Orsøkirnar til at eg bjóði meg fram sum valevnið fyri tjóðveldisflokkin eru fleiri, tað gevur seg sjálvt, at eg takið undir við stevnumið flokksins, um einar frælsar Føroyar, annars hevði eg ikki bjóða meg fram her. Eg velji tjóðveldisflokkin av somu orsøk, sum flestu sambandsfólk velja Sambandið, orsaka av tryggleikanum.
Vit hava fyrr brent okkum av falska tryggleikanum í ríkisfelagsskapinum, og tað er ótrúligt at ein flokkur sum bara hevur henda falska tryggleika at bjóða er stórsti flokkur á tingið. Tryggleikin er í mínari verð, at sjálvur avgera sína lagnu, í einum fullveldi eru tað vit, og bert vit sum taka avgerðirnar, og hetta er neyðugt fyri at skapa ein virðiligan og tryggan gerandisdag, sum tjóð, sum fólk og sum einstaklingar í tjóðini.
Eg vil verða við til at tryggja at hetta samfelagið sum vit skulu byggja verður eitt gott samfelag. Eg havi mannarættindini sum hjartamál, og vil eg arbeiða av heilum hjarta fyri at skapa eitt samfelag har pláss er fyri øllum, og øll fáa somu rættindi.
Eitt annað hjartamál er umhvørvið, Sjálvstýrisflokkurin hevur umsitið Umhvørvismál seinastu seks árini, og eg havi sera trupult við at síggja tær stóru hugsjónirnar á umhvørvisøkinum hjá Eyðun Eltør. Umhvørvið er eitt tað mest týdningarmikla málið í heiminum, og eg vil arbeiða fyri at einar frælsar Føroyar heldur ikki verða eftirbátar á tí økinum.
Eg væntið at eg kann geva flokkinum nakrar atkvøður sum hann annars ikki kann verða vísur í, sum rappari í MC-hár, popp vertur í ÚF, Klummuskrivari á Sosialinum og almennur persónur sum heild, eri eg eitt kent annlit, og mínar meiningar um t.d. mannarættindini og umhvørvismál eru kendar millum manna. Eg meti eisini, at eg kann taka atkvøður frá hinum stuttliga flokkinum. Seti navnið hjá mær á listan, fyri mína skuld, fyri tykkara skuld og fyri Føroyar.
One thought on “Røða til uppstillingarfund hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 2003”