Fryntligur tungmálmssangari

Hello this is Joey, sjarmerandi og prátingarsamur var sviin, sum heldur vildi, at samrøðan var á enskum, enn mínum norðurlendska og hansara svenska. Hann hevur búð í London í nógv harrans ár, og hevur enska konu, so hansara gerandisdagur er á enskum.

Ert tú hoffreportari

Umboðsmaðurin hevði sett klárar treytir, at samrøðan í hægsta lagi skuldi vara fimtan minuttir. Men hetta legði fryntligi sangarin líka í, hann prátaði  um veður og vind, og vildi hoyra um hvussu pallurin á G! var, og um man veruliga sá út á sjógv, tá man stóð á pallinum. 

Hann greiddi frá, at í London var bakandi sól, og tá hann hoyrdi, at donsku kongshúsini vitjaðu einar mjørkaklæddar Føroyar, spurdi hann, um eg var hoffreportari. Her vóru ongar stjørnunykkir, men bara ein dámligur maður. Hann segði seg enntá gleða seg til at hitta Vanju sín størsta fjeppara í Føroyum. 

Eg fortaldi honum, at Europe vóru komnir inn á 15 tær bestu á eitt fimta pláss, tað helt hann vera kul, og vónaði at sleppa enn longur upp á listan.

Spælir Teitur á G!

Hann segði seg kenna sera líti til Føroyar. Men øll tosaðu um hvussu vakurt landið var, so hann gleddi seg. Hann hevði eisini hoyrt, at í Føroyum búðu undir 50.000 fólk, og at vit høvdu fleiri tónleikafestivalar. Hetta helt hann vera flott, og tað vísti, at tónleikurin hevur ein stóran leiklut í okkara lívi, og tað er týdningarmikið.

Ein vinmaður hjá honum í London, sum arbeiðir sum tónleikaframleiðari, skal seinni í ár møguliga framleiða nýggju Teitur fløguna, og hann hevði viðmælt Teitur so heitt, at Joey spurdi, um hann fekk møguleika at hoyra henda fantastiska sangara og lagskrivara. Eg kundi gleða hann við, at Teitur eisini spælir á G!