Shakin’ in Deep Trouble

Ein annars góð konsert við Shakin’ Stevens endaði pínliga, tá ein eitt sindur ov gamal Shakin’ Stevens ikki rakti ein einasta reinan tóna í sínum nýggja hitti “Trouble”.

Summarfestivalurin

Áskoðararnir vóru sera nógvir á Vágsbøi framman fyri stóra pallin, tá Shakin’ Stevens sendi Kára Sólstein á pallin at siga fólki, at tey ikki sloppu at taka myndir av sínari hetju. Fólk flentu bara, hildu Kára vera stuttligan, og hann mátti endurtaka og hótta við, at myndatólini vórðu tikin frá fólki, um tey tóku myndir.

 

Hóast boðini tyktust eitt sindur fjákut og sjálvhátíðarlig, so var hetta longu gloymt, tá fyrstu tónarnir frá tí væl smurdu rokk’n roll maskinuni brakaðu úr hátalarunum. Bólkurin spældi øgiliga væl, allir í svørtum klædningum og 100% kekkaðir. Tá Shakin’ kom á pallin, fór alt á kók. Fjøldin var tendrað og tyst eftir Shakin’. Hann var væl fyri, og sang væl og dansaði, sum bert Shakin’ Stevens dugir.

 

Fremsti partur av áhoyrarunum var fyrst og fremst konufólk 40 ár og eldri, og hetta var akkurát nakað fyri tær, sum ein teirra fortaldi mær aftan á konsertina.

 

Løg, sum “Mary Mary”, “Oh Julie”, “You drive me crazy” og hansara fyrsta nummar 1 á hitlistanum í Bretlandi “Hot Dog”, fingu alt at kóka. Her vóru óteljandi kend løg, framførd meistarliga, og við nógvari orku. Shakin’ Stevens svingaði og dansaði, sum ein ungur maður. Men aftan á eina løtu, byrjaði orkan at minka. Bólkurin spældi enn væl, men røddin rakti verri og verri røttu tónarnar. Í einum lagi hvarv Shakin’ av pallinum, meðan bólkurin spældi víðari eina løtu, um hann fór út at fáa sær ilt, ella okkurt annað at styrkja seg við, er ikki til at vita.

 

Hann megnaði ígjøgnum skránna, uttan at tað gjørdist heilt pínligt, men tá hann kom út at spæla eykaløg gekk verri. Fyrst spældi hann “This Ole House” og tað gekk rímiligt, eingin ivi var um, at hetta  var løtan fólk bíðaði eftir, og fólk brølaði við, men Shakin’ ljóðaði slitin. Annað eykalag var nýggja hittið hjá Shakin’ hansara tolking av ”Trouble” hjá Pink, og nú stóð illa til, tað er ivasamt um Shaky rakti ein reinan tóna í lagnum, og kórrøddirnar vóru líka falskar. Tað var heilt øgiliga pínligt, og enn verri var, at hann ikki bara gavst, hann spældi enn eitt lag, sum hann kláraði eitt sindur frægari, men slettis ikki væl.

 

Konsertin var góð fyrstu longu løtuna, og gjørdist ikki ordiliga ring fyrr enn í eykaløgunum, men keðiligi endin oyðilegði nógv fyri heildarupplivingina.

Science Fiction vóru herligir

Summarfestivalurin

 

Jákup Marner Anthoniussen hevur verið frálíka sangrøddin í bólkum sum Blátt og Les Iles Feroes, men áðrenn hetta, var hann við í Science Fiction. Leygardag seinnapart, eitt sindur seinkaðir orsakað av streymsliti á stóra pallinum, fóru Science Fiction aftur á pallin- Eitt sindur eldri og við onkrari útskifting, men still going strong. Framførslan gjørdist ein av betru framførslunum á ársins Summar Festivali.

 

Konsertin var ein ferð ígjøgnum tilfar hjá Science Fiction, Blátt og  Les Iles Feroes, við eini góðari grund av gomlum kendum, kryddraðari við spennandi nýggjum løgum, sum vístu, at hetta eru menn, sum enn duga at skapa góðan tónleik.

 

Konsertin byrjaði eitt sindur haltandi, fyrsta lagið var rættuliga ringt, og fyrsti tankin hjá mær var, at Jákup Marner Anthonuissen var versnaður nógv sum sangari. Hetta var tó bert í fyrsta lagnum, longu í næsta lagi var røddin heit, og hann sang aftur sum fyrsta dagin. Hann er vælsignaður við eini ótrúligari songrødd, og hon slapp ordiliga til sín rætt.

 

Nýggju løgini ljóðaðu av Science Fiction, men alíkavæl slettis ikki. Tey vóru nógv meira modernaði og ljóðaðu av 2005, við frekari og meira eksperimenterandi melodilinjum, sum tó enn vóru sera fangandi. Okkurt av teimum nýggju løgunum, kundi verið betur, serliga “Still standing around” sum hevði fleiri góð elementir, men sum lag virkaði tað rættuliga leitandi.

 

Í lagnum “Don’t turn the blind eye” varð ein grunnleggjandi trupulleiki hjá bólkinum sera týðiligur: Teir ensku tekstirnir eru ikki serliga væl skrivaðir, teir tykjast eitt sindur pínligir, og hava als ikki sama vakra flótandi mál sum føroysku tekstirnir. Tí er tað synd, at teir ikki halda seg til føroyskt.

 

Nýggja lagið um Romeo og Juliett, hevur alstórt hittpotentiali, á hesum lagnum sang Tóra við Keldu við. Hon syngur sera væl, og røddin riggar væl saman við tí hjá Jákup Marner.

 

Hon tyktist tó eitt sindur illa við, av at verða á pallinum framman fyri so nógvum fólki, og serliga í teimum pettunum, tá hon ikki sang, visti hon ikki, hvat hon skuldi gera ella kanska ikki gera.

 

Hon var eisini við á gamla lagnum “Like a slave” og á Blátt klassikaranum “Til allar vinir” og “Tú brennir so í mær”, og her var syngið við faktorurin høgur.

 

Sum heild var konsertin sera góð, og endin var eitt brak, við tittullagnum á fyrra bandinum “The Runaways” og einum “Í skúri/Hesir brimbardu klettar” lagatyssi. Sum fólk dámdu so væl, at tað var spælt umaftur sum eykalag.

Festligur Lawetzpoppur

Lawetz spældu rættuliga tíðliga fríggjakvøldið, men alíkavæl var rættuliga nógv fólk savnað í 1000 fermetrar stóra flaggsteltinum. Tó ikki nóg nógv fólk til at ljóðmyndin gjørdist nøkurlunda góð. Teltið hevði ein keðiligan eftirklang, sum fekk flestu bólkarnar, sum spældu har, at ljóða óneyðuga illa, tó betraðist ljóðið alt fleiri fólk vóru í teltinum.

 

Summarfestivalurin

Glaði og festligi poppurin hjá Lawetz legði upp til, at tónleikurin var hart frá, og hetta fekk ljóðið at versna enn meira. Ljóðmaðurin Alexander Gaard, sum telist millum bestu ljóðmenn í landinum, stríddist fyri at fáa tað at ljóða væl, men til fánýtis. Ringa ljóðgóðskan og tað rættuliga ósjarmerandi umhørvið í teltinum var ein vána karmur fyri ein av teimum mest spennandi føroysku bólkunum. Men bólkurin kom væl frá uppgávuni.

 

Spæligleði og góð løg eyðkendu framførsluna. Tónleikurin var eitt sindur 80’ara kendur poppur á ein modernaðan hátt, við tveimum blásarum, tveimum gittarum, bassi, trummum, sangi og kóri, var ljóðmyndinn bæði festlig og stór. Tilfari var nýtt tilfar, og tilfar vit kenna frá Prix Føroyar undankappingunum í ár og fyrra árið.

 

Serliga vóru tað løginiCompletely og xx ,sum bæði hava verið á 15 teimum bestu, ið fingu lív í áhoyrararnar. Lawetz eru tíanverri ikki so virknir á konsertpallinum, og tað var tí eitt kærkomið høvi at hoyra teir. Hetta vóru áhoyrararnir kanska greiðir yvir, tí teir vildu illa sleppa bólkinum av pallinum aftur, og “umaftur” rópini rungaðu í teltinum, men Lawetz høvdu ikki nakað eykalag at spæla, so tað varð av ongum.

Brian McFadden – ein fitt konsert

Heilt nógv fólk var við stóra pallin á Summar Festivalinum, tá høvuðsnavnið Brian McFadden helt ein rættuliga fitta og avslappaða konsert. Bólkurin spældi øðiliga væl, og Brian sjálvur tyktist sera náttúrligur á pallinum, prátaði og hugnaði sær við áskoðarunum millum løgini.

 

Umframt síni egnu løg, spældi Brian Mustang Sally úr Commitments, og tað var ein vælkomin broyting frá teimum nógvu friðarligu løgunum. Konsertin var góð, uttan tó veruliga at gerast fantastisk.