Søgan um MC-Hár – viðgongd og fráfall

MC-Har-Jassurin 01Vit halda nú fram við øðrum parti av søguni hjá MC-Hár. Í fyrsta partið hoyrdu vit um árini frá stovnan og fram til bólkurin gav fløguna “Framvegis uttan vit út” fyrst í 1998, nú halda vit fram frá beint eftir tað.

Les fyrsta part av søguni her

Limirnir í MC-Hár sum búðu í Keypmannahavn, spældu í 1998 undir navninum ”Lucy Nation”, hetta var ein bólkur, ið sang á enskum og bert spældi uttanfyri Føroyar, umframt Niels Una, Trónd, Petur og Torkil spældu Jónas Bloch Danielsen á gittar, Jógvan Joensen á bass og Malan Eyðunsdóttir í Lucy Nation.  Lucy Nation luttók í stóru evropeisku tónleikakappingini Emergenza. Fyrsta konsertin í hesum samanhangi var á spælistaðnum Backfish á Prinsessegade í Keypmannahavn. Har spældi bólkurin seg víðari í semifinaluna, sum varð hildin í Vega, í tí minna salinum. Her eydnaðist tó ikki at sannføra áskoðararnar um, at hesin bólkur skuldi stemmast víðari.
Sum altíð tá, tað snýr seg um kappingar har áskoðararnir avgera, hvør kemur víðari, so komu teir bólkarnir, ið høvdu flest fjepparar víðari.

Tá MC-Hár spældi á Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali 1998, vóru fleiri Lucy Nation løg á skránni, m.a Offblend, ið MC-Hár spældi inn á TUTL Live 25 ár fløguna og Letters From a Me, ið varð spældur í Prix Føroyar finaluni 2003 við føroyskum teksti og heitinum “Undrandi”. Eisini vóru Malan Eyðunsdóttir á sangi og Jónas Bloch Danielsen á gittari við MC-Hár hesaferð.

Spark Buzz N rappaði ígjøgnum ein BR bandupptaktara í lagnum Off Goes The Pistol. Hetta lagið var annars seinni við á fløguni hjá Lucination, tó við Trónda Bogasyni í rapparaleiklutinum.
Spark Buzz N rappaði ígjøgnum ein BR bandupptaktara í lagnum Off Goes The Pistol. Hetta lagið var annars seinni við á fløguni hjá Lucination, tó við Trónda Bogasyni í rapparaleiklutinum.

Hendan konsertin varð øll filmað, hetta gjørdist eisini konsertin, tá Alexander Gaard fyrstu ferð gjørdi ljóð hjá MC-Hár, hann hevði gjørt ljóð hjá Lenu Andersen í høllini við síðurnar av og kom inn at lurta, tá fyrireikarin Brandur Øssurson heitti á hann um at taka yvir knøttarnar, tí tann ljóðmaðurin, ið gjørdi ljóð ikki maktaði uppgávuna nóg væl.

Øll konsertin er upptikin á kamera, og man hoyrir týðiliga mun á, tá Alexander tekur yvir. Samstarvið við Alexander hevur eisini hildið fram heilt til dagin í dag, har hann er fastur fúsur handan knøttarnar, tá MC-Hár spælir.

Hetta var somuleiðis eisini fyrstu ferð, at MC-Hár framførdu í svørtu klædningunum, ið hava fylgt bólkinum síðan tá. Á fløguni Framvegis uttan vit er eitt gjøgnumgangandi tema, um eina religiøst samtak, ið eitur “Seytjan Svakar Sektir” SSS, og sektin er víst á fløguhúsanum av 17 monnum í klædningi, við reyðum SSS armbondum. Tí valdu MC-Hár at lata seg í sum Seytjan Svakar Sektir á konsertini.

 

Stutt eftir hetta valdu tey í Lucy Nation at sleppa rapprokkinum og heldur spæla popprokk, Niels Uni og Jónas vóru samstundis koyrdir úr donsku útgávuni av bólkinum. Teir hildu tó báðir á í MC-Hár. C-987B var farin úr bólkinum fyri at konsentrera seg um hin bólkin, ið skifti navn til fyrst Crumb og síðan Lucination.

mcnh9806Niels Arge Galán avloysti C-987B, og kom sosttatt við aftur í bólkin, Niels hevði fyrstu ferð spælt við MC-Hár á Tungmálmi ’93 og var eisini gittarleikari á fyrsta innspælda lagnum hjá MC-Hár “Symphony of Irony”, umframt at Niels syngur á fleiri løgum á “Framvegis uttan vit”.

MC-Hár luttók á Prix Føroyum í 1999, og slepti í hesum sambandi fjolluttu rappdulnevnunum. Bólkurin var nú mannaður av Niels Una Dam, Allani Mortensen, Niels Arge Galan, Trónda Bogasyni, Hera Reynheim, Jónas Bloch Danielsen og Peturi Dalsgaard. Innleiðandi umfarið var í Miðvági, har spældi m.a. ein nýggjur spennandi bólkur, ið æt Clickhaze. Clickhaze tók øll og alt á bóli við sínum tónleikastýli, ið tey kallaðu Rip Hop. Eisini spældu fyrrverandi Prix Føroyar finalistarnir Bimbs og Lucy Nation, ið nú æt Crumb. Hetta gjørdist eitt sera hart umfarð, men tá kvøldið var av stóðu Clickhaze og MC-Hár eftir við finaluplássunum. Clickhaze nummar 1 og MC-Hár á øðrum plássi.

Við kenning og í ovfarakáti rópti Niels Uni av pallinum, eg elski tykkum øll, og leyp út í áskoðarafjøldina, ið bar hann runt í rúminum. Kærleiksboðskapurin bleiv somikið væl móttikin, MC-Hár valdi, at halda fast í boðskapinum “MC-Hár elskar teg”.
Høga støðið hjá Clickhaze gjørdi, at MC-Hár visti, at har skuldi okkurt heilt serligt til, um tað skuldi eydnast at vinna Prix Føroyar. Tí var ein sangskrivingar- og venjingarvika sett av í Sólarmagn á Velbastað, har vóru sangirnir Murder #1, Burn Me og Global Deceit skrivaðir, og m.a. spældu teir kórsang inn til fleiri af sangunum. Á sjálvari finaluni var eisini songkvinnan Tórun Poulsen við á einum lagi. Tað eydnaðist at fáa eitt triðja pláss, aftan fyri vinnaran Taxi og Kjølar, ið gjørdust nummar 2 annað Prix á rað.

prixMen líka stóran ans, sum tónleikurin fekk, fekk slagorðið “MC-Hár elskar teg”, m.a. lat bólkurin risastórar hjartaballónur detta úr loftinum á Prix Føroyar finaluni, meðan teir sungu “Murder one in the name of love”.
Á Prix 1999 fløguni vóru MC-Hár løgini Murder #1 og Global Deceit á, og gjørdi luttøkan sera nógv fyri bólkin, m.a. vunnu teir sær luttøku á Spot Festivalinum, fingu nógv spælijobb heima í Føroyum og árræðið til at fara í upptøkuhølið.

 

Hesaferð valdu teir at fara í upptøkuhølið í Keypmannahavn, Playground Studios lá eitt hanagleiv frá Sun Studios, men var eitt munandi minnið studio. Tað skuldi tó ikki gerast so lætt sum ætla, tí bert eina viku, áðrenn bólkurin skuldi í studio, valdi trummarin Petur Dalsgaard at gevast í MC-Hár.

Avloysarin var tó upplagdur tí Uni Árting spældi frammanundan saman við Niels í 200 og Mold, og búði eisini í Keypmannahavn. Harumframt plagdu hann og Niels Uni at skate’a saman, tá teir vóru yngri. Eftir eina viku av hørðum venjingum var Uni til reiðar at spæla tey 4 løgini inn, sum skuldu vera á Burn Me, EP’ini. Jónas var sjálvur tøkningur og ljóðblandaði saman við Trónda Bogasyni.

Eitt hart summar við nógvum konsertum endaði við, at MC-Hár hitaði upp fyri D:A:D í Ítróttarhøllini á Hálsi, áðrenn leiðin gekk til Århus, har Spot Festivalurin bíðaði. Tað var tó longu greitt áðrenn konsertina á Spot, at hetta fór at vera tann fyribils síðsta konsertin saman við Niels og Una, tí teir ætlaðu at brúka alla sína orku uppá 200. Men komnir av pallinum boðaði Tróndu Bogason frá, at eisini hann gavst í bólkinum. Tí orkan skuldi brúkast til lesnaðin á komponistlinjuni á Kongaliga Konservatorinum í Keypmannahavn, umframt Lucination, ið skuldi undir upptøkur av fyrstu fløguni.

Eftir í bólkinum vóru rappararnir Niels Uni og Allan, gittarleikarin Jónas og bassleikarin Heri. Skjótt eftir var avtala gjørd við Jens Virgar Jakobsen, ið spældi í Diatribes saman við Hera, um, at hann skuldi gerast nýggjur gittarleikari. Fríði Øster, ið áður hevði spælt trummir við MC-Hár eitt nú á Symphony of Irony og á ymiskum konsertum í 1992, játtaði somuleiðis at spæla trummir, tá hann ikki var upptikin við sínum donsku bólkum. Men alt ár 2000 gekk uttan eina einastu MC-Hár konsert.

Framhald her

Søgan um MC-Hár – Fyrstu árini

Niels Uni til venjing í Djónastovu.
Spark Buzz N til venjing í Djónastovu.

MC-Hár varð settur á stovn 16. februar í 1991, á veg úr Djónastovu niðan í Gundadalshøllina tann dagin, tá Tórshavn fylti 125 ár.  Tað vóru rappararnir MC-Allah (Allan Mortensen) og Spark Buzz N (Niels Uni Dam), sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so plagdu teir heldur at rappa, tá teir gingu í býnum. Allan spældi klarinett í GHM og Niels Uni hevði rappað og dansað break dance upp gjøgnum 80’ini í spírandi hip hop umhvørvinum í Havn.

Hetta kvøldið vóru teir troyttir av at rappa sangir hjá Grand Master Flash, MC Einar, Fat Boys og øðrum hip hop nøvnum og byrjaðu tí at yrkja sjálvir:

“Hvør er tað, hvør er tað, hvør er tað, sum er her
jú, tað er teir feitastu rapparnir í hesi verð…!

MC-Allah á konsertini í Diskotek Hollywood nýggjársaftan 1991/92.
MC-Allah á konsertini í Diskotek Hollywood nýggjársaftan 1991/92.

Komnir niðan til Kondittaríið varð ein plakat skrødd niður, og teksturin skrivaður aftanfyri á henni.

Fyrsta framførðslan var sama kvøld á Ebenezertrappuni, sangurin, ið seinni fekk heitið Jomfrúð rapp (ja við ð, eingin segði, at teir dugdu væl at stava), var ikki liðugur, men komandi dagarnar skrivaðu teir nøkur vers afturat.

Stutt eftir framførdu teir á einum veruligum palli fyrstu ferð í pausuni á Ársins songrødd kappingini í diskotek Tiffany í Tórshavn.

Johannes Danielsen og Emil Hermansen vóru fyrstu bass- og gittarleikarar í MC-Hár
Johannes Danielsen og Emil Hermansen vóru fyrstu bass- og gittarleikarar í MC-Hár

Í byrjanini, vóru tað bert teir báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a. við Paria á eini konsert, sum Paria spældi í Gundadalshøllini. Men skjótt komu Emil Hermansen á gittar, Eddie Joensen Næs á trummum, Johannes Danielsen á bassi uppí bólkin. Eivin Warberg (ljómborð) vandi eisini við nakrar ferðir, men gavst skjótt aftur.

Longu áðrenn fyrstu framførðsluna við egnum tónsleikarum, vóru allir tónleikararnir avloystir av C-987B(Torkil Olsen) á gittar, Jan Guttesen á bassi og Dr. D(Petur Dalsgaard á trummum. Teir spældu við bólkinum á fyrstu konsertini við bólki, ið var Stjørnukonsertini í Badmintonhøllini frammanfyri yvir 1.000 fólkum. Men eisini á Norrønt Dagsverk konsertini í Djónastovu.

Tróndur Bogason til MC-Hár venjing í Djónastovu
Tróndur Bogason til MC-Hár venjing í Djónastovu

Stutt eftir kom TjÈ (Tróndur Bogason) á ljómborð uppí bólkin og næsta konsertin var nýttársaftan í diskotek Hollywood. Her vóru tað bert teir tríggjir Spark Buzz N, MC-Allah og TjÈ sum spældu, lønin var 500 kr. + ein pizza í part, og var hetta fyrsta lønta jobb teir spældu.

MC-Hár á síni fyrstu ólavsøkukonsert í 1992. f.v.: Mark Jiminez, Niels Uni Dam, Fríði Øster, Tróndur Bogason, Gunnar Restorff. (Allan er uttanfyri myndina)
MC-Hár á síni fyrstu ólavsøkukonsert í 1992. f.v.:
Mark Jiminez, Niels Uni Dam, Fríði Øster, Tróndur Bogason, Gunnar Restorff. (Allan er uttanfyri myndina)

Eftir hetta komu nøkur ár við nógvum tónleikara útskiftingum og nógvum konsertum, t.d. Útvarpskonsertin 1992, Tungmálmur 92-93,  og Ólavssøkukonsertin 92, umframt nakrar í Djónastovu og í Bládýpinum. Í 1993 fóru MC-Allah og Spark Buzz N til Danmarkar í lestrarørindum, og bólkurin gavst fyrilbils at spæla live.

Teir høvdu sent eitt lag inn til sangkappingina hjá Føroya Undirhaldstónleikarafelag og Ungtemplarasambandi Føroya, og hóast lagið slapp við í kappingina, og bleiv lutvíst innspælt, so bleiv tað ongantíð liðugt innspælt, og var sostatt heldur ikki við á fløguni “Turelvandi Drøgg”.

Fyrsta útgivna lagið, kom ístaðin á “Rock í Føroyum” fløguni, ið TUTL gav út, har spældu teir lagið Symhony of Irony inn, og á Rock í Føroyum konsertunum spældu teir eisini, á hesum konsertum vóru tó hvørki MC-Allah ella Spark Buzz N við, og bólkurin var í roynd og veru hin bólkurin hjá Tróndi Bogasyni Lisa Sær Dupult. Hetta gjørdi, at longu eftir 5 ár, var tað eingin limur, ið hevur luttikið á øllum konsertunum hjá bólkinum.

 

MC-Hár venjing Millum Horna.
MC-Hár venjing Millum Horna.

Eftir Rock í Føroyum, fóru TjÈ, Spark Buzz N og MC-Allah at skriva nýggj løg,  rappararnir sótu í Danmark og skrivaðu tekstirnar, meðan TjÈ, ið búði í Føroyum skrivaði tónleikin, og spældi inn ráar demoir av teimum. Symphony of Irony hevði vakt ans fyri bólkinum, og F.U.T. var tí klárt við tilboð um at spæla á  Ólavsøkukonsertini 1996. Í hesum sambandi komu C-987B og Dr. D. aftur í bólkinum og nýggjur maður var www.shakespeare (Heri Reynhiem) á bass. Í venjingarhølinum fingu demoirnar av “Tú ert deyðir”, “Sangurin um orð, tøl og tos”, “Tú ert deyðir” og “Endiliga tað ordentliga ólavsøkurappið” endaligt skap.

MC-Hár á ólavsøkuaftan 1997 f.v. Niels Uni, Allan, Tróndur og Heri (uttanfyri myndina Torkil og Petur)
MC-Hár á ólavsøkuaftan 1997 f.v. Niels Uni, Allan, Tróndur og Heri (uttanfyri myndina Torkil og Petur)

Henda manning gjørdist eisini tann, ið myndaði bólkin á fyrstu fløguútgávuni. 1996-97 vóru nýtt til at skriva tónleik til fløguna “Framvegis uttan vit”, hetta varð nemmari, tí Tróndur eisini flutti til Keypmannahavnar. Fløgan var innspæld í West River Recording, við Havnará í Havn summarið 1997. Upprunaliga skuldi bólkurin spæla á ólavsøkukonsertini í 1997, men fyriskipararnir broyttu meining. Tí spældi MC-Hár í staðin í Grasagarði ólavsøkuaftan. ein konsert, ið er avmynda á fløguhúsanum. Harumframt varð øll fløgan spæld live Sjónleikarahúsinum, beint eftir loknar upptøkur.

Ljóðblandingin varð gjørd í heimskendu Sun Studios í Keypmannahavn, har tríggir ljóðblandarar arbeiddu við henni, Jón McBirnie, Bjarne Hansen og Freddy Albrechtsen. “Framvegis uttan vit” varð útgivin 10. februar í 1998.

Fløgan fekk blandaða móttøku, serliga fúlu tekstirnir østu nógv. Sangir um hasj og sperm vóru ikki gerandiskostur í Føroyum. Onkrir ummælarar vóru als ikki glaðir, og hóast fløgan vann nógvar fjepparar og seinni er nevnd sum íblástur hjá nøkrum av okkara fremstu tónleikanøvnum, so var tað bert Arnbjørn Ó. Dalsgarð, ið ummældi hana jaliga, tá hon kom út.

Arbeiðsheitið á fløguni var “Vit renna kapp” og var ætlanin, at fara inn á rennibreytina á Svangaskarði at gera eina myndatøku til fløguhúsan. Endaliga heitið virkaði onkursvegna hóskandi. Heitið kemur úr Barlast sanginum “Morguntúr”, har niðurlagið er:

“Komið vár, gráir dagar fáa lit
MC-Hár gongur framvegis uttan vit”

Niclas Johannesen skrivaði hesi orðini, eftir at hann hevði sæð eitt klipp í sjónvarpinum, har MC-Hár spældu á ólavsøkukonsertini 1991, og samrøða var við Niels Una.

 

Myndir frá teimum fyrstu árunum

Framhald her

Tungmálmur ’93: Oblivion

Lovandi Oblivion oddamaðurin Niels Arge Galán.
Lovandi Oblivion oddamaðurin Niels Arge Galán.

Ein tann mest lovandi tungmálmsbólkurin í Føroyum 92/93 var Oblivion. Bassleikarin og sangarin Niels Arge Galán spældi í nógvum bólkum um hetta mundið, men í Oblivion var hann karismatiskur oddamaður í einum bólkum sum í stóran mun spældi egnan tónleik, tónleik sum í føroyskum høpi var tyngri, enn tað vit vanliga upplivdu. Tekstirnir vóru í fleiri førum bæði provokerandi og stuttligir, ein táttur, ið Niels seinni hevur tikið upp aftur í 200. Umframt Niels var eisini 200 trummarin Uni Árting í Oblivion.

 

 

Oblivion var mannaður av Niels Arge Galán, sang og bass, Hans Petersen á gittar, Pól Jakobsen á gittar og Una Árting á trummum.

Í mars 1993 skipaði FUT fyri konsertini Tungmálmur ’93. Ein konsert við teimum bestu málms- og harðrokk bólkunum í Føroyum. Tungmálmur ’93 tók tráin upp eftir eftir Tungmálmi ’92, ið nakrir av harðaru føroysku bólkunum tóku stig til í 1992. Fyrsta árið vóru tað eg og Torkil Olsen, ið vóru høvuðsfyriskiparar, men av tí, at tiltakið ikki bar seg fyrsta árið, og tí eg var farin upp í nevndina á Føroya Undirhaldstónleikarafelag, FUT, so valdu vit at lata FUT yvirtaka tiltakið, ið hesaferð varð hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Eg eigi allar framførslurnar á video og fari at leggja tær út komandi dagarnar.

Framførslan hjá Lisa Sær Dupult

Jólakalendarin 24. desember – gleðilig jól til tín!

Allan jólamánaðin havi eg her á Nudlum forkelað tykkum við ymiskum áhugaverdum, men í dag sjálvan jólaaftan ber av. Eg kann borðreiða við ongum minni enn einari sensatión. Eg havi fingið hendur á endurinnspælingini av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, ið Karaoke bólkurin Konfekt hevur gjørt við teimum originalu sangarunum. Elis, ið tykist at vera óforgongiligur, og sær líka ungur út enn, og so fittu gentunum Arinu, Ránnvá og Elin Mariu, ið eru vorðnar fittar vaksnar konur.

TRÝST HER:

Koyr okkurt í mína hosu – Konfekt

 

Konfekt er mannað av:
Benjamin Petersen
Mikael Blak
Una Árting
Per I. Højgaard Petersen

Í Degi og Viku fríggjadagin 21. desember, var sjónvarpið og vitjaði í upptøkuhølunum og har fingu vit eisini innlit í, hví tær báðar, ið sungu á upprunalagnum, eru tríggjar í dag. , innslagið er partur av Degi og Viku sendingini, ið liggur her

 

nissa_smallGóðu fittu Nudlalesarar

Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.

Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja,  eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.

Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.

Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist eini góð jól.

Ógvislig orka órógva av ljósi

Orka stríddist móti ljósinum í stóra teltinum og vánalig fyriskipan oyðilegði tíanverri í stóran mun eina konsert, ið kundi havt verið so góð, tí Orka spældi hamrandi væl.

Manningin í Orku er skiftandi, og á hesari konsertini var serliga áhugavert, at bæði Høgni Lisberg og Uni Árting, sum hava býtt trummu- og slagverkleiklutin millum seg seinastu tíðina, vóru við. Teir bukaðu sum øðrir á tunnur og rusk, larmurin var so orkufyltur, at tú illa kundi annað enn at verða bergtikin.

Ólavur Jákupsson er sangari í Orku fyri tíðina. Hann er mentur nógv sum sangari, og sum oddamaður, og kom serstakliga væl frá framførsluni.

Orka spældi væl, og ljóðmyndin er øgilig og stór, ja, ógvislig er nokk rætta orðið. Løgini, sum flest øll vóru av Óró fløguni, ljóðaðu fesk og høvdu eina uppaftur størri megi enn á fløguni.  Stóra hittið Fjøllini standa úti riggaði eisini væl í hesari útsetingini.

At Orka er ein bólkur, sum í líka stóran mun er ein uppliving fyri sjónina, sum hoyrndina vita øll, ið hava sæð bólkin spælt, men fyri áskoðararnar í Flagstjaldinum í nátt var sjónparturin kliptur vekk. Meðan bólkurin spældi var alljóst úti í tjaldinum, so showið á pallinum var meira ella minni ósjónligt fyri flest øll.

Stóra Flagstjaldið hevur ljós undir loftinum, ið verða tendra millum konsertirnar. Tað vóru tey eisini áðrenn konsertina hjá Orku. Hesi ljós eru við til at flyta fokus av pallinum, meðan ljóðroyndir eru, og tað riggar væl. Men í mun til aðrar konsertir, vórðu ljósini ikki sløkt, tá Orka fór á pallin. Hvør eigur feilin, skal eg ikki gera meg klókan uppá, men avleiðingin var oyðileggjandi fyri showið, ið var sera ósjónligt fyri flestu áskoðararnar. Eg fór heilt fram til pallin eina løtu, og tá var upplivingin munandi betur.

Hóast nógvar áheitanir til fyriskiparar og ljósfólk, gekk øll konsertin áðrenn ljósið endiliga varð sløkt í eykalagnum hjá bólkinum. Tá ljósið varð sløkt gjørdist beinanvegin nógv betur lív í fjøldini. Ein staðfesting av, hvussu keðiligt tað hetta ósketnið var.

Orka – Óró – Ummæli í Kvørnini

Havi lurta einar 15 ferðir í gjøgnum, ikki brágóð. Tvey løg standa út beinanvegin, Rúmdardrongurin, og hon leitar.

Hoyr ummælið her>>

 

Nøkur av samlaðu notatunum vóru:

Men hon ljóðar ótrúliga væl, man brúkar karmarnar ordiliga væl og rúmið, og trappur og skaktir og alt møguligt gongur aftur

Annars er fløgan sum so áhugaverd, stuttligt við ljóðførunum, sum eru heimagjørd, men tað kundi verið feitari sum DVD, har man eisini sær ljóðførini.

Eg haldi fløgan vinnur við tíðini, men eg eri ikki farin at elska hana. Summi løg haldi eg tó enn vera rættiliga góð.

Í “Hungur” brúkar Orka ljóðið og rúmið nógv, tað er feitt

Meðan Kári var vísusangari, so er Ólavur rokksangari. Teir ljóða líkir. Báðir eru góðir sangarar, áhugaverdar røddir við persónligheit, men við fullkomiliga øðrvísi inngangsvinkli.

Tekstirnir eru góðir, og tí er tað synd at man ikki hoyrir teir

Órógv
Kanska ikki melodiskt mest fangandi lagið, løgið val til fyrsta lag, hevur eina ræðuliga langa byrjan, við sangi, sum ikki er so øgiliga melodiskt-lætt- tilgeingiligur.  Eitt sindur syrutt og transukenst

Betri tíðir
Pent og friðarligt, nokkso transukent eisini, og hugsi onkuntíð Gorillaz bara uttan poppelementið. Melodilinjan er eitt sindur meira áhugaverd, Eg sakni bara útsvingini. Versini eru meira fangandi enn niðurlagið.

Hungur
Feit byrjan ljóðlarmur, melodiurin er ikki so fangandi, men larmurin av gelendarum og rúmi og ekko er fantastiskur. Endiliga okkurt sum líkist einari eksplosión

Aldan Reyð
Pent lag, men her kemur manglandi vísuførleikin til sjóndar, 00:59-1.30 eg havi longu nú gloymt tekstin, røddin er eitt feitt ljóðføri, men fortelur ongar søgur.

Fylgið
Minnir nógv um Orku, men eg mangli aftur Kára Sverrison. Seigligt og feitt lag. Lekkur stemningur eitt sindur ágangandi á ein góðan hátt.

Hon leitar
Jens syngur brýtur frá, Jens hevur nakrar Káramessigar kvalitetir. Kórið er nokkso stuttligt

Tað vakrasta
“Tú ert tað vakrasta eg havi nakrantíð sæð”, umvenda orðingin er við til at gera tað áhugavert. Nokkso feitt. Røddin er eitt sindur kroyst, aftur

Rúmdardrongurin
er besta lagið, mest fangandi. Tað er gott!

Moldblak
øgiliga friðarligt, rødd við effektum, melodiskt óspennandi

Kapersber
sami trupulleiki

200 og Hilmar Jan

Tað er løgið, sum summi fólk eru løgin. Her hugsi eg serliga um tær serligu verur sum sita í blaðstjórnini á Dimmu.

 

Nú eru nógv fólk løgin á dámligar mátar, men tað er ikki hetta slagið av dámligum løginleika, sum merkir blaðstjórnina á Dimmu. Hetta er heldur okkurt sum líkist politiskum snævurskygni.

 

Hetta løgna politiska snævurskygni kemur ofta til sjóndar í teimum ofta stak áloypandi oddagreinunum.

 

Ein oddagrein er ikki undirskrivað, tí er ikki talan um persónlig sjónarmið hjá tí ið skrivar, ein oddagrein umboðar sjónarmiðini hjá sjálvum blaðnum.

 

Summi hugsa kanska: “Dimma er eitt sambandsblað og tí verður oddagreinin hareftir”. Men hetta er júst trupulleikin og tað løgna við blaðstjórnini; Dimma roynir á pappírinum ikki at vera eitt sambandsblað. Í undiryvirskriftini selur Dimma seg sum óheft og álítandi, blaðfólkið sigur at tað arbeiðir út frá onkrum luftigum ideali sum tað rópar “objektivitet”.

 

Hví velur eitt óheft og álítandi objektivt blað at vera politiskt snævurskygt í sínum sjónarmiði? Hetta er í besta lagi eitt løgið val av blaðstjórnini.

 

Seinasta árið hevur Dimma í heilum lagt eftir bólkinum 200, tí teir arga sambandsmenn. Oddagrein eftir oddagrein hevur fordømt 200. Teir verða kallaðir bæði líkt og ólíkt. Dimma hevur staðið á einum hermóti og barst fyri neyðars happaða sambandsmanninum. Hvørja ferð 200 hava gjørt vart við seg hevur Dimma skeldað.

 

Hetta er sjálvandi sera stórsinnað av Dimmu. Oddagreinirnar hava málað eina mynd av veika sambandsmanninum, sum blívur háðaður og spottaður av kynisku tjóðveldismonnunum í 200.

 

Eg skal ikki her siga um 200 veruliga forfylgja og happa ella um talan er um óskyldiga politiska satiru, sum kann samanlíknast við Ólavssøkukabarettina ella Óla P. tá hann plagdi at vera stuttligur.

 

Nei mín trupulleiki er, at eg ikki skilji hvussu ein sokallað óheft blaðstjórn á einum álítandi blaði soleiðis finnist so nógv at júst 200, hvørja ferð bólkurin ger vart við seg.

 

Um hetta veruliga er almenn ónøgd við happing, so er ringt at skilja hví Dimma ikki hevur lagt eftir Óla P., tá hesin seinnu árini hevur ført eina hets móti landstýrismanninum í fullveldismálum, ella eftir Jóannes í Innistovu tá hann sendur muslimar, buddistar og onnur til helvitis, ella móti Hilmar Jan, tá hann leggur út við at spæla fúlheitirnar hjá Innistovumanninum frá morgunstundini, so at gud og hvør maður verður sendur til helvitis mitt í morgunmatinum. Her er ikki talan um skemt, men óndsinnaðan ágang.

 

Um tað veruliga eru tey veiku Dimma roynir at hjálpa, hví skriva teir so einki um hesi evni. Ella er tað kanska tað, at Dimma veit, at propaganda er lættast at selja ílatin objektivitet?