Greenday eru nógv meira enn ein poppunk bólkur við eitt sindur av attitúdu. Amerikansku rokkararnir góvu áhoyrarunum eina tónleikauppliving, sum seint verður gloymd, tá teir spældu eina ótrúliga feita konsert, sum telist millum mínar bestu konsertupplivnagar nakrantíð.
Spæligleðin hjá punkarunum skein ígjøgnum og smittaði øll. Økið framman fyri appilsingula pallin gjørdist ein stór veitsla við 50.000 gestunum. Hetta var eitt ordiligt rokk’n’roll show av teimum allar bestu. Teir spældu øll hittini bæði nýggj og gomul, og eina løtu tóku teir tríggjar ungar menn úr áskoðarunum upp at spæla undir, meðan sangarin sang. Her stóðu tríggir ungir menn, og spældu punk fyri 50.000 sálum, við Greenday sangaranum á pallinum. Ein fantastisk uppliving.
Tá Greenday fóru undir at spæla “We are the champions” hjá Queen, stóð ikki eitt tunguband stilt. Greenday vunnu við fleiri bátslongdum heimsmeistaraheitið í rokk’n’roll.