Leygardagin lat árliga framsýningin hjá Øssurin Mohr í Galleri Sct. Gertrud upp. Í ár eru næstan allir málingarnir málaðir í Keypmannahavn, men motivið er enn tað sama, heimliga motivið er altíð hjá honum.
Rættiliga fitt av fólki var komið saman í hugnaliga gallarínum Sct. Gertrud hjá Kurt Svendsen í Hyskenstræde eitt hanagleiv frá Amager Torv, mitt í Keypmannahavn. Tá Øssur Mohr 8. árið á rað, hevði sína árligu februar framsýning í gallarínum.
Tónarnir frá gittaranum hjá Stanley Samuelsen góvu ferniseringini eitt soundtrack, vakurt, diskret og á tremur við stemningi. Náttúran í Fuglafirði liggur djúpt í báðum listamonnunum, og teir syngja á onkran hátt sama lag.
Fastar framsýningar
Hølini eru smá, og hetta gevur framsýningini ein nærleika, ið klæðir myndunum hjá Øssuri. Gallarí ánarin Kurt Svendsen sat beint innanfyri dyrnar og roykti pípu. Vinarligur eldri maðurin hevur stóran áhuga í føroyskari list. Hann greiddi erpin frá, at flestu góðu føroysku listafólkini høvdu stillað út her. Seinni í ár fer Amariel Norðoy at hava 25 ára jubileum í Sct. Gertrud, segði Kurt Svendsen. Á hvørjum ári seinastu 25 árini, hevur Amariel stillað út her.
Nú á døgum eru flestu framsýningarnar rættiliga fastar, Amariel og Øssur eru á hvørjum ári, nakrir íslendskir málarar eru somuleiðis hvørt ár, eins og nakrir danir stilla út. Gallaríið hevur eitt gott umdømi og nógv av fólkinum, ið vitjar eru fastir gestir. Hetta sáðst aftur á teimum vitjandi á ferniseringini. Tey flestu vóru danir, nakrir føroyingar og so onkur íslendari.
Listarlig menning
Framsýningin vísti, at Øssur hevði flutt seg eitt sindur sum listamann. Motivið er enn tað sama, men litirnir eru broyttir, tað bláa hevur ikki longur sama sterka lit, og tað grøna hevur eisini skift nuansu. Á ávísum myndum er tann eyðkenda linjan mitt í myndini eisini brotin. Vit spurdu Øssur um broytingin er komin natúrliga, ella um hon er tilvitað. Hann segði, at broytingin var komin rættiliga natúrliga. Men at hann samstundis altíð arbeðir við sær sjálvum, og t.d. vit at bróta lnjuna.
Nýggj list
Tað var forvitnisligt at síggja, at flestu málningarnir á framsýningini vóru málaðir í 2006. Hetta vísir, at talan er um ein sera virknan listamann. Øssur greiddi frá, at hann býr í Danmark nú, sonurin er í Danmark og svimur, tí er Øssur farin við honum. Hann hevur leigað eitt atelier í Keypmannahavn, og her hevur hann málað flestu av hesum nógvu málningum. Vit spurdu, um stórbýarlívið fór at broyta hansara val av motivið, t.d. um vit sluppu at síggja Copenhagen Skyline. Hann flenti og ivaðist í, um tað fór at henda.
Útlandið ger listina til livibreyð
Øssur Mohr er ein av teimum føroysku listamonnunum, ið hava tikið stigið til at gerast yrkislistamaður. Síðan aldarskiftið hevur Øssur arbeitt sum listamaður burturav og hevur kunnað livað av tí. Tað er eingin loyna, at áhugin fyri Øssuri er stórur uttanlanda. Hann greiddi frá, at honum dámdi væl, at kunna stilla út uttanfyri Føroyar. Tí føroyski marknaðurin er so avmarkaður. Men við framsýningum sum teimum í hesum gallarínum, ber tað til at liva av listini. Øssur segði, at hansara skrá fyri hetta árið er um at vera full. Í mars fer hann til Hollands at stilla út. Samstundis letur ein framsýning upp við 20 føroyskum og íslendskum listafólkum á Ráðhúsinum í Keypmannhavn, so Øssur hevur úr at gera.
Selur væl
Áhugin fyri at keypa listaverkini var stórur. Millum keypararnar vóru fyritøkan Rambøll Danmark og Den Danske Banks Kunstforening, ið hevði keypt tveir málningar. Øssur sigur, at Den Danske Banks Kunstforening hevur keypt málningar frá honum árliga í seinastu 10 árini. Kastað verður síðan lut um hesar málningar millum limirnar í felagskapinum.
Eisini á felagsrframsýningum
Umframt framsýningarhølið í Hyskenstræde er Kurt Svendsen limur í Dansk Galleri Forbund, ið tvær ferðir um árið stillar út vegnað tey gallaríini, ið eru limir í felagskapinum. Framsýningarnar eru í Forum í Keypmannahavn og í Herning. Á hesum framsýningum luttaka føroysku listafólkini eisini. Framsýningin verður hangandi í 3 vikur. Opið er týs- til fríggjadagar frá 14-17.30 og leygardagar 11-14, til og við 4. mars.