Um Claiborne

Claiborne gevur í hesum døgum fløguna Head High EP út á TUTL. Kvartettin av tveimum dønum og tveimum føroyingum, sigur at vónirnar eru at sleppa til Føroyar at spæla. Vónandi longu í summar.

 

Brøðurnir Remi (sang og klaver) og Rúni Thomsen (gittar) hava spælt í bólki saman við dønunum Kenneth Gøtsche (trummir) og Rune Andersen (bass og kór) síðan miðskeiðis í nítiárunum. Bólkurin hevur flutt seg nógv tónlistarliga hesi árini. Bólkurin eitur í dag Claiborne.

 

Egin meldiøsur poppmálmur

Claiborne spælir eitt slag av rættiliga melidiøsum rokki, poppi ella málmi. Tú hoyrir bólkar sum Paradise Lost, Tim Christensen og System Of A Down aftur í tónleikinum.Samstundis dregur klaver spæli hjá Remi tankarnar til klassiska málmsbólkin Savatage.  Í stuttum kann tónleikurin sigast at vera okkurt slag av málmi, settur út og spældur, sum um tað var poppur – ein stuttlig og egin blanding.

 

Head High EP

Bólkurin hevur gjørt eina EP við fimm løgum., ið eitur Head High. Hon verður í hesum døgum útgivin í Føroyum av TUTL. Fløgan fæst eisini til keyps á heimasíðuni hjá bólkinum www.claiborne.dk.

Rúni og Remi hava búð í Danmark, síðan Remi var smádrongur og Rúni ungur tannáringur. Tí hevur eisini størsti partur av tónleikalívinum hjá teimum báðum verið í Danmark. Men Rúni var ein virkin viðleikari í menningini av føroyska tungmálmspallinum fyrst í 90’árunum.

 

Settu fingramerkið á føroyska tónleikapallin

Hann spældi gittar og sang í bólkinum Epitaph, ið m.a. hevði eina minniliga framførslu í tónleikakapping í Sjónleikarhúsinum í 1993. Í Epitaph spældu fleiri tónleikarar, ið eru vorðnir kendir í øðrum bólkum seinni. M.a. Jákup Pauli Gaard Olsen úr Hatespeech, ið spældi gittar, og Hanus Midjord úr Oblivion, ið spældi bass.

Størsta framførslan hjá Remi á føroyska tónleikapallinum var á eini Ólavsøkukonsert , tá hann avloysti sum bassleikari í Hatespeech.

 

Spældi við ungum makrelum

Remi búi miðskeiðis í 90’árunum í Føroyum eitt ár. Tá spældi hann í bólkinum Mind, saman við Rasmusi Rasmussen, Rólant av Reyni, Sveini Gaard Olsen og Jens Virgari Jakobsen. Hesin bólkur varð eftir nakrar útskiftingar í manningini til Happy? og broytti síðan navn til Makrel. Men tá var Remi langt síðan fluttur til Danmarkar aftur.

 

Danskur málmur

Upprunin til Claiborne liggur í bólkinum Epitome. Rúni greiðir frá: “Tá eg flutti niður, byrjaði eg at spæla í Epitome, sum sangari og solo-gittaristur. Remi kom við í bólkin sum bassleikari nøkur ár eftir hetta.” Epitome spældi harðan tung- ella deyðsmálm, og var ein virkin bólkur í náttarlívinum í Keypmannahavn. Í 1995 vann bólkurin kappingina Rock Træf.

Í 1996 gjørdist Remi sangari, og Rúni fekk nýtt alla sína orku til leiklutin sum gittarleikari. Í 1998 gav Epitome einastu útgávuna út, fløguna Promotion #1. Rúni sigur, at bólkurin seldi eini 200 eintøk í Føroyum.

 

Fóru hvør til sítt

Eftir 5 ár gavst Epitome, stutt fyri aldarskiftið. Remi og Rune vildi heldur arbeiða tónleiki á teldu, meðan Rúni og Kenneth fóru upp í bólkin Korn Jam, har Jákup Pauli Gaard eitt tíðarskeið var sangari. Kenneth og Rúni spæla enn við Korn Jam, ið bert spælir løg hjá amerikanska rokkbólkinum Korn.

 

Vilja sleppa til Føroyar

Fyri nøkrum árum síðan fann bólkurin saman aftur undir navninum Claiborne, og hevur síðan tá spælt løg, ið Remi og Rune hava skrivað. Í summar skal bólkurin spæla á Samsøfestivalinum, men Rúni leggur heldur ikki skjól á at bólkurin hevur sett seg í samband við føroysku festivalirnar í vón um at sleppa heim til Føroyar at spæla. Enn er tó einki konkret komið í lag á hesum øki, sigur Rúni. Men sigur, at vónirnar ikki eru heilt so ringar, fyri at okkurt kemur í lag.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *