Prix Føroyar var nakað av tí stórsta, ið er hent í føroyskum tónleiki, úr øllum skotum og krókum komu bólkar av alskyns slagi. Bólkar sum skrivaðu egnan tónleik, og við dreyminum um stóra pallin í Norðurlandahúsinum fóru á pall til undanumfør kring allar Føroyar.
Fyrstu árini vóru áskoðaraatkvøðurnar sera týdningarmiklar og í onkrum umførum sluppu lokalir bólkar ígjøgnum, ið neyvan høvdu vunnið seg í finaluna vóru bert dómarar, ið valdu.
Ein av hesum bólkum var Arrestment, hóast sangarin Finnur síðan er blivin ein týdningarmikil limur í Tinganest, Vágaverki og Villmonnum, so var hetta ein sera ungur og óroyndur oddamaður. Framførslan bleiv ein kultklassikkari millum tónleikarar í 1990’unum. Mín kalendaragáva til tykkara er Arrestment live í Prix Føroyar finaluni 1997.
Góðu fittu Nudlalesarar
Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær so líkt, so vil eg ikki skilja meg burturúr, so sjálvandi er eisini ein jólakalendari her á Nudlum.
Hvønn dag fram til jóla deili eg okkurt gott við tykkum. Tað kann vera ein góður sangur, ein góð mynd, ein yrking, eitt viðmæli, ein leinkja, eitt filmklipp, ein søga, ein gáta ella okkurt heilt annað.
Seinastu 17 árini ella so, havi eg havt pakkakalendarar til synir mínar, líltar gávur, summar jólaligar, aðrar ikki so jólaligar. Soleiðis verður eisini her á Nudlum.
Vónandi tíma tit at vitja aftur, um ikki hvønn dag, so næstan hvønn dag, eg kann enntá lova, at summi klipp ella sangir vera somikið góð, at tit saktans kunnu vitja fleiri ferðir hvønn dag.
Tykkum ynskist ein góður jólamánaði.