Meðan tað stóra DMA tiltakið heiðrar tí kommersiella, heiðrar lítla DMA tiltakið góðsku, hetta var skoðsmálið í DMA-Folk fekk á stóru útvarpsstøðini P4. Um hetta er so, so er Eivør verulig góðska, tí hon vann tvær heiðurslønir á DMA-Folk leygarkvøldið.
DMA-Folk
Formaðurin í nevdini fyri DMA-Folk Peter Abrahamsen bjóðaði fólki vælkomnum Hann fegnaðist um, at hendan heiðurslønar handanin var voksin so nógv, síðan hon varð hildin á fyrsta sinni fyri seks árum síðan. Hann hugleiddi eitt sindur um munin á hesi heiðursløn, og navnabróðrinum Danish Music Awards, ið var hildin sama kvøld í Keypmannahavn. Her endurgav hann útvarpsrásina P4, ið hevði kalla DMA-Folk ” den lille DMA”. Útvarpsmaðurin hevði lýst munin á tí lítlu DMA og tí stóru DMA, at tann stóra heiðraði tí kommersiella og tann lítla heiðraði góðsku. Hetta var eitt skoðsmál, ið Peter Abrahamsen uttan at ivast tók til sín. At ein føroysk songkvinna er í uppskoti til seks av 12 heiðurslønum á góðsku DMA, kunnu vit føroyingar bara gleðast um.
Serlig gleði
Peter Abrahamsen bjóðaði síðan Eivør á pallin, og vísti á, at tað var honum ein serlig gleði at bjóða Eivør á pallin, tí hetta var ein songkvinna, ið kanska allir danir ikki kendu enn, men at skjótt fór allur heimurin ivaleyst at kenna hesa røddina.
Eivør vann tvær
Eivør var í uppskoti til seks heiðurslønir, sum Ársins danska songrødd, Ársins danska vísufløga, Ársins danska útgáva, Ársins danski artistur (nútímans), Ársins danski sangskrivari og Ársins danski fólkatónasmiður. Hon vann tvær av hesum Ársins danska songrødd og Ársins danska vísufløga. Serfrøðingar, ið vit tosaðu við, søgdu, at serliga heiðurslønina sum besta songrødd, var Eivør stórur favorittur. Hennara rødd er so stórsligin og frálík, at eingin kundi avbjóða henni í hesum bólki. Eivør segði eisini sjálv, at hon var serliga glað fyri hesa heiðursløn. Ið var tann hon ynskti sær mest, tá hon fór heiman í frá.
Alt á gosi
Heiðurslønin fyri bestu songrødd, var triðja heiðurslønin, ið varð handað. Tá navnið Franka Abrahamsen læs navnið hjá Eivør upp, sum besta songrødd mundi langa borðið har Eivør og tey sótu, koppa, ølll familjan og vinirnir hjá Eivør lupu á føtur. Tað var týðiligt, at tey vóru sera glað, glaðast tyktist Sædis, mamma Eivør. Hon lýsti sum ein sól, so stolt hon var av dóttrini. Eivør visti næstan ikki hvørjum beini, hon skuldi standa á. Komin upp á pallin, segði hon, at hon var málleys og helst ikki vildi siga ov nógv, tí so segði hon bara okkurt býtt. Men hon takkaði bara fyri, at danir tóku so væl ímóti sær. Tað var heldur eingin ivi um, at Eivør var ein sera vælumtóktur vinnari. Hvørja ferð hennara navn varð nevnt í uppskotunum, so klappaðu fólk hart og floytaðu.
Bestu vísufløgu
Tá Eivør eina løtu seinni vann heiðurslønina fyri bestu vísufløgu, var hon enn meira tikin av bólið, hon var júst á veg inn í høllina, so hon stóð mitt á gólvinum og helt um høvdið. Á pallinum segði hon, at hon var so glað, at hon hevði hug at klemma okkum øll.
Aftana á Eivør segði við Sosialin, at hetta var ein fantastiska deilig uppliving, og bað okkum føla eftir hvussu tungar heiðurslønirnar vóru. Hon var greið yvir, at hesar heiðuslønir kunnu brúkast í marknaðarføringini, men mest gleddist hon bara yvir, móttøkuna í Danmark. Eitt land hon júst er flutt til. Prátið varð tó avbrotið, tí pápi Eivør ringdi, hann hevði lisið um heiðurslønirnar á Portalinum, har vit løgdu úrslitini út so hvørt. Nú ringdi hann at siga tillukku við dóttrina. Hon hevði annars úr at gera, TV2 gjørdi samrøðu við hana, og alt og øll vildu heilsa uppá songfuglin. Hon man ivaleyst hava verið nakað eym í hondliðnum av at skriva á allar fløgurnar, ið fólk høvdu keypt. Eivør var ein sonn stjørna hetta kalda kvøldið í Tønder.