, tí eg veruliga ikki helt, tað vera nakað fyri meg. Tí var hesin parturin av tiltakinum bestemt heldur ikki tann, sum eg gleddi meg mest til.  Men teir báðir Niels Midjord og Lúllin høvdu ikki sungið nógvar reglur, áðrenn eg var seldur. Hetta var nakað so fantastiskt, erligt, hjartaligt og framum alt vakurt. Eg má beint út at keypa eina fløgu við hesum.

Tragikomiskur Heinesen
Tær báðar frailku sjónleikarkvinnurnar Gunnvá Zachariassen og Beinta Clothier, fóru síðan á pallin við leikinum Syndefaldet, ið byggir á eina søgu hjá William Heinesen. Ein leikur, ið tær framføra á gøtudonskum, og sum kann framførast í øllum hølum og umstøðum, og tað skal vera mitt inniliga ynski, at hetta kemur víða um. Sjálvandi skulu allir føroyingar síggja hetta, men eisini vóni eg, at fyritøkur, stovnar og myndugleikar, ið fáa útlendskar gestir, velja at visa sínum gestum hetta.

Leikurin var ein ferð gjøgnum stórar kenslur, og vit smíltust, flentu og høvdu hug at tára. Ikki bert tí søgan er so góð, men eisini tí at Gunnvá og Beinta spældu og fortaldu hana so framúrskarandi væl.

Ólavur Jakobsen hevði til høvið gjørt eitt violinstykkið hjá Willami Heinsen um til gittar, og frumframførdi hetta fyri okkum, og aftur her var tað undurfult, at hoyra henda fantastiska gittarleikara framføra í hesum fantastisku hølum, og eg vildi hildi, at hetta stykkið kundi átt eitt natúrligt pláss aftan á leikin í øðrum høpum eisini.

Poetryslam.fo
Eg má viðganga, at tann parturin av tiltakinum, ið eg frammanundan gleddi meg mest til, skjaldrasamanbrestin millum Vilhelminu Larsen og Carl Johan Jensen.  Hesi bæði, sum á hvør sín hátt hava givið føroyskum skjaldrum nýtt lív, Vilhelmina við at dokumentera tey, umframt at læra hvørt mansbarn í Føroyum um hendan arv okkara í sjónvarpssendingum, og Carl Johan, sum við sínum nýtulkingum av skjaldrum hevur víst, at hetta er ein livandi list.

Hóast vónirnar vóru stórar, so var veruleikin uppaftur betur. Hetta var fantastiskt. Vilhelmina legði fyri, við at spyrja Carl Johan, um hansara kundu syngjast, tí hon mátti viðganga, at tey einastu skjaldrini, hon hevði hoyrt, vóru tey, sum mamma hennara sang fyri henni, tá hon skuldi sova. Carl Johan svaraði aftur, at hansara skjaldur ikki vóru til at sovna av, kanska heldur at vakna av, og so koyrdi tað bara, hann við sínum, og hon við teimum gomlu. Eg havi eftirhondini rættiliga ofta hoyrt Carl Johan við skjaldrum, men á Listasavninum fullu tey veruliga uppá pláss. Tí saman við tí siðbundna stendur tað nýggja nógv sterkari.

Gittar og floyta í himmalskari samanrenning
Áðrenn tiltakið endaði við listauppboðssølu, framførdu tey bæði Ólavur Jakobsen og Michala Petri saman. Tey spældu ymisk verk frá ymiskum tíðum og støðum, og hetta var einki minnið enn ein fullkomin endi, á einum frálíkum listadegi. Tey eru so góð hvør sær, men saman rann tónleikurin upp í eina hægri eind, tað var vakurt og meistarligt.

Eg noyðist at taka Michalu Petri fram, eg kann ikki siga annað, enn at eg fekk ein heilt nýggja fatan av blokkfloytuni hendan dagin.  At sleppa at uppliva eitt so stórt tónlistarligt begávilsi, eitt tílíkt heimsnavn í tílíkum smáum og hugnaligum kørmum, tað kennist sum eitt privilegium.

Túsund takk fyri, øll tit sum gjørdu dagin so fantastiskan, tit sum framførdu, tit sum hugdu og lurtaðu, Súsan sum fyriskipaði, Símin sum hjálpti henni og øll tit sum lótu verk til uppboðssøluna. Túsund takk

Heimsins bestu sjónleikarar

Beinta Clothier er ein av teimum fáu ungu kvinnunum, ið leitar sær útbúgving innan sjónleik. Vit hava spurt Beintu, hvørjar leikarar hon metir vera teir bestu.

 

Beinta Clothier gongur á sjónleikarskúla í Odense. Hon er í hesum døgum farin undir síðsta árið á skúlanum. Beinta er ein av teimum fáu ungu kvinnunum, ið fáa sær útbúgving innan hesa listagrein.

 

Beinta hevur verið nógv at sæð á føroyska sjónleikarpallinum. Vit hava upplivað hana í leikum sum Pippi, Pinocchio, Skeyk, Renn fyri vívinum, Einki er sum mammusa gras, Leikhúsjólum, umframt í útisjónleikum á ólavsøku.

 

Beinta hevur umframt hesar leikir spælt við í fleiri leikum í Danmark.

 

Vit hava spurt dámligu ungu sjónleikarkvinnuna, um hvørjar fimm sjónleikarar, hon metir vera teir bestu í heiminum. Hon hevur valt leikarar, ið fevna víða, her eru yngri sum eldri, menn sum kvinnur og skemtileikarar sum álvarsamari leikarar.

 

Johnny Depp
Eg haldi Johnny Depp bara blívur betri og betri. Hann hevur evni til at umskapað seg til alt. Eg minnist, at eg sá hann í “Finding Neverland”. Tað er ein av bestu filmunum eg havi sæð í longri tíð.

 

Dawn French
Komiska timingin hjá Dawn French er heilt fantastisk. Hon kann gera teir mest absurdu figurarnar, men samstundis eru teir so gjøgnumførdir, at teir

aldrin verða for nógv av tí góða.

 

Gareth Armstrong
Eg sá Gareth Armstrong spæla ein einmansleik í New York, hann hevði evni til at bergtaka fólk. Hansara máti at bera fram eina søgu, havi eg

ikki sæð áður.

 

Julianne Moore
Eg sá Julianne Moore í “The Hours”. Eg græt hvørja ferð eg sá hana. Tann mátin hon gjørdi ein so kompleksan figur so einfaldan, yvirraskar meg enn.

 

Jeremy Irons
Tá eg hyggi eftir filmum, ið Jeremy Irons er við í, tiltalar hansara ró meg so nógv. Og so hevur hann heimsins bestu rødd, sum sigur meir, enn tey orð, ið hann sigur.

Meira enn bert ein lekkur yvirkroppur

Mammurnar hjá vinkonunum spyrja, um eg enn havi líka lekran yvirkropp, fortelur 19 ára gamli Jóannes Lamhauge, sum hevur upplivað, at konufólk skríggjaðu, tá hann lat seg úr dreymakotinum.

 

Jóannes Lamhauge vann í summar heiðurin sum Ársins Songrødd. 19 ára gamli havnarmaðurin er greiður yvir, at sigurin setir krøv. Stórar songrøddir, sum Guðrun Sólja Jacobsen og Eivør Pállsdóttir hava brúkt Ársins Songrødd, sum lopfjøl til at gerast yrkissangari. Jóannes tímir væl at gerast yrkissangari, men stendur á gáttini til at skula velja lívsleið, og ymsar leiðir toga ymsar vegir.

 

Til Fraklands
Studentaskúlaprógvið er júst komið í hús, og Jóannes skal avgera, um hvar hansara lesnaður skal halda fram. Aftan nýggjár gongur leiðin væntandi til suður Fraklands til Aix en Provence, ið liggur stutt frá havnarbýnum Marseille. Hann kallar hetta eina pílagrímsferð. Hansara yndislistamaður Paul Cézanne hevði atelier í Aix en Provence, tí gongur leiðin hagar. Ætlanin er at taka eitt málskeið fyrsta hálva árið og síðan avgera, hvat skal henda.

 

Myndlistin dregur
Jóannes er eisini myndlistamaður, og hann hevur á námsferð við studentaskúlanum vitjað Aix en Provence. Honum dámar sera væl býin og vil fegin aftur. Hann sigur seg vera fullkomiliga frankofilan – Hann elskar alt tað franska. Seinastu trý árini hevur hann havt franskt í skúlanum, og hann gleðir seg til at læra meira um málið, fólkið og mentanina.

Rólant í Skorðini hevur verið fransklærari hjá Jóannesi tey trý árini á studentaskúlanum. Hesir tímar hava givið nógvan íblástur, ofta hava fraklendingar og fransktalandi annars verið gestir í tímunum. Ein tíma var Marjun Vatnhamar, ein ung føroysk kvinna, sum læs á einum listaskúla í París, og vitjaði. Seinni fóru tey, sum høvdu franskt til París saman, og tey vitjaðu listaskúlan hjá Marjun. Jóannes helt skúlan vera sera áhugaverdan. Hann hevur møguleika at sleppa inn á skúlan um hann hevur hug, og hetta er ein møguleiki.

Jóannes er ein sera gávuríkur listamaður, og hansara eyðsýndu gávir góvu honum 13 í árskarakteri í evning á Studentaskúlanum. Hetta letur nógvar dyr upp. Hann heldur, at París er ein spennandi býur, eitt satt listanna Mekka, og tað kann hugsast, at leiðin gongur tann vegin aftan á eitt hálvt ár í suður Fraklandi.

Í løtuni savnar Jóannes pening til ferðina, hetta verður fyrst og fremst gjørt við at mála, ætlanin er so at hava nakrar søluframsýningar. Eisini skrivar hann um list í Skáanum.

 

Sangurin dregur eisini
Hann sigur seg eisini hava hugsa um at lisið til arkitekt ella kanska paleontolog ella arkeolog. Møguleikarnir eru nógvir, men enn hevur hann ikki tikið nakra avgerð. Ein møguleiki er hægri lesnaður innan sang. Serliga nú hann er vorðin Ársins Songrødd. Song fyrimyndirnar eru ikki tær vanligastu fyri ein 19 ára gamlan drong: Alessandro Safina, Josh Groban, Andrea Bocelli og Ernst Sondum Dalsgarð. Við leiklutinum, sum Jósef i sangleikinum Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið, vísti Jóannes føroyingum, at hann hevur eina frálíka rødd, sum egnar seg sera væl til musikalir. Hetta sama vísti hansara tolking av “When you say you love me” í ársins songrødd finaluni. Hann fortelur eina søgu við sanginum, og hevur stóra innliving í bæði tekst og lag. So nógva innliving, at tú trýrt honum.

 

Lekran yvirkropp
Men tað er ikki bara røddin og listargávurnar, sum eru góðar. Jóannes er ítróttarmaður, og er væl trenaður, hetta kom til sjóndar í Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið. Í leikinum letur Jósef seg úr dreymakotinum, og stendur við berum yvirkoppi. Jóannes greiður frá, at tá hann lat seg úr, hoyrdi hann, eitt suð fara í gjøgnum allan salin í Norðurlandahúsinum, og so byrjaðu konufólkini at skríggja. Hann heldur tað vera nokkso stuttligt. Onkur konufólk  samanbóru hann við ein griskan guð.

Hann upplivir eisini enn, at vinkonir fortelja, at mammurnar hjá teimum hava spurt, um hann enn hevur líka lekran yvirkropp.

 

Egin løg
Jóannes var í finaluni í Singer/Songwriter kappingini í Hafnia Lounge í fjør. Hann hevur skrivað løg í fleiri ár, og hevur havt nøkur liggjandi í skuffuni, men var ikki vanur at spæla tey alment. Tí vóru nervarnir øgiligir, tá hann fór á pallin í Lounge’ini. Hann kendi seg naknan. Hetta hóast, at har vóru nógv færri fólk enn til Dreymakotið. Hann sigur munurin var, at í Norðurlandahúsinum, var tað ikki Jóannes men Jósef, sum stóð á pallinum, tí vóru nervarnir ikki so ringir. Í Lounge hevði hann ongan leiklut at goyma seg aftan fyri, hann var berur.

Eisini vóru nógv av teimum í Lounge’ini slettis ikki áhugaði í tónleikinum, men bara komin fyri at ballast, tað kendist løgið at skula spæla fyri fólki, sum ikki tímdi at lurta.

Hann heldur annars Singer/Sonwriter kappingina vera eitt tað besta tiltakið, ið er í Føroyum. Luttakararnir eru so øgiliga ymiskir, t.d. vóru m.o. Rókur Jakobsen, Kári Páll Nolsøe og Ragnar í Vík við í fjør. Jóannes var serliga stoltur av, at hava vunnið á Ragnar í Vík, sum júst hevði verið í Nashville og sungið.

Hann hevur meldað seg til aftur í ár. Men gravgangurin var so stórur eftir at luttaka, at hann einans er sloppin á bíðilista. So hann sleppur bert at luttaka um onkur meldar avboð.

Jóannes spælir umframt gittar, klaver og trompet. Hann sigur, at gittarin er hansara besti vinur, og at hann hevur skrivað eina rúgvu av løgum. Dreymurin er, at gera eina fløgu onkuntíð, og heitið ársins songrødd setur nøkur krøv.

 

Ársins Songrødd
Jóannes heldur ikki at karmarnir fyri Ársins Songrødd eru serliga hepnir, støðið er høgt, og nógvir góðir sangarar syngja av heilum hjarta, men fyri áskoðararnar er hetta eitt ball. Hann heldur at ein sitikonsert hevði verið meira passandi til eitt tílíkt tiltak. Eisini hevði ein eldri lurtaraskarði fingið áhuga fyri tiltakinum, um karmarnir vóru annarleiðis.

Í høvuðsuppgávuni í evning á studentaskúlanum, gjørdi Jóannes millum annað eitt kórverk. Hann sigur seg droyma um, at fáa Sunnleif Rasmussen og Tarira at framføra verkið.

Nógvir eru dreymarnir, og evnini eru stór. Tað verður spennandi at fylgja við, hvat framtíðir hevur at bjóða Jóannesi