Stórsligin dreymarokkur

Triðja fløgan hjá Makrel Transcend vísir eina popp- og dreymakenda síðu av bólkinum. Fløgan er á tremur við góðum løgum, men ljóðblandið er tíanverri skuffandi og dregur heildina niður.

 

Fløguummæli

 

Vónirnar um eina fantastiska tónleikauppliving vóru bjartar, tá eg legði nýggju Makrel fløguna Transcend í fløguspælaran. Makrel gjørdist ein tann mest jaliga tónleikaupplivingin í fjør, við fleiri frálíkum framførslum, har serliga tann á G! Festivalinum stendur sum eitt serliga sterkt varandi minni. Her er talan um kanska Føroya mest andaliga bólk, droymandi og gandakendi gittarin hjá Rasmusi Rasmussen er sum úr eini aðrari verð og tekur teg við á flog.

Fløgan hevur verið á veg leingi, og snotiligi húsin boðaði frá onkrum stórum. Ótrúliga snøggur húsið, tað er grikski sniðgevin Seth, ið er maðurin handan fløguhúsan. Hann er hóast síni einans 33 ár sera royndur innanfyri sniðgeving og hevur gjørt húsar til nógv av stóru nøvnunum á harðara rokkpallinum.

So eg var spentur, tá fyrstu tónarnir av lagnum Filthy Tongue ljóðaðu úr hátalarunum.

 

Góð løg

Fløgan er á tremur við góðum løgum, fleiri av teimum eru eisini fangandi. Her er serliga stórhittið Forever and Beyond og løgini Euphoria og Beelzebub sterk. Hetta eru somuleiðis løgini, ið rigga best í ljóðblandinum, ið annars er sera skuffandi. Wonderland var eitt meistaraverk. Ljóðmaðurin Jón McBirnie fekk okkurt heilt serligt burturúr Makrel. Hesuferð hava Makrel sjálvir saman við Conor Patrick staðið fyri ljóðblandinum. Hetta er í mínari bestu sannføring ein óheppin avgerð. Tí meðan Wonderland var betur, enn Makrel var, tá hon varð spæld inn, er Transcend als ikki á tí støði, ið Makrel eru á í dag. Løgini fáa stutt sagt ikki tann búna, ið tey hava uppiborið.

 

 

Stórsligin tónleikur

Makrel hevur flutt seg frá harða rokkinum. Tónleikurin er rættiliga friðarligur men samstundis stórsligin. Hetta var ein gongd, ið byrjaði á Wonderland, og sum varð fangað í ljóðblandinum. Men á hesið fløguni er ljóðið als ikki stórsligið. Har er eingin verulig kraft í tónleikinum. Tú fært ongantíð ein ordiligan framman á. Eg havi roynt at funnið orsøkina. Tær eru ivaleyst fleiri, men tað sera keðiliga trummiljóðið er uttan iva ein stór orsøk. Botnurin er nokkso suppukendur og sparkar ikki ordiliga reyv.

Trummiljóðið er rættiliga kvalt, og ljóðar næstan pappkent – Sjálvt trummuljóðið er ikki fjart frá Wonderland ljóðinum. Tað er greitt, at Wonderland hevur verið íblásturin til valið trummuljóðið og til alt ljóðblandið. Men  á Transcend er tað ikki líka væl úr hondum greitt. Í heildini tykist trummuljóðið malplaserað. Hetta gerst serliga týðiligt í teimum rokkkendu pettunum, sum t.d. í Forever and Beyond og Beelzebub. Meðan tónleikurin eina løtu fer á flog, ljóða trummurnar pappkendar.

 

Kensla framum presision

Sum sagt er her talan um tónleik, ið er rættiliga stórsligin í sær sjálvum. Men hóast hetta hevur Makrel sambært gittarleikaranum Rasmusi Rasmussen í sendingini Rokkstovuni valt at takað kenslur framum presisión í ávísum førum. Hesa avgerð skilji eg als ikki. Tí løgini leggja upp til meira putlan við detaljum, sum er júst styrkin við fløguinnspælingum í mun til konsertir. Úrslitið er eisini hareftir. Tað stórsligna verður ikki ordiliga stórsligið. Men hetta er eitt tilvitað val hjá Makrel, so okkurt liggur óiva aftan fyri.

 

Rasmus er ein gittarguður

Allastaðni er gittarin hjá Rasmus berandi elementið, hann skapar heildina og lyftir øll løgini. Tað er eingin ivi um, at Rasmus Rasmussen er ein av Føroya bestu og mest kreativu gittarleikarum. Hann hevur sín heilt egna stíl, og leverar altíð vøruna. Á Transcend er einki undantak. Gittarin er líka týðiligur í ljóðmyndini, sum røddin hjá Ára.

 

Ein sera egin rødd

Nógv er sagt og skrivað um røddina hjá Ára Rouch. Hon er langt frá vøkur í klassiskum týdningi. Eg skal satt at siga viðganga, at áðrenn, eg hoyrdi Wonderland, helt eg slettis ikki mannin kunna brúkast sum sangara. Men ljóðblandaður og brúktur á rættan hátt, var hann á Wonderland fantastiskur. Eisini á teimum konsertunum, ið eg havi hoyrt við Makrel seinasta árið, hevur Ári verið við til at gera Makrel egnar og góðar. Hetta er tíanverri ikki so,á stórum pørtum av nýggju fløguni. Jú, gamaní – tað er egið, men bert í støðum er tað veruliga gott, og ongantíð er tað líka gott sum á Wonderland.

Eg fari at geva ljóðblandinum skuldina. Tí eg havi hoyrt fleiri av hesum løgunum á konsertum, og tá riggaði tað fínt. Ári er ivaleyst ikki lættasti sangari at ljóðblanda, men ljóðblandaður rætt, er hann frálíkur. Summi støð á fløguni riggar eisini væl serliga í lagnum Forever and Beyond er harmonizer viðgjørda og rúmklangsundirdýgda røddin framúr góð og veruliga á heimavølli. Men eisini á Marshmallows, Euphoria og Beelzebub riggar Ári væl. Á øðrum løgum sum Where Does It Come From og Cure er røddin veruliga oyðileggjandi fyri heildina í lagnum.

 

Fjøllbroytt fløga

Talan er um eina rættiliga fjøllbroytta fløgu, við nógvum ymiskum løgum. Tey eru tó øll gjørd í serliga Makrel stílinum. Tað kann ikki takast frá Makrel, bólkurin hevur eitt ótrúliga gjøgnumført konsept, ið bara riggar. Tú ert ikki í iva um, at tað er Makrel, ið tú hoyrir, tá teir spæla.

Løgini liggja øll meira ella minnið innan fyri droymandi rokk, men eru annars øgiliga ymisk. Her eru t.d. fantastiska stórsligna Euphoria, ið gevur tær kenslu av stórleika, næstan spælimanskenda og sera fitta Cure, djevilska Beelzebub og rokkutta Marshmallows.

 

Eitt sindur platt

Júst lagið Marshmallows brýtur veruliga frá restini av fløguni. Hetta er eitt av løgunum, har tú best hoyrir tekstin, og reglan “I guess it’s shallow to sit and eat Marshmallows” skaðar veruliga heildarupplivingina av fløguni. Hetta er so roksuttur tekstur, at hann hoyrir heima í teirri tíðini, tá bólkurin æt Happy?. Kenslan av dreymarokki verður hveistrað burtur, og leitanin eftir einum heildarkonseptið dettur á gólvið. Hetta er synd, tí sum lag er Marshmallows sera sterkt. Lukkutíð kemur eitt tað besta lagið á fløguni Beelzebub beint aftan á, og bjargar heildarupplivingini. Lagið er næstan episkt, frá tí eitt sindur Clickhaze innblástu introini og allar 7 minuttirnar til endan. Hetta rokkar og endin sparkar reyv. Hetta er kanska einasta stað at fløgan veruliga sparkar reyv.

 

Ein rættiliga góð uppliving

Sum heild er fløgan ein rættiliga góð uppliving, men samstundis eitt sindur skuffandi, tí hon er ikki tann fantastiska upplivingin,ið eg hevði væntað. Hetta er serliga keðiligt, tí at løgini eru nóg góð til, at hon kundi verið fantastisk. Ivasama ljóðblandið er stutt sagt oyðileggjandi fyri mína uppliving.  Eg hevði elska, at hoyrt útgávuna hjá einum ávísum Mr. McBirnie av hesum løgunum. Ella kanska hoyrt Makrel í hondunum á einum av teimum heilt góðu og stóru tónleikaframleiðarunum.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *