Hvør megnar at koppa poppmeistaranum

Seinastu tríggjar mikudagarnar hevur Eivind Niclasen í kappingini poppmeistarin í útvarpssendingini Kasino víst næstan ræðandi innlit í poppheimin. Hann er stutt sagt eitt livandi poppleksikon, vit hava práta við 32 ára gamla klaksvíkingin, um popp, um Eivind og um áhugan hjá Eivindi fyri poppi.

 

Poppmeistarin er ein rættiliga líkatil spurnarkapping, tveir luttakarar kappast í spurningum um nýggjan og gamlan popptónleik. Eivind Niclassen luttók í fyrstu sendingini, ið var fyri fýra vikum síðan. Hann vann hetta umfarið og gjørdist poppmeistarin. Í Kasino sendingini hvønn mikudag verður poppmeistarin avbjóðaður av fólki, ið meta seg hava møguleika at takað tittulin frá honum og sjálvi gerast poppmeistarin. Higartil hevur hann vart tittulin tvær ferðir. Hann var aftur í eldinum í dag, men hetta var eftir, at blaðið fór til prentingar. So vit vita ikki hvussu tað hevur gingist hjá honum.

 

Dámar ikki soul

At vinna tríggjar spurnarkappingar á rað er eitt bragd í sjálvum sær, men tað er tann ótrúliga breiða vitanin innan popptónleik, ið hevur verið so sannførandi, hann kennur nýtt sum gamalt. Tað tykist stutt sagt, sum um allur poppur hevur hansara áhúga, men er tað so?

Eivind greðir frá, at hann hevur stóran áhuga í rútmiskum tónleiki. Men at eingin hevur møguleika fyri at fylgja við í øllum. Tí er sumt, ið fer framvið. Rútmiskur tónleikur er eisini vorðin so nógv ymiskt. Tað eru onkrar tónleikagreinar, ið hann als ikki hevur áhuga í. Her nevnir hann Soul sum eitt dømið um tónleik, ið hann als ikki tímur at hoyra.

 

Ein A-Ha uppliving

Vitanin hjá Eivindi fevnir um fleiri ártíggjund. Tilvitaði áhugin fyri tónleiki, kom tá hann fyrstu ferð hoyrdi A-Ha miðskeiðis í 80’ árunum. Hann gjørdist bergtikin av bólkinum og fór tilvitað at savna sær alt hjá bólkinum, allar útgávur eisini stakfløgurnar. Hann læs um bólkin í bløðum sum Bravo, Ung Nu, Mix og Vi Unge. Hann sigur, at seinni hevur hann havt líknandi tíðarskeið við bólkum sum Iron Maiden, Pink Floyd, Rolling Stones og Judas Priest. Hetta sigur hann seg vera givnan við. Nú keypir hann mest nýggjar fløgur og hugsar ikki longur um at fáa heil sett.  Hann heldur, at dyrkanin av yndisbólkum er avmarkandi. Hann vil heldur hava heildina við.

 

Sum heldur

Tó so, so eru onkrar fløgur, ið hava hildið betur enn aðrar. Hann nevnir Into The Fire hjá Bryan Adams, ið honum hevur dámt í 20 ár. Hon kom út í teimum poleraðu 80’unum, men var skitin og virkaði erlig. Hendan fløgan riggar enn í dag og stendur í andsøgn til nógvar av teimum heldur ivasomu fløgum, ið Bryan Adams hevur gjørt síðan, heldur Eivind. Men eisini Scoundril Days hjá A-Ha er enn at finna í fløguspælaranum javnan.

 

Keypir fløgur á alnetinum

Síðan fyrst í 90’árunum hevur hann keypt fløgur. Áðrenn hetta hevði hann bæði kassettubond og LP’ir, men nú er næstan alt hetta burtur, í staðin hevur hann keypt útgávurnar á fløgu. Fyrr vóru tað fløguhandlarnir, ið nutu gott av hansara hugi til tónleik, men seinnu árini er alnetið vorðið staðið, har Eivind keypir tónleik. Amerikansku og ensku heimasíðurnar hjá Amazon er besta miðið hjá Eivindi, tá hann leitar eftir fløgum.

 

3 fløgur um vikuna

Fløgusavnið telur nú yvir 2100 fløgur. Hetta er næstan tríggjar fløgur um vikuna seinastu 15 árini. Men hevur man tíð til at lurta eftir øllum fløgunum, tá innkeypið er so stórt?

Hann sigur, at tað eru fløgur í savninum, ið hann bert hevur lurtað illa eftir og enntá onkrar, ið ongantíð hava verið spældar. Hetta eru serliga fløgur, ið hann hevur keypt, tá hann er innið í einum fløguhandli og ikki finnur nakað, ið hann ynskir sær.  So keypir hann onkuntíð okkurt fyri ikki at fara tómhentur út aftur. Hesar fløgur enda onkuntíð beint uppi á hyllini uttan at verða lagdar á.

 

Manglandi Q mundi koppa honum

Eivind hevur fylgt væl við í nógv ár, millum annað í tónleikabløðum, á MTV, tá hann fekk parabol fyrst í 90’unum og á alnetinum. Innsavnanin av vitan er ofta øgiliga uppsøkjandi, og áhugin er enn stórur. Seinnu árini hevur Q magazine verið høvuðskeldan til hansara vaksandi poppvitan. Hann hevur trúgvur keypt blaðið í nógv ár, men síðan november í fjør hevur Q ikki verið at fingið í Klaksvík. Hetta var líka við at koppa Eivindi í sendingini mikudagin í farnu viku. Nøkur hol vóru í vitanini í hesum tíðarskeiðinum. Tí endaði spurnarkappingin á jøvnum, men tá eykaspurningurin kom, endaði Eivind fremstur. Hann hevur longu tikið avleiðingarnar og hevur meldað seg sum haldara av Q.

 

Veikur í tí føroyska

Eivind viðgongur, at føroyskur tónleikur ikki er hansara styrki. Áhugin hevur ongantíð verið so stórur, so spurningar innan føroyskan tónleik kunnu koppa honum í kappingini. Hann eigur nakað av føroyskum tónleiki í fløgusavninum, og nevnir t.d. bólkarnar Present Past og Deja Vu, sum góðar føroyskar bólkar. Áhugavert er, at leggja til merkis, at hetta er tveir av føroysku bólkunum, ið ljóða minst føroyskir.

 

Hevur sending í útvarpinum

Um Eivind er koppaður í sendingini í dag, ber alíkavæl til at hoyra hann í føroyskum útvarpi. Hvørt hóskvøld millum 20-21 hevur Eivind eina tónleikasending í Útvarpi Føroya. Í sendingini spælir Eivind nýggjan tónleik úr sínum fløgusavnið.

Leave a Reply

Your email address will not be published.