Hvørjum nýtist Eurovision? Vit hava Pan Arctic Vision!

Fríggjakvøldið kl. 19.00 kappast Føroyar, Ísland, Grønland, Norðurkanada, Alaska, Norðurnoregi, Norðursvøríki, Norðurfinland og russiska Arktis í Pan Arctic Vision í Norðurlandahúsinum. 

Hetta er eitt upplagt høvi hjá teimum, ið vilja stuðla Føroyum, uttan at fara á Tórsvøll.

Tónleikanøvn úr hesum londum eru seinastu dagarnar komin til Føroyar, og talan er veruliga um ein fjølbroyttan skarða. 

Nógv verður gjørt burturúr og tiltakið verður stroymt til allan heimin, og júst sum í Eurovision kunnu bæði áskoðarar í salinum, og kring heimin atkvøða um hvør skal vinna. 

Í øllum londunum verður skipað fyri tiltøkum, og umboð fyri londini kunngera atkvøðurnar frá sínum landi.

Undanfarin ár hava Guðrið Hansdóttir, Ester Skála og Dóttir umboða Føroyar, í ár er tað Marius DC, ið kappast fyri Føroyar. Á heimavølli hava vit tí møguleika at stuðla honum, møtið fjølment!

Annie Bartholomew við Kat Moore (Alaska)

Piunguałaq & Tooma(Norðurkanada)

Nuunu (Grønland)

Falinn Gjóður (Ísland)

Marius DC (Føroyar)

Ivar Beddari (Norðurnoreg)

Klara Pasma ( Norðursvøríki)

Niko Valkeapää & Miro Mantere (Norðurfinnland)

Roman Gladyshev (í útlegd, umboðandi russiska Arktis)

Keyp atgongumerki her:

Í Føroyum er náttarfriður lættur at finna

Í nítiárunum var eg duravørður í Føroyahúsinum á Vesterbro mitt í Keypmannahavn. Eisini skipaði eg sum formaður í Nærvarpinum fyri nógvum tiltøkum í hesum húsi. Tiltøk har hópin av føroyingum hugnaðu sær, dansaðu, drukku og fegnaðust, ella bara nutu góðan føroyskan tónleik.

Men har hekk øll árini ein myrkur skuggi yvir tiltøkunum.

Eitt par, ið búði í grannahúsinum ringdi í tíð og ótíð til løgregluna, og klagaði um larm. Sum durarvørður var nógv arbeiði við at tryggja, at fólk ikki larmaðu, tá tey fóru úr Føroyahúsinum, og altíð føldist tað, sum um onkur eygleiddi okkum í erva.

Eg var ein ungur maður tá, og hóast eg ikki visti hvørji hesi fólk vóru, so hevði eg veruliga og brennandi andstygd fyri teimum.

Onkra løtu royndi eg at bera yvir við teimum, ímynda mær, at tey vóru sjúk, ella ikki heilt við síni fullu fimm.

Tí hvør flytir inn í eina íbúð í einum miðbýi, mitt inn í náttarlívið, og væntar, at har er friðarligt um náttina í vikuskiftunum?

Ja, sjálvt um man kanska í ovfarakæti velur at gera tað, og verður yvirraskaður av larminum, skilur, hetta var ikki nakað fyri okkum. Hvør er tað so, sum ikki bara tekur í egnan barm og flytir út aftur, um tað altso ikki ber til at venja seg við larmin?

Ja, og hvat fyri menniskja er man, tá man setur sín egna tørv framum gleðina hjá so nógvum øðrum, at man finnur uppá at klaga um larm í náttarlívinum í einum miðbýi?

Eg skilti hetta satt at siga ikki tá, og  eg skilji tað heldur ikki í dag

Tí fái eg eitt sterkt flashback og gamla andstygdin og irritatiónin bylgist innan í mær, tá eg hoyri um hesar grannarnar hjá Blábar, ið klaga um larm.

Sum eg skilji, er talan um vaksin vælútbúgvin fólk, so tað kann ikki vera bíttleiki, ið drívur tey.

Hetta má vera sjálvsøkni, fatanin at heimurin melur rundan um tey. Hetta ósjarmerandi rák, ið vit uppliva íøllum  heiminum, har fólk halda seg hava rættindi til at heimurin innrættar seg eftir teimum, men kenna ikki somu ábyrgd at innrætta seg til heimin.

Føroyar er sprenfult av friðarligum støðum, tað er tað nemmasta í verðini, at finna eitt stað, har náttarfriður er. Hví so velja at búgva har larmur er, um man ikki ynskir larm?

Ja, tað er enntá munandi bíligari at búseta seg í friðarligum umhvørvi! Spyr onkran av okkara dugnaligu meklarum, og teir hjálpa við einum býti.

Øll hava rætt til náttarfrið, og manglandi náttarfriður er skítfarligur. Man kann enda við at gera irrationell ting, og uppføra seg sum eitt ørt, um man støðugt svevur ov lítið.

Men vit hava altso ábyrgd sjálvi eisini, at vit faktiskt ikki útseta okkum fyri umstøðum, ið gera, at vit missa náttarsvøvnin.

In.fo skrivar, at myndugleikarnir brúka tíð og orku uppá at biðja Blábar um at dempa tónleikin. Tí hesir grannar klaga.

Hetta ljóðar eitt sindur sum skipaður  ágangur. Kanska skuldi løgreglan heldur brúkt orku uppá at steðga áganginum, heldur enn at biðja Blábar um at skrúva niður.

Fyri nøkrum árum síðan, tosaðu politikarar í Tórshavnar kommunu nógv um at “fáa lív aftur í miðbýin”.

Borgarstjórin tá, stóð í Degi og VIku og tosaði um at fáa bústaðir í miðbýin.

Tá talaði eg at, og vísti á, at einki kann drepa ein miðbý, sum at grenjutt fólk flyta higar.

Eg førdi eisini fram, at tað einans eru tey mest priviligeraðu og ofta tey mest krevjandi, ið hava ráð til íbúðarprísir í miðbýnum. Tí er tílíkt byggjarí ein deyðadómur yvir ein miðbý.

Nógv vóru tá ósamd við mær, well, hygga nú!

 

Tað er hart á vera hani í boblujakka

Eg eri kanska litaður, sum tjóðveldismaður. Men eg eri errin av at siga, at eg valdi Elsu Berg á seinasta vali. Hon er skilagóð, siðilig, dugnalig og brennur fyri okkara kommunu. 

Eg havi fylgt væl við síðan kommunuvalið, og kann staðfesta, at tað lýsir úr  boblujakkamonnum í andstøðu og samgongu, at teir hava havt sera trupult við at góðtaka, at ein ung kvinna er borgarstjóri. 

Eg havi ikki í nýggjari tíð, sæð so nógvan “toxic maskulinity”, sum eg havi sæð, síðan Elsa Berg bleiv borgarstjóri. 

Sjálvt teir báðir dámligu menninir í hasum selskapinum, ið eg kenni væl frammanundan, hava runnið runt, sum um tað var 1950’ini. 

Tað virkar, sum um yvirskipaða málið er at fáa borgarstjóran at virka veikan, so er tað eitt sindur líkamikið, um tað seinkar og dýrkar mál, ella um teir faktiskt í botn og grund eru samdir við borgarstjóranum í málinum. Hetta er ikki bara ódámligt, hetta er at svíkja tað ábyrgd, ið veljarin hevur givið tær.

Hevði hetta verið ein fyritøka, hevði man ivaleyst gjørt hetta til eitt HR mál. 

Eg haldi, at í øllum hesum hevur Elsa Berg verið siðilig, kanska í so siðilig.

So eg kenni ikki ordiliga tað aftur, tá onkur politiskur andstøðing á Facebook sigur, at hon hevur klandrast illa.

Fleiri mál eru beinleiðis órógvaði og koyrd av sporinum av hesum boblujakkamonnum. 

Eg skal viðganga, at tað virkar nokkso rokaligt nú, og at bæði Elsa og umsitingin kundu havt avgreitt nøkur mál betri. Men soleiðis er tað altíð í býráðnum, eisini í seinastu setu. 

Tá vóru fleiri mál frammi um manglandi útbjóðingar, og enntá megnaði formaðurin í Havnarnevndini, at keypa frá eini fyritøku, ið síðan brúkti helvtina av peninginum frá kommununi, til at keypa aftur frá fyritøkuni hjá formanninum í Havnarnevndini, uttan at nakað varð gjørt við gegnistrupuleikan.

Júst hetta nýggja málið í Kollafirði vísir ein borgarstjóra, ið faktiskt tekur ábyrgd og steðgar einum máli, ið at síggja til líkist í gegnisspurninginum.

Hesin sami nú fyrrverandi formaður í Havnarnevndini er nú ein av “oddvitinum” í arbeiðinum at gera borgarstjóranum mest møguligar ónáðir. 

Tað tykist greitt, at har eru nógvir hanar, ið hava torført við at góðtaka, at tað ikki er ein hani, ið situr ovast á vaglinum. Hetta nívur so illa, at sjálvt barnsliga klandri um hvør hani skuldi sita ovast, ið kleiv Javnaðarflokkin í tvey í valstríðnum seinast, er gloymt.

Í einum heimi, har incel mentanin herjar fram, og tankin um javnrætt ikki longur kann verða tikin fyri givið, mugu vit menn vera betri fyrimyndir fyri okkara børn. 

Eg haldi, at tað er uppá tíðina, at vit vaksnu menn, ið hava fingið við, at kvinnur eru minst líka egnaðar til hægstu sessirnar í politikki, rópa á hesar boblujakkaklæddu og spyrja, hevur mamma tykkara ikki lært tykkum at virða kvinnur?

Duga fólk ikki fólkaskikk?

Eg minnist fyri nøkrum árum síðan á  matstovuni Gandhi í Reykjavík. Har vóru ikki nógvir gestir í hølunum, bert eg, Gunn og so eitt eldri par við eitt annað borð. Men eldra konan bleiv við at spæla Youtube videoir við ljóðinum tendraðum og ivrigt vísa manninum, hvussu stuttligar tær vóru.

Eg undraðist, tí vit hava havst at okkara ungdómi fyri tílíka ljóðdálkan, roynt at greitt frá, at man skal brúka smátalarar, so ikki øll onnur vóru órógvaði. Men har sat eitt eldri par á eini góðari matstovu og uttan nakað altlit til onnur forpestaðu okkum máltíðina við sínum larmi.

Nakrar vikur seinni gingu vit inni í Colorama og keyptu ymiskt upp til høgtíðina; ein jólakalendara frá Chili Claus, onkran vasa ella ljósastaka,  okkurt pynt, og ymiskt annað stuttligt, ið tey hava har. Men alla løtuna meðan vit gingu har, gekk ein miðaldrandi kvinna og hugdi at vørum, meðan hon tosaði eina persónliga samrøðu við onkran, ið vit ikki sóu, men sum allur handilin hoyrdi.

Eg undraðist aftur, mundi hin vita av, at øll inni í Colorama hoyrdu um hennara avbjóðingar við mammu síni og um læknavitjanina, ið hon skuldi til?

Eg undraðist eisini á, um hetta mundi vera á veg til at blíva ein trendur? Men eg bilti mær inn, at hendan við telefonini í handlinum, mundi vera óvanliga illa uppdrigin ella hava staðið aftarliga í bíðirøðini, tá vitið bleiv deilt út. Ella um hon bara als ikki hugsaði um onnur enn seg sjálva?

Síðan tá, er tílíkur atburður spakuliga vorðin alsamt meira vanligur. Ja, nú gongur ikki dagur uttan, at eg møti onkrum, ið gongur við hátalaranum tendraðum á telefonini. Tað er á gøtunum, í handlum, á matstovum, stutt sagt í øllum sosialum samanhangum.

Her heima skeldi eg enn børnini, tá tey gera tað, biði tey sleppa sær inn í kamarið ella fáa sær smátalarar.. Men tað er trupult, tá so óluksáliga nógv onnur gera tað. Sjálvt at síggja til fornuftig menniskju.

Ja, eg havi enntá upplivað, at fólk gera tað, til mentanartiltøk og í arbeiðsstøðum.

Hvat feilar fólki? Hvat fær fólk at halda, at tílíkur larmur og enntá tílíkar privatar samrøður skulu deilast við øll?

Well, eg plagi at hyggja illur at fólki, og kenni eg tey, so biði eg tey gevast.

Duga fólk ikki longur fólkaskikk, ella er hetta tann kollektiva býttleikagerðin, ið vit eru ávaraði ímóti?

Tað tykist, sum um fólk ikki duga at uppføra seg longur.

Tí er kanska neyðugt, at handlar, matstovur og onnur taka konsekvensin, skelta, tala at og hjálpa við at læra fólk at uppføra seg aftur, annars verður endin galin!

Er onkur, ið lesur hetta, ið verður stoyttur, ella kennur seg raktan. Brúkið so høvið, at gerast betri samfelagsborgarar. Keypið smátalarar, ella tosið við telefonini móti oyranum.

Tað er gott at elska

Eg minnist á Zarepta tað eina árið, at ein sera vísur eldri leiðari greiddi mær frá, um Bíbliuna:

“Niels Uni, tú mást minnast til, at Bíblian er sett saman, av Guðs orði og góðum ráðum fyri at fáa eitt samfelag at fungera og standa sterkt, bæði í gerandisdegnum, men serliga um grannalandið leypir á.

Bíblian er skriva í óróligum tíðum, har kriggj valdaði. Tí var neyðugt við einum  frískum og sterkum fólki og hermegi.

Summi ting eru bara góð ráð, t.d. var svínakjøt rættiliga stór orsøk til mateitran og annað í heitu londunum í Miðeystri, um tað mundið, at Bíblian bleiv skrivað. Soleiðis er við so nógvum í Bíbliuni, og tí er tað ikki viðkomandi í Føroyum á okkara døgum, hóast tað var lívsneyðugt í teimum døgum”

Eg hevði verið har árið fyri, og sum ungur tannáringur, hevði eg fingið viðmælt at lesa í Bíbliuni hvønn dag. Eg so gjørdi.

Tá eg kom aftur á Zarepta árið eftir, hevði eg nógvar spurningar.

Serliga var tað hetta um óreinsku, ið fylti nógv.

Hví ótu vit svínakjøt, tá tað var óreint?

Hví blandaðu vit matvørur, ið Bíblian ikki loyvir?

Hvussu skulu eg fyrihalda meg til mínar vátu dreymar, tí útflot av øllum slag var óreint?

Var eg blivin óreinur, tí vit ikki koyrdu kvinnurnar við menstruatión út um bøgarðarnar?

Og ikki minst, hvussu kundu vit sum kristin taka ímóti blóði í sambandi við skurðviðgerðir, tá Bíblian heilt greitt var ímóti hesum?

Eg hevði lagt mítt lív um hetta árið, eg var givin at eta blóðpylsu, sum eg annars elskaði, eg skarð nýtsluna av svínakjøti niður, so langt sum eg kundi, uttan at mamma skuldi blíva skuffað, og eg skuldi í øllum førum ikki í song við nakrari damu, fyrr enn eg var giftur.

Eg bar somuleiðis eina djúpa skomm um teir vátu dreymarnar.

Bíblian var greið, hevði eg útflot, skuldi eg brenna mína song. Hetta kundi eg tó ikki gera, tí sengur kosta nógvan pening. Tí royndi eg heldur at skifta lakið títt.

Men samstundis sá eg, at fleiri av mínum meira markant kristnu vinum livdu heilt uttanfyri tað, ið Bíblian segði. Teir vóru seksuelt aktivari enn tey flestu, og ótu bæði svín og blóð, uttan at hugsa nærri um tað.

Eg hevði tí nógvar sera konkretar spurningar við, tá eg vitjaði aftur á Zarepta.

Eg hevði jú lisið Bíbliuna, sum viðmælt var.

Eg tosaði við fleiri av teimum vaksnu har um míni ivamál.

Onkur nevndi, at hetta við óreinsku bleiv avtikið í nýggja testamenti. Men eg hevði faktiskt lisið bókina, og helt, at tað var ein óluksáliga liberal tulking av teimum versunum í nýggja testamenti, ið viðgera hetta.

Ja, satt at siga, helt eg, at tað var nakað humbukk at siga, ella í besta føri ein undanførsla fyri at fylgja Guðs orði.

Hetta var tá eg so hitti hendan vísa eldra leiðaran, ið bað meg lesa Bíbliuna á ein nýggjan hátt. At hetta ikki var Guðs orð rist í stein, men eitt dokument, ið blandaði gleðiboðskapin við góðum leiðreglum at skipa samfelagið eftir, og fyri at tryggja heilsuna og styrkina í fólkinum í landinum.

Eg hugsi nú øll øsa seg um handan ælabogavegin, at hesi somu bæði eta bacon, blanda matvørur, sova í somu song, sum kona teirra, tá hon hevur menustratión, taka ímóti blóð, tá ólukkan er úti, og eru sum flest okkara upptikin av at samla okkum ríkidømi, hóast Bíblian er greið í síni áskoðan um tað.

Tað eru eisini tey fægstu, ið bíða eftir prestsins hond, áðrenn moydómurin fer, ella fyri sovítt halda seg til ein partnara alt lívið.

Ja, stutt sagt, so eru flestu okkara sera lítið Bíbliutrúgv.

Tí undrar tað meg, um hví samkyndleiki er ein so stór bastión fyri summi. Hví er tað júst henda leiðregla, ið enn fyllir so nógv?

Tað man vera ein sera lítil bólkur, ið enn ikki trýr uppá, at samkyndleiki er til.

Fyri meg er tað eingin ivi um, at versini um samkyndleika, sortera undir leiðreglum fyri at halda tjóðina sterka.

Í teimum døgum, var livialdurin lágur og barnadeyðin stórur, tí var tað viktikt, at fáa fólk at formera seg, so tjóðin stóð sterkt.

Men at halda á við at kroysta hetta niðuryvir okkara samkyndu medborgarar, í eini tíð har fólkatalið í heiminum er methøgt, og læknavísund enntá hevur gjørt tað møguligt hjá samkyndum at fáa børn, er ikki bara ótíðarhóskandi, tað er beinleiðis óetiskt.

Ælabogavegurin umboðar eins og Faroe Pride, at vit eru komin víðari, vit eta bacon, blóðpylsu, elskast og gleðast, koma vit illa fyri, so fáa vit blóð, ið okkara medborgarar hava latið okkum. Vit stuðla hvør øðrum, og hjálpa teimum upp, sum detta, og mest av øllum so minna vit hvør annan á kærleiksboðskapin og medmenniskjaligheitina.

Góða pride, góða ólavsøku og gott summar.

 

Skeivur er gott fyri blóðrenslið og sálarheilsuna

Skeivur bergtók, flutti mørk, rørdi, skakaði og gav okkum mest av øllum hálvan annan tíma av nýskrivaðari, slóðbrótandi og nýskapandi leiklist á føroyskum gerandismáli, um veruligt ungdómslív í Føroyum.
Mítt gegni leggja vit beint á blik: Sonur mín Marius spælir høvuðsleiklutin, sum Mark, ein ungur maður við nógvum at stríðast við, og enn meira fortrongdum.
Hetta gjørdi hann eins og øll hini meira ella minni óroyndu ungu sera væl.
Ikki minst væl stuðlaði av Hjálmari Dam, ið kanska spældi sín lívs leiklut, sum Sámal, ein eldri maður við fullari pengamappu, giftiringi og eini bukandi greði. Og ungu nyútbúnu sjónleikarkvinnuni Óluvu Heidiardóttir Tvørfoss, ið støðugt lyfti komisku byrðuna í hesi svørtu komediu.
Leikurin er eitt must fyri øll, ið eru góð við leiklist, tey sum bara vilja uppliva góða list ella tey sum halda, at ungdómslív er áhugavert.
Leikurin varð lýstur, sum ein interaktiv uppliving, og tað er hann, eg bæði dansaði, drakk øl og alt møguligt annað.
Men tey, sum bara hava hug til at hyggja uttan at luttaka, kunnu trekkja seg út til síðurnar og bara hyggja. Tað er einki problem. Men um man hevur hug til at dansa við á dansigólvinum í Luux, so kann tað viðmælast.
Eg elski sjónleik, hetta er ein listagrein, ið hevur eginleikan at veruliga kunna flyta mørk, skapa kjak, og bróta tabu.
Tjóðpallurin og eisini Gríma áðrenn hann, hevði ofta tann leiklutin fyrr.
Eitur nakað land Weekend, setti sálarsjúku á breddan langt áðrenn tað var nakað, ið man tosaði um, og tað enn æt, at man var endaður hjá Árna.
Vit minnast øll Ginusøgur, og hvussu tann leikurin flutti mørk her í Føroyum.
Tey mest konservativu stunaðu og gramdu seg.
Onkur politikari vildi hava Tjóðpallin av fíggjarlógini, og tað knirkaði í konservativum knøum.
Vit hava serliga á fríyrkisøkinum upplivað stóra og avbjóðandi list seinastu árini, men við Skeivur meldar Tjóðpallurin seg aftur á banan.
Farið, latið tykkum íblásast, prikast, øsast og rørast, tað er gott fyri blóðrenslið og sálarheilsuna.

 

 

Hvussu blívur ein tradisjón ein tradisjón

Annað ár á rað byrjaði eg Lusiudagin 13. desember í Norðurlandahúsinum har Lusiuhald var árla á morgni, aftur í ár saman við mammu og Gunn.

Í ár vóru tað føgru røddirnar í Silvitni, ið gingu Lusiugongu úr tilbygninginum og eftir brúnni oman í forhøllina, eins og Kata gjørdi í fjør, og sungu síðan eina lítla konsert.

Meðan eitt útselt Norðurlandahús leið á við kaffi í koppunum og “Lussekat” (eitt svensk bakilsi, ið sviar eta í sambandi við Lusiuhald) afturvið, sjálvandi nýbakaðir frá Titu.

Eg sat har, sum øll hini í andakt og leið á, og fekk konsentreraða jólakenslu sproytaða inn gjøgnum allar mínar sansir. 

Silvitni komu víða um við jólasálmum á latínskum, svenskum, norskum, enskum og sjálvandi eisini føroyskum, og sungu undurfult. Alt sera væl útsett og skipað.

Forhøllin í Norðurlandahúsinum var hugnalig myrk, lukturin av nýbakaðum og kaffi gjørdu eisini sítt til at hetta kendist so trygt, jólaligt og gott. Huglagið var av aldargamlari tradisjón. Hendan kenslan, at hetta gera vit altíð Lusiudagin, hekk tjúkk í luftini. 

Eg noyddist at minna meg á, at hetta bert var aðruferð, at hetta tiltakið var í Norðurlandahúisnum. Tankin kom til mín, um hvussu ofta okkurt nýtist a vera, fyri at gerast ein tradisjón?

Í fjør var tiltakið fríggjamorgun kl. 8, og í ár var tað flutt til kl. 9.00 eftirsum tað var vikuskiftið, og fyri meg gekk leiðin úr Norðulandahúsinum niðan í FK at keypa inn, ístaðin fyri til arbeiðis sum í fjør. 

Men bæði í ár og í fjør bar eg við mær hesa serstøku jólakensluna út í dagin. 

Gleðiligan Lusiudag øll somul. 

 

Deilitt og rætt, tá høvuðspersónurin er við

MC Restorff hevur verið partur av soundtrackinum til mítt lív. Kvøðuljómar og útvarpið annars var altíð har, og MC varð nógv spældur. 

Tað er ikki uttan orsøk. Sum lagskrivari hevur hann lagt ein standard, ið var í toppinum innan fyri føroyskan tónleik, og tað var satt siga eisini væl omanfyri nógv tað mesta innan kristiligan tónleik, serliga í 80’unum, tá kasettubondini og dansbandscountry gjørdi sína innrás innan kristnan tónleik, kanska enn meira enn í verðsligum tónleiki.

Tí var tað við spenningi, at eg fór niðan í Lívdina til tiltakið Meistarans Hond, leygarkvøldið, har eitt stórt og breitt úrval av sangarum  og tónleikarum, skuldu tulka brot úr rúgvismikla lagaskattinum, ið var komin frá meistarans hond. 

Meðan eg sat har og lurtaði, og skeitti yvir á MC, ið sat og nýtti løtuna í einum kongastóli til høvið. Kundi eg ikki lata vera við at hugsa um teir báðar stóru tónleikasmiðirnir, ið vit hava mist seinastu tíðina. Jóan Jakku Guttesen og Hanus G. Johansen, eisini teir hava lagt nógvar steinar afturat føroyska tónleikavarðanum.

Tað kendist deilitt og rætt, at høvuðspersónurin faktiskt var har, og kundi sóla sær í sínum lívsverki, og MC sólaði sær veruliga.

Fyrireikararnir høvdu eisini veruliga rulla tað stóra showið út, við frálíkum húsorkestri við strúkarum, sum eyka drússi. Einum risa stórum  blandaðum kóri úr Ebenezer, og einum sera fjølbroyttum blandi av sangarum, ið teir flestu eru kendir úr kristnum høpi, men eisini við fólki, ið mest eru kend úr verðsligum høpi.

Alt kendst sera væl fyriskipað, niður í næstan hvørja detalju, og næstan øll á pallinum vóru framúr góð. 

Um eg skal taka nakað serligt fram, so var byrjanin heilt einastandandi góð. Gø legði fyri við nøkrum løgum, fyrst einsamallir og síðan saman við Guðruni og Annu Háberg,

Hetta var aðruferð, at eg hoyrdi Gø hetta vikuskiftið, og halt kipp teir eru góðir. 

Tað var eisini fantastiskt, tá MC endaði framførsluna, og tá bæði kórið og allir solistarnir komu á pallin at syngja Føroyingar og Møtast og skiljast.

Tað gjørdi bara løtuna enn meira MC’utta, at MC, eftir síðsta lag fór offroad og hálaði ein sangara úr kórinum á pall við sær, fyri at geva okkum eina spontana framførslu, av einum gomlum kristiligum sangi.

Men har vóru sum sagt nógvar góðar framførslur, ikki minst tann hjá Bárði á Lakjuni, har hann sang saman við strúkarunum til eina so øgiliga vakra útseting av Meistarans hond.

Tað slepst neyvan heldur uttanum Terja Rasmussen, ið var tann, ið absolutt rokkaði harðast. Hann er pallavandur sum fáur, so hóast fjøldin ivaleyst ikki var tann typiska fyri havnamannin í Nólsoy, so sást tað ikki á honum.

Country parturin var eisini væl umboðaður av Kristinu Bærentsen, Magna Christiansen og Svein í Prestgarði, ið veruliga slapp at utfolda seg.

Samanumtikið eitt flott kvøld, har eisini ljósparturin má takast fram. Villiam Soo Joensen er ein annar meistari, og ljós og video var meistarligt.

Man kennur seg vælkomnan í Lívdina, minst fimm fólk, spurdu meg, um tey skuldu hjálpa mær við at finna ein sess, áðrenn eg fekk sett meg niður. 

Takk fyri sangirnar Hanus

Tá ein rødd tagnar nemur tað altíð tey, ið eru uttanum røddina, familju, vinir, kenningar og onnur.

Men tá ein stór rødd tagnar nemur tað okkum øll.

Tá nú kanska størsta manliga sangrøddin, ið vit hava havt, er tagna, so kennist tað faktiskt sum endin á onkrum stórum.

Míni fyrstu minni um røddina hjá Hanusi vóru frá Ommu Ludvík (1983) og Hundinum brúna (1984). Tað var serliga Omma Ludvík, ið gjørdist ein landaplága av teimum allar størstu, og veruliga brendi hesa serligu røddina inn á føroysku tilvitskuna. 

Longu tá sóust serligu gandakendur evnini at fortelja søgur og bergtaka við sínum sangi, ið føroyingar hava elska Hanus fyri seinastu 40 árini.

Eg sjálvur eri seinni farin at elska sangin Gríma av Nósa plátuni, ið er ein gloymd perla frá hesum tónlistarliga gandakalli. 

Mítt næsta sterka minni um hesa røddina, er frammanfyri sjónvarpsskíggjan, har eg og mamma mín sótu og hugdu at konsert við Hanus úr Klingruni í Norðurlandahúsinum einaferð seint í 80’unum, har Hanus sang Poul F. 

Hansara gandur strálaði úr sjónvarpinum og bergtók okkum.

Man vónar altíð, at ein tónleikari dugir, at koma útum pallkantin, men her kom hann allan vegin útum sjónvarpsskíggjan. 

Eg gjørdist stórur fjeppari í somu løtu og eri tað enn.

Eg hugdi dúgliga eftir VHS upptøkuni av hesi konsertini. Eg byrjaði eisini so smátt at ganga á konsert um hetta mundið, og tá Hanus javnan spældi konsertir í Bládýpinum í Havn, so var eg fastur gestur og onkuntíð kom eisini mamma við. 

Við plátuni “Gaman og álvara” legði Hanus veruliga sjógv millum seg og hinar føroysku trubadurarnar. Hetta var eitt sovorðið vælaverk, at nærum hvør einasti sangur gjørdist fólkaogn. 

Í samrøðu, ið eg gjørdi við Hanus í 1993, í sambandi við mína høvuðsuppgávu í føroyskum á Handilsskúlanum, greiddi Hanus frá, at hann als ikki tók undir við at spæla inn tónleik, tí tónleikur skal upplivast í framførslu. Hetta segði hann, hóast hann sat við eini LP, ið mundi hava ein tann dýrasta framleiðslukostna, ið nøkur føroysk pláta hevði havt tá. 

Ritgerðin kann lesast í Varðanum nummar 61. frá 1994, frá blaðsíðu 258. 

Hóast Hanus ferð eftir ferð sjálvur hevur víst, hvussu stórt mentarligt virði ein útgáva kann hava, ikki minst Gaman og álvara, So skal man bert hava verið til eina framførslu við hesum meistarliga søgusigara og trubaduri, fyri at skilja, at hann hevur eitt sindur av grein í sínum máli. 

Tí Hanus live var nakað heilt einastandandi. Eg minnist hópin av konsertum gjøgnum árini, an, oftast einsamallur, men eisini við bólki. 

Mátin sum Hanus megnaði at trøllabinda eina fjøld, óansæð um talan var um føroyingar ella útlendingar, var ótrúlig. Hóast hann sang á føroyskum, so tók han sær tíð at greiða útlendingum frá, á teirra máli, um hvat sangurin snúði seg um. Hetta gjørdi, at tey bergtikin tey tyktust at skilja, alt, ið hann sang, meðan tey vórðu drigin av hesi ómetaliga stóru røddini. 

Sum fjeppari havi eg hoyrt Hanus í nógvum høpum, og ofta vóru onkrir nýggir sangir. Tí var tað fantastiskt, at Hanus eftir nógv ár av útgávuturki, um aldarskiftið aftur byrjaði at geva tónleik út. Fyrst Bouquet, ið hann gav út saman við Aldubáruni, tá Hann gjørdist hálvthundra, síðan aftur saman við Aldubáruni, norsku plátuna “frå leddigen” í sambandi við 100 ára dagin hjá norska yrkjaranum Jakob Sande.

Í 2010, tá Hanus fylti 60 ár, komu ikki færri enn tvær útgávur, fyrst EP’in “Eitt blað eg á kann skriva”, har hann saman við Jens L. Thomsen tulkar yrkingar hjá Hans Jacob Glerfoss, og síðan Hørpuspælarin, har hann aftur kavar niður í yrkingaskattin hjá Poul F. Joensen. Tvey ár seinni kom “Á fold eru túsund guðar”, ið aftur dokumenteraði løg hjá Hanusi, ið vóru gjørd til yrkingar hjá Poul F. Joensen. 

Tíanverri er “Bouquet” einasta pláta hjá Hanusi, ið er tøk á online stroymingartænastum. Hetta er stórt spell, nú vit ikki longur sleppa at uppliva konsertir við Hanusi. Tí hóast Hanus hevði rætt í síni niðurstøðu um, at tónleikur er betri, tá hann verður upplivdur live, so er Hanus á plátu, munandi betri enn tey allar flestu eru live. 

At bert Gaman og Álvara er tøk á vinyl, ger heldur ikki støðuna betri, tí fløgan er eitt farandi format.

Nýggjaru Poul F. Joensen pláturnar komu í lag, tá Hanus ein dag datt inn á gólvið í Studio Bloch, og nevndi nógvu óútgivnu løgini, ið hann hevði, fyri Jonas Bloch. Tað tók ikki meira enn 14 dagar, so høvdu Jónas  og Mikael Blak sett saman ein bólk, og skipað fyri trimum útseldum konsertum við Hanusi í Sjónleikarhúsinum í Havn, og eitt hálvt ár seinni var Hørpuspælarin útgivin. 

Eg ummældi Hørpuspælaran í 2010, ummælið kann lesast her.

 

Hanus segði í samrøðu við Una Leitistein Hansen í 2010, áðrenn upptøkurnar til Hørpuspælaran vóru gjørdar, at hann hevði í øllum førum 250 løg við teksti liggjandi, harav 70 við yrkingum hjá Poul F.  Á teimum trimum plátunum frá 2010-12, komu 27 av hesum løgum út. 

Síðan samrøðuna, livdi Hanus 15 ár, og tað er nokk eingin ivi um, at nógv onnur løg eru lagst afturat hesa tíðina. 

Eg havi hug at geva Una Leitistein Hansen rætt í, at Hanus átti at verið á fíggjarlógini, soleiðis at hann kundi havt brúkt tíðina uppá at dokumentera alt hetta gullið, ið hann hevði liggjandi, nú hann fór um sýn. Óansæð um hann var fyri upptøkum ella ikki. 

Takk fyri gandin, takk fyri allar ferðirnar eg slapp at uppliva teg á konsert, takk fyri teg Hanus. 

Her eru nøkur av ummælunum, ið eg havi gjørt av Hanusi: 

https://nudlar.net/2013/07/10/hanus-nemur-hjartastreingir/

https://nudlar.net/2010/08/06/hanus-i-festivalhyri/

https://nudlar.net/2011/08/05/eitt-sindur-av-endurnygging-men-ikki-nokk/

https://nudlar.net/2007/08/20/og-lotan-hin-signada-rika/

Lippukassin: Fýra gamlir rokkguðar

blacksabbathGamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum.

Nú Ozzy Osbourne fór foldum frá, stakk eg hondina niður í Lippukassan eftir hesum ummælinum av tí upprunaliga tungmálmsbólkinum, einaferð hann vitjaði í Danmark við Ozzy Osbourne á odda. Hetta ummældi eg fyrst í juli 2005 ella við øðrum orðum, 20 ár áðrenn Back to the Beginning konsertina í Birmingham..

Ozzy hevur fylgt mær síðan Leivur Johannesen spældi Black Sabbath fyri mær einaferð í 80’unum. Eg lánti nakrar plátur heim við, og kopieraði teir bestu sangirnir á kassettubond. Men við tíðini ognaði eg mær fyrst fløgur og síðan LP’ir við Black Sabbath og Ozzy Osbourne.

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.

Photo credit: Toke_j / Foter.com / CC BY-NC-SA