Snøgg, umfatandi og lættlisin, ella stutt sagt góð, hetta eru nøkur av teimum orðunum sum kunnu nýtast um snotiligu árbókina um føroyskan tónleik.
Gott innlit
Eg ræddist eitt sindur, at hendan útgáva skuldi vera eitt savn av teimum ofta stak vánaligu greinunum um tónleik, sum Sosialurin hevur borðreitt við hetta seinasta árið. Men so var ikki. Beint sum eg sá góðskuna á pappírinum og nógvu snotiligu myndirnar, sá eg at her hevði man gjørt sær ómak.
Fólkini aftan fyri pop.fo hava havt stóran leiklut í framleiðsluni, og bókin tykist at vera gjørd við somu professionalismu, sum vit kenna frá teirra heimasíðu.
Bókin er, eins og pop.fo, ein roynd at fevna um alt tað, sum fer fram á føroyska pop- og rokkpallinum.
Bókin tekur okkum víða um í føroyskum poppi og rokki. Heilt nógv tiltøk og bólkar eru umrødd, og rúm er eisini fyri meira umfatandi greinum um tey størru tiltøkini. Tiltøk sum Prix Føroyar og Ólavssøkukonsertin, og bólkar sum Clickhaze, I Am og All That Rain, sum hava gjørt nógv um seg í 2001, fáa gjølla viðger.
Væl gjøgnumarbeidd
Eyðun Klakkstein, sum hevur staðið fyri tekstarbeiðinum í bókini, sýnir stak gott innlit í føroyskan tónleik og kemur víða um. Greinirnar eru bygdar á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, men eru tillagaðar soleiðis, at tær hóska til hesa bók. Sjálvt um hetta er eitt bland av greinum skrivaðar til heilt ymiskar miðlar; tíðindablaðið og internetsíðuna, so hevur umskrivingin gjørt bókina til eina heild. Slík umskriving kann vera torfør, men her riggar hon.
Myndasíðan er snøgg
Hyggja vit at lay-out, so eru útgevararnir slopnir stak væl frá hesum. Bókin er ein frægd fyri eyga, nógvu myndirnar eru í góðum samspæli við tekstin, og bókin gevur tí lesaranum eitt innlit í føroyskan tónleik 2001 bæði í myndum og orðum.
Tó eru onkrar myndir komnar eitt sindur skeivt fyri: Á síðu 92 í greinini um Ivory, er myndin av Mikael Blak við elektriskum bassi og punkhári neyvan ein mynd av Ivory. Tað sama á síðu 57 í greinini um Frændur: myndin er av Terja Rasmussen, men í bakgrundini sæst Allan Mortensen úr MC-Hár. Sostatt er hatta neyvan ein mynd av Frændum.
Men hyggja vit burt frá nøkrum heilt fáum svipsarum, so er myndasíðan eisini væl úr hondum greidd.
Ikki bara gott
Nú ljóðar tað kanska, sum um eg skamm rósi bókina, og tað kemst ikki uttanum, bókin er veruliga ein góð árbók. Men hon hevur eisini sínar minni góðu síður.
Bókin er sum sagt bygd á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, hetta merkir, at í greinunum um fyrsta partin av árinum er bókin mest bygd á Sosialin. Hetta tí at pop.fo ikki var til fyrr enn 2. mei.
Hetta hevur við sær, at hendan tíðin ikki er líka væl umrødd sum restin av árinum. Gamaní, Prix Føroyar fær nokkso nógv pláss, men hetta er jú størsta tónleikatiltakið hetta árið. Men sjálvt við fýra undanumførum og einari prix-finalu, fær tíðarskeiðið januar til mei væl minni pláss enn restin av árinum.
Kanska er tað tí, at minni hendi hetta tíðarskeiðið? Tað kann gott vera, men hvat við konsertferðini hjá Ivory í USA og tann í Fraklandi, og hvat við Ivory á danska TV2, ella tey kvøldini tey spældu í Keypmannahavn. Hetta fellur kanska ikki inn undir popp ella rokk, ella ger tað? Konsertferðin hjá Ivory í Eysturríki verður nevnd, var hendan meira popput ella rokkut enn hinar?
Ella hvat við Revival á Foley’s? Um nakar føroyskur bólkur spælir popp/rokk so er tað júst Revival.
Ella tann stórhending, at Føroyar fingu sín egna tónleika portal á netinum? At www.pop.fo bleiv stovnað? Hetta er slett ikki nevnt.
Men tað er kanska ov nógv at krevja, at bókin skal minnast til øll tiltøk og hendingar hetta seinasta árið, og at øll skulu fáa líka nógv pláss.
Lítla Rúm ársins ringasti bólkur
Tað sum er mest irriterandi við bókini er, at hon brúkar vanligan føroyskan ummælarastíl. Tað er, at man ongantíð sigur, at nakað er ringt. Hetta er gjøgnumgangandi gjøgnum alla bókina, uttan líka ta einu ferðina: Á blaðsíðu 17, verður skrivað í greinini um undanumfarið til Prix Føroyar í Klaksvík: ”Bólkurin Lítla Rúm úr Havn var mannaður við trimum tónleikarum, sum eru rættuliga nýggir í fakinum, og tað hoyrdist eisini á framførsluni.”
Eg var ikki sjálvur í Klaksvík, og veit tí av góðum grundum ikki hvussu ringir Lítla Rúm vóru. Men at teir høvdu ta einastu ringu framførsluna í ár, ivist eg í. Við bert at hava kritikk av hesum eina bólki, gevur Tónleikur 2001 lesaranum eina mynd av Lítla Rúm, sum ársins ringasti bólkur. Hetta er møguliga ein røtt mynd, líka veit eg? Men vóru teir veruliga einasti ringi bólkur í ár? Um so er, áttu teir at fingi eitt heiðursmerki fyri hetta.
Okkurt mitt ímillum
Tað er onki skeivt í, at man sigur, at ein bólkur er ringur, tá hann er ringur. Men trupuleikin er, at hetta ikki er gjøgnumgangandi; bókin nevnir ikki hvør er ringur, og bara av og á hvør er góður. Hetta ger, at fleiri av teimum góðu bólkunum enda í sama flokki, sum teir ringu bólkarnir. Antin ummælir man, ella ger man ikki. Tónleikur 2001 roynir at gera okkurt mitt ímillum.
Hetta sama er galdandi í útgávuyvirlitinum. Nakrar fløgur fáa góð orð við á vegnum; til dømis verður sagt, at Unn Patursson kemur væl frá síni fyrstu soloútgávu, at All That Rain spæla væl, at Holger Laumann & Plúmm spæla framúr væl og at Jakkin hevur klárað at endurnýggja sín tónleik, meðan aðrar fløgur onki ummæli fáa, tildømis verður einki sagt um hvussu Triple Trio sleppur frá sínari útgávu, ella um Corona Guitar Kvartet spælir væl. Antin skuldu allar fløgurnar veri ummældar ella ongar.
Samanumtikið skal tó sigast, at Tónleikur 2001 er ein frálík bók. Hon gevur eitt gott innlit í hvat hendi hetta árið, og er áhugaverdur lesnaður fyri tey, sum hava áhuga fyri føroyskum poppi og rokki. Bókin fer at standa sum ein góð tónleikasøgulig kelda fyri árið 2001.
One thought on “Tónleikur 2001”