Øskukalt í Rokkstovuni

Fríggjadagin flytur Rasmus Rasmussen til Danmarkar. Maðurin, ið varð valdur Føroya besti gittarleikari á AME í fjør, stingur í klæðsekkin og fer av landinum at royna eydnuna. Avleiðingin av hesum er, at Rokkstovan fyri aðru ferð heldur uppat. Seinasta Rokkstovan varð send hóskvøldið.

 

Rasmus Rasmussen hevur seinastu árini verið vertur í Rokkstovuni í Útvarpi Føroya og hevur í sendingini lýst føroyska tónleikapallin við samrøðum, frásagnum og ofta frumframførslum av nýggjum løgum. Í hesi seinastu sendingini var Rasmus sjálvur í fokus. Tónleikaummælararnir Uni L. Hansen og Jan Lamhauge komu í Rokkstovuna og prátaðu við Rasmus um nýggju Makrel fløguna “Transcend”. Trý løg vórðu frumspæld í fullari longd, og annars vóru nógv brot av fløguni at hoyra. Fløgan kemur væntandi í handlarnar um einar tríggjar vikur, og døma vit eftir tí, ið var spælt í Útvarpinum, so er hetta ein enn vakrari fløga enn Wonderland. Rasmus segði, at limirnir í Makrel eru so spjaddir kring ymisk lond, at teir taka ein dag á gangin, men bólkurin er til enn.

 

Ein tann besta tónleikasendingin

Rasmus byrjaði í Rokkstovuni 1997, men eitt tíðarskeið var Rasmus í Íslandi. Tá tók Makrel sangarin Ári Rouch yvir sum vertur, stutt eftir varð sendingin tikin av skránni. Tá Rasmus kom aftur úr Íslandi, fór hann undir sendingina aftur. Hesuferð við nógvum íblástri og orku. Hetta lyfti sendingina til at vera eina tí bestu tónleikasendingina í føroyskum útvarpi og tí einastu sendingina, ið legði høvuðsdentin á tað í hendi á føroyska tónleikapallinum.

 

Flytur niður

Rasmus sigur við Sosialin, at Útvarpið leitar eftir avloysari. Hann vónar tí, at onkur verður funnin, ið er áhugaður í at føra arbeiðið víðari. Hann sigur somuleiðis, at um sendingin heldur fram, er ikki óhugsandi, at hann onkuntíð ger innsløg úr Danmark, har hann flytur fríggjadagin.

 

Rasmus á viotar

Rasmus sigur við Sosialin, at hann ætlar sær at halda fram við at arbeiða við tónleiki í Danmark. Fyrst og fremst er næsta fløgan sum einstaklingur á tapetininum. Til hesa fløgu hevur hann sniðgivið eitt nýtt ljóðføri, ið er eitt bland av einum gittara og eini violin. Hann kallar ljóðførið ein viotar, og hetta verður ein stórur partur av nýggju fløguni. Tað er føroyski gittarsmiðurin Bjarnastein, ið fer at gera viotarin.

Rasmus sigur, at íblásturin kemur frá bólkum, sum Deep Purple, ið hava roynt seg  við violinboga á einum gittara, men á einum vanligum gittara fær violinbogiin als ikki gagnnýtt allar streingirnar. Tí verður armurin á viotarinum boygdur eitt sindur. Hann vónar, at hetta nýggja ljóðføri kann menna vakurleikan í hansara ljóði enn meira.

 

Ikki longur Deja Vu

Rasmus hevur seinastu tíðini verið virkin í Deja Vu, men hann kallar hetta freelance arbeiði. Hann hevur dámt væl, at samstarva við teir, tí teir hava gott felags tónlistarligt stev. Men her var talan um, at Rasmus ikki spældi við nøkrum, og teir høvdu brúk fyri onkrum at spæla gittar, heldur enn, at hann varð ein partur av bólkinum. Rasmus sigur, at hann hevur boðað teimum frá, at um teir onkuntíð hava brúk fyri einum gittarleikara í upptøkuhølinum, so eru teir vælkomnir at ringja til hann.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *