Upp á gólv

Onkur hevði hug at finnast at skránni fríggjakvøldið, at seta kvæðarokkbólkin Týr at spæla aftan á Brian McFadden kundi kanska tykjast løgið. Men Týr smæddust ikki burtur, og teir fýra tónleikararnir tyktust slettis ikki merktir av, at eitt heimsnavn hevði staðið á pallinum beint áðrenn teir. Týr góvu áhoyrarunum eina framúr konsert, sum varð ein tann besta á festivalinum, og sum var tann besta festivalkonsertin hjá Týr í summar.

Summarfestivalurin

Kvæði, vísur og tungmálmsløg vórðu framførd ordiliga væl, og eina løtu var fremsti partur av Vágsbøi umskaptur til eitt stórt dansigólv, jørðin skalv tá ung sum gomul slóu ring, og dansaðu til Ormin Langa. Hendan rokktulkingin hjá Týr av mergjaða kvæðnum er vorðin fólkaogn í Føroyum, og er vorðin ein livandi partur av okkara mentan. Hon rakar føroysku fólkasálina beint í hjarta. Eisini Regin Smiðjur og Ólavur Riddararós fingu góða móttøku.

 

Ólavur Riddararós var sum vanligt ringast framførda lagið á konsertini, versini liggja soleiðis í tónaleguni, at Heri ljóðar sera kroystur, tá hann syngur tey. Hetta er sera synd, tí tolkiningin av kvæðnum er annara sera góð. Men neyðugt er, at teir flyta versini niður, tí sum er, riggar tað ikki. Heri hevur annars tikið seg nógv fram, sum sangara og syngur heilt væl.

 

Hail to the Hammer gjørdist eitt slag av hæddarpunkti. Lagið er eitt gott gamalt tungmálmslag, og varð framført við rætta tungmálmsanda, byrjanin var tung og ónd, og ljóðaði av miðøld. Endin var ein trummisolo, sum buldraði og brakaði.

 

Seinasta lagið hjá bólkinum var tað vanliga so góða “Sand in the wind”, men tað rakti ongantíð tær veruligu hæddirnar, framførslan tyktist ikki heilt so kekka hesa løtuna teir spældu hetta lag. Men tá teir komu út aftur at spæla eitt eykalag, spældu teir lagið, sum áhoyrararnir høvdu rópt eftir eina løtu: “Ramund hin unge”, og hetta framúrskarandi lag var ein orkubumba, sum fekk ordiligt lív í fjøldina.

 

Tað er ringt at ímynda sær, at Brian McFadden hevði megnað at fara á pallin aftan á Týr.

 

Bólkurin hevur seinnu árini tikið seg nógv fram, og kvæðini fingu á seinnu fløguni “Eric The Red” ein enn størri leiklut í tónleikinum. Í tungmálmsheiminum hjá Týr riggar hetta ótrúliga væl. Bólkurin er stutt sagt ein knasandi góður og sera egin tungmálmsbólkur. Teir liva fyri tónleikinum, og ganga upp í tað við hjarta og sál, tað er ordiliga stuttligt at síggja hvussu nógv teir meina tað.

Leave a Reply

Your email address will not be published.