Hipp Hopp er komið til Føroyar – og eg elski tað!

Eminem hevur í fleiri ár verið fastur gestur á 15 teimum bestu, hvørja ferð hann hevur givið eina stakfløgu út, og fleiri onnur hipp hopp nøvn hava klára seg væl á listanum. Men tað er ikki fyrr enn nú, ið vit skriva 2006, at ein føroysk hipp hopp útgáva kemur á marknaðin. Men hon hevur verið verd at bíða eftir, tí Thor Simonsen hevur givið eina framúrskarandi fløgu út.

 

Ummæli

Eg skal viðganga, at tað vóru ikki tær stóru vónirnar, ið eg hevði, tá eg legði fløguna International hjá seytjan ára gamla Thor Simonsen í fløguspælarin. Húsin útstrálaði, at hetta var nokkso hálvgum. Eitt sindur av grafiskum krutli, og ein sera ring mynd av unga listamannium. Stutt sagt grafiskt makkverk. Tíðindaskrivið gjørdi ikki vónirnar nógv betur. Ein seytjan ára gamal drongur, hevði tikið fløguna upp sjálvur, hevði spælt alt inn sjálvur, ljóðblandað sjálvur og lagt til rættis sjálvur. Tað var tí við ivasomum spenningi, at eg setti meg væl til rættis at lurta. Men eg hevði ikki lurtað leingi áðrenn orðið WOW, snýkti seg um varrarnar hjá mær. Hetta var ordiliga gott!

Jú gamaní, fløgan hevði klætt at blivið produsera, og upptikin og ljóðblandað av onkrum sum hevði størri royndir. Men tað hevði bara flutt fløguna frá, at verið ein sera góð fløga til at vera ein altjóða hittfløga. Fløgan er stutt sagt ordiliga feit!

 

Góður poppur

Hetta er fyrsta ordiliga Hipp Hopp útgávan í Føroyum. Hipp Hopp hevur í fleiri ár selt væl í Føroyum, men eingin tílík fløga er útgivin her fyrr. Hetta er poppur við góðum melodiium, fangandi niðurløgum og rappi. sum riggar ótrúliga væl. Tað er týðiligt, at Thor hevur lurtað eftir stórum Hipp Hopp nøvnum sum Eminem, Jay Z og teimum betru r’n’b nøvnunum. Men her er eisini nógv annað. Hetta kemur serliga til sjóndar á seinnu løgunum á fløguni. Fyrstu løgini eru rættiliga mainstream Hipp Hopp, men tónleikurin gerst meira eksperimenterandi í nøkrum av seinnu løgunum. T.d. løg sum “a tragic love ballad” og svakliga “keep this on the low” har fjasi fær ordiligt pláss. Hetta heldur fram á lagnum “hotdog stand”, ið handlar um hotdog sølumannin og hansara kenslur, har ljóðið av at eta gerst tónleikur, fittur r’n’b poppur  við smaskum og tyggjan. Rappið fær alt minnið pláss á fløguni, og tey trý seinastu løgini, never alone, all i’ll say og our story eru penur poppur, sum als ikki luktar av hipp hopp.

 

Hamrandi góð løg

Styrkin á fløguni er fyrst og fremst, at løgini eru hamrandi góð. Hetta er somuleiðis høvuðsorsøkin, at eg kundi hugsað mær at fingið hana produseraða av onkrum, ið veruliga kundi lyft hetta til tað støðið í løgini hava uppiborið. Tí fløgan ljóðar líka væl, sum nógv av tí, ið kemur út, og so øgiliga nógv betur enn eg hevði væntað, tá eg hoyrdi, at hon var heimagjørd.

 

Góð rødd

Thor syngur við nógvari sjarmu og innliving og rappar betur enn nakar føroyingur hevur gjørt áður. Mær dámar stak væl røddina. Hann ljóðar sannførandi, avslappaður og eitt sindur ófantaligur á tann kula mátan. Hetta er høg góðska.

 

Tekstir, ið rigga

Thor hevur skrivað tekstirnar sjálvur. Tað er øgiliga nøktandi at hoyra enskar tekstir frá føroyskum hondum, ið veruliga eru væl skrivaðir og skrivaðir á góðum enskum. Í fyrstu løgunum snýkir onkur føroysk regla seg inn, og tað riggar væl.  Tann eitt sindur innantómi obligatoriski hip hop sangurin um at ballast Faroes by night, verður knappiligur stuttligur, tá Thor frá at rappa um party syngur: “Nú ballast vit!”. Hetta eru ikki djúpastu tekstir í heiminum, men teir rigga og fáa heildina at hanga saman.

 

Hittpotentiali

Tað er ringt at velja nøkur hæddarpunkt á fløguni, men hitt potentiali í løgunum Faroes by night, flirt og lagið, ið nú roynir seg á 15 teimum bestu “back it up” er stórt. Persónliga dámar mær eisini væl Iqaluit, Baby, ið hevur fest seg í heilan hjá mær. International er uttan iva ein fløga, ið verður ein varði í føroyskum tónleiki. Hon brýtur frá øllum vit hava sætt áður og vónandi verður hon trendsetandi, tí føroyskt hipp hopp er ein forsømd tónleikagrein.

 

Ein gimsteinur

Thor er seytjan ár og ein ein sannur gimsteinur. Hetta er eitt heilt serligt talent, ið kann gerast ein stjørna bæði úti og heima. Tað er synd fyri fløguna, at húsin er so ringur, sum hann er, tí hann útstrálar als ikki góðskuna, ið fløgan tónlistarliga hevur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *