Pressumynd: Bárður EklundEivør Pállsdóttir gjørdist í gjárkvøldið eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki, tá hon varð skotin upp til helvtina av heiðurslønunum til Danish Music Awards Folk.
Tá nøvnini á teimum, ið eru í uppskotið til Donsku fólkatónleikaheiðurslønirnar á Danish Music Awards Folk, vórðu almanankunngjørd, var navnið hjá Eivør Pállsdóttir nevnt sum uppskot til seks av teimum tólv heiðurslønunum. Hon er í uppskoti fyri m.a. bestu fløgu, sum besti sangskrivari, besti komponistur og besta sangrødd.
Stóra stjørnan
Til fimm av heiðurslønunum er Eivør í uppskoti saman við trimum øðrum, meðan í uppskotinum um bestu fløgu kappast seks fløgur. Tað var her fyri greitt, at Eivør var eitt av nøvnunum, ið skuldi spæla á Danish Music Awards Folk. Men nú er møguleiki fyri, at hon kann gerast tann heilt stóra stjørnan hetta kvøldið. Í øllum førum er hon tann, ið er í uppskoti til flestar heiðurslønir hetta kvødlið.
Júst flutt
Eivør er júst flutt til Danmarkar og fer í næstum at royna seg á danska marknaðinum. Hetta byrjar við eini konsertferð í februar og mars. Eingin ivi er um, at tað, at Eivør er í uppskoti til seks heiðurslønir, er sera gott fyri áhugan í hennara konsertum. Hon er yvir eina nátt vorðin eitt væletablerað navn í donskum fólkatónleiki.
Væl vitjað
Danish Music Awards Folk verða hildnir 11. mars í Tønderhal 1 í Tønder. Umframt Eivør er almannakunngjørt, at Lars Lilholt og Haugaard & Højrup Bigband spæla. Men onnur nøvn vera eisini á plakatini.
Skipað hevur verið fyri DMA – Folk síðan 2001, og tiltakið plagar altíð at vera væl vitja.