Kristiligt pjøvist ikki at merkja keðiligt

Stóra og eksperimenterandi ljóðmyndin hjá T.O.S var uppaftur størri í kvøld, tá bólkurin við ikki færri enn fimm gestatónleikarum rokkaði eitt sindur av hita í vátu áskoðararnir.

Bólkurin spældi løg av framúrskarandi debutfløguni og annað nýggjari tilfar, og upplivingin var hamrandi góð.

Bárður á Lakjuni er ein serstakliga sjarmerandi ungur maður, ið er vorðin ein sterkur oddamaður, hann vísti, at hann hevur serlig evni at fortelja søgur, tá hann syngur og hetta riggar væl á konsertum og so var eisini í kvøld.

T.O.S hevur givið kristnum føroyskum tónleiki eina nýggja dimensjón, og á konsertini í kvøld opinberaðist hendan dimensjónin fyri uppaftur fleiri,  tí T.O.S røkkur nógv longur enn bert til vanliga gospeláskoðaran og við luttøku á einum verðsligum tiltaki sum Summarfestivalinum kemur tónleikarin út til fólk, ið neyvan vanliga høvdu hoyrt bólkin.

Ljóðmyndin minti í støðum um Orku, ikki minst tí ljóðføri sum oljutunnir og blikkspannir eru partar av henni, men Samstundis er hetta heilt øðrvísi enn Orka, Løgini  hava onkursvegna ein svakligan sirkuskendan dám. Man hoyrir alt frá kontri til Big Band tónleik, og hópin av øðrum tónleikastílum, í einum blandi, sum átti at verið fullkomiliga ørt, men onkursvegna riggar og enntá er lurtaravinarligt og fangandi.

 

Fólkaveitsla á Vágsbøi

Frændur veitur altíð garanti fyri syngi-við-upplivingum og so var eisini á Summarfestivalinum í nátt.

Talan var sum vænt um fólkaveitslu, tá Eyðun, Rani og Steintór saman við saksofonleikaranum Hans Petur í Brekkunum, og Showmonnunum Kim Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen spældu seg gjøgnum eina hittparadu av løgum hjá Frændum, Millum Frændum og sololøgum hjá Eyðuni.

Frændur og Summarfestivalurin klæða hvør øðrum, og einasti trupulleikin tyktist at vera, at lagaskatturin hjá Frændum var ov rúgvismikil. Men eisini hetta megnaði Frændur at loysa við at spæla eina syrpu við øllum hittunum, sum annars pláss ikki var fyri.

 

Sensuella divain í regninum

Anna Faroe er ein ung dama, men hevur rødd og útstráling sum ein fullblóðs diva.

Við einari skrá sum í stóran mun hevði løg av hennara fløgu, umframt einstøk væl vald tøkuløg, bergtók Anna vátu áskoðararnar á Vágsbø. Anna er ein ótrúliga sensuell og vøkur dama, og tað var bert, tá hon millum løgini prátaði, at tú mintist aftur, at talan var um eina unga gentu av Glyvrum og ikki eina altjóða diva.

Bólkurin hjá Annu var blandaður av serstakliga vælspælandi føroyskum tónleikarum, sum Gunnar Guttesen,  James Olsen, Hjalta Joensen, Ólavi Olsen, Konni Kass og dananum Mikkel Riber á bassi. Umframt kórdamunum Onnu Mariu Olsen og Unn Patursson.

Lortveðrið sum var alla konsertina hjá Onnu Faroe spældi ivaleyst sín leiklut í at ikki fleiri áskoðarnir vóru á Vágsbøi hesa løtuna, og tað er veruliga synd, tí Anna og bólkurin leveraðu absolutt eina av betru tónleikaupplivingunum á ársins Summarfestivali.

Meðan síðstu tónarnir av hittinum Walking On Fire ljóðaðu og regndroparnir fossaðu niður á áskoðararnar, endaði ein framúr konsert. Sjálvt um líkindini vóru ring klappaðu vit tey uppaftur á pallin, og fingu einki minni enn eina heimsfrumframførslu av einum nýggjum lagi hjá Annu. Eitt lag sum boðaði frá góðum.

Ógvislig orka órógva av ljósi

Orka stríddist móti ljósinum í stóra teltinum og vánalig fyriskipan oyðilegði tíanverri í stóran mun eina konsert, ið kundi havt verið so góð, tí Orka spældi hamrandi væl.

Manningin í Orku er skiftandi, og á hesari konsertini var serliga áhugavert, at bæði Høgni Lisberg og Uni Árting, sum hava býtt trummu- og slagverkleiklutin millum seg seinastu tíðina, vóru við. Teir bukaðu sum øðrir á tunnur og rusk, larmurin var so orkufyltur, at tú illa kundi annað enn at verða bergtikin.

Ólavur Jákupsson er sangari í Orku fyri tíðina. Hann er mentur nógv sum sangari, og sum oddamaður, og kom serstakliga væl frá framførsluni.

Orka spældi væl, og ljóðmyndin er øgilig og stór, ja, ógvislig er nokk rætta orðið. Løgini, sum flest øll vóru av Óró fløguni, ljóðaðu fesk og høvdu eina uppaftur størri megi enn á fløguni.  Stóra hittið Fjøllini standa úti riggaði eisini væl í hesari útsetingini.

At Orka er ein bólkur, sum í líka stóran mun er ein uppliving fyri sjónina, sum hoyrndina vita øll, ið hava sæð bólkin spælt, men fyri áskoðararnar í Flagstjaldinum í nátt var sjónparturin kliptur vekk. Meðan bólkurin spældi var alljóst úti í tjaldinum, so showið á pallinum var meira ella minni ósjónligt fyri flest øll.

Stóra Flagstjaldið hevur ljós undir loftinum, ið verða tendra millum konsertirnar. Tað vóru tey eisini áðrenn konsertina hjá Orku. Hesi ljós eru við til at flyta fokus av pallinum, meðan ljóðroyndir eru, og tað riggar væl. Men í mun til aðrar konsertir, vórðu ljósini ikki sløkt, tá Orka fór á pallin. Hvør eigur feilin, skal eg ikki gera meg klókan uppá, men avleiðingin var oyðileggjandi fyri showið, ið var sera ósjónligt fyri flestu áskoðararnar. Eg fór heilt fram til pallin eina løtu, og tá var upplivingin munandi betur.

Hóast nógvar áheitanir til fyriskiparar og ljósfólk, gekk øll konsertin áðrenn ljósið endiliga varð sløkt í eykalagnum hjá bólkinum. Tá ljósið varð sløkt gjørdist beinanvegin nógv betur lív í fjøldini. Ein staðfesting av, hvussu keðiligt tað hetta ósketnið var.

D:A:D rokkaði Vágsbø

Rokkmaskinan D:A:D lat ongan iva vera um, hvør bestemmar á Vágsbøi. Tá teir báðir Binzer brøðurnir, bassleikarin Stig Pedersen og Laust Sonne á trummum, spældu, so vit gloymdu regndroparnar.
Sjálvt um eitt sindur av fólki var savnað á Vágsbøi, so var langt upp til tey 10.000 vitjandi, ið vóru væntaði í kvøld. Mest sannlíkt er tað áhaldandi regnið, sum spældi D:A:D eitt puss. Men hetta gjørdi ikki so nógv, tí ríkiligt av fólki var til eina góða rokk konsert, og tað fingu vit.
Uppskriftin var einføld: smittandi spæligleði, feit gittarriff sum larma illa, ein rá rokkrødd, ein tryggur rokkbotnur og ein gittarsolo mitt í lagnum. Henda uppskrift sló hart. Meðan limirnir runnu runt á pallinum og rampuni, ið var gjørd til tað sama buldraði og brakaði rokkurin hart um Klaksvík.
Eg má nevna garrvilla bassleikaran, ið líka ofta stóð uppiá trummusettinum, ella uppiá bassforsterkarnum sum niðri á pallinum. Eina løtu rann hann enntá runt við sínum tiltikna eldhjálmi, sum fýsti fýrverk himmalhøgt.
Teir løgdu fyri við bukandi rokklagnum Evil Twin og so beint yvir í Bad Craziness og so víðari, ongar pausur tey fyrstu fýra løgini – teir lótu ongan iva valda, hetta var ein rokkkonsert. Hóast ljóðið hesa fyrstu løtuna ikki var av tí besta, so var orkan øgilig, og tú kundi illa annað enn rokka við.
Sum konsertin leið blivu soloirnar longri og villari, og fyri gamlar rokkfjepparar var tað serliga stuttligtt at hoyra gittargudin Jacob Binzer sum vant tónar burturúr sínum gittara.
Konsertin á Summarfestivalinum var samstundis jubileum hjá trummuleikaranum, ið spældi sína fyrstu konsert við bólkinum í Ítróttarhøllini á Hálsi fyri just 12 árum síðan. Hetta merkti konsertina. Mitt í lagnum The Road Below me skipaði Jesper Binzer fyri hátíðarhaldi, har vit áskoðarar sungu “Kom så Laust – vi ved du har det”, meðan Laust lønti okkum aftur við trummusoloum.
Fløgan Everything Glows, ið bólkurin spældi inn beint eftir Føroyavitjanina sera væl umboða á spæliskránni, við løgum sum Evil Twin, Nineteenhundred And Yesterday, Everything Glows og The Road Below Me.
Hæddarpunktini vóru nógv, men tann sera langa útgávan av stórhittinum Sleeping My Day Away má roknast, sum løtan har áskoðararnir vóru best við, eg helt uppat at telja gittarsoloirnar í hesum lagnum.
Eg má tó siga, at eg sat við kensluni av, at fólk ivaleyst ikki kendu bólkin so væl, og at D:A:D nokk undirmettu hetta í byrjanini. Tí tær ferðirnar sangarin royndi at fáa fjøldina at syngja við, kendist tøgnin heldur pínlig, hetta fataðu teir tó skjótt og rokkaðu víðari.
Umframt harða rokkin eigur D:A:D eisini fleiri vakrar Balladur, hesar áttu tó einki pláss á skránni, og tað var ikki fyrr enn bólkurin aðruferð varð klappaður inn aftur, at løgini Laugh and a Half og It’s After Dark Now vóru spæld.
Samanumtikið ein feit rokkkonsert og eitt stórt rokkshow, takk fyri D:A:D.

Fín konsert við Deiggj

Við einum góðum blandi av heimagjørdum løgum og Uriah Heep klassikarum spældi Deiggj eina fína konsert í Flagstjaldinum.

Deiggj hevur seinastu nógvu árini mest spælt til dans og annars virkað sum Uriah Heep lánibólkur, eitt nú saman við gamla Uriah Heep sangaranum John Lawton.

So fyri ein gamlan Deiggj fjeppara var tað við stórum spenningi, at eg fór á konsert, har bólkurin frammanundan hevði boða frá, at skráin eisini fór at fevna um teirra egna tónleik.

Eg eri uppvaksin við LP’ini hjá Deiggj, og tí var stuttligt at hoyra løg sum Slatur, Ein blóma og Prúða land mitt, spæld av nærum somu manning á nærum sama hátt sum upprunaliga útgávan. Tí Deiggj ljóðaði sum ein 80 ára bólkur, og autentiska ljóðið hjá bólkinum er enn tað sama, eisini hóast upprunamanningin hevur styrkt seg við yngri kreftum; Rana Hammershaimb Christiansen á trummum og Konnie Kass á saksofon og kórrødd. Hesi bæði yngru komu væl frá uppgávuni. Men skal nakar veljast, sum skaraði framúr av upprunamanningini, so má tað vera gittarleikarin Páll Lave, sum gandaði feitar soloir úr sínum gittari.

Umframt gomlu Deiggj klassikararnar vóru eisini fleiri nýggjari løg, og her reyk mitt gegni væl og virðiliga, tí áðrenn eg visti av tí, kunngjørdi Fróði knappiliga, at næsta lagið var “Vetrarmorgun”, sum eg havi skrivað tekstin til fyri eini 20 árum síðan. Hetta kom sum eitt yvirraskilsi, og hevði eg vita hetta áðrenn, hevði eg neyvan valt hesa konsertina at ummælt. Men hetta má so vera.

Sum heild vóru nýggju løgini eisini sera góð. Fróði hevur góðar gávur at skriva løg, og áhugavert hevði verið at fingið nøkur av hesum løgum á fløgu, okkurt sat kanska ikki heilt líka væl, sum tey gomlu løgini, men eg eri sannførdur um, at arbeiddi bólkurin við tí í upptøkuhølunum, kundi úrslitið blivið ordiliga gott.

At Deiggj hava spælt saman leingi hoyrdist væl, tí teir spældu væl. Eisini vóru røddirnar serstakliga góðar. Teir báðir Dennis Lave og Fróði Vestergaard skiftast at syngja fyri, og tað gera teir væl. Serliga er røddin hjá Fróða ein frægd at hoyra.  Men tíanverri manglaðu bæði Fróði og Dennis, tað pondus, sum ein oddamaður skal hava, og hetta gekk harliga útyvir konsertupplivingina.

Eg haldi persónliga, at tað er ein óskikkur, at tónleikarar koma til tílík stór tiltøk, og hava nótastativ við tekstunum á. Tað átti at verið minsta krav, at teir duga sínar sangir, men bæði Dennis og Fróði høvdu nótastativ, og stardu stívt niður í tekstin meðan teir spældu. Hetta fekk teir at síggja ósikrar út, og forðaði beinleiðis fyri sambandi við áskoðararnar.

Tað var í teimum síðstu løgunum, Prúða land mitt, og teimum trimum Uriah Heep løgunum, The Wizard, July Morning og eykalagnum Easy Living, at Fróði og Dennis slitu seg leysar frá nótastativunum og traðkaðu fram. Hetta fekk bólkin at koma út um pallkantin, og vísti hvussu gott tað kundi havt verið. Hesa løtuna kókaði veruliga frammanfyri pallin. Hóast frásøgumaðurin Ólavur Presley ikki metti tíð vera til at spæla eykalag, so vildi fjøldin tað øðrvísi, og tí fingu við Easy Living. Sum ein rumpusparkandi enda á framførsluna.

 

 

Eitt sindur av endurnýgging men ikki nokk

Hanus er eitt av føstu innsløgunum á Summarfestivalinum, og aftur í ár, var trubadururin við sínum kassagittara boðin upp á stóra pallin á Vágsbøi.

At skula hita fjøldina upp til rokkbrakið við D:A:D kann vera ein ræðandi uppgáva fyri ein mann við einum kassagittara, men tað tyktist ikki at nerva Hanus. Sum framførdi eitt trygt sett væl blanda við løgum av fyrst og fremst klassikarum sum Saknur, Vónsvikin og 18 og løgum nógv róstu útgávuni Hørpuspælarin, sum Hanus gav út í fjør. Blandið var kanska nýtt, men ljóðið var gamalt.

Persónliga hevði eg fyritrekt, at Hanus hevði havt sín fantastiska bólk við. Tí tað kemst ikki uttanum, at bæði eg og hini, sum hava vitjað Vágsbø seinastu árini hava hoyrt Hanus og hansara kassagittar í somu umstøðum nakað ofta. Her kundi bólkurin givið okkurt nýtt til ljóðmyndina. Tí vit sum hava uppliva Hanus við bólki, vita, at hann við bólkinum ljóðar feskur. Hanus er eitt fenomenom, men ikki eitt fenomen, ið best verður notið á so stórum palli í øllum førum ikki einsamallur.

Tað kemst tó ikki uttanum, at tað kendist vakurt tá Hanus endaði við vakra lagnum “Góða ongantíð fert tú úr huga.

Páll Finnur Páll vístu hvussu tað skal gerast

Sjáldan munnu so nógv fólk hava verið í og rundanum Flags Tjaldið, sum tá Føroya fremsti poppbólkur Páll Finnur Páll spældi í kvøld. Stóra mannfjøldin sang og vaggaði við til stóra sangskattin, ung sum gomul, rík sum fátøk, lærd sum ólærd.

Tað man ikki vera nakar annar bólkur í landinum, sum í so stóran mun kann fáa eina so fjølbroytta fjøld at syngja við.  Finnur nýttist ofta bert siga eitt orð so brølaðu fleiri túsund við.

Bólkurin borðreiddi við einum góðum blandi av nýggjum og gomlum, ið vísti ein livandi og skapandi bólk. Gomul løg sum Grannin, Berlandið, Rasputin, Drykkjuvísa, Fløskubumsurin, Maðurin og lívið, Viðurkenning, Fari mín egna veg, Mín russiski vinur fingu sjálvandi fjøldina at kóka, men eisini onkur av nýggju løgunum fingu góða móttøku. Hesin ummælarin vil tó viðmæla at fleiri av teimum verða gjøgnumarbeidd eitt sindur afturat, áðrenn tey verða fest á fløgu. Av nýggju løgunum var tað lagið Eg drepi meg sjálvan, ið stóð sterkast, eitt órógvandi lag, ið Finnur ognaði teimum tunglyntu.

Páll Finnur Páll eiga so nógv hitt, at tá teir fóru av pallinum, var fjøldin langt frá nøkta, og umaftur rópini rungaðu. So einasti møguleiki var at koma uppaftur og spæla løg sum Havsins Ríkið og Herbergið, áðrenn teir endaðu við Forelskaður sjónleikari. Tað skal tó eingin ivi valda um, at fullkomiliga peppaða fjøldin kundi sungið við til nógv hitt afturat.

Eftir eitt sindur trupult fyrsta og annað lag, har ljóðmaðurin bardist við rungandi teltið og broyttu umstøðurnar nú teltið var fult, koyrdi eisini ljóðparturin av konsertini væl, og hetta eigur ljóðmaðurin rós fyri.

Páll Finnur Páll vístu hvussu tað skal gerast, og nú er at vóna, at aðrir bólkar klára at nærkast hesum støðinum.

Ein væleydnaður summarfestivalur – Samanumtøka

Summarfestivalurin í ár var ivaleyst ein tann best eydnaði Summarfestivalurin higartil. Breiða tónleikaskráin í ár var merkt av føroyskum bólkum, við einans tveimum útlendskum nøvnum. Men bæði føroysk og útlendsk nøvn vóru ótrúliga væl vald til stóra familjufestivalin.

 

Flestu av best dámdu bólkunum her heima fóru á pall í Klaksvík hetta vikuskiftið, og hetta gav fólkaveitsluni, sum Summarfestivalurin er, eitt gott undirspæl. Kryddað við tveimum útlendskum nøvnum, ið á hvør sín hátt eru risastór, og sum eftir konsertunum at døma eru sera vælumtókt í Føroyum. Eg havi á nordlysid.fo ummælt útvaldar konsertir, og undir mentannarteiginum á síðuni, kunnu hesi lesast.

Risastóra mannamúgvan, ið var savnað á Vágsbøi, tá írsku poppdreingirnir í Westlife spældu sín vælpoleraða og vælspælda popp, er nokk størsta konsertin, ið hevur verið í Føroyum, men fyri meg sum festivalgest og ummælara var tann enn einaferð føroysk nøvn, ið góvu mær bestu upplivingarnar.

Lær at siga noy
Fyri meg var tað serliga stórsligna konsertin hjá Páll Finnur Páll á Stóra Palli leygarnáttina, ið gjørdist besta upplivingin.  Bólkurin fekk veruliga fjøldina upp á kók.

Tað var ein øgiliga fantastisk løta, at standa har millum øll tey nógvu fólkini á Vágsbøi, sum av øllum hjarta sungu reglur sum: “Lær at siga noy, tá menn vilja pula tær, gong hesa kærleiksleið við mær”.

Meðan eg stóð har við liðina á Steintóri Rasmussen, mátti eg staðfesta, at tað sum Frændur var fyri 80’ini vóru Páll Finnur Páll fyri 0’ini. Eingin kemur teimum til kníggjana, tá talan er um at spæla og skriva lætt svølgiligan góðsku popp á føroyskum máli, við tekstum sum eru viðkomandi og sum øll duga at syngja.

Stóra annleggið ljóðaði betur hesa løtuna, enn nakra aðra á Vágsbøi alt vikuskiftið, og tað haldi eg vera fantastiska flott av føroyska ljóðmanninum.

Tungur Málmur
Hin ordiliga stóra upplivingin var fyri meg konsertin hjá tunga málmsbólkinum Synarchy í FLAGS-tjaldinum. Hesin tónleikurin hevur ikki serliga breiðan málbólk, og tí var tað heldur ikki nógv fólk í teltinum, nøkur fá hundra, tá mest var. Men tey sum blivu verandi vóru ein blandaður skari: fyrst og fremst langhærdir dreingir í svørtum t-troyggjum og langhærdir og langskeggjuttur menn í leðurjakkum og so øll møgulig tilvildarlig fólk í øllum aldrum og útsjóndum. Men gomul sum ung blivu rørd av tónleikinum, og tað er tá, at tónleikur veruliga livur upp til sítt endamál.

Tað var deiligt at síggja, at Summarfestivalurin eisini letur tílík smøl nøvn spæla, serliga tá tey hava eina sovorðna dygd, sum Synarchy, tí júst hetta gevur fólki, ið vanliga ikki hoyrir tílíkan tónleik, upplivingar, ið tey neyvan vilja vera fyri uttan.

Fleiri aðrar góðar løtur
Ein røð av syngið-við slagarum og útvarpshittum framførd av teimum, ið hava gjørt tey og við teimum røddum, ið vit øll hava lært at elska, soleiðis kann framførslan hjá Tinganest best lýsast, og hendan løtan tá bólkurin framførdi í FLAGS-tjaldinum kendist onkursvegna stórsligin.

Tað var somuleiðis hugaligt at síggja hvussu nógv The Dreams hava ment sína framførslu. Ella at uppliva hvussu gott samband ávikavist Grandma’s Basement og Kim Hansen høvdu við sínar áskoðarar.

Eg var ikki á øllum konsertum, og tí hava møguliga verðið aðrar løtur, ið áttu at verða nevndar, men Summarfestivalurin er so nógv annað enn einstakar konsertir, hetta er ein fólkafest.

Dynamittið í kjallaranum hjá ommu

Um Dynamit einaferð gera álvara av sínum hóttanum um, at hetta verður tann seinasta framførslan hjá bólkinum, so er skaðin avmarkaður, tí avloysarin er longu funnin, og eitur Grandma’s Basement.

Ein tann størsta mannamúgvan, sum hevur verið savnað í FLAGS-tjaldinum  í ár var komin saman, tá ungi Klaksvíksbólkurin Grandma’s Basement  fór á pallin, og lagið var frálíkt, meðan áskoðararnir sungu við til løgini hjá bólkinum, og hoppaðu og dansaðu.

Tá Grandma’s Basement í fyrraárið lótu Summarfestivalin upp í FLAGS-tjaldinum var talan um ein sera ungan bólk, ið tyktist sera leitandi í sínum útrykki, og einasti reyði tráðurin var, at bólkurin ljóðaði sum ymiskir aðrir Klaksvíksbólkar, okkurt lag ljóðaði sum Dynamit, okkut annað sum Hjarnar,  okkurt sum PS osfr

Síðan tá, hevur Grandma’s Basement gjørt eina fløgu, og tykist at hava funnið sín stíl, ið best kann lýsast sum Dynamitt við eitt sindur størri broddi. Onkur tekstur er nakað grovari enn stórubeiggjarnir í Dynamitt høvdu gjørt teir, og tekstir sum Getse og Bangna beisti, fáa kanska tankarnar at ferðast til  gomlu provokatørarnar úr Klaksvíksbólkinum Perversir Stoddara.

Persónliga fellir tað mær eitt sindur fyri bróstið, tá teir kalla konufólk tíkir, og leggja eftir einum ávísum trúarbólki,  men hetta hevur nokk eisini nakað við unga aldurin at gera.

Eg kann bara staðfesta, at bólkurin hevur ein ótrúligan uppbakning, og tjaldið sang við og hoppaði, seliga nógv í trimum teimum seinastu løgunum, Bangna Beistið, Hon fær ongantíð nok, og Getse. Hetta er beinrakið, og halda teir fram at mennast, so er hetta uttan iva avkoysarin hjá Dynamit.