Ikki eiti á tilboð

Man finnur nógv undrunarvert á alnetinum, var innið á facebookprofilinum hjá einum vinmanni, og sá eina mynd av penum damum og leinkju til heimasíðuna, scandalbeauties.com. Ein heimasíða við minimalistiskt ílatnum skandinaviskum kvinnum. Ikki tann ringasta leinkjan, skal eg fegin viðganga.

gillaÁ einari undirsíðu, ið æt Miss Scandal of the Year 2013, møtti eg tó mest áhugaverda tilboðnum. Sum tit síggja á myndini, kann man gilla*, við at trýsta á ein knøtt. Nú skal sigast, at eg liggi undir dýnuni við herviligum mannfólkakrími, so kendi meg ikki kláran at gilla beint her og nú, men tilboðið var spennandi.

Tað var eisini spennandi at síggja, at ein av teimum 12 damunum, ið man kundi velja at gilla, var okkara egna Victoria Wild, ið p.t. 64 hava valt at gilla.

Tann mest populera at gilla var tó svenska Caroline Martinsson, ið ikki færri enn 221 hava gilla.

Vit føroyingar plaga ikki at smæðast burtur ímillum, tá ein av okkara kappast, so tí ræður um, at vit nú standa saman um Vicoriu og gilla hana uppá eitt fyrsta pláss.

Tit kunnu sjálvi vitja síðuna og gilla onkra av teimum 12 her scandalbeauties.com/miss2013. Man kann gilla til á miðnátt í nátt.

 

*møguleiki er fyri, at ein ávís málslig ironi verður nýtt í hesari grein

Beach Party á gøtusandi

Svensku Kapten Rød fingu uppgávuna at bjarga fríggjakvøldinum, tá hini útlendsku nøvnini Veronica Maggio og Nanook ikki vóru lend, og fyribils vóru útsett til dagin eftir. Hetta megnaði bólkurin væl, tí tað var sera trupult ikki at dansa við til forførandi reggaetónarnar og lívligu mennirnar á pallinum.

 

Upprunaliga skuldi Kapten Rød á pallin beint áðrenn kl. 1, men við einum Veronicuformaðum holi í skránni beint eftir klokkan 22, vórðu teir fluttir at spæla tá, samstundis valdi váta veðrið at torna um sama mundið, sum Kapten Rød fór á pallin, so lagið varð beinanvegin gott á Gøtusandi.

 

Kapten rød er ein høgur, klænur, reyðhærdur rappari í baseballkeppi, sum dansar og spraklar við sínum longu limum. Við sær hevur hann eitt live reggae orkestur, við trummum, bassi, gittara, slagverki og keyboardum, ið veruliga spældu tónleikin, og sum tyktust sera tendraðir. Sum Kapten sjálvur segði, so er hetta ordiligur tónleikur ikki nakað playback.

 

Sveittandi bassurin dryppaði av sex, og á sandinum var lætt at gloyma, at man var í køldu mjørkakløddu Føroyum. Hesin ummælarin tók konsekvensin og valdi at fara heilt fram í pittin framman fyri pallin, og dansaði í góðum selskapi til Kaptenin og hansara menn.

 

Sum ein skipari stýrdi Kapten Rød fjøldini, og hóast hansara svenska var tosað ov títt og óskilligt, til at tey meira rúsaðu í fjøldini skiltu hvønn staklut, so vóru hondsignalini nóg greið, til at tað var lætt at vita, nær man skuldi rópa, veipa, hoppa ella bara dansa. Sjálv tey fylstu skiltu tað, tá hann rópti: Høppa, høppa, høppa, og vit hoppaðu øll í pittinum.

 

Kapten Rød prátaði við okkum alla tíðina, var ein løta í millum løgini ella pausa í tónleikinum prátaði hann, hann kastaði um seg við klisjeum, um ikki at berjast, og um at ansa eftir hvør øðrum,  ið kanska betur hóska seg til stórbýin, enn til ein festival í Syðrugøtu. Men tann sjarmerandi svenska røddin gjørdi, at tað ikki bleiv pínligt.

 

Eitt av løgunum ognaði Kapten Rød til svensku reggaestjørnuna Jr. Eric, ið doyði eftir eitt knallertóhapp í Thailandi fyri nøkrum árum síðan, við boðunum um, at vit skuldu liva ekstra nógv til minnis um Jr. Eric, og á Gøtusandi helt beach party á.

 

Tá man upplivur ein bólk við so stórari spælgleði, so smittar tað, og groovandi tónleikurin lyfti lagið á sandinum og vit dansaðu. Eg kenni als ikki Kapten Rød áðrenn hetta, og fari neyvan at keypa nakra fløgu við teimum, neyvan heldur fari eg at leita eftir teimum á Spotify ella á Youtube, men hesa løtuna á Gøtusandi tyktist tað rættuliga fullkomið.

Dr. Alban lendir fríggjadagin

Kultfenomenið innan dance/hip hip, Dr. Alban, lendir í Vágum fríggjadagin. Síðani gongur leiðin fyrst til Mentanarhúsið í Fuglafirði, har sviin, ið gjørdist heimskendur við millum annað lagnum ‘It’s My Life’, spælir sína fyrstu konsert. Síðani gongur leiðin við Hummer-limosininum til Havnar, har hann fer at spæla í Eclipse.

Dr. Alban verður ikki einsamallur í Eclipse fríggjakvøldið. Ein av royndastu plátuvendarunum í Føroyum, Eyðfinn Drewsen, verður eisini at hoyra hetta kvøldið.

Leygarkvøldið leggur Rúni Kjær plátur á.

Konsertpallur neyðugur fyri menning

Ein livandi tónleikapallur við møguleikum fyri at framføra regluliga er lykilin til menning av føroyskum tónleiki. Sambært pallborðinum er leiðin, ið Danmark gongur fyrimyndarlig.

 

Í sambandi við Atlantic Music Event varð seinnapartin fríggjadagin skipað fyri pallborðsfundi um tónleikaídnað undir heitinum Hitt & Hoyr á Hotel Føroyum. Í høvuðsheitinum var ætlanin, at teir nógvu gestirnir úr útlendska tónleikaídnaðinum, skuldu fáa høvið at hitta føroyskar tónleikarar, og møguliga skapa nøkur sambond.

 

Áhugavert pallborð

Fundurin var skipaður við einum pallborði mannaðum av:

– svianum Pelle Lidell, A&R Executive fyri plátufelagið Universal í Onglandi
– bretska Jade Richards tónleikaumboðsfólk og eigari av Jade Inc.
– amerikansku Sarah-Chanderia, ið arbeiðir innan publishing við høvuðsstøð í Noregi men øllum heiminum sum arbeiðsøki
– Oskar Jensen og Lars Skovgaard, ið booka tónleikin til ávikavíst Lítla og Stóra Vega
– dananum Jesper Kemp tónleikaumboðsmanni í fyritøkuni Beatboxbooking, hann umboðar m.o. Eivør Pálsdóttir og Høgna Lisberg.
– dananum Jakob Brixvold, ið umboðar spælistaðið STARS og Roskilde Festivalin.
– Norsku Birgitte Hanssen Mandelid, ið er blaðkvinnan og umboðar næststørsta norska festivalin Øyafestivalen

 

Menna Norðurlond sum ein markna
Hetta gjørdist ein áhugaverdur fundur, har nógv var tosað um, hvussu Norðurlond kunnu mennast sum ein marknaður, og hvussu hetta kann styrkja einstøku marknaðirnar. Semja tyktist at vera um, at Svøríkið var stóri trupulleikin á hesum øki, tí at svenska tónleika útflutningsráðið í mun til hini Norðurlondini ikki ynsktu samstarv. Tosað var nógv um, at fáa sett á stovn ein felags ídnaðarfestival, ið kundi skapt stóran áhuga uttanfyri Norðurlond.

Spælistøð eru neyðug

Pelle Lidell fanst sum heild at sínum landsmonnum, fyri ikki at hugsa frameftir. Lidell er ein av stóru leikarunum á altjóða tónleikapallinum. Áðrenn hann kom í starv hjá stóra risanum Universal hevði Pelle egið felag, Merlin. Hetta felag seldi ikki færrei enn 90.000.000 fløgur tey árini, áðrenn Lidell seldi tað.

Sambært Lidell er stórur tørvur á spælistøðum í Svøríki, svenskir bólkar sleppa ikki at royna seg í heimlandinum, og fáa tí ikki ment seg. Nakrir bólkar flyta av landinum og aðrir detta niður fyri. Vandi er sambært Lidell fyri, at Svøríki, ið hevur verið undangonguland, skjótt verður afturúrsiglt av hinum Norðurlondunum.

 

Klaksvík vísir rætta viljan

Víst var á hvussu Danmark við virknum mentanarpolitikki, hevði skapt ein konsertpall, ið var gróðrarbotnur fyri nýggj talentir og um hvussu hetta bæði mentanarpolititiskt og fíggjarliga byrjaði at geva avkast fyri samfelagið. Hetta prátið er sera viðkomandi fyri Føroyar, tí júst prátið um spælistøð hevur fylt nógv í miðlunum, og í hesum døgum arbeiðir Klaksvíkar kommuna við at gera eitt spælistað í Dávavirkinum í Klaksvík. Meðan tað enn ikki er greitt, hvat hendur á hesum øki í Havn. Leygardagin sluppu útlendsku gestirnir ein túr til Klaksvíkar, og har vóru útlendsku rósurnar stórar til Borgarstjóran í Føroya næststørsta býi. Fyri at vera farin undir verkætlanina við Dávavirkinum.

Stórur útlendskur áhugi fyri AME-Føroyar

Tónleikaídnaðurin uttanlands verður sera væl umboðaður á Atlantic Music Event Føroyar. Miðlar úr fimm londum, festivalar, plátufeløg og tónleikaumboð koma fyri at uppliva tað besta innan føroyskan og nýggjan norðurlendskan tónleik.

Fyriskipararnir av AME-Føroyar hava skapt eitt áhugavert konsept, somikið áhugavert at ikki færri enn 20 útlendskir gestir hava boðað frá, at tey koma til Føroyar komandi vikuskiftið. Her er fyrst og fremst talan um gestir úr tónleikaídnaðinum í hinum Norðurlondunum. Men eisini nakrir gestir úr Bretlandi. Serliga væl umboðað verður Danmark. Plátufelagsstjórin Jens Ove Friis hevur longu víst áhuga í, at geva okkurt lag, ið kom inn í sangskrivarakappingini hjá AME, út í Danmark. Jelling Festivalurin og Nibefestivalurin hava boðað frá, at tey ætla sær at bjóða bólkum at luttaka á teirra festivalum. Umframt at hvørki hinir festivalarnir ella plátufeløgini, ið eru umboðaði koma til Føroyar fyri stuttleikar. Her eru stórir møguleikar hjá føroyska tónleikalívinum í Føroyum at gera vart við seg. Fyri at geva føroyskum tónleikarum møguleika at koma í samband við útlendsku gestirnar, er Hotel Føroyar fríggjadagin seinnapart kl. 15.00 karmur um tiltakið Hitt & Hoyr.

Tiltakið vendir sær til føroyskar tónleikarar og tey, ið annars starvast innan tónleikavinnuna, og verður skipað sum ein inngangur til AME, har høvið er at hittast undir hugnaligum og óhátíðarligum umstøðum. Á tiltakinum luttaka fleiri av teim útlendsku umboðunum fyri tónleikavinnuna, ið eru komin higar at kunna seg um føroysku og norðurlendsku bólkarnar á AME.
Nøkur av útlendsku tónleikaumboðunum fara at greiða frá teirra tónleikavirksemi og annars svara teimum spurningum, sum høvi verður at seta.

 

Hesir gestir hava boða frá síni luttøku á AME

Jade Richardson frá Jade Inc. er royndur promotari og talentskóti fyri nógv plátufeløg í Bretlandi

Pelle Lidell er leiðandi A&R Universal Music í Bretlandi.
Sarah-Chanderia frá  Hacate Entertainment Group,

Oskar Jensen og Lars Skovgaard umboða Vega í Danmark

Jesper Kemp umboðar Beatboxbooking í Danmark

Jakob Brixvold umboðar Spælistaðið STARS, og arbeiðir eisini fyri Odeon pallin á Roskilde Festivalinum

Birgitte Hanssen Mandelid er blaðkvinna og umboðar eisini Øyafestivalen í Noregi

Paul Sullivan umboðar Clash Magazine og onnur tónleikabløð í Bretlandi

Kasper Kirkegaard og Rasmus Weng Karlsen umboða tónleikablaðið Gaffa í Danmark

Morten Madsen umboðar tónleikablaðið Musikeren í Danmark
Karina Edlund Jensen umboðar danska dagblaðið Urban

Poul Henrik Jensen umboðar danska tónleikarafelagið DJBFA
Ólafur Páll Gunnarsson og Ásgeir Eyþórsson umboða Rás Ísland
Peter Møller Madsen umboðar Nibefestivalen
Lars Charlie Mortensen umboðar Jellinge Festivalen
Jens Ove Friis er stjóri í danska plátufelagnum RecArt
Michael Callesen umboðar danska rokktónleikarafelagið Rosa

Spennandi útlendsk nøvn á AME

Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum eitt forkunnugt høvið at uppliva nakrar av mest spennandi bólkunum á tónleikapallunum í londunum kring okkum.  Norðurlandahúsið hevur tryggjað sær ein íslendskan, ein svenskan, ein norskan, ein grønlendskan og tveir danskar bólkar, ið koma at spæla, saman við teimum átta føroysku nøvnunum.

 

 

Ampop [myspace.com/ampopband]

Íslendski elektroniski bólkurin Ampop gav í november fjórðu fløgu sína fløguna “Sail to the Moon”  út. Fløgan varð av lurtarum á størstu íslendsku útvarpsstøðini Rás 2 vald til ársins fløgu, eins og hon er í uppskoti til fleiri heiðurslønir á íslendsku tónleikaheiðurslønunum.
Næst seinasta fløgan hjá Ampop “My Delusions” seldi til gullfløgu í Íslandi og tittullagið varð valt til ársins lag og ársins sjónbandalag á íslendsku tónleikaheiðurslønunum í fjør.
Ampop byrjaði sum ein elektronisk duo og gav í hesum líki tvær fløgur út, ið ummælarar og smalir lurtararskarðar vóru sera begtiknir av. Bólkurin broyttist nakað, tá trummuleikarin kom við í bólkin og ljóðið flutti seg til meira trummu og gittarbasera. Samstundis fekk bólkurin veruliga luft undir veingirnar og fór veruliga at gera um seg í útvarpi og á hittlistunum.

Angu [myspace.com/angumotzfeldt]

Grønlendski Angu er føddur í Qaqortoq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn.

Sum tannáringur spældi Angu tungmálm og grunge, áðrenn hann vendi sær móti siðbundnum singer/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum.

20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har sterki hugurin til tónleikin førdi til, at hann endaði sum upptøkutónleikari í einum lokalum upptøkuhøli. Í hesum arbeiði varnaðist stjórin á Atlantic Music røddina hjá Angu, og bjóðaði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Danmark, og seldi ikki færri enn 5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark.

Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME.

 

Molinder Band[myspace.com/molinderband]

Molinder Band er svenskur bólkur við oddamanninum Jonas Molinder. Í veruleikanum er mest av øllum talan um eina einstaklinga verkætlan, ið hevur givið 3 EP fløgur út: Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings (2004).  Nøkur ár eru fráliðin síðan síðstu útgávu, hetta kemst m.a. av, at Jonas Molinder, helt steðg frá tónleiki í eitt ár. Hann brúkti tíðina at leita eftir nýggjum íblástri. Við endurfunnari spæligleði stovnaði hann egið plátufelag, Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni tónlistarligu yrkisleið. Í apríl kemur fløgan In The Room With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Tað verður sostatt ein plátuaktuellur bólkur, ið vitjar á AME. Tóleikurin hjá Jonas Molinder finnur íblástur í tí tónleiki, ið hann lurtaði eftir sum yngri, nøvnum sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten og Phil Collins.

 

Grand Island [myspace.com/thegrandisland]

Grand Island úr Noregi spælir eitt slag av nýrokki.

Ein samansjóva, orkufull og skitin samanrenning av nýrokki, disko og kontri.  Ella við øðrum orðum stuttligur tónleikur við stórari spæligleiði. Hetta er ringt at lýsa, men lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin á myspace síðuni ella á heimasíðuni, tí har liggja smakksroyndir av teirra tónleiki.

 

Die Dumme Dänen [myspace.com/dedummedanskere]

Sterkar meiningar eyðkennir danska bólkin Die Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við søgum um rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast evnini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið stóran fjepparaskarða í Danmark. Serliga lagið Kors og Flag hevur lyft bólkin frá nýggjum og spennandi til eitt stórt navn í Danmark. Lagið hevur higartil ligið í vikuvís r á Boogie listanum, ið er almenni listin við sjónbandaløgum hjá Danmarks Radio. Lagið hevur ligið bæði ovast og næst ovast á listanum. Tónleikurin hjá Die Dumme Dänen er harður rokkur blandaður við rappi og nógvari attitydu, ið eru gjøgnumførdur og virkar sum ein veggur av ljóði.
Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clemens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára gamal gav sína fyrstu fløgu út. Her er størri innlit, størri sjálvsironi og munandi meira bít í tekstsíðuni

 

AVE [myspace.com/avemusic]

Ave er ein bólkur úr Odense, ið er við at vinna sær altjóða viðurkenning millum fólk í tónleikavinnuni. Hettar er ein av nýggjastu spennandi bólkunum úr Danmark.

Bólkurin skrivar sangir sprotnir út tíðarleysum evnum á einum andaligum og droymdandi støði.

Handverkið spennir víða. Frá uppspunnum samansettum evnum til meira jarðarbundnar akustiskar ljóðmyndir alla tíðina við eina tráðan eftir sjálvrannsakan og óvæntaðum lívsjáttandi rembingum.

Á hendan hátt, sum skjálvtar úr undirgrundini, skapa Ave teirra egnu sermerktu ljóðfløtur. Brakandi ljóðføring, diskantir streingir og ein sermerkt songrødd gera ein samanburð við klassiskan tónleik tó í einum dagførdum hami.

Tá Ave framføra tónleik teirra á pallin, dámar teimum væl at kryddar framførðslurnar við ljóðførum og aðrari útgerð í leiða tankarnar aftur í 1930’ini. Lurtarin kemur á ferð aftur í hugnaligu tíðirnar við jazz-klubbum tó við tónleiki frá einum heilt øðrum heimi.

Seinasta útspælið frá Ave er ein EP ið nevnist “Follow Your Saint”. Her er lagt upp til eina forvitnisliga ferð, ið loyvir lurtarinum at hella seg afturá og njóta upplivingina.