Koreografiin hjá danska Grand Prix vinnaranum DQ er somikið nógv broytt síðan donsku finaluna, at Vígdis Hentze Olsen og Linda Andrews eru vrakaðar áðrenn finaluna í Helsinki.
Hóast føroyska songkvinnan Linda Andrews og føroyska dansarinnan Vígdis Hentze Olsen vóru við til at tryggja danska Eurovision vinnaranum DQ atgongd til stóru evropeisku finaluna í Helsinki, so verður hvørgin teirra at síggja á pallinum leygarkvøldið, tá væntandi væl yvir 100 milliónir hyggjarar seta seg frammanfyri sjónvarpsskíggjan.
Upprunaliga skuldu bæði Linda og Vígdis við til Finlands, og Linda hevur somuleiðis sungið kór á upptøkunum av vinnaralagnum Drama Queen, ið hevur verið nógv at hoyrt í Danmark. Men tá avtornaði, fingu Linda og Vígdis at vita, at tær ikki sluppu við til Finlands. Tað er koreografurin hjá Danmarks Radio, ið hevur lagt framførsluna hjá DQ til rættis, sum hevur vrakað føroysku luttakarnar. Grundgevingin var, at Linda ikki dugur nóg væl at dansa og at Vígdis ikki dugur nóg væl at syngja. Nýggja koreografiin kravdi, at talan var um dansandi kórsangarar, og so var ikki pláss til ikki dansandi kórsangarinnuna Lindu og ikki syngjandi dansarinnuna Vígdis. Sostatt mugu føroyingar brynja seg við toli, tað verður sostatt minst eitt ár inntil vit á fyrsta sinni sleppa at uppliva ein føroying í Eurovision finaluni ella í grand prixnum, sum tað eitur á góðum gomlum føroyskum.